hósdagur 5. januar 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017
SOSIALURIN 3
19
Lat teg undirhalda
Myrka tíðin er uppløgd at brúka
til bøkur, filmar ella annað undirhald.
Møguleikarnir við stroyming av filmum
og sjónvarpsrøðum eru næstan uttan
avmarkingar, og hetta er kanska júst mánaðin,
tá ið tú letur teg undirhalda av einari góðari
sjónvarpsrøð ella nøkrum góðum filmum.
Dámar tær at lesa, ber til at tveita teg yvir
nakrar góðar bøkur. Myrku kvøldini eru
sum gjørd til at lesa bøkur ella at hyggja
eftir sjónvarpi.
5
Far ikki í felluna
Eitt ástøði vil verða við, at 10 prosent av tínari
lukku koma av tingum, sum henda tær. 90 prosent
koma av reaktiónini av tí, sum hendir tær. Tí kanst tú gera
eitt tilvitað val um at hugsa positivt og ikki lata tey smáu og
irriterandi viðurskiftini oyðileggja lagið. Tað verður sagt,
at heilin minnist betri tað ringa enn tað góða, men tað ber til
at hjálpa heilanum. Tað kanst tú til dømis gera um kvøldið,
tá ið tú skrivar trý tey bestu tingini, sum eru hend tann
dagin, niður á pappír. Vísindin hevur ávíst, at gert tú
tað í tvær vikur, verður tú glaðari næstu tríggjar
mánaðirnar.
6
Leita aftur til
ungdómstónleikin
Flestu okkara minnast tónleik frá
teimum teimum góðu, gomlu døgunum. Leita
aftur til tín yndistónleik, tá ið tú vart yngri. Er
tað glaður poppur frá 80’unum, tungur rockur
frá 90’unum ella dansitónleikur frá 00’unum.
Lurta aftur eftir tónleiki, sum gjørdi teg glaða
einaferð í tíðini og minnir teg á góðar løtur.
Við YouTube og Spotify er tað lætt at finna
tónleikin aftur, eisini um tú ikki orkar
at fara í holt við títt plátu- ella
fløgusavn.
7
Ger
samanskotsgildi
Veitslurnar í desember vóru
nógvar, men seint í januar ber til at
finna seg saman við vinum og gera eitt
samanskotskvøld. Ger ikki ov nógv burtur
úr, men legg dent á tað góða selskapið,
og lat fólk hvør í sínum lagi taka okkurt
við, sum kann leggja
botnin undir eitt
hugnaligt
gildi.
8
Rudda
Vit kenna ivaleyst øll til onkran
part av húsunum, sum kundi trongt
til at verði ruddaður. Kanska eru
tað nakrar skuffur við gomlum lutum,
ella eru tað onkrar hillar, har ymiskt er
tveitt gjøgnum ár og dag. Vel ein part av
húsunum, sum tú ruddar frá grundini
og fá aftaná eina kenslu av, at hatta
var uppá tíðina, at tað varð
gjørt.
9
Lær teg okkurt nýtt
Hevur tú hugsað um at læra teg at brodera, at
dansa, at skifta olju á bilinum, at brúka Excel, at
gera smoothies ella at binda slipsaknút, so er at
tveita teg út í tað. Lær teg okkurt nýtt, set teg
inn í onkur viðurskifti, ella fá innlit í okkurt.
Les eina bók um Churchill, Kennedy, Móðir
Teresu, kvinnurørsluna, vinstravongin,
Nólsoyar Páll, fyrstu kvinnuna í
rúmdini ella heimspeki.
10
Ver virkin
Tað kann tykjast næstan hysteriskt,
hvussu fólk nú skulu venja og krevja av
sær sjálvum, at tey taka venjing fram um alt
annað. Tørvurin og hugurin er individuellur,
men í øllum førum er tað gott fyri teg at vera
virkin. Kropsligur aktivitetur er góður fyri
heila og heilsu, og tú kanst sjálv velja tað slagið
av motión, sum tú tímur. Gang ein túr, fara í
svimjihylin, renn, far í venjingarmiðstøð,
súkkla, spæl badminton, ella finn
einhvønn annan aktivitet, sum tær
dámar.
4
Práta við vinir
Resið í desember kann gera tað trupult at fáa tíð
til tínar vinar. Januar er hinvegin gylti møguleikin
at dyrka vinarbondini eitt sindur betur. Leita eisini
eitt sindur út um tínar allarnærmastu vinir og fá prát
við tey, tú kennir væl. Tað kann verða við einum
góðum kaffikoppi á café ella á góðari, gamlari
húsavitjan. Práta um tað, sum var, og tað, sum
kemur, flenn og diskutera, lurta og fortel.
Tú verður fegin um løtuna saman
við gloymdu vinunum.
11