Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. januar 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017 SOSIALURIN 3 17 MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON BREYÐRESTUM TOP 3 nýggjárslyftir eg havi hoyrt um (kanska vera hesi millum míni lyfti komandi ár): 1. At klemma við báðum armum… í senn! - Tað er slutt við sovorðnum hálvum klemmum við einum armi hálvt um mammu tína og hin armin longu á handtakinum á hurðini, ávegis út… Nei, í ár vera klemmað við báðum ørmum. Ordilig klemm. 2. At gera minni - Kanska verður árið 2017 árið, tá ið vit verða róst fyri at gera lítið heldur enn nógv. ‘Hevur tú bara sitið her og start út í luftina í allan dag? - Raska!’. 3. At minka um sárbarið - Hon ið átti hetta nýggjárslyftið meinti ikki at gera seg minni kensluliga; sárbari nýtist ikki at vera knýtt at kenslum. Nei, heldur meinti hon at minka um sítt materiella sárbari. Tað vil siga, at royna at tryggja sær sítt materiella grundarlag, soleiðis at grundarlagið ikki ávirkast ov nógv av heima- og heims­ kreppum. Tað verður seg fíggjarligum kreppum, kríggi, ótta o.s.fr. Hon fer at byrja við at gerast meira sjálvbjargin í mati.