hósdagur 5. januar 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017
SOSIALURIN 3
14
TEMA Tilbúgving
EG STRÍDDIST EFTIR
ÓGVUSLIGA VANLUKKU
- Eg havi upplivað at sæð ógvusligar vanlukkur, sum hava brent seg í minni mítt. Tí
veit eg, hvussu stóran týdning sálarfrøðiligur stuðul hevur, sigur Jógvan Jensen,
tilbúgvingarleiðari fyri Ansni.
BARBARA HOLM
H
avnarmaðurin Jógvan
Jensen er í dag 58 ára
gamal. Líka síðani
hann trein á arbeiðs
marknaðin sum ungur maður,
hevur hann starvast innan
sálarliga krevjandi størv. Hann er
útbúgvin portørur og frá 1980 og
fram til ár 2003 var tað hetta hann
fekst við.
Í dag er hann tilbúgvingarleiðari
á Ansni. Hann og starvsfelagin
Jóhannes Nilssen hava í dag
ábyrgdina av allari sálarfrøðiligari
tilbúgving undir heilsumálaráð
num, sum ikki er fevnd av lands
sjúkrahúsinum. Tað vil siga tað tey
rópa sálarfrøðilig fyrsta hjálp.
At Jógvan hevur valt hesa leið
er ikki løgið, um tú hyggur eftir
fortíð hansara.
Tí longu sum blaðungur portør
ur fekk Jógvan ein skelk fyri lívið.
Tað var á hásumri í áttatiár
unum. Jógvan var á vakt og á
miðjari nátt vórðu hann og
starvsfelagin boðsendir til eina
heldur ógvusliga vanlukku.
Tað var tann síðsta í røðini av
fleiri vanlukkum, sum Jógvan varð
kallaður til hetta summarið.
Langt burturi frá vanlukku
staðnum síggja Jógvan og hin
skaðarnir, tí tað var umfatandi.
Komnir á vanlukkustaðið vísir tað
seg, at sjúkrabilurin hjá Jógvani og
teimum var tann fyrsti á staðnum.
Einki annað neyðhjálparakfar ella
starvsfólk vóru á staðnum. Av
virðing fyri teimum, ið eftir sita,
fara vit ikki í smálutir í sjálvari
vanlukkuni hesa summarnátt.
Men Jógvan minnist, at nógv
stóð á hesa løtu. Tveir menn vóru
raktir av vanlukkuni og annar
teirra doyði. Og sum vera man, tá
ið ógvusligar vanlukkur henda, so
var tað ikki tveir vakrir manna
kroppar, sum Jógvan og kollegin
komu fram á.
– Í einari slíkari støðu gert tú títt
arbeiði. Tú roynir alt tú kann at fáa
bjargað lívinum á hesum fólkunum,
men onkuntíð er tað bara uttanfyri
tínar hendur, sigur Jógvan Jensen.
Jógvan og kollegin fingu bjargað
eina manninum í vanlukkuni.
Hann náddi undir læknahond
áðrenn støðan gjørdist óloysiliga
ring. Men seinni maðurin doyði ein
harðan deyða.
Tá ið vaktin varð liðug og
Jógvan skuldi heim at leggja seg
eina løtu, trinu náttarinnar hend
ingar frammfyri hann.
– Hvørjaferð eg skuldi leggja
meg at sova, runnu myndir av
hesum monnunum, hesari sjónini
framfyri mær. Eg kláraði illa at
sova, sigur Jógvan Jensen.
Skyldar eldri
starvsfelaga nógv
Dagarnir sum fylgdu hesa van
lukkunátt vóru ikki blíðir. Komin
aftur til arbeiðis stúrdi Jógvan fyri,
hvat lá fyri framman.
– Eg hevði ongantíð verið bangin
fyri nøkrum sum so, men brádliga
byrjaði eg at stúra fyri, at alarm
telefonin skuldi ringja, greiðir
Jógvan Jensen frá.
Og gjørdi hon tað – ja so fóru
tankarnir við eitt aftur á minnini
frá vanlukkunáttini.
– Eg kláraði illa at hugsavna meg
um mítt arbeiði, sigur Jógvan
Jensen.
Stutt eftir vanlukkunáttina tos
aði Jógvan við ein starvsfelaga um
sálarligu støðuna, sum var íkomin.
Hansara svar var, at tað eru ikki øll,
sum tola slíkt arbeiði.
- Og ger man ikki tað, ja so eigur
man bara at finna hurðina, minnist
Jógvan, at hann segði.
Hesi orðini fullu tungt á herð
arnar hjá Jógvani. Honum dámdi
væl arbeiðið og hann hevði í roynd
og veru ikki hug at gevast.
– Eg fekk tað fatan, at eg kanska
ikki toldi arbeiðið. Eg hugsaði nógv
um at gevast, tí um eg ikki var
harðari enn tað sama, so kundi eg
ikki oyðileggja mær lívið av hesum
arbeiði, minnist Jógvan Jensen
aftur á.
Ein dagin á kontórinum hjá
portørunum sá ein annar, eldri
starvsfelagi á Jógvani, at illa stóð
til. Hann bað Jógvan koma við sær
eitt lítið ørindi. Uttan at vita, hvat
var áfatt, fór Jógvan við starvs
felaganum út av kontórinum og
inn í sjúkrabilin.
– Hann koyrdi á vanlukkustaðið.
Vit fóru úr bilinum, og hann bað
meg siga sær, hvat vit høvdu
upplivað hesa náttina, minnist
Jógvan Jensen afturá.
Við einum virðiligum stuðli á
vanlukkustaðnum greiddi Jógvan
í smálutum frá tí, sum hann hevði
sæð, upplivað og hugsað.
– Har stóð hesin eldri, royndi
starvsfelagin og var veruliga
áhugaður í at hoyra meg greiða frá
hesari náttini, sigur Jógvan við
stórum takksemi í røddini.
Komnir í bilin aftur komu
ráðini, sum Jógvan Jensen enn í
dag er takksamur fyri, og sum
kanska vórðu grundarlag undir
hansara víðari lívsleið.
– Hann segði við meg, at mínar
reaktiónir vóru heilt vanligar. Tað
var ikki ein støða, sum nakar eigur
at tola uttan víðari, tí sjálvandi
merkir tað ein at síggja slíkt. So
greiddi hann mær frá, at tað var
mangur portørur áðrenn meg, sum
hevði upplivað júst hatta, sigur
Jógvan Jensen.
Og við eitt var byrðan fallin av
herðunum hjá Jógvani.
– Tá lærdi eg, at tað er ikki mær
tað er galið við. Eg var ikki veikur
og burdi farið í annað starv. Eg
hevði eina púra vanliga reaktión til
eina sera óvanliga støðu, sigur
Jógvan Jensen.
Fór undir kreppuhjálp
í Føroyum
Árini gingu og Jógvan Jensen fekk
royndir í starvinum sum portørur
og upplivdi fleiri ógvusligar van
lukkur. Sum árini gingu fekk
Jógvan størri og størri áhuga í tí,
sum eitur sálarlig fyrsta hjálp og
debriefing hjá portørum eftir eina
ógvusliga hending.
– Eg fann útav, at hesin gamli
starvsfelagin hjá mær gjørdi alt
eftir bókini, hóast hann ikki hevði
nakra slíka bók at fyrihalda seg til.
Hann hevði bara tað menniskjaliga
í sær sum segði, at hann mátti
hjálpa mær, sigur Jógvan Jensen.
Hann er ikki í iva um, at hendan
samrøðan ein summardag í átta
tiárunum hevur havt stóran týdn
ing fyri hansara sálarligu heilsu
víðari í starvinum.
- Eg veit, hvussu stóran týdning
tað hevur, at man tosar um tað
man hevur upplivað og at man fær
at vita, at man ikki er í ørviti, tí man
reagerar. Tað má ikki undirmetast,
sigur hann.
Tað var ikki fyrr enn síðst í
nítiárunum, at Føroyar vórðu til
reiðar at síggja avleiðingarnar av
strongdini sum kemur, tá ið fólk
uppliva óvanliga ógvusligar
hendingar. Í dag er hetta ein púra
vanligur kostur hjá bæði portørum,
sløkkiliðsfólki, bjargingarfólki og
øðrum, tó tað enn ikki er ein
landssamskipan á økinum.
– Eg og Jóhannes (Nilssen, red),
fóru undir ymiskar útbúgvingar
innan sálarliga fyrstu hjálp, og vit
hava síðani fingið tað til okkara
stóru passión, sigur Jógvan, sum
saman við Jóhannesi arbeiðir við
sálarligari fyrstu hjálpar tilbúgving
og samstundis undirvísir privatum
og almennum stovnum í ymiskum
amboðum innan sálarliga fyrstu
hjálp, við góðkenning frá danska
Beredskabsstyrelsen.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Jógvan Jensen sum ungur portørur: