Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. januar 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017 SOSIALURIN 3 11 TILBÚGVINGARÆTLANIN KEMUR Í TINGIÐ Á ÓLAVSØKU – Tveir reyðir knøttar eru, men sumt haltar Hava vit nakran reyðan knøtt at trýst á, um ein vanlukka ella ein kreppustøða rakar Føroyar? Svarið er ja. Á sjógvi hava vit reyða knøttin, sum eitur Mrcc, á landið hava vit løgregluna og alarmsentralin. – Tað fungerar ópáklagiligt, men tað eru eisini viðurskifti, sum halta, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum. BARBARA HOLM S íðani ódnirnar herjaðu landið um jóltíðir, hava vit hoyrt nógv um tilbúgving ella mangul upp á sama her á klettunum. Summi halda, at vit eru afturúrsilgd, tá ið umræður tilbúgving í kreppustøðu, meðan onnur halda, at tað fungerar væl. Og tær ymsu meiningarnar á økinum eru helst orsaka av, at tað er sumt sum riggar og annað sum ikki er nóg væl gjøgnumhugsað enn. – Vit sóu um jólini, at tey lokalu bjargingarfeløgini og hinir instansirnir í tilbúgvingini riggaðu ótrúliga væl, sigur Høgni Hoydal. Teir ymisku stovnarnir, sum hava til uppgávu at traðka til, tá ið á stendur, virka eftir til­búgv­ ingarlógina. Men síðani hon varð samtykt í 2013, hevur ætlanin verið at gera eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar. Men ætlanin er ikki liðug enn. Mangan verður spurt, hvat akkurát hendir, tá ið ein vanlukka ella vanlukkustøða rakar Føroyar. Til dømis tá ið ógvusligar ódnir raka Føroyar. Hvat hendir so? Er ein kommandolinja og hvør gevur boðini? – Teir ymisku stovnarnir í einari tilbúgving, tað verið seg Lands­ sjúkrahúsið, alarmsentralurin, bjargingarfeløgini, Vørn, Mrcc, Landsverk og onnur, hava sínar egnu tilbúgvingarætlan sum tey fylgja. Men á landi er høvuðs­ instansurin alarmsentralurin, meðan tað á sjógvi er Mrcc, sigur Høgni Hoydal. Í vikuni verður lýst eftir einum tilbúgvingarsamskipara, sum hevur til uppgávu at samansjóða tað arbeiði, sum frammanundan verður gjørt kring landið. Men tað hevur týdning fyri landsstýrismannin at undirstrika, at ein slíkur samskipari ikki fer at broyta nakrar mannagongdir sum so. - Tann persónurin skal ikki taka ábyrgd frá ymisku stovnunum í tilbúgvingini. Uppgávan hjá tí persóninum og hjá Fiski­ málaráðnum er at tryggja, at øll eru vitandi um sína uppgávu í einari tilbúgving, og at menna og endurnýggja okkara tilbúgving leypandi, so vit altíð eru dagførd, sigur Høgni Hoydal. Sálarfrøðiligi parturin neyvan nógv væl gjøgnumhugsaður Hóast eingin endalig tilbúgv­ ing­arætlan fyri Føroyar er almenn enn, so hava teir ymisku stovnarnir, sum skulu virka undir slíkari ætlan, arbeitt við málinum og eitt útkast fyriliggur, hóast tað neyvan er endaligt. Í tí útkastinum er, sambært landsstýrismanninum, tikið hædd fyri sálarfrøðiliga partinum. Ella psyko-sosialari tilbúgving, sum tað verður rópt á fakmálið. Men júst hvussu tað fungerar ella hvussu nógv hugsað hevur verið um tað, er landsstýrismaðurin ikki vitandi um. – Eg veit sálarfrøðiligi parturin er viðgjørdur í ætlanini og Lands­ sjúkrahúsið hevur eina til­búgv­ ingarætlan fyri sálarfrøðiliga kreppuhjálp. Løgreglan er somuleiðis vitandi um, at tey kunnu trekkja upp á førleikarnar hjá heilsuverkinum, um tey meta tað neyðugt. Men eg ivist ikki í, at júst hasin parturin er undir­ dyrkaður í okkara tilbúgv­ing­ arætlan, sigur Høgni Hoydal. Samstundis eru aðrir spur­ ningar, sum kunnu setast í hesum máli. Til dømis hvussu er hjá teimum við serligum tørvi. Teimum blindu ella deyvu, smábørnum ella eldri. Fólki við breki og so framvegis. Hvussu fáa tey kunning og hjálp, tá ið vanlukkustøður raka. BARBARA@SOSIALURIN.FO Landsstýrismaðurin kennir ikki ítøkiligu loysnirnar upp á hendan seinasta spurningin ella upp á ítøkiligu tilbúgvingarætlanina á sálarfrøðiliga økinum. Hann vísir á, at í norður­ lendskum høpi eru samstarv millum londini um, hvussu ein tilbúgvingarætlan skal samansetast á mest optimala hátt. - Vit kunnu í hesum førinum brúka okkara norðurlendsku sambond til at viðgera tættir, sum skulu vera í til­búg­ving­ar­ ætlanini, sigur Høgni Hoydal.