Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 9. januar 2017 · Nr. 4 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 mál, sum eg ikki røkki. Heldur enn at seta mær smá mál, ið veit at eg røkki, sigur hann. OL eitt upplivilsi Í dag situr Pál Vitalis Joensen eftir tveimum søguligum upplivilsum fyri føroysk ítróttarfólk. Hann er ótrúliga fegin um alt tað, sum OL luttøkurnar hava givið honum. Bæði at liva í OL býnum og til­ gongdin at sleppa at luttaka í eini so stórari ítróttarhending. Undan samrøðuni sendi ÍtróttarSosialurin ein fyrispurning til vágbingin, um at svara nøkrum spurningum um árið, ið fór. Ein av teimum spurningunum var um tað var nakað, ið hann vildi gloyma frá árinum. Svimjarin svaraði ongantíð upp á spurningin, men tók heldur av møta til samrøðu. – Tá tit spurdu um tað var nakað eg ikki vil minnast frá árinum, so er einki, sum eg ikki vil minnast. Heldur ikki OL í Rio. Tað var ein fantastisk tilgongd og OL hevur menniskjaliga givið mær ótúliga nógv. Tað er nakað, sum fá sleppa at uppliva, sjálvt um eg ikki fekk mína Pernille Blume løtu, sigur Pál Vitalis Joensen. Danski svimjarin vann óvæntað 50 frí og bleiv eftirfylgjandi ein ítróttarfyrimynd í øllum Danmark. Um vikuskiftið bleiv hon enntá kosin til ársins ítróttarnavn. – Eitt er at verða til OL og uppliva tað, men eisini at kenna niðurlag er nakað, sum eg ikki takið fyri givið. Tað er ein ferð, sum er ein meningartilgongd, ið er út yvir tað vanliga, sigur vágbingurin, sum hóast alt hugnaði sær óført í OL býnum – bæði í London og Rio. Serligur stemningur í OL býnum Tað er tiltikið, at flestu ítróttar­ fólkini búgva í sokalla OL býnum. Tað er eitt stað, har tú bara sleppur um tú luttekur í OL, ella hevur við ítróttarfólkini at gera. – Tað er eitt upplivilsi, sum fá sleppa at gera heilt. Tí virðis­metur tú tað. Eitt nú er tað spenn­andi at møta fólki frá øðrum ítróttar­ greinum. Tað sært tú hvussu stór­ ur munur tað er á kroppinum á svimjara í mun til onnur. Øll eru ymisk, sigur Pál Vitalis Joensen. Hann fortelur eisini um stemn­ ingin, ið er spentur fyrstu daganar. Luttakarnir hava fyrireikað seg í fýra ár til kappingina, og tað merk­ ist. – Tú sær hvussu fokuseraði tey eru og tú følir spenningin upp á tað góða og tað ringa. Tað er eitt slag av spenningin og fjáltri á fólki, greiðir OL svimjarin frá. Spenti stemningurin broytist, so hvørt sum fólk eru liðugt at kappast, hóast fleiri ikki røkka sín­ um málum. – OL býurin er upp á ein máta ein náðileysur býur, men eitt menn­ iskjaligt upplivilsi í stóra saman­ hanginum, sigur Pál Vitalis Joen­ sen. Tankar og motivatión Tað er meiri til Pál Vitalis Joensen enn svimjing. Tað er eitt tað fyrsta tú leggur til merkis, tá tú tosar við svimjaran. Hann er umhugsin og er ikki bangin fyri at tosa um tað. Sum langteinssvimjari er hann mangan einsamallur við sínum tankum í longri tíð í hylinum. – Sum langtteinssvimjari skalt tú verða góður við tínar tankar. Eg eri góður vinur við mínar tankar og hugsi nógv. Tað hevur verið ein av mínum góðu eginleikum, at eg kann verða í høvdinum á mær sjálvum, greiðir Pál frá. Onkuntíð undrast hann á hvussu langt tankarnir kunnu ferð­ ast, meðan hann svimur. Við tíðini hevur hann lært at fokusera upp á teknikkin, tá hann er í hylinum, hóast tankarnar fara avstað við honum. Pál angrar heldur ikki, at hann hevur brúkt so nógva tíð í hylinum, tí hann hevur havt tað gott. Tó eru tað dagar, har hann ikki tímur eins væl. Tá hevur hann ein heilt serliga máta at motivera seg, tá hugurin ikki er góður. – Ongin hevur ein góðan dag hvønn dag. Mín teknikkur er, at um eg klári at gera tað eitt sindur betri enn eg tími, so geri eg tað betri enn hinir. Tað havi eg lært, tá eg havi verið á venjingarlegum. Tá eru svimjarar við stórum metum, sum ikki tíma á ávísum døgum, greiðir Pál Vitalis Joensen frá. Hann heldur tó fyri, at hugurin til svimjing næstan altíð hevur verið góður. Ringurin kollvelti ikki tilveruna Pál Vitalis Joensen bleiv í 2015 giftur við Maluni Vitalis Joensen. Tey blivu par í 2007 og hava verið saman gjøgnum alla svimjileiðina hjá Páli. Hóast løtan var stór, tá vágbingurin bleiv giftur í Páls Høll, so hevur tað ikki broytt gerandis­ dagin so nógv. – Tað broytti ikki so nógv, tí vit hava verið saman so leingi. Eg vaksi í stigum kundi tú sagt. Brúdleypið og at skula blíva pápi eru við til tað, sigur Pál Vitalis Joensen, tá hann fær eini boð á fartelefonina. Avtalaði tímin er næstan blivin til tveir. Onkur er ótolin í hinum endanum og tað er ikki óhugsandi, at tað er konan, sum vil hava fatur á manninum hjá sær. Vágbingurin er fólkaligur og heldur fram at svara, hóast tað eru boð eftir honum. Nú sum maður og pápi meiri enn sum svimjari. Klárur at blíva ókendur Pál Vitalis Joensen er eitt kent andlit í Føroyum. Minnini eru góð, frá tí hann kom aftur úr Beograd við trimum gullheiðursmerkjum. Tá var viðurkenningin upp á tað størsta í Føroyum. Nú er hann eisini til reiðar, at hann ikki er mitt í meldrinum í framtíðini. – Tað var ótrúliga stuttliga at blíva viðurkendur her í Føroyum, tá eg var yngri. Tað fylti nógv fyrr og toppaði í 2008, men kanska eg komi at sakna tað, sigur Pál, sum í dag lætt verður kendur aftur, tá hann er úti millum fólk. Hann leggur bara ikki altíð merki til tað sjálvur. – Tað er eitt sindur øðrvísi í Vági, tí har kenna tey meg á ein annan hátt, men tá eg komi onnur støð, so er tað stórur áhugi. Tað er serliga Malan, sum leggur væl merki til, at fólk hyggja, tá tey síggja meg, sigur Pál Vitalis Joensen nærmast lítillátin á málinum. Tað er ikki vist, at Pál Vitalis Joensen hevur havt sína størstu løtu, men í løtuni er OL 2020 fjart úr høvdinum. Aðrir svimjarar bjóða seg fram og hava OL sum mál. Tá kemur vágbingurin møguliga fyri fyrstu ferð síðani 2008, at verða í skugganum av øðrum svimjarum. Tað nívur ikki vágbingin, sum smílst, tá hann verður spurdur um hann er til reiðar blíva ókendur. – Eg føli meg ikki tryggast við at vera í fokus. Tað er stuttligt, men tað er ikki nakað, sum gevur mær eitt ”drive”. Nú hæsar tað eitt sindur av, men eg veit ikki um eg fari at leggja í, um eg eina ferð blívi heldur ókendur fyri almenningin. Í svimjihøpi havi eg mínar vinir, men tað er mest tí eg kenni tey og vit hava kappast. Fólk koma nokk ikki minnast meg sum Michael Phelps, men tað hugsi eg ikki so nógv um, sigur Pál Vitalis Joensen. Vil minnast sum undangongumaðurin Lívið sum svimjari er náðileyst. Tú er ikki betri enn seinasta svimj­ ingin. Tú kanst ikki umbera teg við at viðspælarar gjørdu okkurt skeivt, ella at dómarin er býttur. Sum 26 ára gamal er Pál farin um bestu árini í svimjing - ella tað sigur serfrøðin. Tú situr við kensluni av, at vit hava ikki sæð tað seinasta frá vágbinginum, sum í átta ár hevur livað sum svimjari á heimselitustigi. Pál Vitalis Joensen hevur tó gjørt sær onkrar tankar um eftirmælið av honum, tá hann verður spurdur hvussu hann vil minnast sum ítróttar­maður. – Eg vil minnast sum ein, ið setti sær nøkur hørð mál og rakk onkur av teimum. Eisini at eg komi frá Vági og hava klárað tað. Saman við Jón Bjarnason, svimji­ sambandinum og ÍSF hava vit upp­arbeitt ein yvirleggjara, sum er hægri enn vit hava sæð fyrr. Vit hava brotið múrar og eg havi verið partur av at venja eina skipan, sum nú uppalir ítrottarfólk í heims­ flokki, sigur Pál Vitalis Joensen. Sostatt eru tað ikki mongu heiðurs­merkini, ið viga mest í eftir­ mælinum, men tað hann vónar at hava givið øðrum føroyskum ítróttar­fólkum. At hann hevur verið við til at gera Føroyar til eina betri tjóð, sum hann málber seg. Ein møguleiki fyri OL 2020 Tað eru fleiri boð komin á far­ tele­fonina, tá tíðin kemur at taka mynd á trappuni hjá fyrrverandi borgarstjóranum, Heðini Morten­ sen, sum nú er trappan hjá fyrr­ver­ andi svimjaranum Anniku Olsen. Tað er kalt, men Pál Vitalis Joen­sen aktar boðunum hjá mynda­manninum, tá hann skal taka myndir av honum. Pál hevur pigment feil og tað sæst á skegg­ inum, men hann ynskir ikki at fjala tað. – Tað er ein partur av at fevna um tann tú ert, sigur hann við einum stórum smíli. Seinasti spurningurin til Pál Vitalis Joensen er, um hann fer at royna at koma til OL fyri triðju ferð. Svarið kemur ikki beinanvegin, men hann fær møguleikan at seta tal á. Á einum skala frá eitt til tíggju. Hvussu sannlíkt er tað, at vit síggja teg til OL aftur? – Trý, kanska fýra, sigur Pál Vitalis Joensen og takkar fyri hesa­ ferð. Ein tími bleiv til tveir, tí tað er so nógv meir til Pál Vitalis Joensen enn svimjing. trondur@sosialurin.fo Svimjingin blívur helst skitnari og skitnari, og vit síggja meiri til doping. Tað er kanska ein umbering fyri meg, men tú kanst bara hyggja eftir hvør vinnur