mánadagur 9. januar 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. januar 2017 · Nr. 4
Vilmund Jacobsen
Tað var um middagsleitið leygar
dagin, at garnaskipið Vesturland
hjá reiðarínum Thor í Hósvík sendi
út neyðarkall, tí eldur var frammi
undir bakkanum á skipinum.
Teir 10 menninir, sum vóru á
garnaveiði eftir havtasku á Føroya
Banka, kundu ikki vera har frammi
í skipinum, tí har var so nógvur
hiti, og tí savnaðust teir allir uppi
á brúnni.
MRCC sendi bjargingartyrlu
hjá
Atlantsflogi,
vaktar-
og
hjálparskipið Brimil og danska
sjóverjuskpipið
Vædderen
á
leiðina. Nærmastu føroysku fiski
skipini vóru Tróndur í Gøtu og
djúpvatnstrolararnir, Niels Pauli
og Steintór.
Bæði Brimil og Vædderen høvdu
nakrar tímar at sigla, áðrenn teir
kundi verða á knattastøðuni hjá
Vesturland.
Líkindini hjá bjargingartyrluni
at fara úr Vágum vóru einki serlig,
men lukkutíð slapp tyrlan avstað,
og hjá bjargingarfólkunum við
tyrluni tók tað umleið 40 minuttir
at flúgva út á leiðina, har skipið
framvegis lá og brendi.
Alt gekk væl
Við hepnari hond eydnaðist tað
tyrlumanningini at fáa allar 10
menninar av Vesturland í øllum
góðum. Hin seinasti maðurin, sum
varð tikin av skipinum, var sjálvur
skiparin, Snæbjørn Berg úr Hovi, og
tá var klokkan 14.10.
Bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi
lendi við Landssjúkrahúsið við
manningini klokkan 14.40.
Fyrstu útsagnirnar søgdu, at
manningin
eftir
umstøðunum
hevði tað gott, men onkrir høvdu
fingið royk í seg. Tí skuldu teir
kannast á Landssjúkrahúsinum.
Eftir at manningin var fingin av
skipinum, rak Vesturland fyri vág
og vind, til tað seinni eydnaðist
manni á Brimli at sleppa umborð
og seta fast á skipið.
Brimil kom á Skála við einum
uppkolaðum Vesturland í morgun.
Allir hava tað gott
Hans Andrias Kelduberg, reiðari,
sigur, at eftir kanningar á Lands
sjúkrahúsinum er greitt, at allir
menninir, sum vóru við Vesturland,
hava tað gott, og tíbetur hevur
eingin fingið varandi mein.
- Hetta er ógvuliga keðiligt, men
vit prísa okkum lukkuligar fyri, at
eingin mansskaði hendi. At eldurin
kyknaði, meðan dagur og ljós var,
hevur
gjørt
bjargingararbeiðið
nakað lættari.
Reiðarin sigur, at hann er
manningini á bjargingartyrluni
ógvuliga takksamur fyri, at teir
bóru so skjótt at - og av øllum, at
tað eydnaðist teimum so hegnisliga
at bjarga allari manningini av
skipinum.
- Nú liggur skipið á Skála, og
eingin sleppur umborð, fyrr enn
kanningararbeiðið er gjørt. Vit vita
ikki, hví eldur kom í skipið, men
hetta fara so kanningarfólk at taka
sær av. Eg vænti, at kanningar
arbeiðið fer at taka nakrar dagar.
Hans Andrias Kelduberg dugi
ikki at siga, hvussu verður við skip
inum, sum at síggja til er uppkolað.
Gott og ringt
Hans Andrias Kelduberg sigur,
at
hann
fekk
fráboðan
um
eldin umborð á Vesturland um
middagsleitið leygardagin - ella ein
tíma, áðrenn móttøkan skuldi vera
á Vestaru Bryggju fyri Hoyvík.
Men, hvussu kendist tað so
hjá reiðaranum at hava móttøku
á bryggjuni fyri nýggjum skipi,
samstundis sum eldur var í øðrum
skipi hjá honum, og 10 mans vóru
í óvissu.
- Tað var ógvuliga trupult, og
vit vónaðu sjálvsagt tað besta.
At vita, hvussu til stóð umborð
á Vesturland, samstundis sum
vit skuldu hátíðarhalda Hoyvík,
gjørdi, at kenslurnar hesa løtu vóru
ógvuliga blandaðar, sigur Hans
Andrias Kelduberg, reiðari.
- Eg fekk fráboðan um eldin umborð á Vesturland um middagsleitið leygardagin - ella ein tíma, áðrenn
móttøkan skuldi vera á Vestaru Bryggju fyri Hoyvík, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari
Eingin fingið varandi mein
SKIPSBROT