hósdagur 5. januar 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017
SOSIALURIN 3
25
millum fleiri flokkar, men tað er
altíð onkur, sum ikki hevur tikið
undir við øllum orðingunum í
skipanini.
Hendan samgongan hevur sett
sær fyri, at fólk í Føroyum skulu
fáa høvi at samtykkja sína egnu
stjórnarskipan á fólkaatkvøðu.
Treytin fyri, at eitt slíkt mál
kann fara til fólkaatkvøðu er, at
tað hevur fingið fulla viðgerð í
Løgtinginum og at seks mánaðir
eru farnir, áðrenn tað verður lagt
út til fólkaaatkvøðu.
Fleiri ferðir er sligið fast, at
fólkaatkvøðan verður í ár, men
júst nú er onki, sum bendir á at so
verður.
Stjórnarskipanin er ikki komin
í Løgtingið enn. Fleiri fundir skulu
vera millum politisku flokkarnar
áðrenn málið kemur í tingið og
verður tað so, at ikki full semja er
um uppskotið, so fer viðgerðin at
draga út.
Gongur alt væl, so kann málið
samtykkjast í mei, men tá er longu
so langt útliðið, at fólkatkvøðan í
fyrstta lagi kann haldast í seinnu
helvt av november ella í desember.
Og neyvan heldur politiska
skipanin tað vera skilagott at hava
eina fólkaatkvøðu so stutt undan
jólum og jólastákinum.
Heilsuverkið
Heilsuverkið hevur í mong ár verið
eitt mál, sum politiska skipanin
hevur havt torført at fyrihalda
seg til.
Heilsuverkið hevur fingið hópin
av peningi og fyllir rættuliga nógv
á landsins fíggjarlóg, men tað er
sum politisku skipanini hevur
manglað er dirvi, at gera neyðugar
raðfestingar í skipanini.
Í okkara lítla oyggjalandi hava
vit trý sjúkrahús og tað er als ikki
at taka munnin av fullan at siga,
at ssamstarvið um arbeiðsbýtið
á hesum trimum sjúkrahúsunum
ikki altíð hevur verið optimalt.
Politiska skipanin skal eisini
taka støðu til og raðfesta um vit
framvegis skulu hava trý sjúkrahús
– og um svarið er ja – hvat skulu vit
so brúka tey til.
Ein annar spurningur til polit
isku skipanina er, hvørjar sjúkur
skulu vit viðgera í Føroyum og
hvørjar skulu vit fáa viðgjørdar
aðrastaðni.
Landsstýriskvinnan við heilsu
málum, Sirið Stenberg, setti ein
arbeiðsbólk at gera eina menn
ingarætlan fyri heilsuverkið. Álitið
er komið og ætlanin er at hava eitt
aðalorðaskifti í tinginum um málið.
Men enn er onki konkret hent
í málinum.
Pensjónirnar
Ongin politikari – hvørki í Føroyum
ella í okkara grannalondum – ivast
í, at skal skil fáast á búskapinum
uppá langt sikt, so er neyðgt, at vit
fáa skipað pensjónsviðurskifti.
Ein pensjónsbólkur arbeiðir við
hesum spurningi og ætlanin var,
at hann skuldi koma við einum
uppskoti undan summarfrítíðini
seinast.
Hetta hendi ikki og bólkurin er
enn ikki liðugur við sítt arbeiðið.
Eftir ætlan verður fundur aftur í
komandi ella næstu viku.
Onki beinleiðis evstamark er fyri
nær pensjónsskipanin fer at virka,
men tað hevur skund, skulu vit
tryggja búskapin um eini 20-30 ár.
Í løtuni er ein pensjónsskipan,
sum fyrrverandi samgongan setti
í gongd, virkandi. Enn hevur hon
ikki fingið fullan virknað, men
allir løntakarar gjalda í ár minst
trý prosent inn til egna pensjón.
Prosenttalið hækkar við einum
prosenti fyri hvørt ár sum gongur.
Trupulleikin við hesi skipan er,
at tey sum ikki gjøgnum setan
aravtalur hava pensjón, gjalda av
egnari løn til pensjónina.
Fiskivinnan
Politiskt er fiskivinnunýskipanin
tað mál, sum kann broyta mest í
samfelagnum, men á júst hesum
øki er so at siga ongin semja millum
andstøðu og samgongu.
Meðan samgongan gjøgnum
samgonguskjalið eisini vísir á,
at atkomiligheitin til tilfeingið í
havinum er avgerandi fyri býti
av virðum, so heldur andstøðan í
stóran mun, at hesi viðurskifti ikki
skulu broytast.
Hyggja vit eitt sindur eftir tíðini
hendan samgongan hevur sitið, so
er ikki tað heilt stóra hent politiskt.
Samgongan hevur fingið nøkur
mál ígjøgnum við 17 atkvøðum,
meðani tað í stóran mun hevur
knípt við breiðari semjum.
Tí er als ikki serliga nógv sum
bendir á, at stórmálini, sum sam
gongan hevur sett sær fyri at loysa,
verða loyst við breiðum samgong
um.
Tað fer helst at vísa seg, at
summir andstøðuflokkar fara at
taka undir við onkrum av mál
unum, men talan verður neyvan
um avgerandi breiðar semjur.
Til tess hevur poltiska orðaskifti
og uppfatan av hvørjari kós við
skulu halda, verið ov hvast í fjør
og nú um nýggjársleitið.
Men uttan mun til hesi viður
skifti, so verða komandi mánaðirnir
í hesi tingsetuni avgerandi fyri
samgonguna.
Høvuðsuppgávan hjá løgmanni komandi mánaðirna er at fáa gongd á lógararbeiðið, so samgongan
fær gjørt tær broytingar, sum hon hevur sett sær fyri í samgonguskjalinum.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við heilsumálum, hevur fingið sítt
álit, men enn manglar aðalorðaskifti um heilsuverkið