mánadagur 9. januar 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. januar 2017 · Nr. 4
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leygardagin varð skipað
fyri almennari móttøku í
Fuglafirði, tá nýggjasta skip
ið hjá Framherja, Høgaberg,
kom á Fuglafjørð.
Høvuðspersónarnir
í
Framherja eru hjúnini, Elisa
beth og Anfinn Olsen, og við
móttøkuna var hornatón
leikur, eins og røður vórðu
hildnar.
Fuglafjarðar kommuna
handaði eisini eigarunum
blómutyssið, eins og umboð
fyri kommununa heilsaðu
nýggja skipinum.
Høgaberg er keyptur úr
Noregi. Skrokkurin er smíð
aður í Pólandi, og skipið
varð gjørt liðugt á Stadyard
í Noregi. Høgaberg, sum
lastar umleið 2500 tons, er
frá 2015; skipið er 69,9
metrar langt, og breiddin er
15 metrar.
Gleðir hvørja ferð
– Vit fuglfirðingar hava
upplivað fleiri ferðir, at
nýggj skip eru komin ”inn
um Ennið,” sum fuglfirð
ingar eru vanir at siga.
Hvørja ferð hevur tað glett
okkum, tí vit vita øll, at ein
treyt fyri góðum livium
støðum í landinum eru skip
við góðari manning.
Sonni á Horni, borgar
stjóri í Fuglafjarðar kom
munu, segði, at fuglfirðingar
eisini hava upplivað, at
nøkur av skipunum hava
havt tað tungt við at fingið
endarnar at røkka fíggj
arliga, og endin hevur verið,
at skipini ikki hava megnað
sínar skyldur, og avleið
ingarnir av tí kenna vit.
– Tað hevur tikið dygt, og
tað hevur verið mongum
manni og heimi tungt at
koma upp á føtur aftur.
Men, hóast mótburð, eru vit
tíbetur ikki fallin í fátt, men
hava ferð eftir ferð byrjað av
nýggjum, tí vit vita, at
ríkidømi liggur í tí fiski, ið
svimur í okkara sjógvi, og
tað eiga vit at troyta, legði
hann aftrat.
Góður hugburður
Borgarstjórin vísti á, at tað
at síggja nýggj skip koma
undan Enninum hevur ikki
verið so vanlig sjón seinastu
árini.
- Men, so í dag upplivdu vit
aftur at taka ímóti einum
prýðiligum skipi, ið fløvar
hvørt hjarta í býnum. Hetta
ber boð um, at vit framvegis
eiga fólk - í hesum førinum
serliga Elisabeth og Anfinn -
ið hava hugburðin, at “tann ið
einki vágar, einki vinnur”,
segði Sonni á Horni.
vilmund@sosialurin.fo
– Í dag upplivdu
vit aftur at taka
ímóti einum
prýðiligum skipi,
ið fløvar hvørt
hjarta í býnum,
segði Sonni á
Horni, borgarstjóri
Fløvar hvørt hjarta í býnum
Frystilínuskipið Ågot, sum er fyrsta føroyska skipið á
Flemish Kap í ár, hevur havt rokfiskiskap. Ferðin vestur
um hav gekk væl, og viðheftu mynd hevur skiparin,
Hjaltur Poulsen, tikið ein morgun, síðan teir komu á
fiskileið
Vilmund Jacobsen
– Í nýggja vælverøkinum
ætla vit at hava ein stóran
terapihyl við vatni, sum
fer at liggja um eini 38 til
40 stig, sigur Torkil
Mørkøre
Klaksvíkingar ætla ikki, at
nógvu
møguleikarnir
í
Klaksvíkar Svimjihøll skulu
steðga her, tó at høllin
longu hevur nógv, sum
aðrar
svimjihallir
kring
landið ikki hava. Arbeitt
verður nevniliga við einum
nýggjum vælveruøki, sum
pláss er sett av til.
– Her ætla vit at hava
ein stóran sonevndan tera
pihyl við vatni, sum fer at
liggja um eini 38 til 40 stig.
Hetta er ein verkætlan,
sum vit arbeiða við í løtuni.
Eg havi skilt, at politiski
myndugleikin í kommunu
ni er ógvuliga áhugaður, og
tað verður eisini myndug
leikin, ið kemur at gera av,
nær nýggja vælveruøkið
verður veruleiki.
Sjálvur
vónar
Torkil
Mørkøre, leiðari í Klaksvík
ar
Svimjihøll,
at
hetta
arbeiðið kann fara í gongd í
nærmastu framtíð.
– Við nýggja vælveru
økinum fara vit at leggja
vit okkum eftir at røkka
einum nýggjum málbólki.
Hetta eru fólk, sum hava
brúk fyri vælveru, eitt nú
vegna sjúku ella skaðar. Tó
verður tað ikki soleiðis, at
tú neyðturviliga skalt feila
eitt hvørt fyri at sleppa inn
á vælveruøkið. Tað eru jú
ikki øll, sum tíma at gerast
partur av einum “systemi”,
og tí verður hetta eitt øki,
sum øll kunnu fáa nyttu av,
sigur Torkil Mørkøre.
Fleiri kommunur
høvdu góðar skatta
inntøkur í fjør. Ein er Nes
kommuna, sum setti met í
skattainntøku í 2016
Sáttmálin
er komin
í rættlag
Fríggjadagin vórðu tvær
avtalur undirskrivaðar
fyri nýggja uppsjóvar
skipið Hoyvík. Ein er
millum Thor Fisheries og
Føroya Fiskimannafelag,
og ein er millum Thor
Fisheries øðrumegin og
Maskinmeistarafelagið og
Føroya Skipara- og
Navigatørfelag hinu
megin.
Høvuðstættirnir í
semjunum eru, at býtt
verður eftir ídnaðar
sáttmálanum, tá skipið
fiskar ídnaðarfisk í
Norðsjónum, og eftir
nótasáttmálanum, tá
skipið fiskar makrel, sild
og svartkjaft.
vilmund@sosialurin.fo
Enn fleiri møguleikar í Klaksvík
Myndirnar tók Torleif
Johannesen, sjómanstrúboðari
í Fuglafirði leygardagin
Longu nú skarar Klaksvíkar
Svimjihøll burtur úr við
góðum fasilitetum - ikki
minst sum ein familjuvinarlig
svimjihøll