Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. januar 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017 SOSIALURIN 3 28 ÍTRÓTTUR Føroyskur fótbóltur í framgongd: SØLAN AV SPÆLARUM HELDUR FRAM Teit Jacobsen er bara ein av fleiri føroyskum spælarum, sum eru seldir á altjóða fótbóltsmarknaðinum. Talan er eisini um langtíðarsáttmálar, heldur enn royndarsáttmálar. Tað er eitt rák, sum prógvar at føroyskur fótbóltur er í menning TRÓNDUR ARGE T eit Jacobsen fylgir fóta­ sporunum hjá eitt nú Gilla R. Sørensen, Halli Hansson, Sonna Ragnar Nattestad og Jóan Símuni Edmundsson, sum allir eru seldir seinastu tíðina. Afturgangandi fyri fleiri føroyskar spælarar er, at útlendsk feløg hava stórt álit á føroyskum fótbóltsspælarum. Sønderjyske hevur beinleiðis keypt 18 ára gamla Teit Jacobsen frá HB, har hann hevði sáttmála fyri komandi ár eisini. Tað tyksit vera ein staðfesting av, at føroyskur fótbóltur er í framgongd, tá talan er um at menna spælarar. Ongantíð verið betri Í løtuni hava vit spælarar í super­ liguni í Danmark, tippuliguni í Norra og pepsi-deildini í Íslandi. Talan er í flestu førum um spælarar, sum hava stóran leiklut á teimum liðnum, ið teir spæla fyri. Vit hava nokk ikki nakran, ið kann máta seg við Toda Jónsson, tá hann var upp á tað besta í FCK, men hyggja vit eftir breiddini, so hevur støðan við útisetum ongantíð verið betri. Hallur Hansson og Jóan Símun Ed­mundsson, sum spæla í donsku superliguni, eru báðir lyklaspælarar í ávikavist AC Horsens og OB. Gilli Rólantsson Sørensen er keyptur fyri rímiliga upphædd til Brann Bergen í tippuliguni í Norra, har hann vann silvur farna kapp­ ingarár. Hann hevur ikki endaliga vunnið sær fast pláss, men tað tykist nærkast. Hin føroyingurin í tippuligunum, Sonni Ragnar Nattestad, er somuleiðis keyptur inn at spæla komandi kappingarár. Í Íslandi er Gunnar Nielsen millum bestu spælararnar í deildini, har hann saman við FH vann íslendska meistaraheitið. Málverjin er kosin til besta spælaran í deildini av onkrum av miðlunum. Av øðrum kunnu nevnast Brandur Hendriksson Olsen í Randers, Viljormur Davidsen í Vejle, René Shaki Joensen í Vendsyssel, Heini Vatnsdal í Fremad Amager og teir báðir, Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Tór Næs í ÍBV. Tíðirnar eru broyttar Føroyskur fótbóltur hevur verið gjøgnum fleiri ymisk tíðarskeið. Onkuntíð hevur rákið verið greitt, meðan tað til aðrar tíðir hava verið spælarar, sum hava brotið frá. Bestu dømini um spælarar, sum hava staðið seg uttanlands eru helst Todi Jónsson og síðani Jákup Mikkelsen, ið báðir hava átt stóran leiklut í donskum meistaraheitum hjá ávikavist FCK og Herfølge. Tað hava verið tíðir, har før­ oyskir spælarar næstan hava verið illa sæddir í útlendskum feløgum. Ein tíð, har millum annað donsk feløg ikki vildu røra ein føroyskan spælara, sum hevði sáttmála. Mangan vóru sáttmálarnir í styttri tíðarskeið, tí felagið vildi síggja spælaran, áðrenn ein ordiligur sáttmáli kom á borðið. Stóru feløgini Tað var eisini eitt tíðarskeið, har dreymurin var at sleppa á løn­ar­ listan hjá einum av stóru fel­øg­ unum. Undangongumaður var Ingi Højsted, ið gjørdi ung­dómssáttmála við stóra enska felagið Arsenal í 2002. Tvey ár seinni fór Jóhan Troest Davidsen til Everton. Nøkur ár seinni fylgdi fyrst Christian R. Mouritsen, ið fór til Manchester City, og síðani Jóan Símun Edmundsson, tá hann gjørdi sáttmála við Newcastle í 2010. Ein annar er Gunnar Nielsen, ið fór til Blackburn í 2007, og síðani til Manchester City í 2009, har hann bleiv fyrsti føroyingurin at spæla í Premier League. Undan teimum vóru spælarar sum Jákup á Borg og Jón Rói Jacobsen og vandu við eitt nú Liverpool. Jón Rói Jacobsen skifti í 2003 til Brøndby, men fekk ikki veruliga møguleikan har. Ísland, Norra, Holland og Rumenia Fleiri føroyskir spælarar hava við rímiliga góðum royndum, roynt Fakta: Navn: Teit Jacobsen Føddur: 18 ár (16. mars 1998) Pláss: Vongur og áleypari Fyrrverandi feløg: HB Sáttmáli: til 30. Juni 2020 Teit Jacobsen (t.h) í dysti móti NSÍ í Gundadali