mánadagur 9. januar 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. januar 2017 · Nr. 4
hóskandi. Sjúkrahúsverkið
er í verandi líki ikki fram
tíðartryggja, og broytingar
eru alneyðugar um støðið
skal varðveitast og tillagast
framtíðina, skrivaði bólkurin
í formælinum til álitið.
Fleiri stórir spurningar
verða vendir í álitinum.
Mælt verður til at vit fyrst
og fremst avgera, hvørjar
sergreinar vit skulu hava í
føroyska sjúkrahúsverkin
um og hvussu tær skulu vera
mannaðar.
Millum tey mongu tilmæl
ini eru tað serliga tvey, sum
ikki hava fingið undirtøku
politiskt enn og sum helst
verða loyst á onkran annan
hátt enn bólkurin mælti til.
Fyrst og fremst spurning
urin um eina felags leiðslu
fyri øll trý sjúkrahúsini.
Í
arbeiðssetninginum
hjá bólkinum var sagt, at
vit hava trý sjúkrahús og
at tey verða varðveitt. Tað
hevur bólkurin tikið til sín,
men bólkurin mælir til eina
felags leiðslu fyri øll trý
sjúkrahúsini.
Hetta mál hevur fingið
nógvar poltikarar upp úr
stólinum – serliga politikarar
við tilknýti til Norðoyggjar.
Sjálvt løgmaður hevur
sagt, at hann ikki heldur,
at hetta kanska er besta
loysnin júst nú.
Andstøðupolitikararnir,
sum eru knýttir at Norð
oyggjum, hava verið úti
mann eftir honum og sagt,
at hetta als ikki er nøkur
loysn og at ein felags leiðsla í
veruleikanum er ein de facto
niðurlegging av Klaksvíkar
sjúkrahúsi.
Hin spurningurin, sum
nógv eru ímóti, er spurning
urin um fulla tilbúgving
á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Bólkurin sum gjødri álitið,
mælr til at dagføra hesi
viðurskifti,
serliga
við
atliti til, at farleiðin millum
norðurøkið
og
Havnina
verður munandi stytt, tá ið
tunnilin millum Eysturoy og
Streymoy er gjørdur.
Í
tilmælinum
liggur,
at tað ikki er neyðugt at
hava eina fulla tilbúgving í
Klaksvík, tá ið farleiðin til
Landssjukrahúsið
verður
stytt so nógv, sum undir
sjóvartunnilin fer at gera.
Hvassur orðadráttur var
millum samgongufólk um
hesar spurningar, men tað
er ikki eydnast at fáa at vita,
hvussu samgongan ætlar at
loysa hesar spurninngarnar.
Hinvegin tykist semja meira
ella minni at vera um hini
mongu tilmælini hjá arbeiðs
bólkinum.
Pensjónsskipan
Spurningurin um pensjónir
er framvegis aktuellur og
var sjálvandi eisni frammi
á samgongufundinum. Allir
flokkar hava higartil verið
partur av samráðingunum
um okkara framtíðar pen
sjónsskipan og fundir vera
aftur í hesi ella komandi
viku.
Pensjónsspurningurin er
ikki so akuttur at loysa sum
so nógv annað, men skipanin
skal vera grundarlagið undir
tí, sum bæði Búskaparráðið
og landsstýrið kalla “fram
tíðar haldførum búskapi”.
Hesi bæði seinnu málini
eru so háttað, at samgongan
samráðist við andstøðuna
um málini, men spælir and
støðan ikki við og bara setir
krøv, so fer samgongan sjálv
at royna at fáa málini sam
tykt í tinginum.
Ongin politikari – hvørki
í samgongu ella andstøðu
– ivast í, at hetta eru mál,
sum hava skund at fáa loyst.
Bæði tí tey hava so stóran
týdning fyri gongdina í før
oyska samfelagnum, men
so sanniliga eisini tí hetta
eru mál, sum alla tíðina
forða fyri øðrum politiskum
arbeiði.
Fiskivinnan
Men størsta og messt átrok
andi mál at fáa loyst nú, er
sjálvandi spurningurin um,
hvussu fiskivinnan skal skip
ast eftir nýggjár.
Landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum fekk eitt
tilmæli og síðani hevur hann
havt samráðingar við bæði
samgongu
og
andstøðu
flokkarnar.
Útmeldingarnar
frá
andstøðuflokkunum
hava
ikki veirð serliga jaligar, so
tí bendir ikki serliga nógv
á eina breiða semju um
fiskivinnuna.
Á
samgongufundinum
var tó sagt, um enn tað var
eitt sindur innballað – at
tað kanska sær ljósast út at
koma til eina semju við Sam
bandsflokkin.
Gjógvin millum Fólka
flokkin og samgonguna er
eftir øllum at døma so djúp,
at har verður torført at finna
saman.
Sambandsflokkurin
er
komin við sínum egna út
spæli um fiskivinnunýskip
anina. Tað sum er felags
millum tað hjá samgonguni
og hjá Sambandsflokkinum
er, at vit eiga at fiska burðar
dygt og at vit eiga at virðis
økja sum mest av okkara til
feingi í Føroyum.
Snávingarsteinarnir eru
framvegis atkomuligheit til
tilfeingið og hvør skal sleppa
at fiska. Uppboðssøla ella
“grandfathering”, sum vil
siga, at veiðirættindi ganga
í arv, eru spurningar, sum
kjakast verður um.
Um hetta er ein spurn
ingur, sum kann loysast veit
ongin enn, men tað liggur
fast, at skal semja gerast, so
er onkur noyddur at boyggja
seg.
Í samgonguni eru eis
ini fleiri meiningar um,
hvussu hetta skal loysast,
men eydnast tað at fáa Sam
bandsflokkin við í einari
semju, so verður tað helst
lættari uttan stríð at fáa alla
samgonguna at taka undir
við uppskotinum.
Setningurin hjá samgong
uni hetta og til tingið fer í
summarfrí er ógvuliga stór
ur og tungur. Seinasti dagur
at leggja uppskot fram er í
fyrstu viku í mars, so bert
tvær mánaðiir eru eftir at
arbeiða í hja landsstýrinum.
Málini eru so stór, at tað
skal okkurt heilt serligt til,
fer tingið at geva undantøk
og víkja frá tíðarfreistum í
júst hesum málum.
Spenningurin
komandi
tíðina verður um samgongan
sjálv fer at akvøða málini
ígjøgnum ella um andstøðan
verður ein partur av semjuni.
POLITIKKUR
UR UM STÓRMÁLINI
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við
almanna málum, situr við pensjónunum og hon
setir ferð á aftur fundarvirksemi nú
Raðfestingar mugu gerast, so vit
vita hvørjar sergreinar vit ynskja at
hava á føroysku sjúkrahúsunum