Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. januar 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017 SOSIALURIN 3 22 SAMRØÐA – Man er farin aftur at hugsa um nationalstatir, ið fyrst og fremst taka álit til egin áhugamál og gera skiftandi alliansur í samsvar við tað. Tað er ein gomul støða, og skal man kanska so langt aftur sum til tíðina áðrenn 1. veraldarbardaga fyri at síggja eitt líknandi rák, sigur Sigmundur Ísfeld HALLUR AV RANA 2 016 var árið, tá politiskir eygleiðarar fer eftir fer vórðu tiknir á bóli av hendingum kring heimin. Serliga avgerðin hjá bretsku veljarunum at fara úr Evropeiska Samveldinum og valið av Donald Trump sum forseta í USA, fara at standa eftir sum vitar í einum ári, har tað ómøguliga gjørdist møguligt. Harumframt varð árið m.a. merkt av fleiri syrgiligum yvir­ gangsálopum á stórbýir í Evropa, borgarakríggj í Sýria, stríðnum móti Islamska Statinum, eitt mis­ eydnað hernaðarkvett í Turka­ landi og amerikanskar ákærur um russiska uppíblanding í ameri­ kanska forsetavalið. Men 2016 er farið, og nú ligg­ ur 2017 fyri framman. Við valum í Fraklandi, Hollandi og Týsk­ landi, hvørs úrslit kunnu hava stóran ávirkan á framtíðina hjá Evropeiska Samveldinum, eru útlit fyri, at 2017 kann gerast eitt eins spennandi ár innan altjóða politikk sum farna árið. Vikuskiftis-Sosialurin hevur hitt Sigmundur Ísfeld, ráðgeva í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum og føroyskur sendimaður í Keyp­ mannahavn, um hvat kann vænt­ ast á altjóða pallinum í 2017. Nationalistiskt rák Sendimaðurin í Keypmannahavn vísir á, at tað serliga er eitt rák, ið sló ígjøgnum í 2016, ið hann væntar fer at eyðkenna altjóða politikk komandi árið. – Tá hugt verður eftir samtíðini og útlitini fyri framtíðina, eru rákini áhugaverd. Rák eru rák, tí tað eru kreftir, ið virkar ein ávísan veg. Um vit hyggja eftir Brexit, Trump og øðrum, so kann vísast á, at tað er eitt rák í vesturheiminum í dag, har man er meira ivandi til bindandi samstarvsverkætlanir, vísir Sigmundur Ísfeld á. Tað hevur ført við sær eina støðu, ið ikki er sædd í Evropa síðan áðrenn 2. veraldarbardaga. Tær røddir, ið tala fyri at minka um altjóða samstarv, og heldur styrkja um nationalstatin, eru nevniliga styrktar síðstu árini, sambært Sigmundi Ísfeld. – Man er farin aftur at hugsa um nationalstatir, ið fyrst og fremst taka álit til egin áhugamál og gera skiftandi alliansur í samsvar við tað. Tað er ein gomul støða, og skal man kanska so langt aftur sum til tíðina áðrenn 1. veraldarbardaga fyri at ímynda sær eina heimsstøðu har eitt tílíkt rák var ráðandi, sigur Sigmundur Ísfeld. Sigmundur Ísfeld leggur tó dent á, at hóast tað tykist, at tað verður eitt nationalistiskt rák, ið fer at eyðkenna altjóða politikk í 2017, so kunnu viðurskiftini skjótt broytast. – Um tað er nakað vit hava lært frá 2016, so er tað ikki at taka ting fyri givið. Tað var ein almennur sannleiki, at Donald Trump ikki fór at vinna forsetavalið, og at bretar ikki fóru at velja Brexit. Men bæði hendi, so við tí í huga, so er neyðugt at taka hædd fyri, at tað óvæntaða kann henda. At viðurskiftir, ið eingin hevur givið seg far um, brádliga kunnu stinga seg upp, og fullkomiliga broyta heildarmyndina, slær Sigmundur Ísfeld. Lagnuár hjá ES Hvussu sterkt fótafesti nýggja rákið fær í huganum hjá evro­ pe­iskum veljarum verður ein av mest spennandi viðurskiftunum at fylgja við í 2017, metir Sigmundur Ísfeld. – At bretar tóku seg úr ES var ógvusligt, men vísti klárt, at har er eitt nationalistiskt rák. Teir hava altíð verið sera ivandi móti ES, men at teir kortini tóku hatta stigið var óvæntað, sigur sendiharrin. Tað er tó ikki bara í Onglandi, at eitt nasjonalistiskt rák hevur fingið fótafestið. Stórur spenn­ ingur er eisini um úrslitið av tjóðar­tingsvalinum í Hollandi og forsetavalinum í Fraklandi, har tær nationalistisku røddirnar standa sterkar. – Val verður í Hollandi og Frakland í 2017, og har kunnu teir flokkar vinna, ið umboða eina meira nationalistiska kós. Her er talan um eina kós, ið ikki tekur undir við meira integrasjon í Europa, vísir Sigmundur Ísfeld á. Um tað verður úrslitið, so væntar sendiharrin, at tað kann rykkja grundarlagið undir sjálvum ES. – Eitt er, at Bretland tekur seg úr ES, men um tað sama hendir í Frakland, so er eingin ivi um, at alt ES prosjektið er dømt til eina grundleggjandi endurskoðan, sigur Sigmundur Ísfeld og leggur afturat. – Endin kann vera, at Bretland fær tað teir ynskja, ið er ein umskipan av ES til nakað, ið minnir minni um eitt samveldisríki, og meira um eitt evropeiskt samstarv um fríhandil. Sostatt metir Sigmundur Ísfeld, at 2017 kann gerast eitt lagnuár fyri ES. – Tað er eingin ivi um, at 2017 verður eitt av teimum týdn­ ingarmiklu árunum fyri Evropa, sigur Sigmundur Ísfeld. Hinumegin Atlantshavið Tað er tó ikki bara í Evropa, at eitt tjóðskaparligt rák hómast. Donald Trump tekur við sum forseti í USA 20. januar eftir, at hann vann forsetavalið 8. november 2016, og hann hevur longu boðað frá eini kós, ið leggur størri dent á innanríkis viðurskiftir. – Donald Trump tosar um eitt sterkt USA, men ikki sum ein sterkan leiðara í vesturheiminum. Tað eru amerikanska áhugamál einsamøll, ið framyvir skulu definera teirra uttanríkispolitikk, og ikki onkur vesturlendskt ella global verkætlan, ið USA skal standa á odda fyri, sigur Sig­ mundur Ísfeld. Tað er ein munandi øðrvísi hugsunarháttur enn fyrrverandi forsetar hava havt. – Obama, Clinton og báðar Bush'arnir gingu allir á odda í heimssamfelagnum, og mettu leikluturin hjá USA í altjóða samfelagnum var at leiða, sigur Sigmundur Ísfeld. Um tað er nakað vit hava lært frá 2016, so er tað ikki at taka ting fyri givið SIGMUNDUR ÍSFELD Sigmundur Ísfeld LAGNUÁR HJÁ