hósdagur 5. januar 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017
SOSIALURIN 3
29
seg sum yrkisspælarar í styttri og
longri tíðarskeið. Eitt tíðarskeið um
aldarskiftið vóru nógvir spælarar í
norskum fótbólti. Julian Johnsson
mundi hava bestu royndirnar,
tí hann endaði við at fara viðari
til Hull City í lægru deildunum
í Onglandi. Kurt Mørkøre bleiv
eisini til ”Kong Kurt” í Sogndal, tá
liðið spældi í næstbestu deildini.
Rógvi Jacobsen hevur seinni roynt
seg í Hødd IL.
Í Íslandi var fyrst eitt rák
undan aldarskiftinum, har menn
sum Jens Martin Knudsen, Uni
Arge og eitt styttri tíðarskeið
Allan Mørkøre gjørdu um seg.
Síðani fylgdu spælarar sum Jens
Erik Rasmussen, John Petersen
og Sámal Joensen aftaná. Seinni
aftur hevði Símun Samuelsen sína
stórheitstíð í Keflavík. Fleiri aðrir
spælarar hava síðani roynt seg í
styttri og longri tíðarskeið.
Føroyskir spælarar hava eisini
sett sín dám á eitt nú hollenskan
og rumenskan fótbólt. Súni Olsen
skifti í 2001 til FC Zwolle í næst
bestu deildini, har tað eydnaðist
at flyta upp. Kaj Leo í Bartalsstovu
spældi eisini eitt hálvt ár í fjør við
rumenska Dinamo Bukarest.
Raðfesta spælitíð
Seinnu árini er rákið broytt. Spæl
arar raðfesta spælitíð og eru ikki
bangnir fyri at koma heima at
venda, og so fara avstað aftur.
Millum annað er Jóan Símun
Edmundsson farin frá Newcastle
til AB á Argjum – umvegis norskan
og danskan fótbólt, fyri síðani at
arbeiða seg upp til HB, Vejle og er
nú millum ljóspunktini hjá OB.
Hallur Hansson, Gilli R. Søren
sen, René Shaki Joensen og Sonni
Ragnar Nattestad eru millum
spælararnar, ið hava verið heima
og vent, fyri síðani at fara avstað
aftur. Afturgangandi er eisini, at
teir velja feløg, har spælitíð er
sannlík. Tað hevur víst seg at verða
rætta loysnin fyri teir flestu.
Tað legst bara afturat við spæl
arum, sum taka av møguleikanum
at royna seg uttanlands. Feskasta
dømi er Teit Jacobsen.
Debut í vár
18 ára gamli Teit Jacobsen fór eftir
kappingarenda í fjør, at venja við
Sønderjyske. Hann spældi millum
annað ein venjingardyst, har
hann skoraði ikki færri enn tvey
mál. Báðir partar dámdu tað teir
upplivdu.
Tí sendi Sønderjyske ein
fyrispurning til HB, um at keypa
framrættaða miðvallaran, sum
eisini hevur spælt sum áleypari.
Fyrst komu HB og Sønderjyske
ásamt um eina avtalu, sum er í
trimum pørtum. HB fær eitt útgjald
við sølu. Síðani fær HB fíggjarligan
vinning alt eftir hvussu nógv Teit
Jacobsen spælir. Triði parturin av
avtaluni er, at HB fær lut í søluni,
um Teit Jacobsen verður seldur
víðari.
– Sum teir hava fortalt mær í
Sønderjyske, so kann eg vænta
debut í vár, men sjálvandi má eg
eisini vísa meg til venjingar og
prógva, at eg eri góður nokk til
superliguna, sigur Teit Jacobsen.
Sostatt er líkt til, at Sønderjyske
hevur eina ætlan við unga havn
armanninum, sum hevur gjørt ein
trý og eitt hálvt ára sáttmála við
felagið.
At síggja til, so heldur góða
gongdin fram. Tað er ikki givið, at
Teit Jacobsen ella hinir føroysku
spælararnir fara at klára seg og
blíva betri, men umstøðurnar at
røkka tindunum eru nú betri.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Teit til Sønderjyske:
ONGANTÍÐ Í IVA
Teit Jacobsen hevur skrivað
undir ein trý og eitt hálv ára
sáttmála danska superligafelag
ið, Sønderjyske. Talan er um eina
sølu frá HB til danska felagið,
tí U21 landsliðsspælarin hevði
sáttmála við HB. Hann var tó ikki
í iva, tá Sønderjyske vísti áhuga.
– Eg havi droymt um hetta alt
mítt lív. Nú fekk eg møguleikan
og tað var ongantíð nakar ivi,
um at eg for at svara ja, um teir
vístu áhuga. Uttan stóra hjálp
frá Jákupi í Stórustovu og HB,
hevði hetta ikki borið til, sigur
Teit Jacobsen, sum í gjár bleiv
kunngjørdur sum spælari í
Sønderjyske.
Væntar spælitíð
Hóast Teit Jacobsen bara er
18 ára gamal, so kann hann
vænta sær at sleppa á vøllin í
superliguni, um hann klárar seg
væl til venjing.
– Sum teir hava fortalt mær
í Sønderjyske, so kann eg vænta
debut í vár, men sjálvandi má eg
eisini vísa meg til venjingar og
prógva, at eg eri góður nokk til
superliguna, sigur Teit Jacobsen.
Hann hevur vunnið sær fast
pláss á HB liðnum í ár. Tí kundi
hann eisini valt tryggleikan
í Føroyum og ásannar, at tað
verður ein avbjóðing at flyta til
Sønderjyske.
Ja, tað er ikki bara lætt, men
eisini ein spennandi avbjóðing.
Eg havi havt tað øgiliga gott í
HB. Nú skal eg standa á egnum
beinum. Tað verður hart, men
mennandi og spennandi, sigur
Teit Jacobsen.
Hann skal nú á samansjóð
ingartúr saman við nýggju lið
feløgunum. Mánadagin byrjar
harða arbeiði, tá er Teit Jacobsen
yrkisfótbóltsspælari.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
SØNDERJYSKE FEGNAST
UM KEYPIÐ
Í Sønderjyske fegnast ítróttar
stjórin, Hans Jørgen Haysen, um
keypið av unga havnarmanni
num.
– Vit høvdu Teit til venjingar
í eina viku, har hann spældi ein
venjingardyst við eykaliðnum.
Vit dámdu tað vit sóu. Hann er
ein spælari, sum arbeiður hart og
er søkjandi í álopsspælinum,
sigur Hans Jørgen Haysen við
heimasíðuna hjá feløgunum.
Teit Jacobsen er annar før
oyingurin, sum er í superliga
hópinum hjá Sønderjyske. Fyri
beint yvir tíggju árum síðani,
spældi Rógvi Jacobsen fimm
landskappingardystir fyri felagið.
Tað er líkt til, at Teit Jacobsen
møguliga fær sínar fyrstu min
uttir innan alt ov leingi, tí hann
skal beint inn í superligahópin.
– Hann er framvegis ein U19
spælari, men er kropsliga sterkur
og evnaríkur spælari, sum kemur
at verða ein partur av superliga
hópinum. Tá tað er sagt, so er
hann framvegis ein ungur spæl
ari, sum skal byggjast upp og
hava tíð at menna seg, sigur Hans
Jørgen Haysen.
Í løtuni er ein annar føroy
ingur í Sønderjyske. Talan er um
unga Jóhan Waag Høgnesen, ið
hevur spælt fleiri dystir við
eykaliðnum.
Todi Jónsson í dysti fyri FCK omanfyri. Jóan
Símun Edmundsson í dysti fyri OB
Teit Jacobsen kunngjørdur í Sønderjyske
Gunnar Nielsen, Manchester City, sum fyrsti føroyingur í Premier League