mánadagur 9. januar 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. januar 2017 · Nr. 4
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað steðgaði alt upp hjá mær, tá ein
av mínum floksfeløgum skrivaði
inn boð til mín og spurdi, um tað
var Vivi Møller Vang, sum var
farin. Eg visti av ongum, hevði ikki
hoyrt tíðindini, so tað var ein verri
skelkur at fáa.
Vivi og eg hava kenst frá, vit
vóru smágentur. Vuksu upp mitt í
Klaksvíkarbý tætt við Ziskatrøð
skúlan, har vit gingu í sama flokki
og vóru dag og dagliga saman eftir
skúlatíð.
Pápi Vivi var Erik Møller Larsen,
sum var stjóri í klædnahandlinum
hjá J. F. Kjølbro og mamman Ingi
bjørg Hofgaard av Hvítanesi á
Tvøroyri, tvey elskulig menniskju,
har børnini altíð føldu seg væl at
vera. Fimm vóru systrarnar, hvør
vakrari enn onnur og hartil altíð
blídligar og fittar.
Tá Vivi var um 16 ára aldur
fluttu tey niðuraftur, og vit hvørki
hoyrdu ella sóust í eini fimm ár,
men minnist, hvussu glað eg bleiv,
tá eg sá brúðarmynd av Vivi og
manninum Hanusi Vang, bónda á
Vatnaskørðum í Havn. Komin heim
aftur til Føroya rann skjótt saman
aftur okkara millum, og vitjaðu
vit hvørja aðra við børnunum og
høvdu mangar hugnaligar løtur
saman.
Mangan vitjaði eg, saman við
børnunum, í heimi teirra á Vatna
skørðum. Eitt vælsignað heim,
har man altíð kendi seg meira enn
vælkomnan, har eisini altíð varð
borðreitt við øllum góðum.
Vivi var sera evnarík og ein av
teimum bestu í flokkinum, ein fan
tastiskur floksfelagi og vinkona. Eg
vil takka tær góða Vivi fyri alt tað
góða, vit høvdu saman, virkar bara
fyri meg so undarligt, hvussu stutt
foldarlívið er.
Góði Hanus og tykkara kæru
børn, ommu/abbabørn, má Harrin
styrkja tykkum hesar tungu dagar
og komandi.
Hvíl í friði góða Vivi.
Eg hugsi um løtur so góðar
og minnist á barndómsins ár
í bønum vit leiktu so fróar
so fjálgt var ungdómsins vár
Vit vóru so nær hvørjum øðrum
yngri og tilkomin við
í Klaksvík og Vatnaskørðum
sum systrar tvær, lið um lið.
Bert fyri tað góða eg minnist
teg, góða vinkona mín.
Ein fittari vinur ei finnist
eg minnist aftur til tín
Nú slóknað er fagrasta glæman,
eg ongantíð gloyma teg skal.
Tær løtur vit høvdu saman,
í hjartanum goymi eg væl
Jórun Nystrøm
Mín góða vinkona Vivi farin
NØVN
Til minnis um kæru
systur okkara
Marjun Kristensen
(fødd Nolsøe)
Svárt svíður sorgin um farna systur,
tyngjandi tómleiki trínur í lon,
lið kom í garðin – ein fløvi mistur –
ei bøtist aftur tað minsta fon. - - -
Hugurin rennur til firrandi løtur,
dýrastu minnir goyma seg har,
fjálgt okur fylgdust barmdómsins gøtur,
tryggur og sorgleysur dagurin var. - - -
Lívsgøtur snúgva sær ymiskar leiðir,
heimanífrá fjart har festi tú fót,
tokkin til heimlandið var tær tó greiður,
ongantíð sveik teg tín føroyska rót.
Lukkuna fanst tú har við tínum kæru,
fram um alt annað - tey settu teg høgt,
fjálga um tey, tú sá tær sum æru,
heimið so hugnaligt heltst tú og snøgt.- - -
Men sjálvt tá ið sólin, sum bjartast man skína, óveðursskýggj
kunnu draga framvið,
løturnar ljósu tá vera at dvína,
mangur tá missa man mál sítt og mið.- - -
So var hjá tær - systir – heilt óforvarað
sníkjandi sóttin hon setti sær spor,
alt tað tú stríddist – fekk viðgerð so harða –
lívsviljin fekk eingi linnandi kor.
Seinasta ynski tú hevði av øllum -
víkjandi heilsa tó forðaði tí –
at síggja Føroyar við líðum og fjøllum,
við øllum vænleika tú aldist í. - - -
Takk, góða systir, av hjarta vit siga
fyri hvørt bil okkum untist á fold,
styrk tíni nærmastu – Harri vit biðja –
nú tú fann hvílu í fremmandu mold.
Hvíl í friði kæra systir.
Bróðir og systir tín