mánadagur 9. januar 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 9. januar 2017 · Nr. 4
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
U21-LANDSLIÐIÐ
sum vit vunnu. Spurningurin snýr
seg eisini um, hvat ein vónar, og
hvat ein væntar. Vit trúðu uppá,
at vit kundu vinna á øllum, men
vónirnar tordu vit ikki at siga hart
undan kappingini, hóast tær vóru
sera góðar, sigur Helgi Hildarson
Hoydal.
Tjóðirnar, sum allar máttu lúta
fyri U21-monnunum, Sveis, Ísrael
og Finnland eru allar fólkaríkari og
nógv størri tjóðir enn okkara, men
tað hevur ikki stórvegis at siga.
Góðskan hevur størri týdning enn
nøgdin.
– Vit høvdu ein góðan røðara
áðrenn
seinasta
dystin,
sum
fortaldi okkum, at ein tjóð er ikki
eitt kvantitativt hugtak, men eitt
kvalitativt hugtak. Tað vístu vit
sera væl í hesum seinasta dystinum
ímóti
Finnlandi,
sigur
Helgi
Hildarson Hoydal at enda.
HM fyri framman
Nú skulu leikararnir aftur hvør til
sítt í feløgunum, har vinnararnir í
bæði steypa- og landskappingini
skulu finnast í komandi mánað
unum. Eftir hetta bíðar so stóra
løtan í juli, tá ið HM-endaspælið í
Algeria skal spælast. Enn hevur
ongin, sum varðar av U21-lands
liðnum, sett nakað mál fyri hesa
kappingina.
– Fyrsta málið hjá okkum var
at standa okkum væl í hesari
undankappingini. Inntil nú hava
vit yvirhøvur ikki tosað um nakað
HM, men tað mugu vit fyrihalda
okkum til nú. Tað er framvegis ov
tíðliga at seta nakað mál fyri HM-
endaspælið, sigur Ingi Olsen at
enda.
TI ÁRGANGURIN
Hesir skoraðu føroysku málini:
Helgi Hildarson Hoydal: 15
Rói Berg Hansen: 13
Áki Egilsnes: 10
Kjartan Johansen: 9
Sjúrður Olsen: 9
Fríði Weyhe: 9
Jónas Gunnarsson Djurhuus: 9
Pætur Thomsen: 6
Hilmar Leon Jakobsen: 5
Teis Horn Rasmussen: 2
Torkil Hentze: 1
Helgi Hoydal stóð seg væl í
øllum trimum dystunum.
Fegnir føroyskir spælarar
Kári Nielsen, venjari hjá U21-landsliðinum og hjálparvenjarin Ingi Olsen.