hósdagur 5. januar 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017
SOSIALURIN 3
26
Óli Jacobsen
Á ferðini í Ísrael í november eisini var høvið nýtt at kunna seg um arabiska partin av økinum
Vitjan í Ísrael:
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
Á TEMPULFJALLINUM OG
Á GRØVINI HJÁ ARAFAT
E
in av døgunum á ferðini
í Ísrael varð nýttur til at
síggj tann muslimska og
arabiska partin av Ísrael,
íroknað vestara áarbakkan. Her
var høvið nýtt at fáa kunning um,
hvussu fólk her uppliva støðuna.
Byrjað varð í Jerusalem saman
við Tommy Petersen. Hann
hevur í fýra ár arbeitt fyri danska
DANIDA, stovnurin hjá danska
uttanríkisráðnum, sum skipar fyri
menningarhjálp víða hvar.
Uppgávan hjá Tommy var
at vera ráðgevi fyri palestinsku
stjórnina, serliga í kommunu
málum.
Tommy búði saman við kon
uni, Maju, í Jerusalem, men hann
arbeiddi í palestinska høvuðs
staðnum, Ramallah, um 15 km
norðan fyri Jerusalem.
Avrátt var at hitta Tommy
mánamorgun.
Vit skuldu vitja Tempulfjallið/Al
Aqsa, sum er eitt tað mest eldfima
økið á hesum leiðum, tí báðir stríð
andi partar kanna sær økið.
Jødar halda seg hava søgu
liga rættin, tí her var teirra gamla
tempul, har bert »grátimúrurin«,
Vestari Múrurin, er eftir.
Muslimar nýta ta grundgeving,
at her eru nakrir av teirra fremstu
halgidómum, nevniliga Al-Aqsa
moskéin og Dome of the Rock, á
donskum Klippemoskéen.
Her skal lítið til at festa eld í. Tað
kunnu bæði vera víðgongdir jødar
og víðgongd kristin, sum gera sítt.
Tað verður ofta av muslimum fatað
sum provokatión , tá ið hesi koma
inn á økið í religiøsum klæðum og
við løgreglumonnum at verja tey.
Um ein ísraelskur ráðharri so
mikið sum vísir seg har, so verður
rok beinanvegin. Serliga minnilig
er vitjanin á Tempulfjallinum á
sinni hjá Ariel Sharon, seinni for
sætisráðharra, sum verður mett
at vera byrjanin til eina sokallaða
intifada, uppreistur hjá palestinum
móti ísraelska valdinum.
Serstøk føroysk
vitjan í moské
Hetta økið var undan seksdaga
krígnum í 1967 partur av Jordan.
Men ísraelska stjórnin var tó so
mikið skynsom, at hon lata jor
danskar myndugleikar hava
umsitingina av økinum um hend
ur. Tó er tað Ísrael, sum hevur
ábyrgdina av trygdini.
Fyrr var atgongd hjá øllum.
Fleiri føroyingar hava verið inni
har tá í tíðini. Men í dag hava ikki-
muslimar bert atgongd til sjálvt
plássið uttandura, har moskéirnar
standa.
Men Tommy hevði tó gjøgnum
donsku sendistovuni í Ísrael
útvegað okkum eitt serligt loyvi
at koma innandura. Tað var eisini
ferðaleiðari við, sum vísti runt og
greiddi frá.
Hetta var eisini sera áhuga
vert. Fyrst var farið inn í Al
Aqsamoskéina, sum var ótrúliga
stórsligin sum bygningsverk.
Moskéin hevði júst fingið eina
stóra umvæling, og vit vóru
fyrstu vesturlendingar, sum vóru
í moskéini aftaná at henda um
væling var liðug.
Al Aqsa moskéin er bygd í ár
705 og verður roknað sum tað
triðiheilagsta stað hjá muslimum.
Her rúmast eini 6.000 fólk inni.
Síðan var vitjað í Dome of the
Rock, Klettamoskein. Byrjað varð at
byggja hana í ár 691, og hon verður
roknað fyri at vera heimsins elsta
muslimska bygningsverk, sum enn
er til.
Hon er serliga kend vegna
sín gullkupul, sum sæst um alt
Jerusalem. Moskéin er bygd omaná
ein klett, sum er sjónligur inni í
henni. Tað ber eisini til at nerta
við klettin. Sambært muslimum
fór Muhamed av hesum kletti til
himmals at vitja Várharra. Jødar
halda klettin vera staðið, har
Abraham á sinni skuldi ofra Ísak.
Men tað man nú alt vera meira iva
samt.
Um kvinnur fara í moskeina,
so biðja tær vanliga har afturi i
moskéini. Tær kunnu ikki vera
saman við monnunum.
Tá ið stórir halgidagar eru,
sum Rahmadan, fara menninir í
Al Aqsa, meðan kvinnurnar fara
í Klettamoskéina. Tá kunnu tær
hava eina moské fyri tær sjálvar!
Runt um á økinum sóust eisini
vanligir skúlar fyri arabisk børn
og ung. Tað var so mikið heitt inni,
at tað varð undirvíst fyri opnum
durum.
Ferðaleiðarin legði dent á, at
alt økið, sum tað var, var roknað
sum ein eind. Hetta var ein moske,
hóast fleiri bygningar, so tað er ikki
hissini øki, so stórt tað er.
Á grøvini hjá Arafat
í kristnum býi
Síðan var farið til Ramallah saman
við Tommy. Hóast tað skuldi verið
stutt at koyrt 15 km, so tekur tað
longri tíð. Trygdartiltøk ger sítt,
at tað ikki kann farast stytstu
leið. Umframt hetta, so hevði fyri
kortum verið ein yvirgangsatsókn,
sum broytti ta vanligu rutuna.
Á hesi rutuni sóu vit annars
tað mest ítøkiliga prógvið fyri
spenningin í økinum. Hetta er
tann múrur, sum Ísrael hevur bygt
millum sjálvt Ísrael og palestinsku
økini. Grundgevingin er at forða
yvirgangi. Hetta gav eina óhuga
liga kenslu.
Tá ferðafólk fara um markið,
skal pass vísast. Tað er nevniliga
forboðið jødum at fara inn í hesi
økini. Vandin fyri gíslatøkur er
ov stórur. Vanliga skulu ferðafólk
eisini skifta buss við markið, men
tað sluppu vit kortini undan á
heimferðini aftur til Jerusalem.
Ramallah er sum sagt pale
stinski høvuðssæti, har forsetin,
Mahmoud Abbas, við sínum ráð
harrum hevur sæti.
Men tað løgna er, at Ramallah
er upprunaliga ein kristin býur
við kristnum borgmeistara. Tað
eru nógvir arabarar í økinum,
sum eru kristnir, og í 10 býum
eru teir í meiriluta. So ringur
Yassar Arafat annars var sagdur
at vera, so ásetti hann, at býir við
kristnum meiriluta skuldu hava
kristnan borgmeistara. Tó er talið
av kristnum arabarum í hesum
økjum í minking. Nógvir teirra
flyta burtur.
Ramallah verður annars rokn
aður fyri at vera ein uppá seg
verðsligur býur, hóast hann er
uppkallaður eftir Allah. Tað er til
dømis ikki er nakar trupulleika
at fáa alkohol á teimum mongu
barrunum í býnum. Tað sigst, at
orsøkin til, at palestinska stýrið
hevur sæti her, er at hetta er tað
nærmasta, teir kundu koma til
Jerusalem, sum teir kanna sær,
í hvussu er ein part av honum. Í
Ramallah búgva um 30.000 fólk.
Saman við Tommy var vitjað
á hansara arbeiðsplássi. Har var
eingin ivi um, at Arafat framvegis
er »livandi«. Á stjórnarskrivstovun
um vóru myndir av verandi forseta,
Abbas, saman við mynd av Yasser
Arafat.
Vitjað var eisini á grøvini hjá
Arafat. Hetta var ikki hissini
grøv. Hon var meira at kalla eitt
mausoleum við tveimum heiðurs
vaktum alt samdøgrið. So hann er
og verður so avgjørt ikki gloymdur.
Sum ein palestini
sær støðuna
Í Ramallah var ein góður møgu
leiki at fáa at hoyra frá einum
palestinara, hvussu hann sær
støðuna hjá fólkinum. Hesum
greiddi Bashir Barghouti frá. Hann
er ráðgevi hjá ráðharranum, sum
Tommy arbeiðir fyri. Hann greiddi
kensluborið frá, hvussu hann sær
støðuna sum palestini í hesum øki.
Klettamoskéin sæð frá politistøðini á »grátimúrinum« í Jerusalem
Grøvin hjá Yasser Arafat í Ramallah