mánadagur 9. januar 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Atfinningarnar hava verið
nógvar móti sitandi sam
gongu fyri at fáa ov lítið frá
hondini av teimum aktuellu
politisku stórmálunum.
Samgonan hevur virkað
síðani 15. september 2015,
men tað hevur enn knípt við
at fingið loyst tey fýra-fimm
stórmálini, sum samgongan
má loysa og tey, sum hon
hevur sett sær fyri at loysa.
Men nú nærkast evsta
mark bæði til at loysa fiski
vinnunýskipanina, men eis
ini at loysa hini stórmálini,
sum samgongan hevur sagt
skulu loysast í hesi ting
setuni.
Í farnu viku hevði øll sam
gongan saman við lands
stýrisfólkunum samgongu
fund, har hesi stórmálini
vóru umrødd.
Stórmálini
Talan er um nýskipan av
fiskivinnuni. Hetta mál skal
loysast nú, tí galdnadi lóg
um vinnuligan fiskiskap fer
úr gildi á nýggjárinum.
Eisini er talan um um
stjórnarskipanarlógina. Løg
maður hevur sagt, at hetta
mál skal fyri tingið í hesi
tingsetuni og at vit fara at
hava eina fólkaatkvøðu um
málið í ár.
Hesin spurningurin var
eisini vendur á samgongu
fundinum, men eins og vit
hava skrivað her fyrr, so sær
tað torført út fyri at halda
fólkaatkvøðu um málið í ár.
Tað skulu ganga seks
mánaðir frá tí tingið enda
liga hevur samtykt eina lóg
til hon kann fara til fólkat
kvøðu.
Sum tíðarlinjan sær út
nú, so sær ikki út til at málið
verður skjótt samtykt í ting
inum, tí endamálið er í fyrstu
syftu at fáa alllar flokkar at
taka undir við málinum, men
enn eru lutir, full semja ikki
er um enn.
Verður hildið fram við
samráðingunum, so kann
tað
lættliga
henda,
at
stjórnarskipanarlógin
ikki
verður samtykt fyrr enn í
mei, og ber illa til at hava
fólkaatkvøðu so stutt undan
jólum, skulu vit leggja seks
mánaðir afturat tí degi, tá ið
lógin er samtykt.
Ein
annnar
vegur
at
ganga er sjálvandi, at sam
gongan avger at bera lógina
ígjøgnum við samgonguat
kvøðunum og onkrum aftur
at, fyri so at senda lógina til
fólkaatkvøðu.
Hetta er tó lítið sannlíkt,
serliga tá ið tað snýr seg um
okkara stjórnarskipan, tí
við einum smølum meirluta
á tingi, er tað lítið sum tal
ar fyri, at lógin fær nóg
stóra undirtøku á einari
fólkakvøðu
Sjúkrahúsverkið
Menningarætlanin fyri før
oyska heilsuverkið er eisini
frammarlaga á listanum yvir
tey mal, sum samgongan ætl
ar at loysa nú.
Landsstýriskvinnan við
heilsumálum setti ein stóran
bólk at gera eina ætlan fyri,
hvussu okkara heilsuverk
best kann mennast.
Eini 40 fólk luttóku í
arbeiðnum at gera álitið,
men tá ið avtornaði vóru øll
ikki heilt samd um niður
støðurnar í álitinum.
Hóast tað, so er arbeitt
víðari við einum hópi av til
mælum, sum bólkurin kom
við.
Bólkurin legði eisini upp
til, at broytingarnar verða
gjørdar
skjótt,
tí
hesin
fíggjartungi partur í okkara
samfelag hevur tørv á at
leggja framtíðina til rættis á
økinum.
– Tað krevur, at vit inn
an stutta tíð taka stig til at
tryggja, at alt sjúkrahús
verkið mennir seg tíðar
Samgongan fyrireikar seg til at
avgreiða politisku stórmálini
áðrenn Løgtingið fer í summarfrí
SAMGONGUFUNDU
POLITIKKUR
Mánadagur 9. januar 2017 · Nr. 4
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, er
tann sum hevur størst skund at fáa sítt mál ígjøgnum
Aksel V. Johannesen, løgmaður, ivaðist í um besta loysnin
er at hava eina leiðslu fyri øll trý sjúkrahúsini