Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. januar 2017 · Nr. 4 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hallur av Rana Bardagin um Kobane er eitt av kend­astu einstaku stríðnum í bar­ daganum hjá vesturheiminum móti yvirgangsfelagsskapinum Islamska Statinum í Sýria og Irak. Eftir at hava hertikið stór landa­økir í Irak og Sýria, legði islamski yvirgangsfelagsskapurin Islamski Staturin 13. september 2014 á býin Kobane í Norðursýria. Í fleiri mánaðir stríddust kurdiskar herdeildir móti eirindaleysa yvir­ gangsfelagsskapinum, meðan heim­sins eygu vórðu vend móti bý­ num, ið lá eitt steinkast frá turkiska markinum. Meðan umheimurin helt ond­ ini og fylgdi við stríðnum í bý­ num, har kurdar, við stuðli frá vesturheiminum, bardust við is­ lamska yvirgangsfelagsskapin, flýddu so gott sum allir íbúgvarnir í Kobane tvørturum markið til Turka­lands. Hóast fleiri royndir, so eydnaðist tað aldrin Islamska Statinum at hertaka býin, og eigur stríðið um Kobane nú pláss í søgubókunum sum løtan, tá gongdin í stríðnum móti Islamska Statinum vendi. Næstu mánaðirnar eydnaðist tað kurdum, irakskum herinum og øðrum at vinna aftur stóran part av teimum landaøkjum, ið IS eitt tíðarskeið hevði ræðið yvir. Tað sum neyvan kemur í søgu­ bøkurnar er, at nærhendis Kobane var ein føroyingur staddur, og var í nakrar vikur eygnavitni til fylgjurnar av øllum óndskapinum, ið borgarakríggið í Sýria førdi við sær. Hoyvíkingurin Tórur Feilberg Zachariasen var nevniliga staddur í eini kurdiskari bygd í Turkaland nærhendis markinum, og arbeiddi millum flóttafólk úr Kobane, tá stríðið leikaði á. Har kundi hann síggja yvir á býin, ið fyltir yvir­ skriftirnar í alheims miðlum. Eitt dapurt huglag – Vit vóru stødd mitt í flótta­ fólka­streyminum har eysturi í landinum og virkaðu millum fólk, ið vóru flýdd úr hús og heimi undan krígnum. Har sá eg fólk, ið vóru farin gjøgnum ting, ið einki menniskja eigur at fara gjøgnum. Eg eri bara glaður fyri, at eg havi verið spardur fyri slíkum, sigur Tórur Feilberg Zachariasen um tíðina nærhendis Kobane. Toymið virkaði í eini lítlari kurdiskari bygd beint við markið millum Turkaland og Sýria, har tað ber til at standa og hyggja yvir á Kobane. Meginparturin av flóttafólkunum, ið vóru í bygdini, vóru flóttafólk úr Kobane, ið vóru komin hagar í eini roynd at sleppa undan Islamska Statinum og borgarakrígnum, og árini av borgarakrígnum løgdu eisini sítt dám yvir býin. – Okkara uppgáva var at ganga um og gera gott. Har upplivdu vit tætt uppá hvat kríggj ger við menniskjur. Tað lá ein dapurt hug­ lag yvir bygdina, og ein rúgva av fólkunum vóru komin til skaða, harav fleiri høvdu mist likamslutir, greiðir Tórur Feilberg Zachariasen frá. Tað er aldrin heilt vandaleyst at arbeiða í slíkum støðum, og hóast hann føldi seg tryggan, so fekk ungi hoyvíkingurin ein skelk, tá hann læs tíðindini nakrar fáar dagar eftir, at tey vóru farin heimaftur til høvuðsstøðina. – Eg læs um eina sjálv­morðs­ bumba, ið var sprongd í bygdini. Tað var skelkandi at lesa, at álopið hendi á einum staði, har eg sjálv­ ur gekk dagliga bara nakrar fáar dagar áðrenn, greiðir Tórur Zacha­ riasen frá. Sjálvur hevur ungi hoyvík­ing­ urin trupult at skilja hvussu fólk kunnu fremja slíkar ræðuligar gerðir. – Tá man stendur andlit til and­ lit við slíkan óndskap, er trupult at skilja, hvussu fólk kunnu koma til ta niðurstøðu, at tað at liva fyri Gudi er at gera so ónd ting. Eg skilja so ikki, hvat gott kann koma burturúr slíkum óndskapi, sigur Tórur Feilberg Zachariasen. Ferðast um arabiska heimin Ungi hoyvíkingurin er fyri stuttum komin heim aftur til Føroyar eftir, at hann seinastu tvey árini hevur virkað sum trúboðari í Miðeystri og Norðurafrika við kristna missiónsfelagsskapinum Operatión Mobilisatión, ið flestir føroyingar nokk kenna antin frá teirra trúboðaraskipum, ið fleiri ferðir hava verið á vitjan í Føroyum, ella frá árligu summarstevnuni Teenstreet, har hundraðtals av føroyskum tannáringum luttaka á hvørjum ári. Seinastu tvey árini hevur Tórur Feilberg Zachariasen verður ein partur av einum toymi upp á fýra fólk, ið hevur havt til endamáls at fara við tí kristna boðskapinum til arabiskt talandi lond. Hóast toymi hevði høvuðsstøð í einum arabiskum landi, har tað ikki er lov hjá kristnum felagsskapum at virka, so hevur tað ikki forðað toyminum at tosa við muslimar um sína trúgv. Tvørturímóti metir Tórur Feil­ berg Zachariasen, at tey flestu fólkini, ið hann hevur møtt hesi bæði árini, hava verið opin fyri kristnu trúnni. – Tað hevur verið fyrimyndarligt hvussu vit eru móttikin allastaðni. Tá man tosaði við tey um Jesus, var tað kortini øgiliga blandað hvussu tey tóku móti tí. Nøkur vóru opin, meðan onnur vóru meira afturlatin. Men tey høvdu tað fínt við, at eg var kristin. Tað var nærum aldrin ein trupulleiki, og vóru tey fá, ið blivu ill av at hoyra, at eg var kristin, sigur Tórur Feilberg Zachariasen. Ein vinarlig mentan Sum heild upplivdi Tórur Feilberg Zachariasen á sínum ferðum í arabiska heiminum, at talan var um eina vinarliga mentan, og føldi hann seg nærum aldrin ótryggan. Mentanarliga eru arabar eitt øgiliga fitt og gestablítt fólkaslag. Fólk verða kanska bilsin av tí, men eg føldi meg sjáldan ótryggan í Miðeystri. Men í muslimska heim­ inum hava tey eina øgiliga pena masku, ið tó fjalir nógv keðiligt. Handan maskuna eru nógv ting, ið ikki eru so pen og góð, sigur Tórur Feilberg Zachariasen, Tað vóru tó onkrir einstakir tilburðir, har lítla toymið valdi at taka til rýmingar, tá onkur imamur hevði hug at øsa seg. – Hóast tað í flestu londum, ið vit vitjaðu, ikki var loyvi at virka sum – Tá man stendur andlit til andlit við slíkan óndskap, er trupult at skilja, hvussu fólk kunnu koma til ta niðurstøðu, at tað at liva fyri Gudi er at gera so ónd ting. Eg skilji so ikki, hvat gott kann koma burtur úr slíkum óndskapi. Tað sigur Tórur Feilberg Zachariasen, ið seinastu tvey árini hevur virkað sum trúboðari í Miðeystri og Norðurafrika, um sýriska borgarakríggið og Islamska Statin Har sá eg fólk, ið vóru farin gjøgnum ting, ið einki menniskja eigur at fara gjøgnum. Eg eri bara glaður fyri, at eg havi verið spardur fyri slíkum Tórur saman við einum barni á eini flóttafólkalegu í Libanon TÓRUR VAR EYGNA­ VITNI TIL STRÍÐIÐ UM KOBANE BORGARAKRÍGGJ