mánadagur 9. januar 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. januar 2017 · Nr. 4
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SAMRØÐA
OL ER IKKI
Í HUGANUM
Fyri fyrstu ferð í átta ár hevur Pál Vitalis Joensen ikki OL fremst í huganum. Ársskráin er ikki løgd eftir
stóru summarkappingunum, men fokus er nú á útbúgving og at blíva pápi í summar. Hann hevur ongantíð
endursæð OL svimjingarnar, men tað er ein møguleiki fyri, at OL verður ein partur av honum í farmtíðini,
men tann avgerðin er ikki tikin. Pál Vitalis Joensen heldur fram at svimja, men nú við meira frælsi
Tróndur Arge
Hann er Føroya fremst ítróttarfólk.
Tvær ferðir hevur hann svomið til
OL, og hevur í fleiri ár verið millum
heimsins bestu svimjarar á 1.500
metra teininum. Pál Vitalis Joensen
hevur alla orsøk at verða hástórur,
men longu tá hann stendur í hurð
ini sært tú, at hann er ein eyðmjúk
ur maður, ið er sinnaður at geva av
sær.
Eftir OL í Rio í fjør ljóðaði, at
føroyski svimjarin fór at leggja
svimjubrillurnar á hillina. Tað er
ikki heilt rætt, tí steðgurin er bara
í eina tíð.
– Eg havi hildið eina løtt jól
og ikki vant sum eg plagi. Tað er
fyrstu ferð í langa tíð, sigur Pál
Vitalis Joensen, tá hann setur seg
við borðið.
Hann er giftur Maluni Vitalis
og tey hava tikið eftirnavnið hjá
hvørjum øðrum. Hendan dagin er
svimjarin á veg til Danmarkar, men
hevur sett ein tíma av at hugleiða
um lívið sum elitusvimjari og tað at
mennast sum menniskja.
Barn, útbúgving og
avlýsing í Ungarn
Tað er kalt í veðrinum og tíverri
hevur tað eisini sett sín spor rund
anum borðið. Hann er skjótur at
taka av, tá tað stendur honum í
boðið at fáa ein kopp av kaffi.
Gomlu myndirnar av einum
skinnaðaum vágbingi, ið verður
heiðraður fyri síni trý gullheiðurs
merki til EJM í Beogard í 2009, eru
bara minnir. Pál Vitalis Joensen er
í dag 26 ára gamal. Bæði krúlluta
hárið og skeggið hava fingið tíð at
veksa, og tað sæst aftur á eyðkenda
andlitinum.
– Eg hugsi ikki í dag, sum eg
gjørdi eftir OL 2012. Tá visti eg, at eg
skuldi til OL í 2016. Eg vil ikki siga at
kenslan í dag er tóm, men eg havi
meiri frælsi, sigur svimjarin og fær
sær kaffi.
Dagin eftir tað, sum hann kallar
vónbrotið í London í 2012, boðaði
hann frá, at hann ætlaði sær til
OL í 2016. Vágbingurin var tá 21 ára
gamal og hevði eitt greitt mál. Í dag
er raðfestingin øðrvísi.
– Komandi hálva árið fari eg at
hugsavna meg um útbúgvingina og
at blíva pápi, sigur hann og smílist.
Konan, Malan Vitalis Joensen, er
við barn og er sett til 29. juni. Tey
búgva í Keypmannahavn, har bæði
eru undir útbúgving. Pál tekur
eina bachelor í vinnubúskapi og
verkætlanarleiðslu.
– Hatta orðið havi eg sjálvur
funnið upp á, so eg veit ikki hvat
almenna heitið er á føroyskum,
sigur hann brosandi.
Ein avleiðing av nýggja raðfest
ingarlistanum er, at Pál Vitalis
Joensen verður ikki at síggja til HM
á langgeil í Budapest í summar.
– Eg kann boða frá her, at eg ikki
fari at taka lut í HM kappingini í
Ungarn. Sjálvt um eg havi nógv
góð vinfólk har og tað er stutt at
ferðast, so havi eg fyribils sagt, at eg
ikki farið, sigur Pál Vitalis Joensen,
sum tó ikki hevur uppgivið alt
svimjiárið.
– Í átta ár havi eg havt okkurt
at toppa til um summarið, men
soleiðis verður ikki í ár. Eg havi ikki
uppgivið alt svimjiðárið, tí eg ætli
mær til EM í Keypmannahavn í
vetur. So tað er eitt heilt ár, til eg
skal toppa, greiðir Pál Vitalis Joen
sen frá.
Í svimjing verður nógv tosað
um at ”toppa”. Tað er tá kroppurin
er í best møguligum standi til at
røkka bestu tíðirnar. Oftani verður
eisini tosað um, at svimjarar eru í
”tungari venjing”. Tá er kroppurin í
uppbygging og ikki eins kappingar
klárur.
Útbúgving heldur
enn yrkissvimjari
Hóast svimjing hevur havt hægstu
raðfest øll árini, so hevur Pál Vitalis
Joensen altíð verið sannførdur um,
at hann skal hava eina útbúgving.
Hetta hóast svimjingin krevur
nógv av einum. Tað er ikki óvanligt
í altjóða svimjiheiminum.
– Tað er vanligt millum svimj
ararnar, at teir fáa sær eina út
búgving, meðan teir svimja, greiðir
hann frá.
Pál royndi í eitt ár eftir OL í
London, at liva eitt lív sum yrkis
svimjari. Tað ljóðar skilagott og
sum ein dreymur, men fyri ein
ungan vágbing við nógv tankum,
so var tað ikki vegurin fram.
– Tú hevur frítíð og frælsi,
men tú fær ikki brúkt tað til so
nógv. Mær dámar eisini betri at
hava okkurt annað enn svimjing
at hugsa um. Tað kendist sum eg
stóð í stað sum menniskja. Tá bleiv
eg meiri vitandi um, at eg hevði
brúk fyri eini útbúgving, sigur
vágbingurin.
Pál veit ikki heilt hvar útbúgv
ingin førir hann, men væntar at
hann eins og við svimjingini fer at
seta sær høg mál.
Skúli og ítróttur mugu
spæla saman
Pál bleiv studentur í 2012, eftir at
hava lokið prógv á studentaskúl
anum í Hovi. Talan var um serliga
skúlagongd, sum vardi yvir fýra ár,
heldur enn tey vanligu trý. Hann er
sannførdur um, at skúli og ítróttur
kunnu ganga hond í hond.
Tá tú venur á heimselitustigi, so
verður tú við vanligari skúlagongd
antin noyddur at fara tíðliga upp,
ella venja seint á kvøldi. Tað slapp
Pál Vitalis Joensen undan við síni
skúlagongd, tí hon bleiv tillagað
venjingini.
– Eg var lutfalsliga gamal, tá eg
fekk mítt studentarprógv, tí tað tók
eitt ár longi enn hjá hinum, men
tað gav tað mær góðar møguleikar.
Eg havi havt ágóðan av tí, sigur
Pál Vitalis Joensen, sum hevur øll
árini í studentarskúlanum vant á
elitustigi.
Tað eru tekin um, at føroyska
skúlaverkið er sinnað at spæla við á
ávísum økjum. Millum annað hevur
Kommunuskúlin í Havn roynt seg
við fótbóltsflokki. Vágbingurin er
takksamur fyri hjálpina og væl
vildina, hann fekk frá lærarum
og skúlastjóra í Hovi. Eitt nú bleiv
skemaðið lagt soleiðis, at hann bara
hevði tímar mitt á degnum. Tað
heldur hann er ein fyrimunur, men
Eg havi hildið eina løtt jól
og ikki vant sum eg plagi.
Tað er fyrstu ferð í langa tíð