hósdagur 5. januar 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017
SOSIALURIN 3
21
Elin Michelsen
Samskiftisfrøðingur
Tað
kennist,
sum hava vit ikki
ein livandi kjans at finna útav,
hvat er hvat, tí vit fáa so nógv
input og so nógvar meiningar,
at vit altíð kunnu finna
okkurt, sum samsvarar við og
undirbyggir tað, vit longu halda
frammanundan. Hetta hevur við
sær, at vit sjáldan seta okkum
inn í tað, sum hini halda – altso
tey, sum
ikki
eru
samd
við
okkum. Okkum
dámar so væl at
hava rætt, at vit
halda okkum aftur frá
at spyrja, hví hini halda
sum tey gera, og um nú alt
tað vit finna á Facebook man
vera rætt. Nei, tað er ikki lætt
at gera tað rætt.
Vit hava tað so gott so gott
í Føroyum. Sum oftast duga
vit ikki at síggja tað, tí vit eru
bert vanlig menniskju, ið renna
runt í okkara gerandisdegi, og
hava ríkiligt at hugsa um við
okkara egnu trupulleikum. Men
hyggja vit okkum um, at støðuni
aðrastaðni í heiminum, so er
lítið at ivast í, at vit hava hava
tað gott. Sera gott. Vit sleppa at
siga okkara hugsan – eisini tá vit
eru ónøgd. Vit sleppa at giftast
ella at lata vera, at velja okkara
egnu leið í lívinum, og so mangt
annað, sum vit taka fyri givið,
men sum onnur lata lívið fyri at
sleppa.
Tí eri eg takksom fyri at búgva
í Føroyum í 2017. Eg og øll míni
eru trygg, hava tak yvir høvdið
og mat í munnin. Hetta eru
gávur vit hava fingið, og sum
vit hava skyldu til at deila við
onnur. Bæði tey í Føroyum,
ið ikki hava tað gott, men
so sanniliga eisini uttanfyri
landoddarnar, har neyðin er
stór. Tað er so lætt at blunda
og takka Gudi fyri, at vit búgva
í einum oyggjalandi, har eingi
flóttafólk koma streymandi
inn yvir okkara mørk. Men
lætt er ikki altíð rætt. Rætt er
at hjálpa har vit kunnu. Um tað
er skúlagongd til børn í Afrika,
Christmas Child jólagávur til
Rumenia, eitt bræv fyri Amnesti
ella pengar til Reyða Kross, so
kunnu vit øll gera nakað. Eftir
mínum tykki hava vit skyldu til
at gera nakað. Vit hava skyldu
til at læra okkara børn, at tey
kunnu broyta heimin – bara eitt
pinkalítið sindur, við at gleða
onkran annan, ella at geva
onkrum ein møguleika, sum tey
annars ikki høvdu havt. Tað
skal ikki nógv til fyri at gera ein
stóran mun, um vit øll eru við.
Hetta, at øll eru við, er nakað,
sum liggur djúpt í føroyinginum.
Tað er so sára einfalt: Um øll
bara hugsaðu um sítt, vóru
Føroyar eitt keðiligt stað at
búgva. Eingi ítróttarfeløg, eingir
bindiklubbar, eingir skótar – ja
einki skipað frítíðarlív hevði
verið yvirhøvur, um ikki fólk
góvu av sínari tíð og orku fyri
at vera venjarar, nevndarlimir,
leiðarar, samskiparar og alt hitt,
sum hoyrir við.
Tað er soleiðis føroyingar
gera, fyri at kunna bjóða somu
tilboð sum tey stóru londini.
Børn okkara kunnu royna allar
hugsandi ítróttargreinir, tí at
onkur er, sum brennur fyri, at
tey skulu hava møguleikan. Tey
sleppa at ferðast í bø og haga,
tí skótaleiðarar geva teimum
møguleikan. Tey sleppa at
ganga til seyming, parkour ella
guitarspæl, tí onkur gevur sær
tíð til at læra tey, eftir arbeiðstíð
og í vikuskiftum. Hetta er stórt
og skal ikki undirmetast. Tað
er lætt at spæla bóltin yvir til
land ella kommunu og biðja tey
um at loysa uppgávuna, men er
tað rætt?
Um eg skuldi komið við einum
ynski fyri árið 2017, so hevði tað
verið, at skrivaða kjakmentanin
fekk eitt kvink uppeftir. Bæði á
Facebook og har miðlarnir loyva
viðmerkingum. At vit fara at
vanda okkum meira um orðini,
og ikki skýra onnur fyri idiotar,
skøkjur og landasvíkjarar, tí tey
ikki eru samd við okkum. At vit
heldur lurta og bjóða til veruligt
kjak – tað hevði verið stuttligt.
Og mítt nýggjárslyfti? Eg fari
at nýta færri plastikkposar,
og gera mítt til at dálkingin í
havinum ikki veksur so nógv.
Tað burdi ikki verið so trupult
at hildið.
ið sær...