Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. januar 2017 · Nr. 4 BORGARAKRÍGGJ trúboðari, so havi eg aldrin dult tað, at eg eri kristin. Vanliga hevur tað ikki verið nakar trupulleiki, men okkara virksemi hevur onkuntíð loypt øði í lokalar imamar, greiðir Tórur Feilberg Zachariasen. Flóttafólkastreymurin broytti fokus Tá ið Tórur Feilberg Zachariasen í januar 2015 møtti á høvuðsstøðini hjá toyminum í Miðeystri var upp­runaliga ætlanin, at toymið skuldi ferðast kring Miðeystur og Norðurafrika og arbeiða við lokalum kristnum, men tá flótta­ fólkastreymurin um hetta mundi tók dik á seg, broyttist uppgávan hjá toyminum. Nú gjørdist høv­uðs­ endamálið hjálpararbeiði millum flóttafólk. Tað var í hesum sambandinum, at Tórur Feilberg Zachariasen og hansara toymi vórðu send til Turka­lands og aðrastaðni kring Mið­jarðarhavið har flóttafólk høvdu tørv á hjálp. – Hóast ætlanin var, at vit bara skuldu arbeiða í arabiskt talandi londum, so fóru vit til Serbia, har vit virkaðu millum flóttafólk á markinum millum Kroatia og Serbia. Har góvu vit flóttafólkum mat og klæðir, og høvdu eisini bíbliur og traktatir, ið vit handaðu teimum, ið ynsktu tað, greiðir Tórur Feilberg Zachariasen. Um hetta mundi høvdu mynd­ ug­leikarnir trupult við at finna útav, hvat best var at gera við øll flóttafólkini og førdi tað við sær, at fleiri teirra máttu bíða í longri tíð á markinum millum londini. – Tað vóru bussar, ið koyrdu flótta­fólkini frá markinum og víðari norður í Europa, tí myndug­ leikarnir vildu ikki hava, at tey gingu. Teir bussarnir vóru mangan fleiri tímar ov seinir ella steðgaðu at koma, tí kroatiskir og serbiskir myndugleikar vóru ósamdir um hvat tey skuldu gera við flótta­ fólkini, sigur Tórur Feilberg Zacha­ riasen. Skilur flóttafólkini Umframt at hava verið í Serbia, virkaði toymið eisini millum flótta­ fólk í flóttafólkalegum í Miðeystri, har tey veittu mat, bygdu hús og royndu at hjálpa teimum sum fræg­ ast. At vera millum flóttafólkini, ið vóru rýmd frá neyð og vesaldómi, gav trúboðaranum eitt nýtt per­ spektiv á flóttafólk. – Tað er nakað annað at tosa við tey og síggja hvat tey fara gjøgnum, og so bara at lesa um tað í miðlunum. Brádliga skilur man hvat tey eru farin gjøgnum fyri at koma so langt. Hvat tey rýma frá, sigur Tórur Feilberg Zachariasen og heldur fram. – Eg skilja væl at tey rýma. Tá man hevur sæð óndskapin við egnum eygum, so veit man, at tað ikki er nógv annað at gera. Tíverri eru tað ikki nógv støð tey kunnu fara. Flóttafólkalegurnar í Jordan, Libanon og londunum kring har eru longu fullar. Einasta, ið tyktist at vera opið tá, var Europa, men her er tað heldur ikki so lætt longur, sigur Tórur Feilberg Zachariasen. hallur@sosialurin.fo Eg skilja væl at tey rýma. Tá man hevur sæð óndskapin við egnum eygum, so veit man, at tað ikki er nógv annað at gera Mynd tikin av Kobane frá Turkalandi ­