Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. januar 2017 · Nr. 4 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Neli Heldarskarð Vit eru afturi í 2010. Árgangirnir 1995 og 1996 hjá H71 og VÍF stríðast á hvørjum ári um meistaraheitini í ymsu ungdómsdeildunum. Tað er eyðsæð, at fleiri talentfullir leikarar eru í árganginum, men teimum tørvar fleiri avbjóðingar. Fleiri foreldur hjá dreingjunum síggja hendan tørvin, men lands­ liðsvirksemið hjá HSF er so sum so í hesum døgum. Hetta ger, at nøkur av foreldrunum velja at taka seg saman og skipa fyri felagsvenjingum til evnaríku dreingirnar. – Tá ið vit spældu ímóti strand­ ingum og hoyvíkingum í U15 hildu vit, at fyri leikararnar var tað ein ov lítil avbjóðing bara at spæla hesar dystirnar. Vit vóru nøkur foreldur hjá leikarunum í VÍF, foreldur hjá leikarunum í H71, harímillum Anna Dam og Gunnar Djurhuus og foreldur hjá leikarunum hjá StÍF, millum annað Pole J. Hansen, sum avgjørdu at skipa fyri nøkrum venjingum í Vestmanna, Skála og Hoyvík fyri leikararunum. Hetta varð alt gjørt sjálvboðið, og allar útreiðslur av hesum goldu vit sjálvi, sigur vestmenningurin Ingi Olsen, ið hevur fylgt spælarunum øll hesi árini og í dag er annar av venjarunum á U21-landsliðnum. Leikarar sum vestmenningurin Áki Egilsnes, hoyvíkingarnir Jónas Djurhuus og Helgi Hoydal og strandingurin Kjartan Johansen, ið vit øll kenna frá U21-landsliðnum í dag, byrjaðu nú at venja saman og læra hvørjar aðrar betur at kenna. Í 2011 fingu hesir leikararnir so høvið at royna seg á landsliði saman. – Fyri leikararnar var tað so heppið, at ein ferð hjá HSF bleiv avlýst. Hetta gjørdi, at eitt sindur av pengum lupu av, sum gjørdi, at vit kundu senda dreingirnar til kapping í Íslandi sum eitt landslið. Tað var har, at alt byrjaði. Vit spældu tríggjar landsdystir ímóti trimum landsliðum hjá Íslandi, og vit vunnu tveir teir fyrstu av hesum dystunum. Tá blivu íslendingarnir rættiliga kløkkir, og tað eru teir, sum vit møguliga aftur skulu spæla ímóti í komandi HM- endaspælinum. Tað haldi eg vera nokk so stuttligt, sigur Ingi Olsen. Afturat teimum omanfyri­ nevndu vóru Pætur Thomsen og Teis Horn Rasmussen eisini við á túrinum í Íslandi, har dagsins U21- landslið byrjaði at taka skap. Sterkt samanhald Føroyski liðskiparin, sum eisini gjørdist toppskjútti hjá Føroyum í júst lidnu HM-undankappingini, Helgi Hildarson Hoydal, minnist eisini aftur á hendan túrin í Íslandi. – Vit hava verið savnaðir í nógv ár og spælt eina rúgvu av landsdystum saman. Tað hevur avgjørt havt nógv at siga. Byrjanin til tað heila var Íslandstúrurin í 2011, sigur liðformaðurin, áðrenn hann leggur afturat: – Vit hava eitt ótrúliga sterkt samanhald. Gott samanhald sært tú nógvastaðni, men tað, sum vit hava, er veruliga ektað. Vit kenna hvønn annan ómetaliga væl, og tað ger, at tað er lætt hjá okkum at spæla saman. Vit vita, hvat síðumaðurin hugsar, og hvat hann ætlar, sigur Helgi Hildarson Hoydal. Ingi Olsen er eisini bergtikin av, hvussu gott samanhaldið er ímillum leikararnar. – Nakrir eru komnir upp í afturat, men yvir helvtin av leik­ arunum, sum vóru við tá, eru enn við í dag. Hesir leikararnir hava verið sera hugagóðir at venja, og teir blivu øgiliga væl. Tað sigur eitt sindur, at meðan vit hava vant í Havn í hesari vikuni hava teir av bygd búð hjá viðleikarum í høvuðsstaðnum. Leikararnir eru tryggir við hvønn annan, og tað fellur næstan ikki eitt ónt orð ímillum teir. Men tá ið tað er álvari, so duga teir væl at traðka til, sigur Ingi Olsen. Besti árgangurin higartil Í dag hevur hetta landsliðið, ið hevur spælt saman í fleiri ár, megnað at skapt eina ótrúliga sensasjón við at spæla seg til eitt HM-endaspæl. Hetta er fyrstu ferð, at hetta hendir í føroyskari hondbóltssøgu, og hóast vit kunnu vóna, at tað fer at henda oftari, so skulu vit ikki neyðturviliga vænta tað. – Tað er bláoygt at halda, at hetta fer at henda serliga ofta. Okkara U21-landslið vísir tó, at verður lagt til rættis við spælarunum í ungum aldri, so ber tað til at skapa eitt slíkt úrslit viðhvørt. Nú hava vit rakt ein sera góðan árgang, og kanska vit eisini hava havt eitt sindur av hepni við okkum í lutakastinum. Men gróthart arbeiði skal til, og tað hava okkara leikarar avrikað. Hetta er besti árgangurin higartil, og hetta verður ein árgangur, sum fólk fara at tosa um um nógv ár. Tí onki føroyskt landslið hevur nakrantíð verið nær námind at verið ímillum 24 tey bestu í heiminum, sigur Ingi Olsen. Hesin árgangurin av landsliðs­ spælarum hevur tó eisini eina heilt serliga trúgv á egnan mátt og megi, vísir liðskiparin á. – Vit høvdu ikki vunnið dystin ímóti Sveis uttan at trúð upp á møguleikan, og tað sama er galdandi fyri hinar báðar dystirnar, Tað er ikki av tilvild, at føroyska U21- landsliðið er komið hartil, sum tað er. Leikararnir hava spælt saman í fleiri ár, og alt hetta byrjaði, tá ið nøkur foreldur settu leikararnar at venja saman HETTA ER BEST U21-LANDSLIÐIÐ Ingi: Leikararnir, sum eru í hvítum og grønum troyggjum, eru hesir: Standandi frá vinstru: Jónas Gunnarsson Djurhuus, Teis Horn Rasmussen, Hilmar Leon Jakobsen, Brandur Halgirsson, Kjartan Johansen, Fríði Weyhe, Áki Egilsnes og Helgi Hildarson Hoydal. Húkandi frá vinstru: Pætur Thomsen, Torkil Mørk Hentze, Sjúrður Olsen, Niklas Simonsen, Hørður Trygvason, Pætur Mikkjalsson, Rói Berg Hansen og Pætur Johansen. Kári Nielsen, venjari