hósdagur 5. januar 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017
SOSIALURIN 3
16
Matgerð
TJÓÐHILD PATURSSON
N
ú var aftur január
- longu. Tað nýggja
árið, við áminningini
um at tú ikki helt
nýggjárslyftini frá í fjør, og
við nýggju vónunum í nýggju
lyftunum. Eg veit, eg veit, tað er
ómodernað at gera sær nýggjárs
lyfti: ‘Nei, eg geri mær einki lyfti,
tí man heldur tey ikki kortini’, ‘Nei,
eg geri ikki nýggjárslyftir, tí tað er
sovorðið press’. So, so! So má eg
bara vera ómodernað, tí eg elski
nýggjárslyfti - í ár í øllum førum.
Nýggjárið gevur mær kenlsuna
av at kunna sleppa øllum tí mis-
seydnaða og byrja umaftur; og
nýggjárslyftini eru mær ein
áminning um tað, eg vil, og tað eg
vænti gevur mær gleði og meining
í lívinum.
Fyrsta nýggjárslyftið fyri 2017
er ongantíð aftur at hava minus
á kontoini. Sooo… eg má heldur
lyfta tungu jólarumpuna upp
úr sofuni, seta meg væl til rættis
við skrivaraborðið og skriva. Nei,
tað er ikki bara tí, at eg vil skriva
- fyri at tjena pengar - men tað er
nú fantastiskt at sleppa at tjena
pengar uppá hetta, sum eg tími
so væl. Ja, tað er beinleiðis privi-
ligerað.
So nýggjárslyftið nummar
tvey: Røkja mínar uppgávur
betur. Eg veit, at tað ikki er nakað
krav at rættlesa tekstir, áðrenn teir
vera latnir inn, ikki í fjølmiðlunum
í øllum førum (í skúlanum var
annað skil!), MEN eg haldi tað vera
part av míni samfelagsábyrgd at
læra meg at stava, serliga nú tað
kann henda seg, at onkur kundi
funnið uppá at lisið míni orð, so
triða nýggjárslyftið fyri ár 2017
er:
Altíð at hyggja ígjøgnum rætt
ingarnar hjá rættlesaranum.
Fyri at kunna hyggja ígjøgnum
rættingarnar hjá rættlesaranum,
so krevst fyrst at eg sendi tær til
rættlesara.
Eg eri so heppin at hava heilar
tveir frálíkar rættlesarar í familj
uni, men ofta kemur teksturin so
seint til teirra, at eg sendi hann
beinleiðis frá teimum til Sosialin.
At mínir rættlesarar nú vita hetta,
hjálpir mær at halda mítt lyfti um
at hyggja ígjøgnum tekstin aftaná
rættlestur - tí annars KUNDI tað
jú hent, at tey av berari óreinheit
skriva okkurt flóvisligt í tekstin, og
at tað fer í prent, uha!
Byrja at lesa her, um tú
ikki orkar alt roksi av mær
Alt tað sum stendur omanfyri er
tað bera roks; í øllum førum um tú
byrjaði at lesa, tí tú ætlaði tær at
gera ‘croutons’ - ella franskbreyð
ristað í smøri (eg haldi at Sprotin
átti at víðka um hasa týðingina,
tí croutons kann saktans gerast
burtur úr øðrum enn fransbreyði,
og tað ber eisini til at brúka annað
enn smør at steikja/bakað við).
Mítt fjórða nýggjárslyfti er at
minka um mítt matoyðsl. Hóast
tað ikki er nógvur matur, ið fer
burtur her heima hjá mær, so
hendir tað meira enn so - serliga tá
ið eg havi nógv at gera - at eg ikki
havi yvirlit og yvirskot til at tryggja
mær, at vit eta alt tað, eg keypi inn.
- Óhugnaligt, ha? Summastaðni
svølta fólk, og her í Nólsoy stúri
eg um, at eg ikki NÁI at eta allan
matin, áðrenn hann spillist. Ein
partur av hesum er sjálvsagt tann,
at eg keypi ov nógvan mat, men
hin parturin er, at eg ov ofta vøsi
so nógv, fái mær so nógv at gera,
at eg missi yvirlitið yvir tað, ið eg
eigi. So hatta fjórða nýggjárslyftið
hongur sterkt saman við mínum
fimta nýggjárslyfti:
At vera meira heima. Eri eg
meira heima, so havi eg betur
yvirlit og yvirskot at taka mær av tí
matinum (og teimum klæðunum/
tingunum), eg keypi - og møguliga
havi eg tá brúk fyri minni peningi,
og kann vera enn meira heima?
Tað vóni eg! 2017, eg gleði meg so
at liva teg.
CROUTONS AV B
Nýggjárslyfti 4: minka um matoyðsl
Uppskriftin ljóðar
í grundini soleiðis:
Croutons = breyðrestir + feitt +
krydd + hiti
Tað eru óteljandi ymiskir møgu
leikar. Hendan dagin gjørdi eg
nakrar croutons á pannuni og
nakrar í ovninum. Eg gjørdi so
leiðis:
Croutons við smøri og
salvie - á pannuni
Sker 3 turrar/gamlar breyðflísar
sundur í terningar (ella avlangt,
ella í aðrar formar). Tendra
undir pannuni og koyr 2-3
spsk av smøri á pannuna.
Hakka 2-3 hvítleyksfet. Tá í
smørið er smeltað, koyrir tú
breyð, hakkaðan hvítleyk, 1
tsk av flykrusalti og 1-2 msk av
turkaðum salvie á pannuna.
Lat steikja á miðal hita intil
breyðir hevur fingið skorpu
á summum síðum og annars er
boyskið/knasut og deiligt.
Croutons við hvítleyki og
parmesan – í ovninum
Sker 3 turrar/gamlar breyðflísar
sundur í terningar (ella avlangt,
ella í aðrar formar). Tendra ovnin
á 150 hitastig. Í einum bolla
blandar tú breyðterningar, 1 tsk
av salti, 3 msk av olivenolju, 3
msk av rivnum parmesanosti og
2-3 pressað/hakkað hvítleyksfet.
Legg á bakiplátu og baka í á leið
20-30 minuttir.
Croutons goymast í á leið eina
viku – eg havi mínar í posanum
sum rugbreyðið var í tá eg keypti
tað. Croutons kunnu eisini
frystast.
Míni nýggjárslyfti í 2016 – og hvussu tað gekk:
Í fjør hevði eg einans eitt nýggjárslyfti, ella nýggjársmál, sum
eg óivað havi kallað tað tá: At senda jólakort.
Tað átti ikki at verið so torført, ha? Fyri tað fyrsta, so nýttist
eg ikki at fara í gongd fyrr enn í desembur, og fyri tað næsta,
so kundi eg loyva mær at bara senda eitt, so var málið rokkið.
Men í mínum lyfta lá ymiskt annað enn bert at senda kortið.
Eftir nógv ár við brotnum nýggjárslyftum veit eg, at tað
truplasta fyri meg at halda, er sovorðið ið krevur tíð, ró og
disiplin. Misskil meg ikki, eg havi tíð, eg havi ró og eg havi
disiplin, men tað er sum um at tær tríggjar liva hvør sítt lív, og
eru ógvuliga sjálvdan sameindar. Tá ið eg arbeiði nógv, havi eg
nógva disiplin, men alt ov lítið av tíð, onkuntíð ró, men aftur,
ov lítið av tíð. Tá ið jólafriðurin kemur, havi eg nógva tíð,
ró, men als onga disiplin. SO, aftur megnaði eg at bróta mítt
nýggjárslyfti. Tvey jólakort (faktiskt bleiv tað til jólabrøv - ja,
eg var optimist) vórðu skrivað, men einki varð sent avstað.
Tað verður í morgin, ella kanska í næsta ár. Møguliga vera so
smáar broytingar í mínum lívi í 2017, at eg kann brúka sama
bræv komandi jól?
Croutons