Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. januar 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017 SOSIALURIN 3 23 Millum tær broytingar, ið væntast kunnu, tá Donald Trump tekur við sum forseti, er eitt verri handilssamband við Evropa, har nýggja kósin hjá Donald Trump ikki borgar fyri góðum viðvíkjandi ætlaða handilssáttmálan millum ES og USA. – Hon hevur verið trupul at fingið í lag, og nú Donald Trump verður forseti kann væntast, at tað verður verri at fáa hana samtykta, sigur Sigmundur Ísfeld. Sendiharrin vísir tó á, at hóast Donald Trump er forseti, so er hansara vald avmarkað, og kunnu sterkir kreftir í amerikanska sam­ felagnum steðga einari kós, har USA isolerar seg í alheimssamfelagnum. – Í USA eru stórar alheims fyri­tøkur, ið njóta gott av hand­ ilssáttmálum, og í báðum flokkum eru fólk, ið ikki bara uttan so fara at fylgja Trump. Talan eru um sterkar kreftir, ið meta, at USA, sum heimsveldi, hevur eina serliga ábyrgd sum leiðari í heims­ samfelagnum, sigur Sig­mundur Ísfeld. Fleiri stórveldir Fyri nøkrum fáum vikum síðan boðaði russiska stjórnin frá, at hon saman við turkisku stjórnini hevði eydnast at fingið eina friðaravtalu í lag í borgarakrígnum í Sýria. Merkisvert var, at USA, ið vanliga tekur lut í slíkum samráðingum, ongan lut átti í friðaravtaluni. Altjóða viðmerkjarar hava víst á, at tað er eitt tekin um, at Russland nú aftur metir seg sjálvt sum eitt heimsveldi. Tað er Sigmundur Ísfeld samdur í, men vísir á, at Russland og USA bara eru tvey av fleiri heimsveldum. – Undir Kalda krígnum var heimurin býttur upp í tvey risa­ veldir. Eftir at Sovjetsamveldið fall var USA eitt tíðarskeið einasta stórveldi í heiminum. Men eftir nøkur ár byrjaðu lond sum Kina, India og Brasilia at vaksa seg til búskaparlig stórveldi, og hótta einaráðandi støðuna hjá amerikanarum, greiðir Sigmundur Ísfeld frá. Serliga Kina hevur síðan ment seg til eitt búskaparligt og hernaðarligt stórveldi, ið innan nøkur fá ár kann vænast at yvirtaka støðuna hjá USA sum størsta stórveldi í heiminum. Men samstundis er valdsjavnvágin millum heimsins tjóðir nógv broyttur. – Tíðin er farin frá, at tað einans vóru eitt ella tvey heimsveldir. Nú eru tað fleiri tjóðir, ið vaksa seg stórar og gera seg galdandi á altjóða pallinum, greiðir Sigmundur Ísfeld frá. Tí er tað eisini pláss fyri, at Russ­land aftur ger um seg í altjóða politikki, metir Sigmundur Ísfeld. – Russland hevur reist seg aftur sum eitt stórveldi. Tá talan er um eitt land í Evropa við tí tøkniliga og búskaparliga støðinum sum Russland hevur, so er tað eitt stórveldi, ið man má rokna við. Tað nýggja er so tað, at tað ikki bara er eitt stórveldi, men eitt við stórum ætlanum og einum at vilja at føra tað út í verk, sum vit m.a. síggja í Sýria og Ukraina, sigur Sigmundur Ísfeld. HALLUR@SOSIALURIN.FO Ein kvinna heldur eini mynd av Vladimir Putin, Marine Le Pen og Donald Trump Tíðin er farin frá, at tað einans vóru eitt ella tvey heimsveldir. Nú eru tað fleiri tjóðir, ið vaksa seg stórar og gera seg galdandi á altjóða pallinum SIGMUNDUR ÍSFELD