hósdagur 5. januar 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017
SOSIALURIN 3
13
Tá ið fyrsta kreppustigið er
farið aftur um, hevur tað stóran
týdning, at fólkini verða ansað eina
tíð aftaná.
– Man hevur eitt hugtak
sum eitur “watchfull waiting”.
Endamálið við tí er, at eitt fakfólk
heldur eyga við fólki og fylgir
upp, fyri at vita um hjáárin av
kreppustøðuni gerast betri ella
verri, sigur Tóra Petersen.
Og tá hevur tað týdning, at tað
eru sálarfrøðilig fakfólk, sum eru
á málinum.
– Tað skal ein fakpersónur til at
meta um, um reaktiónirnar eru so
ógvusligar, at tað kann spírast ein
varandi sjúka burturúr, sigur Tóra
Petersen.
Áður hava altjóða royndirnar
verið, at sálarfrøðilig uppfylging
- til dømis at ein sálarfrøðingur
ringir tvær vikur og ein mánað eftir
eina kreppuhending – hava kenst
ágangandi hjá kreppuraktum. Men
nýggjastu kanningarnar vísa, at
nýggir framferðarhættir hava
broytt hesa fatan.
– Tað vísir seg, at um kreppu
rakt hava ein navngivnan kon
taktpersón, so uppliva tey tað sum
empatiskt og stuðlandi, at teirra
kontaktpersónur fylgir upp upp á
heilsu teirra, sigur Tóra Petersen.
Internetkunning er
eitt stórt stig
Tá ið kreppur raka, sum til dømis
ódnarveðrið um jóltíðirnar, er
kunningin umráðandi. Í tilbúgv
ingarskipanini hjá landsmyndug
leikunum hevur millum annað
Kringvarp Føroya bundið seg til at
traðka til, tá ið kreppustøður
uppstanda. Teirra lutur er at kunna
fólkið um tað, sum fer fram.
Men tað er ikki nóg mikið, at
útvarpið sendir beinleiðis, heldur
Tóra Petersen.
– Í kreppustøðum eru vit
mangan ikki før fyri at skilja
kunning, um hon einans verður
søgd okkum munnliga. Vit hava
tørv á at fáa tað mest umráðandi
kunningina eisini á skrift, sigur
Tóra Petersen.
Og tá ið umræður psyko-sosiala
tilbúgving er ein týðandi liður,
at internetkunningin verður
uppraðfest.
– Tú kundi til dømis í jóla
ódnunum upprættað eina Facebook
síðu ella vanliga heimasíðu, har
fólk kunnu fara inn at lesa tey mest
týðandi boðini, sigur hon.
Men tað er ikki tann mest
umráðandi tænastan, sum ein slík
heimasíða skal veita.
– Fyri fólk, sum eru í kreppu
støðu, hevur tað ómetaliga stóran
týdning, at tey fáa eina kenslu av,
at tey sjálvu megna okkurt. Til
dømis at teirra reaktión er normal,
ella at tey sjálvi kunnu gera nøkur
ting, fyri at fáa tað betur. Tí hugsi
eg ein slík heimasíða kundi víst
yvirlit yvir normalar reaktiónir í
kreppustøðu, og nær reaktiónirnar
eru óvanligar, sigur Tóra Petersen.
Og í kreppustøðu er eisini
umráðandi, at fólk eru tilvitað um
hjálp, sum er í nærumhvørvinum.
– Tey allarflestu koma seg væl
sjálvi eftir eina kreppustøðu. Men
tað er mangan tí, at tey hava eitt
sterkt netverk av fólki. Tí júst
títt egna netverk er gott at brúka
sum stuðul í tíðini eftir eina
kreppustøðu, sigur Tóra Petersen.
Og júst slíkir upplýsingar kundu
verið á einari almennari heimasíðu,
sum varð gjørd í kjalarvørrinum av
einari kreppuhending.
Tað eru nakrir bólkar í sam
felagnum, sum eru verri staddir
enn onnur, tá ið kreppa rakar.
– Tey blindu, deyvu. Eldri og
børn. Fólk við serligum tørvi.
Hvussu fáa tey kunning og hvussu
lofta við teimum, um nakað hendir,
spyr Tóra Petersen.
Skulu vit taka tey blindu og
deyvu fyrst, so er sjálvandi so, at
tey hava ikki somu atgongd til
miðlarnar, sum vit onnur.
– Og ein eldri persónur, sum
kanska gongur við rolator, er
munandi verri staddur, um ein
stórur skaði kemur á heimið
orsaka av vindi, enn ein persónur
við fullum førleikum, sigur Tóra
Petersen og heldur fram.
- Vit vaksnu hava eisini mangan
ilt við at skilja, hvussu ein ógvuslig
støða ávirkar børn. Millum annað
tí, at vit hava lyndi til at sláa teirra
óttar upp í glens, og siga “tvætl,
hatta hevur einki upp á seg”. Men
heldur skulu vit taka teirra ótta
fyri fult og læra at stuðla, skapa
tryggleika og avleiða børnini, sigur
Tóra Petersen.
Og júst slíkir upplýsingar –
hvussu vaksin skulu vera um børn í
kreppustøðu – kundi staðið á einari
almennari heimasíðu, eins og aðrir
upplýsingar til gagns fyri ymiskar
samfelagsbólkar.
- Vit hava nógv ting, sum fungera
í tilbúgvingini, men vit hava eisini
nógv, sum kann gerast betur. Tað
mest umráðandi er, at eisini tann
pysko-sosiala tilbúgvingin er púra
greitt skipað, tá ið vanlukka hendir.
Og tað er hon ikki í dag, sigur Tóra
Petersen at enda.