Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. januar 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017 SOSIALURIN 3 15 BARBARA HOLM J ógvan Jensen og Jóhannes Nilssen hava ábyrgdina av tí partinum av heilsufrøðiligu tilbúgvingini, sum fellur uttan fyri sjúkrahúsini. Til dømis í einari ferðslu­van­ lukku er tað eitt av sjúkra­húsunum, sum tekur sær av teimum særdu, meðan um tørvur er á tí, so setur politiið seg í samband við Jógvan og Jóhannes, til at hjálpa teimmum sum eru frísk, men vóru vitni til ella onkursvegna uppíblandað vanlukkuna. Teirra lutur í tí støðuni er, at kontakta fólkini, geva teimum kunning um teirra rættindi á sálarliga økinum og síðani hjálpa sum frægast og veita sálarliga fyrstu hjálp, um neyðugt. Tá ið umræður tað dagliga arbeiðið hjá tilbúgvingarstovnum í Føroyum, so er støðan sambært Jógvani tann, at vit megna so­ kallaðar “vanligar” vanlukkustøður. Men skuldi ein størri vanlukka hent – ein flogfar krasjar, ein stórur bussur koyrir útav og líknandi, so er støðan ein onnur. – Tá hava vanligu tilbúgv­ ingarfólkini og stovnarnir ongan kjans at lofta øllum. Tí hava vit í heilsutilbúgvingini ein lista av sjálvbodnum, sum vit kunnu kontakta, um á stendur, sigur hann. Tey sjálvbornu á hesum økinum eru javnan á skeið hjá Jóhannes og Jógvani, har tey læra sálarliga fyrstu hjálp og debriefing, og aftur fyri skriva tey seg á ein lista, har tey eru til taks, um tørvur er á teimum. Hava fleiri avtalur í lag Um vit taka eitt óhugsandi dømi sum eitur, at eitt flogfar dettur niður í Vágum og fleiri hundrað fólk eru merkt av hendingini. Tá vil løgreglan, sum er yvir­ skipaða samskipan av tilbúgv­ ingini, seta seg í samband við Jógvan og Jóhannes beinan vegin, um at upprætta og reka eina kreppumiðstøð. Har fara teir í gongd við at savna og tryggja tey, sum eru merkt av hendingini. Og til slíkar støður hava teir góðar avtalur kring landið. – Vit hava til dømis avtalu við Zarepta og aðrar líknandi byg­ ningar, skúlar og bygdarhús, har vit sleppa inn um neyðugt er, so vit kunnu savna nógv fólk á einum stað, sigur Jógvan Jensen. Síðani er ein greið ætlan fyri, hvussu teir fara við hesum fólkunum. Fyrst skal til dømis ein móttøka setast upp, so hesi vera væl móttikin og beind á rætta leið. Síðani skulu tey aftur býtast í smærri bólkar og so framvegis. Tey sjálvbodnu, sum eru á listanum hjá Jógvani og Jóhannes, tosa millum annað fleiri ymisk mál, so samskiftast kann við fólk bæði burturi frá og nær. Samstundis eru onkur, sum duga deyvamál. Tað eru Jógvan og Jóhannes, sum hava ábyrgdina á hesum økinum, sum er uttanfyri sjúkra­ húsini, men Jógvan ásannar, at tað eru fleiri tættir, bæði hjá teimum og øðrum, sum framvegis kundu verið betri. Til dømis tá ið umræður sálarliga fyrstu hjálp til sjálvboðin, og at hond verður tikin um tey bjargingar- og sløkkiliðsfólk, sum virka kring landið. – Tað verður betur og betur kring landið, men enn eru summi tilbúgvingarstarvsfólk, sum detta burtur ímillum, sigur hann. Og tá ið umræður kunning og hjálp, so er til dømis ikki nóg væl upplýst, hvussu tilbúgv­ingar­ ætlanir skulu fyrihalda seg til fólk við serligum tørvi og so framvegis. - Tað kann saktans verða betur, men eg haldi tað mest umráðandi stigið nú er, at ein til­búgvingar­ samskipari verður settur, og tað beinleiðis undir landsstýris­manni­ num, tí so vita vit hann fær veru­ ligar arbeiðsmøguleikar og arbeiðsjáttan. Samskiparin kann tryggja, at øll fáa somu hjálp og tilbúgvingin verður eins fyri allir partar, óansæð hvar í landinum tey arbeiða, sigur Jógvan Jensen. Hansara vón er, at ein til­búgv­ ingarsamskipari kann kanna økið og finna fram til, hvat vit hava í Føroym og hvørji ting vit framvegis mangla á tilbúgvingarøkinum, og síðani samskipa hetta arbeiði. Tí eitt er vist, um katastrofan rakar, so er umráðandi at vera til reiðar. HAVA EINA TILBÚGVINGAR­ ÆTLAN TIL REIÐAR - Um so er, at ein stór katastrofa rakar okkum, so hava vit eina tilbúgvingarætlan til reiðar, sum skal hjálpa teimum, sum ikki skulu á sjúkrahúsini, sigur Jógvan Jensen. Um katastrofan rakar: