Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. januar 2017 · Nr. 4 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Virgar Dalsgaard Tað er avgjørt tanka­vekjandi, at drotningin torir at nevna, at sjálvt hjá teimum opnu og vanliga blíðu danskarunum kann fyribrigdið »sjálv­tilstrekkiligheit« eisini vera ein vandi. So skuldi hon bara kent til ta føroysku nalvadyrkanina! – Nær fara føroyskir national­ istar at TORA at taka uppgerðina við ta føroyska yvir-eksponeraða sjálvrósið og ditto-gleðina, tað stupida reypið, heimføðisskapin og ta destruktivu chauvinismuna??? Tað krevur nógv meira enn van­ liga sjálvironi og eitt avgjørt "filo­ sofiskt gear-skifti". ØLL nationalisma er jú akku­ rát sum fascisma baserað upp á ekstremt kyklopiska "sjálv­til­ strekki­ligheit"! Annars er siður í Danmark at kjósa "ársins tosk", og tann danski er langt síðani funnin, men hvør er so tann føroyski kandidaturin? Ja, tað kann valla vera møgu­ ligt at finna ein størri mega-tosk enn okkara ússaliga løgtings­for­ mann, ið vera skal – sjálvur super­ heimføðingurin og meginsparkarin á Reynatúgvu, sum í ramasta álvara sýtti fyri at koma til døgurðaborðs hjá Margretu drotning, tí hann sum tjóðveldismaður ikki vildi eta saman við henni, tí hon er donsk! Henda politiska rukkan av Sandi helt seg vera øgiliga raska, tí hon krógvaði seg undir døgurðanum hjá drotningini. Tíbetur eru teir flestu føroyingar hampafólk og duga munandi betri fólkaskikk enn tað fjaðursára loysingarliðið; og Margreta fírdi tí heldur ikki fyri at senda øllum føroyingum takkarkvøður og al­ skyns góðynski. Hon hevur jú alt tað PLI, sum Reyna-rukkan heilt manglar. Sum orðaleikurin hevur verið á Fólkatingi í heyst, tykist tað, sum um formans-toskurin á Løgtingi er við at fáa ein herviligan konkurrent í einum partamanni á Fólkatingi og helst ein komandi toskakandidat. Tí verður 2017 helst eisini eitt nýtt rukku-ár, har føroyskir loysingar kunnu kappast um at vera mest møguliga sørir fyri uppdragilsi og evnir til at ferðast á asfalti ella bonaðum gólvum. Teir rigga altíð best í runu og trongum sortudíki. Ófatulígt, at løgmaður finnur seg í at hava eina so óskikkaða og primitiva rukku sitandi í landsins næsthægsta starvi. Nýggjár 2017 – drotning & Reynarukka Leif Høj virkiseigari Fofish & Norðfra Niðanfyri eru nøk­ ur sjónarmið, sum eg havi, nú ein nýggj fiskivinnuskipan verður evnað til, sum krevur, at tað verða semjur gjørdar, at tað verða sett mál framyvir og ikki minst, ger okkum betur før fyri at fáa eina størri inntøku samlað, til gagns fyri allar føroyingar. Havi sjálvur búð Í Týsklandi og arbeitt hjá eini íslendskari/týskari fyritøku. Tá var meginparturin av fiskinum innfluttur heilur. Í dag verður tað nærum alt arbeitt í Íslandi ella í Norra og flutt við flogfari inn á fleiri støð í Týsklandi. Hetta hevur viðført, at nógv bygdasamfeløg í Íslandi hava fingið lív aftur í og harvið ein virknan dagligdag, har fólk búleikast og trívast. Nakað, sum vit føroyingar ikki hava dugað at fingið meir fyri, er okkara feski fiskur upp til 4 dagar gamal, og tá verður tosað um bæði botnfisk og pelagiskt. Hetta hevur stór virði, um tað kann fáast skjótt til brúkaran. Tað hevur m.a. laksurin víst, har tað í dag mestsum einki er óført, at okkara laksur verður útfluttur til allan heimin, við skipi til meginlandi og so við flúgvara víðari. Vit hugsa tíverri í dag bert um stórar nøgdir, kvotir á túsinda tons, sum skal til, fyri at tað skal bera til. Er tað veruliga so? Og er hetta tað einasta, vit klára at fáa bera til! Eg havi ofta hoyrt sagt, at fiskivinnan ber ikki meir enn ávist tal av fólki her á landi. Skal tað verða pláss fyri meir enn hesum í Føroyum, so má fiskivinnan longur framá, og tað ber væl til. Men ein fortreyt er, at vit hava nakrar spælireglur, hvussu tilfeingið verður fordeilt, hvussu tað verður veitt, um tað skal upp á land her, so eisini tey á landi hava møguleikan at gera seg betur har og harvið tryggja arbeiðspláss bæði á sjógvi og landi. Meira fisk vit kunnu arbeiða meir enn heilan, er longu byrjanin til virðisøking og skapar løntímar og aðra avleidda inntøku, sum ger samfelagið betur ført fyri at klára seg og eina størri inntøku at fordeila út aftur. Gransking innan fiskivinnuna er nærum eingin, í hvørtfall ikki hvørjar marknaðir vit nú burdu rokkið betur, hvat demografi krevst at arbeiða tað tilfeingið, sum svimur í Føroyum, ella hvørjir aðrar mátar at virðisøkt tilfeingi kundu verið og so víðari. Mín meining er: • Seta minst 100 mio av til at menna flúgving út í heim úr Føroyum við føroyskum fiska­ vørum. Lat okkum stuðla okk­ um sjálvum fyrst, eingin annar ger tað. • Menna eina mentan/skúla­flokk, at føroyingar búsetast uttan­ landa, við atliti til at byggja brýr til Føroya, at fiskavørur úr Føroyum koma so tætt at enda­brúkaranum, sum tilber. Tað vil siga, at vit helst hava før­ oy­ingar, sum innflyta okk­ara ymisku fiskavørur, har tey nú búgva, antin tað er “downtown Manhatten”, “fashion Street Milano”, “Oxford Street Lond­ on” ella á “Strøget Keyp­manna­ havn”. • At eta fisk er “in”, tað er heilsu­ gott. Hvussu kunnu vit fáa hetta betur við í okkara søluliði. Kanska vit áttu at spurt tey á Visit Faroe Islands, um tey høvdu onkur góð ráð. Tey hava so sanni­liga ført Føroyar fram á ferðavinnuøkinum. • Seta færri fólk á skúlabonk og fleiri út í vinnuna at arbeiða og lærast upp. Seta fleiri fólk umborð á skipini, so vit betur læra handverkið at veiða og handfara okkara tilfeingið. Evt krevja “militærpligt at arbeiða í okkara fiskvinnu, antin á sjógvi ella landi. ” • Umhugsa stuðulsskipanir, har tað er skynsamt, so líkastillling kann verða, m.a. at føroysk virki fáa stuðul at flyta fiskin heim av Flemish Cap, heldur enn at krevja, at skipini skulu koma heim hvørja ferð. • Stuðla skipum at taka alt til­ feingið umborð. Stuðla skipum at hava aspirantar við. • Stuðla meirgóðsking, nýggjum framleiðslum, marknaðarrøkt, átøkum, betri samstarvi, synergi­um osv. Føroyar eiga eitt hav av møgu­ leikum innan fiskivinnuna, sum vit kunnu røkka, ið vil bera Før­ oyar langt framá. Óttin fyri nýggj­ um fortreytum má ikki hindra møguleikanum, sum er at náa hægri málum fyri okkara fiski­ vinnu. Leirvík 30.12.2016 Longur framá sum fiskivinnutjóð KJAK Leys størv á Landssjúkrahúsinum Læknaskrivari til Diagnostiska depilin/ Røntgendeildina Umsóknarfreist 13. januar 2017 Fysioterapeutur til Medisinska depilin/ Fysioterapideildina Umsóknarfreist 16. januar 2017 Ergoterapeutur til Psykiatriska depilin Umsóknarfreist 19. januar 2017 Sjúkrarøktarfrøðingur til Medisinska depilin/B6 Umsóknarfreist 20. januar 2017 Kliniskur útbúgvingarsamskipari til Fyrisitingina Umsóknarfreist 20. januar 2017 Ledende ergoterapeut til Landssygehuset/ Medicinsk Center Umsóknarfreist 23. januar 2017 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo PROKLAMA Øll, sum hava krøv í bú ­ num eftir Valborg Elisabeth Svaðabú, Rygsgøta 4, 370 Miðvágur, fødd tann 26. apríl 1923, deyð tann 28. november 2016, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríða Patursson, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 362/2016, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøv ini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 3. januar 2017.