hósdagur 5. januar 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017
SOSIALURIN 3
12
TEMA Tilbúgving
– Vit hava nógv frívillig fólk og nógvar instansir, sum rigga væl. Men
skuldi onkur stór vanlukka hend, so eru vit ikki til reiðar at lofta
fólki psyko-sosialt, sigur Tóra Petersen, ph.d í sálarfrøði.
BARBARA HOLM
S
tórt norðurlendsk sam
starvstoymið er í hesum
døgum í gongd við at
framleiða størri ritgerðir
um sálarliga tilbúgving – ella
psyko-sosiala tilbúgving, sum tað
eitur á fakmáli. Tí hvussu tú loftar
einum persóni, einum bólki ella
einum samfelag eftir eina stóra
vanluku er við til at definera,
hvussu vanlukkurakt koma seg
eftir hendingina.
Í Føroyum er tað Tóra Petersen,
ph.d í sálarfrøði, sum umboðar
okkum í altjóða samstarvinum.
Hennara serøki er júst trauma og
skelkar hjá fólki, eftir at tey hava
verið fyri ógvusligari hending.
Hennara høvuðsboðskapur, nú
vit skulu práta um psyko-sosiala
tilbúgving er, at vit mugu byrja
við at raðfesta sálarliga heilsu eins
høgt og vit gera kropsliga heilsu.
– Vit hava eldsálir innan hetta
økið í Føroyum, og tað er teimum at
takka, at vit yvirhøvur hava nakað
sum eitur sálarlig tilbúgving, tá
ið eitt hvørt hendir, sigur Tóra
Petersen sum tað fyrsta.
Men tá ið tað er sagt, so er eitt
sera umráðandi element í prátinum
um psyko-sosiala tilbúgving, sum
manglar í Føroyum.
– Vit hava ymisk fólk og ymiskar
instansir, sum hava ábyrgdina
av at hjálpa fólki sálarliga, um
tey hava verið partur av onkrari
ólukku ella vanlukku. Men hesi
ymisku fólkini hava ikki fingið
nakran myndugleika til at geva
boð víðari í skipanini. Til dømis
er eingin sálarlig-kreppuhjálp
toymisleiðari, sum kann siga við
læknar, sjúkrasystrar ella onnur,
hvussu tey skulu fara við ella
viðgera ein kreppuraktan persón.
So spurningurin er, hvør av teimum
uppíblandaðu í slíkari støðu hevur
mandat til at taka stýringina, sigur
Tóra Petersen.
Og tá ið eingin hevur leiðslu
heimildir, so kann tað viðføra, at
tað gongur út yvir tey kreppuraktu,
og at vit spilla resoursur upp á
dupultfunktiónir.
Umráðandi at skapa tryggleika
Tá ið umræður kreppustøður av
ymiskum slag, so er tað av allar
størsta týdningi, at tryggleiki
verður skaptur rundan um tey
kreppuraktu.
Í hesum høpinum verður í
fyrstu atløgu tosa um átroðkandi
kreppuhjálp. Hetta er galdandi
fyrsta døgnið ella tvey eftir
kreppustøðuna.
– Í hesari perioduni er mest
umráðandi at skapa tryggleika
um tey kreppuraktu, sigur Tóra
Petersen og við einari óhugsandi
støðu í huga tosa vit víðari.
Sum dømi – eitt flogfar dettur
niður í Vágum og fleiri hundrað
lata lív, meðan fleiri hundrað eru
beinleiðis ávirkað av hendingini.
– Í tí støðuni vildi eitt akut-
tilbúgvingartoymi stovnað ein
kreppudepil, har tey raktu kunnu
fáa stuðul, troyst og vegleiðing
umframt kunning leypandi,. Tað
er umráðandi at kunna, eisini
hóast einki nýtt er at frætta. Tí
tað er við til at skapa tryggleika
hjá kreppuraktum, greiðir Tóra
Petersen frá.
Áður vóru tilmælini, at kreppu
rakt í hesari fasuni skuldu fáast at
tosa um kenslur og lata seg upp
um hendingina beinan vegin. Men
hesum er man farin frá. Einamest
tí, at í slíkum stórum bólkum
er ógvuliga ymiskt, hvussu fólk
uppliva eina ógvusliga hending.
– Ístaðin er man farin at seta
mestu orkuna inn á at stabilisera
kreppurakt, skapa tryggleika
rundan um tey og at dempa tær
fysiologisku reaktiónirnar. Ikki við
heilivági, men við at fáa tey at vera
saman við fólki, sum geva teimum
tryggleika, sigur Tóra Petersen.
Tóra Petersen, sálarfrøðingur:
- ERU IKKI KLÁR UM
KATASTROFA RAKAR