Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. januar 2017 · Nr. 4 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SAMRØÐA ásannar at tað er ikki vist, at øll eru eins heppin og hann. – Fólk hava av sínum eintingum hjálpt mær, meðan onnur møguliga ikki hava tað eins lætt. Skúlin í Hovi er lítil og onkuntíð hava tey hugt millum fingarnar, tá eg møgu­liga havi verið nógv vekk. Tað er ein møguleiki eg haldi, at vit skulu hava í Føroyum. Høvdu vit kunna lagt tað í fasta legu, so hevði tað givið ein stóran fyrimun fyri føroysk ítróttarfólk, heldur Pál Vitalis Joensen fyri. Hann leggur dent á, at vit mugu tora at halda tað er í ordan, at ítróttarfólk fáa sersømdir, so tey kunnu røkka langt í ítrótti. – Fyri tíggju árum síðani høvdu fólk sikkurt hildið, at tað er løgið, men í dag hugsa vit øðrvísi, sigur Pál og vísir til Team Danmark. Hann vísir eisini á menn sum Óla Mortensen og Alva Hjem, sum í dag eru elitusvimjarar og undir útbúgving í Danmark. Doping og pengar órógva altjóða svimjing Kaffikoppurin er um at vera tóm­ ur, tá prátið fellur inn á peng­ar. Pál Vitalis Joensen er ikki blivin fíggjarliga ríkur av at svimja. Tað kann millum annað slett ikki saman­berast við aðrar ítróttar­ greinar sum eitt nú fót­bóltur, har sjálvt spælarar í Føroy­um fáa yvir eina vanliga arbeiðs­mánaðarløn. Vágbingurin, hevur tó hug at hugsa seg meiri um, tá hann verð­ ur spurdur um fíggjarliga partin av svimjilívinum. Hann hevur í nógv ár tosað við fjølmiðlar, og veit at ein setningur tikin úr saman­ hang­inum, kann geva ein annan týdning. Tí leggur hann fyri við at lýsa samlaðu kensluna. – Tað er týdningarmikið, at eg ikki ljóði sum eitt grenj ella bittur, tí eg havi nógv at vera takksamur fyri, men eg hevði sjálvandi ynskt at tað var lættari fíggjarliga hjá mær, sigur Pál Vitalis Joensen. Hann hevur at kalla hvørt ár síðani gjøgnumbrotið, verið úti við hattinum til stuðlar. Fleiri hava víst honum áhuga og stuðlað, men hann heldur ikki altíð, at stuðlarnir hava fingið nokk aftur frá honum á lýsingarpartinum. Støðan er tann saman hjá flestu av elitusvimjarunum í Danmark. Svimjingin leggur ikki nógvar pengar eftir sær, um tú ikki eitur Pernille Blume. – Eg vildi ynskt at var øðrvísi, men tað er eisini ein sjarma við einum ítrótti, har pengarnir ikki ráða, sigur hann. Eins og fleiri aðrar ítróttar­ grein­ar, so veksa pengarnir tó í svimjing. Er tað nakað ítróttarfólk tíma minni at tosa um enn pengar, so er tað doping og snýt. Tí gongur eisini rúm tíð, til Pál leggur afturat, at svimjingin er blivin skitnari, so hvørt sum pengarnir vaksa. Ein svimjari sum Sun Yang, ið hevur heimsmetið á 1.500 metrum, tjenar nógvar pengar upp á at vinna. Hann er eisini saman við øðrum kapp­ingarneytum tikin fyri doping seinnu árini. – Svimjingin blívur helst skitn­ ari og skitnari, og vit síggja meiri til doping. Tað er kanska ein umbering fyri meg, men tú kanst bara hyggja eftir hvør vinnur, sigur Pál Vitalis Joensen og lenar seg afturav á stól­ inum. Meginpartin av samrøðuni situr hann róligur, meðan aðrar løtur lenar hann seg framyvir og leggur albogarnar á borðið. Prátið um doping nívur heilt víst føroyska svimjara, tí nú situr hann afturav og tykist ikki vilja siga ov nógv. Boðið um at hyggja eftir hvør vinnur, eru tó ikki uttan orsøk. Til HM á stuttgeil í Kanada í desembur í fjør, vinnur Tae-hwan Park úr Suðurkorea gull á 200, 400 og 1.500 metrum frí. Hann er so seint sum í 2015 dømdur fyri doping. Ikki sæð OL svimjingarnar aftur – nakrantíð Tvær tær størstu løturnar hjá Páli Vitalis Joensen eru endaðar í vónbroti. Fyri okkum onnur er tað óhugsandi at luttaka í OL, men fyri vágbingin er tað eitt vónbrot, at hann ikki er komin í finaluna í 1.500 metrum frí í OL 2012 og 2016. So djúpt stingur sárið, at tann annars so harðføri svimjarin ikki klára at síggja svimjingina á upptøkum umaftur. – Eg havi aldrin sæð tað aftur, og tað fari eg heldur ikki. Eg havi hugt við revsandi eygum eftir hvat gekk galið. Eg føldi meg maktarleysan og skilti ikki hví tað gekk so galið, greiðir olympiski svimjarin frá. Við tíðini hevur tankagongdin broytt seg. Í dag er hann keddur um at tað gekk so illa, men hugsar ikki so nógv um tað. Hann er ikki so sinnaður at finna orsøkirnar, men ásannar eisini, at tað hevur kravt nógva mentala styrki at viðkenna, at tað ikki riggaði. Soleiðis var ikki eftir svimjingina á Aquatic Center í London í 2012. – Tú kundi sagt, at eg ikki vil finna orsøkina. Tað gjørdi eg eftir OL í London. Tað endaði við ein­ um so longum frymli, at eg ikki kundi seta orð á tað. Niðurstøðan er, at eg havi ikki nakað svar - og tað er absurd, men tað eru nakrir spurningar, tú ikki fær svar uppá. Alt er ikki so einfalt, sigur 26 ára gamli Pál Vitalis Joensen. Tosingarlagið er framvegis álvarsligt. Hann hugsar seg væl um og sigur so nakað, sum hann hevur vent í høvdinum leingi. Eftir nógvar harðar tímar í svimjihillinum, so veit hann hvat hann tosar um, tá hann rørir við at alt er ikki so ein­ falt. – Eg vil ikki ljóða dapur og fráráða fólki at venja meiri, men alt er ikki so einfalt. Meiri venjing er ikki altíð lykilin til at tú blívur betri. Tað eru fá ting, sum eru givin. Eitt nú hvussu tú fær sukses. Eg føli, at eg havi gjørt nógv rætt og rokkið langt, men undrist á hví tað ikki riggaði til OL, sigur Pál. Hann hevur øll árini vant hart, men úrslitið er ikki altíð óbetingað sukses. Tað eru OL luttøkurnar eitt prógv um. – Eg havi ikki rokkið mínum málum, men eg vil heldur seta stór Skúlin í Hovi er lítil og onknuntíð hava tey hugt millum fingarnar, tá eg møguliga havi verið nógv vekk