Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. januar 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017 SOSIALURIN 3 24 ÁRNI GREGERSEN Tá ið núverandi samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn 14. september 2015 almannakunngjørdi sam­ gonguskjalið, var tað við høgum ambitiónum. Ambitiónum um at broyta føroyska samfelagið, so virðini verða býtt øðrvísi millum borg­ ararnar Í Føroyum,. Samstundis skuldi haldførið í føroyska búskapinum tryggjast. Fyri at hetta kann henda, skulu nógvar broytingar gerast og eftir samgonguskjalinum, so var talan um nøkur høvuðsmál, sum skuldu broytast beinanvegin. Ovast á listanum hjá sam­ gonguni stendur, at ein nýskipan skal gerast av fiskivinnuni. Fleiri orsøkir eru til, at hetta kom at standa ovast á listanum í samgonguskjalinum. Fyrst og fremst tí lógin um vinnuligan fiskiskap, sum er galdandi í dag, fer úr gildi á nýggjárinum og fiskiloyvini øll eru uppsøgd til tá. Tað vil siga, at politiska skipanin og fyrst og fremst samgongan noyðist at koma við einari nýggjari lóg, sum kemur í gildi 1.januar næsta ár. Ein onnur tung orsøk til, at hetta stendur ovast í samgongu­ skjalinum er, at skal ætlanin um at býta viðini í føroyska samfelagnum øðrvísi, so er neyðugt at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap. Men hetta venda vit aftur til. Broytt skattasskipan Fyri at býta virðini í samfelagnum á ein annan hátt, so er eisini neyðugt at broyta skattaskipanina. Hetta er partvís gjørt. Tey lægst løntu hava fingið ein lætta í skattinum, umframt at kringvarpsgjaldið er umlagt. Tó ikki so, at øll sleppa bíligari, men nú verður tað tikið inn beinleiðis saman við skattinum og gjaldið verður lagt á hvønn einstakan borgar. Men hetta er ikki nóg mik­ið. Landsstýriskvinnan við fíggj­ armálum, Kristina Háfoss, hevur sett ein arbeiðsbólk – eina skattanevnd – sum kal koma við tilmælum til umleggingar í skattaskipanini, ið kunnu styrkja kappingarførið hjá Føroyum. Her verður hugsað um kappingarføri: • um fól+kið, so fleiri velja at búseta seg her, • um arbeiðsmegina, so fleiri velja at arbeiða her, • um fyritøkurnar, so fleiri fyritøkur velja at virka her og gera íløgur her. Skattanevndin hevur fingið freist til at koma við einum áliti til 1.juni í ár. Í arbeiðssetningunum stendur, at tey tilmælini, sum nevndin kemur við, ikki mugu økja um inntøkuójavnan í Føroyum. Kári Petersen, cand.polit og MBA er formaður í skattanevndini. Tað vil siga, at tær broytingar, sum higartil eru gjørdar eru av einum minni slag, meðan tilmælini frá skattanevndini, heldur fara at broyta skattaskipanina sum heild. Stjórnarskipanin Ein føroysk stjórnarskipan ella grundlóg, hevur verið á veg í mong ár, men tað gongst illa at finna eina endaliga semju millum politisku flokkarnar um eina slíka skipan. I fleiri førum er semja gjørd Skal hendan samgongan liva upp til egin føgur orð í samgongu­ skjalinum, so skal nógv henda í fyrra hálvári í ár BERT FÁ MÁL ÚR SKJALINUM ERU HIGARTIL LOYST POLITIKKUR Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, hevur eina skattanevnd sitandi, sum skal koma við áliti 1.juni. Politikararnir hava nógv stór mál at taka støðu til og ofta er semja meira lokalt enn innanhýsis í flokkunum - kanska sewrliga tá ið tað snýr seg um heilsuverkið