Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. januar 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017 SOSIALURIN 3 27 Støðan á vestara áarbakka er tann, at fram til 1967 var økið partur av Jordan. Her vóru tey javnbjóðis borgarar við fólkið í landinum. Tá er sæð burtur frá teimum mongu, sum búgva í flóttalegum. Men eftir seksdagakríggið gjørdist hesin partur av Jordan eitt hersett øki hjá Ísrael. Hetta kom so alt annað líka at merkja, at fólkið sum frá leið kom at kenna seg at vera fyri vanbýti og mannamuni undir einum fremmandum ræði. Ein orsøk fyri støðuna í dag er tann, at tað nú vórðu tveir partar, sum gera krav uppá hetta økið. Partvíst vóru tað arabarar, sum hava búð her tey seinastu mongu hundrað árini, og so jødar, sum meta økið vera givið teimum til ognar av Gudi. Hetta hevur ført til fleiri og fleiri jødiskar búsetingar í hersettu økjunum. Tað gevur í sær sjálvum politiskan ófrið. Hvørja ferð tosað hevur verið um friðarsamráðingar, so tykist ferð at vera sett á nýggjar búsetingar. Tær verða mettar at vera meinbogar fyri eini friðarloysn. Og tess fleiri búsetingar ið koma, tess truplari verður at koma til eina loysn. Hetta verður tískil mett at vera ein orsøk til ta naggatódn, sum hevur verið í friðarroyndunum nú í fleiri ár. Tað bøtir ikki um, at nógvir niðursetumenn eru sera víðgongd­ ir. Teir seta seg enn tá upp móti síni egnu stjórn við ólógligum bú­ setingum. Palestinar føla hesa framferð ógvuliga ørkymlandi. Eitt dømi er um eina palestinska bygd, har tey høvdu gjørt ein vatnbrunn. Tað er vatntrot í øllum økinum, tí er eisini kapping um vatnið. Búsetararnir mettu henda brunn at vera at taka vatn frá teimum, og ísraelski herurin tyrvdi brunnin. Eitt annað dømi er, at ein bygd hevði gjørt sær eina ruskskipan. Ein búsetarabygd vildi sleppa uppí hesa skipan, men tað hildu teir ikki bera til. Hetta var bygt til teirra tørv. Úrslitið var, at búsetararnir komu við sínum traktorum og javnaðu portrið til ruskstøðina við jørðina og trokaðu seg inn. Slíkt er sjálvandi við til at skapa illstøðu. Lítil vón fyri framman Eisini er tað á nógvar mátar møð­ samt at liva. Alt, sum verður framleitt til útflutning, og alt, sum verður innflutt, verður eftir­ kannað av ísraelskum myndug­ leikum. Hetta kann hava sínar grundir. Men tað kennist, sum at tað er púra tilvildarligt, um hetta eftirlit gongur skjótt ella seint, hetta skapar eisini ótryggleika. Eitt dømi av mongum er um eina sending av palestinskum øli, sum skuldi av landinum. Hon stóð í hitanum í vikuvís, áðrenn hon slapp víðari. Somuleiðis hava Gaza­búgvar ringt við at útflyta teirra landbúnaðarvørur av somu orsøk. Hetta reisir í hvussu er spurn­ingin, um alt hetta eftirlit ikki kundi verið meira smidligt. Samanumtikið er tað nógv trupl­ari at liva á vestara áarbakka enn í sjálvum Ísrael. Tað kostar stórt sæð tað sama at liva, men løn­ irnar eru lægri, og arbeiðsloysið er hægri enn í Ísrael. Stjórnin í Ísrael ger heldur ikki nakað serligt fyri at bøta um støðuna. Hon er so heft at religi­ øsum flokkum, at rásarúmið at gera nakað er avmarkað. Tað varð eisini ásannað, at tað er ringt hjá Ísrael at hava nakran at samráðast við, tí palestinska leiðslan er so sindrað, sum hon er. Hetta skapar vónloysi hjá fólk­inum og ikki minst hjá ung­ dóminum, tí tað sæst einki ljós fyri framman ella nøkur vón um eina betri framtíð. Hetta førir so til atsóknir, sum verða bardar niður við harðari hond, og sum so aftur skulu hevnast. Hetta er ein ónd ringrás, sum ikki fær ein enda. Tommy hevur ikki nakra ein­ falda loysn. Kemur hon verður tað neyvan í bræði. Í løtuni hevur palestinska stjórn­in bert ræði yvir einum trið­ingi av vestara áarbakka, og 300.000 ísraelar búgva har i stríð við altjóða­rætt. Men fyrstu stigini mugu vera, at báðir partar viðurkenna, at mótparturin hevur fult ræði yvir einum rímiligum landaøki. Eisini mugu teir viðurkenna, at báðir partar hava rættin til eitt trygt lív. Hesi sjónarmið hava nógvir vanligar ísraelar og palestinar, men tíverri seta tey víðgongdu hjá báðum pørtum enn dagsskránna. Endaliga loysnin má vera tveir statir við egnum landaøki, sum so við árunum mugu læra at liva saman báðum til fyrimunar. Tommy skal hava tøkk fyri hans­ara beinasemi, sum gav okk­ um størri innlit í støðuna, enn tað sum vit annars hoyra. Útlitini versna Tíverri eru framvegis ikki nakrar ser­ligar vónir hjá tí vanliga fólk­ inum á vestara áarbakka. Tað kunnu vera nógvar orsøkir fyri tí. Tær eru uttan iva hjá politisku leiðslunum hjá báðum pørtum. Ísraelski forsætisráðharrin Ariel Sharon gjørdi so eina roynd við at lata palestinum Gaza, samstundis sum jødarnir í Gaza vórðu noyddir at flyta. Hetta hevur ikki riggað væl. Tað er tí ikki løgið, um úr­slitið av hesi roynd kann geva ísraels­ monnum marruna. Men síðan forsetavalið í USA eru útlitini fyri eini friðarloysn kanska enn fjarari. Tey eru mong, eisini vinir hjá Ísrael sum USA, sum halda búsetingarpolitikkin á vestara áarbakka at vera ein forðing fyri eini friðarligari loysn, sum hetta eisini kom fram á sein­ astu atkvøðugreiðsluni hjá trygdar­ ráðnum hjá ST. Men nú fær USA ein forseta, sum beinleiðis stuðlar hesum politikki hjá Ísrael. Tað kunnu tað vera grundir fyri, sum ikki skal komast inn á her. Men tað tykist, at ein friðaravtala í økinum er longri burtur enn nakrantíð. Abbas, palestinski forsetin, hevur annars boðað frá, at hann er til reiðar at samráðast við Ísrael um bú­setingarnar steðga. Eftir er bara at vóna, at tað ikki verður so galið, sum tað kanska kann síggja út. Komandi partur Komandi tríggjar vikurnar koma seinastu koma partarnir í røðini, har Jørgen Frantz Jacobsen skrivar um systkinabarnið Carl Johan Bech. Bashir Barghouti greiðir frá, hvussu fólkið á vestara áarbakka sær støðuna Føroyingar inni í Al Aqsa moskuni Útsýni yvir Jerusalem frá politistøðini á grátimúrinum. Uttast til høgru er føroyski politisturin. Kári Jacobsen, sum er á vitjan hjá sínum starvsfeløgum í Jerusalem