hósdagur 5. januar 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. JANUAR 2017
SOSIALURIN 3
10
TEMA Tilbúgving
SÁLARFRØÐILIG
TILBÚGVING Í KREPPUSTØÐU
– Hvussu hjálpa vit teimum, sum verða rakt?
Ein spurningur, sum vit ivaleyst kunnu seta, nú tilbúgvingin er í fokus í hesum
døgum. Ein tilbúgvingarsamskipari verður settur fyrsta dagin at fáa stýr á teir ymisku
tættirnir, men spurningurin er, hvussu væl virkandi okkara trygdarnet er í dag.
BARBARA HOLM
A
t støðan mangan kann
vera hættislig í kreppu
støðu, er ivaleyst eingin
sum ivast í. Tá ið fólk
skulu út á miðjari nátt at tryggja
og fyribyrgja skaðum, so seta tey í
veruleikanum seg sjálvan í vanda
fyri at hjálpa samfelagnum í
kreppustøðuni.
Mong teirra, sum hava verið á
gøtunum um jólini, tá ið ódnirnar
hava leikað harðast á, eru sjálv
boðin fólk, meðan mong eru pro
fessionel.
Í londunum kring okkum verð
ur nógv tosað um tilbúgving á tí
psyko-sosiala økinum. Tað vil siga,
at sjóneykan er sett á, hvussu lond
eru fyrireikað at lofta teimum,
sum eru rakt av vanlukku, í tíðini
aftaná.
Í Norra hevur helsedirektoratet
latið úr hondum eina umfatandi
greining av tilbúgvingini í
landinum, og tað serliga eftir
Utøya yvirgangin, sum kravdi
mong mannalív og sum skelkað
alla tjóðina.
Í slíkari støðu eru nógvir tættir,
sum skulu til, fyri at tryggja tey
mongu, sum eru beinleiðis rakt og
tey mongu, sum óbeinleiðis eru
ávirkað.
Kanningar í eitt nú Norra vísa,
at tað er eitt sera eldfimt mál
at hava við at gera, tá ið tosað
verður um psyko-sosiala hjálp og
tilbúgving.
Ein nýggj kanning í Norra vísir
til dømis, at fólk taka at kalla
einans væl í móti einari uppringing
frá sálarfrøðingini eftir eina
vanlukku, um tey hava ein ávísan
kontaktpersón, sum tey kenna ella
kennast við. Er tað tilvildarligt,
hvør ringir, so verður tað fatað sum
ágangandi.
Samstundis vísa kanningar á
økinum, at kreppurakt fólk hava
ymsar tørvir, sum vit í tí dagliga
ikki geva okkum far um. Til dømis
er neyðugt í akutfasuni – tað vil siga
í fyrsta døgninum ella bæði tvey –
at kunningin er ógvuliga støðug og
títt, og at tryggleiki verður skaptur
á rættan hátt rundan um tey, sum
eru rakt.
Tá ið umræður bæði børn og
vaksin, so er ein støða, sum lýsir
væl góðar og ringar mannagongdir
eftir kreppu, sum sálarfrøðingurin
Tóra Petersen vísti á, í samrøðu við
Sosialin.
Vanlukkan snýr seg um fleiri
familjur, vaksin og børn, sum vóru
vitni til eina ógvusliga vanlukku, tá
ið tey vóru á skíferiu. Tey sóu øll,
tá ið ein kvinna varð kroyst móti
einum glasrúti og lat lív.
Heimkomin á hotellið varð ringt
eftir sálarfrøðingi, men hesin fekk
ikki komið fyrr enn dagin eftir.
Foreldrini gjørdu tað, sum helst øll
høvdu gjørt – tey tóku madrassur,
dýnur og annað hjá børnunum út á
stovugólvið og lótu børnini hyggja
eftir stuttligum teknifilmum alla
náttina. Meðan sótu tey vaksnu í
køkinum og prátaðu um tað, sum
tey høvdu upplivað.
Tá ið sálarfrøðingurin kom á
staðið dagin eftir vísti tað seg, at
børnini vóru at kalla óávirkað av
hendingini, meðan tey vaksnu
vóru sera illa fyri.
Hetta lýsir týdningin av, at
tímarnir eftir eina vanlukku verða
rætt nýttir. Heldur tú heilan í
gongd við onkrum stuttligum, sum
kann avleiða tankarnar, ja so kann
tað minka um traumaði av tí, sum
tú hevur upplivað.
Hyggja vit aftur til norska
Helsedirektoratet og rapport teirra,
so er eingin ivi um, at ein psyko-
sosial tilbúgving er umfatandi og
neyðugt er at hava ógvuliga greiðar
mannagongdir, sum eru bygdar á
fakligar metingar.
Í royndini at greiða sum frægast
frá hesum temanum, sum vit á
Vikuskiftis Sosialinum prenta
hesaferð, hava vit tosað millum
annað við fleiri bjargingar og
sløkkiliðsfólk kring landið. Tey
eru bundin at tagnarskyldu og fáa
tí ikki greitt frá hendingum, sum
tey hava upplivað. Men eingin
ivi er um, at tann sálarfrøðiliga
tilgongdin eftir eina ógvusliga
hending, hevur ómetaliga stóran
týdning fyri sálarligu heilsuna.
Eftir Ólavsøku kemur uppskotið
um eina tilbúgvingarætlan fyri
Føroyar í løgtingið til umrøðu.