mánadagur 9. januar 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 9. januar 2017 · Nr. 4
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
ÍF hevur tryggjað sær ein
góðan styrk til miðvøllin
komandi kappingarár. Bogi
R. Petersen hevur valt at
gevast í danska Kolding IF
og venda snútan aftur til
føroyskan fótbólt og ÍF, har
23 ára gamli miðvallarin
hevur spælt í fýra ár og
skotið 14 mál í 80 dystum.
Heimasíðan hjá ÍF skrivar,
at talan er um ein eitt ára
sáttmála við Boga, sum í
fjør fekk sín fyrsta minutt á
føroyska A-landsliðnum.
Í Kolding IF eru tey hørm
um at missa Boga. - Eg havi
so við og við tosað við Boga,
og eg havi merkt á honum,
at Føroyar lokkaðu. Vit fara
at sakna Boga, sum kom við
einum ágrýtni og vilja, ið
okkum tørvaði sentralt, men
eg haldi eisini, at vit hava
funnið
góðar
avloysarar,
sigur ítróttarstjórin í felag
num, Ulrik Pedersen, við
bold.dk
ÍF
kunnger
eisini,
at
Olgar Danielsen er settur í
starv sum hjálparvenjari.
Talan verður tískil um eitt
klaksvíkspar
á
venjara
bonkinum, nú 50 ára gamli
Olgar, sum í mong ár hevur
verið venjari hjá EB/Streymi,
kemur til Fuglafjarðar at
mynda venjaratoymið sam
an við Jákupi Mikkelsen.
Føroyska kvinnulands
liðið
hevði
leygardagin
tvær venjingar. 30 leikar
ar luttóku í hesari venj
ingini, sum er liður í fyri
reikingunum til innleiðandi
umførini
til
HM-undan
kappingina.
Kappingin
verður 6. - 11 apríl, og 29.
januar verður lutakast til
bólkar og vertslond. Lond
ini, sum luttaka, eru 16 tey
lægsst
styrkismettu
hjá
UEFA: Turkaland, Ísrael,
Grikkaland, Kasakstan, Est
land, Albania, Føroyar, Mol
dova, Malta, Montenegro,
Georgia, Litava, Lettland,
Luksemborg, Andorra og
Kosovo.
Real
Madrid
hevur
møguleikan at leggja seg
heili sjey stig á odda í La
Liga, nú FC Barcelona í
gjár snávaði og einans fekk
1-1-javnleik við sær heim
aftur frá dystinum ímóti
Villarreal.
Villarreal
var
leingi
á
sigurskós,
men
Lionel Messi javnaði í allar
seinasta
minutti.
Real
Madrid greiddi leygardagin
sína skyldu við at vinna 5-0
á heimavølli ímóti Granda,
og hevur framvegis spælt ein
dyst færri enn FC Barcelona.
Mamadou Sakho sleppur
ikki framat í Liverpool, og
nú sigur Sky seg vita, at
spanska felagið Sevilla er
tilreiðar at bjóða upp á mið
verjuleikaran,
sum
varð
keyptur úr PSG í 2013 fyri
180 milliónir krónur. Sakho
hevur spælt 80 dystir fyri
Liverpool og hevur sáttmála
fram til 2020, men sleppur
neyvan at spæla meiri so
leingi
Jürgen
Klopp
er
venjari.
Everton er áhugað at
keypa Jack Wilshere frá
Arsenal. Tað skrivar enska
blaðið
Daily
Express.
Everton-venjarin,
Ronald
Koeman, hevur alment sagt,
at hann fegin vil hava styrk
til miðvøllin. Jack Wilshere
er útleigaður til Bourne
mouth fram til í summar,
og tá ið hann vendir aftur
til Arsenal, er einans eitt
ár eftir av sáttmálanum og
latið verður møguliga upp
fyri einari sølu. 25 ára gamli
Wilshere hevur higatil spælt
við í 15 dystum fyri Bourne
mouth.
André Silva, sum skeyt
hattrikk í 6-0-sigrinum hjá
Portugal ímóti Føroyum í
fjør, er ávegis til Real Madrid.
Tað skrivar spanska blaðið
Marca. Real Madrid kann ikki
gera sáttmálar í løtuni, men
blaðið sigur seg vita, at tað
hevur eydnast Real Madrid
at gera semju við FC Porto
um eitt skifti í januar. Vegna
fíggjarligar
trupulleikar
hevur FC Porto hevur fyri
neyðini at selja leikarar, og
tða væntast, at felagið fær
einar 430 milliónir krónur
fyri André Silva.
FLOGBÓLTUR
KÍF og TB halda fram við at
elda Drátt í bestu kvinnu
deildini. KÍF hevði leygar
dagin vitjan av Mjølnir,
og her gjørdist tað til ein
greiðan 3-0-sigur til heima
liðið. Settúrslitini vóru 25-11,
25-19, 25-18. TB var á vitjan
hjá Ternuni á Toftum, og
hóast tvørakvinnur taptu
fyrsta settið 25-22, so svaraðu
tær væl aftur og vunnu tey
næstu trý 25-18, 25-19, 25-19.
Heima í Sørvági fingu SÍ-
kvinnurnar sín annað sigur
hetta kappingarárið, tá ið tær
vunnu 3-0 ímóti ÍF. Har vóru
settúrslitini 25-21, 26-24, 25-18.
Í kvøld kl.19.30 fær suverena
oddaliðið Dráttur vitjan av
Fleyr. Dráttur hevur vunnið
allar seks dystirnar og hevur
einans tapt eitt sett, men
bara eitt stig aftanfyri tær er
KÍF, sum tó hevur spælt ein
dyst meiri. Dráttur hevur
spælt ein dyst færri og kann
harvið økja um oddastøðuna
aftur í kvøld.
HONDBÓLTUR
Meðan FTZ-deildin hevur
ligið still hetta vikuskiftið
vegna
HM-undankapping
hjá
U21-landsliðnum,
so
hava tveir dystir verið í
Hvonndeildini.
Oddaliðið
Neistin leggur sjógv niður
til eltararnar hjá teimum og
Kyndli. Neistin hevði hetta
vikuskiftið vitjan av VB, og
talan gjørdist um ein greiðan
32-26-sigur eftir eina meira
tepra 14-13-hálvleiksleiðslu.
Eir Berg skeyt heili níggju
mál fyri Neistan, meðan
Maria H. Weyhe skeyt átta
fyri gestirnar. Neistin er
oddalið við 22 stigum, meðan
Kyndil, ið hevur spælt ein
dyst færri, hevur 20 stig. Á
triðja plássi er VB við 12 stig
um.
Hin dysturin hetta viku
skiftið var ímillum StÍF og
VÍF, og har vóru tað gestir
nir úr Vestmanna, ið struku
avstað við sigrinum. Hálv
leiksstøðan var heili 13-6
til VÍF, sum at enda vann
23-20. Durita Hummeland
skeyt seks mál fyri StÍF,
meðan Brynja Rógvadóttir
og Daniella Joensen skutu
hvør síni fýra mál fyri VÍF,
sum nú er á fjórða plássi
við 10 stigum. StÍF hevur
fýra stig og er niðast saman
við Stjørnuni. Týskvøldið
dystast Stjørnan og Kyndil í
Klaksvík, og tá hevur Kyndil
møguleikan at leggja seg
undir liðina á Neistanum
aftur.
INNIRÓÐUR
Róðrarsamband
Føroya
sendir komandi tíðina 18
rógvarar at luttaka í DM og
EM í inniróðri. DM verður í
Gladsaxe 28. januar, meðan
EM verður í París 4. februar.
Til EM eru hesi úttikin
(aldursbólkur í klombrum):
Unnur á Tórgarði (13 ár), Lea
T. Johansen (14 ár), Kristianna
Skarpheðinsdóttir (14 ár),
Jannik Dalfoss (14 ár), Nikoba
í Gong (15 ár) og Brandur
Kjølbro (16 ár).
Tey, sum skulu til EM,
eru (aldurs- og vektbólkur
í klombrum): Steinar W.
á Tórgarði U19 tungvekt),
Hávar Patursson (U19 tung
vekt), Sarita K. Hansen (opin
bólkur lættvekt), Kem Weihe
(opin
bólkur
tungvekt),
Inga Weihe (opin bólkur
tungvekt),
Bergur
Dam
Jensen (30-39 ár lættvekt),
Elsa Magnussen (30-39 ár
tungvekt), Róland Michelsen
(30-39 ár tungvekt), Jens
Kristian Dam (40-49 ár lætt
vekt) og Toni Dam (40-49 ár
tungvekt)
HAVNALIÐINI
NÆRKAST FINALUNI
Einki bendir á, at nakar fer at forða kvinnunum í
Neistanum og Kyndli at koma í FM-finalurnar. Neistin
vann greitt hetta vikuskiftið og er oddalið, meðan
Kyndil er beint í hølunum og hevur ein dyst tilgóðar
STUTTSØGD TÍÐINDI