Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. januar 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017 SOSIALURIN 3 20 Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Tíðargrein Tíðargrein So var aftur januar. Vit hava øll etið okkum um koll, og hava verið saman við okkara bestu – tó kanska ikki so nógv sum vit høvdu ætlað, orsakað av veðrinum. Men veðrið má sær sjálvum ráða, og allarhelst verða hesi millum tey jólini, sum fara at vera sitandi í minninum hjá stórum og smáum orsakað av vindi, streymsliti og frávikum frá teimum væl tilrættisløgdu ætlanunum fyri tey perfektu jólini E itt lorta ár, 2016 – havi eg sæð fleiri staðni á netinum. Lorta ár, tí so nógvar stjørnur í Amerika eru deyðar. Lorta ár, tí Trump gjørdist forseti. Lorta ár, tí so nógvur yvirgangur rakar vestur­heimin. Ja, ikki kann eg siga, at hesar eru hendingar, sum eg frøðist um, tí saknur verður í Leonard Cohen og Prince, men eg haldi tó, at 2016 eisini hevði nógv at bjóða. Hvussu árið hildnast, veldst um eyguni ið síggja. Festir tú teg við tær negativu og tristu søgurnar, ið gera teg bangna og mótleysa, kanst tú útnevna hvørt einasta ár at vera eitt lorta ár. Og eingin fer at halda tað vera løgið, tí nærum allar tær søgur vit fáa, eru søgur um neyð, elendigheit og um fólk, ið royna at snýta onkran. Letur tú harafturímóti upp fyri teimum góðu søgunum, er eingin ivi um, at flestu dagar kunnu fara í krukkuna við ljósum perlum og samanlagt geva tær eina góða – ella í øllum førum eina meira nuanseraða mynd. Góðar søgur í 2016? Jú jú, har er ein rúgva. Nakrar av teimum koma her: Ísland rulaði í EM kappingini í fótbólti, ársins orð í Føroyum er hjúnarbandslóg, stígur er komin í alheims dálkingina, sum kemst av lívrunnum brennievnum, so sum bensini og olju, og osonlagið hevur tað betur sigst, so tað loysti seg eftir øllum at døma at gevast við at nýta freonspray. Fleiri enn 800 Boko Haram gíslar sluppu heim aftur, ein nýggj Harry Potter bók sá dagsins ljós, hundahvølpar vóru í 2016 enn nakað so elskuligir og sjokoláta smakkaði akkurát líka væl sum hon ger nú í 2017. Eisini las eg júst nú eina grein á netinum, sum sigur, at um tú etur ís til morgunmat, so arbeiðir heilin hjá tær betur. Hetta eru frálík tíðindi, men munnu tey nú eisini vera sonn? Ein av stóru avbjóðingunum í 2016, og sum vit allarhelst fara at stríðast við í rúma tíð enn, eru følsku tíðindini, sum vit so gleðiliga bera víðari á sosialu miðlunum. Ikki tí, tað kann gott vera, at tú gerst klókari av at eta ís til morgunmat, men eg ivist í, um tey, ið hava deilt hesa søguna á sosialu miðlunum, hava kanna eftir, um hon er sonn, áðrenn tey deildu. Og tað er eisini ok, tí eg dugi ikki at ímynda mær, at hetta er nakað, ið fer at broyta heimin nakað serligt, hvørki ein ella annan veg. Verri er, tá tað snýr seg um tey tíðindi, vit nýta til at undirbyggja okkara fatan av heiminum og hvussu hann sær út. Tað er sera trupult at berja seg gjøgnum henda frumskóg av tíðindum, vit finna allastaðni. Tí hvørji eru nú sonn, og hvørji eru følsk? Hvussu skulu vit vita, hvat passar og ikki, tá sjálvt etableraðu miðlarnir verða lumpaðir viðhvørt? Huff – nei tað er ikki lætt at gita rætt. Hetta hava vit sæð nógv til í tíð­indum um amerikanska for­ seta­valið, um kríggið í Sýria og flóttafólkastøðuna í Europa. Men eisini tá tað snýr seg um onnur tíðindi, ger hetta seg galdandi. T í ð i n d a ­ síð­an In­for­ ma­tion um­bar seg í vikuni fyri eini tíðindi tey bóru í 2016. Hetta vóru eini tíðindi um, hvussu nógv roykjarar kosta samfelagnum – tað eru ikki smá­pengar, vísti gransking. Trupulleikin við granskingini frá góðkendu serfrøðini var, at bert útreiðslurnar frá roykjarum vóru taldar við. Tekur tú eisini við inntøkurnar, sum staturin fær av avgjøldum á tubbaki, umframt sannroyndina at roykjarar doyggja í miðal 10 ár fyrr enn onnur, og tí skulu hava pensjón ella eldrarøkt eins leingi, so eru roykjarar í roynd og veru ein inntøka! Tað vísti seg, at ein heilivágsfyritøka, ið selur roykfyribyrgjandi evni, hevði rindað fyri kanningina, og eisini avgjørt, hvat spurt var um. At tað so fyri tann einstaka roykjaran ikki eru so góð boð at fáa, er so ein onnur søk. Eygað