hósdagur 5. januar 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017
SOSIALURIN 3
18
SOLEIÐIS
YVIRLIVIR
TÚ JANUAR
Hugnaliga jólatíðin er
løgd afturum og við henni
veitslurnar, gávurnar,
góði maturin og stóra
pengabrúkið. Fyri
framman bíðar ein myrkur
og illsligur januar. Her
hjálpa vit tær ígjøgnum
avbjóðandi januar
D
esember
er
ein
deiligur mánaði. Jú,
víst kann veðrið
vera ótespiligt, og
avbjóðingarnar í lívinum og
gerandisdegnum kunnu krevja
sítt. Men hugsið bara um allan
tann góða matin, tær hugnaligu
løturnar saman við familjuni,
veitslurnar við vinum og
starvsfeløgum, gávurnar undir
trænum, frídagarnar, jóla- og
nýggjárshald.
Jú, desember er ein deiligur
mánaði, men hann kostar
eisini orku og pengar, og tá ið
vit koma út í januar, kann tað
verða, at vit verða rakt av
eitt sindur av timburmonnum.
Og hóast styttsti dagur er
farin aftur um, bíðar tað mest
óhugaliga veðrið fyri framman
– januar við myrkri, stormi,
kanska ódn, ivaleyst kava,
avmarkaðum dagsljósi og
gráum gerandisdegi.
Sagt verður, at 24. januar
er mest deprimerandi dagurin
á
árinum.
Rokningarnar
eru aftur í postkassanum,
nýggjárslyftini eru helst
brotin, og tað er framvegis
myrkt og kalt og illfýsið.
Her geva vit tær nøkur ráð
um, hvussu tú kanst koma
ígjøgnum januar uttan at fara
fullkomliga í kjallaran. Tað er
ein vegur ígjøgnum januar, og
tú kanst við einum tilvitaðum
innsatsi bøta um støðuna bæði
hjá tær og teimum rundan um
teg.
Ger títt besta
Ein háttur at koma í gongd er
tilvitað at verða á toppinum fýra teir
fyrstu minuttirnar, tá ið tú kemur til
arbeiðis, fert á fund, kemur heim frá arbeiði,
kemur í skúla ella vitjar millum fólk. Tú
kennir teg fantastiskan, og tað smittar –
bæði tey rundan um teg og teg sjálvan.
Finn flogið!
1
Legg ætlanir
Tað er hugaligt at leggja ætlanir,
og í januar er góður møguleiki til tað.
Er ætlanin at fara í summarfrítíð, so er
at fara undir kanningararbeiðið í januar.
Leita eftir ferðamøguleikum, finn út av, nær
tú skalt ferðast, hvør skal við, hvagar leiðin
skal ganga, hvat tit skuu uppliva og hvørji
alternativini eru. Far á netið og sveima millum
sólstrendur og stórbýir. Tosa og kjakast
um møguleikarnar, droym, og bíða við
at taka endaligu avgerðina. Januar
verður ikki keðiligari av
hesum!
2
BYRJAN
Fá dagsljós
Ein orsøk til, at lagið kann verða
vánaligt um veturin, og orkan ikki tykist
tann sama, er, at vit fáa ikki nóg mikið av
dagsljósi. Ljósu tímarnir eru fáir, og er tað myrkt í
veðrinum, kann tað stundum tykjast, sum at dagurin
kemur og fer, uttan at hann veruliga var har. Royn
og fáa dagsljós, tá ið tað ber til. Gang ein lítlan túr,
sit við vindeygað, far út um og svala tær á. Tað ber
eisini til at keypa sær serliga lampu, sum kann
geva tær ljósviðgerð, sum kann verða á hædd
við vanligt dagsljós. Summi fólk kunnu
eisini hava gott av kostískoyti í
gerandisdegnum.
3