mánadagur 9. januar 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 9. januar 2017 · Nr. 4
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
eykaleikararnir, ið róptu “Defence”,
tá ið liðið var í verjustøðu, sum
høvdu verið mest mælskir í høllini,
men seinastu løtuna vaknaði før
oyska áskoðarafjøldin veruliga – og
tað kom væl við!
Sveis hevði eisini møguleikan at
leggja seg á odda beint eftir, men tá
vísti høgri vongurin, Pætur Thom
sen, seg at gerast ein sera týdn
ingarmikil maður. Fyrst fiskaði
hann bóltin í verjuni, áðrenn hann
bleiv sendur avstað í skjótálop og
skoraði 25-24. Hetta gjørdist sjálvt
banahøggið til sveisarar, tí at enda
vunnu Føroyar 28-24.
Sveis endaði nummar níggju í
EM-endaspælinum í fjør, og tí var
tað onki annað enn eitt satt bragd,
sum ongin hevði væntað, at før
oysku knassarnir vunnu á sveis
arum. Nú var veruligur hondbólts
fepur undan dystinum leygardagin
ímóti Ísrael.
Byrjunartrupulleikar
ímóti ísraelum
Ísrael tapti sín fyrsta dyst ímóti
Finnlandi, og hetta økti um før
oysku vónirnar undan hesum
dystinum. Í fyrra hálvleiki var
føroyska spælið tó ikki á sama
støði
sum
ímóti
sveisarum.
Óneyðugar villur vórðu gjørdar
í verjuni, og hetta gjørdi, at Ísrael
fekk óneyðuga nógv løtt mál upp
á snarálop. Ísrael var á odda bæði
5-3 og 8-6, men seinastu løtuna fekk
føroyska liðið um endan og fór til
hálvleiks við eittmálsleiðslu, hóast
spælið hevði verið so sum so.
Eftir sigurin ímóti sveisarum
var høllin á Hálsi blivin stúgvandi
full av føroyskum viðhaldsfólki, og
hesin stuðulin kom avgjørt før
oyska liðnum til góðar. Í seinna
hálvleiki fekk føroyska verjan
eisini betri tak á ísraelunum, og so
var ongin ivi um vinnaran. Før
oyska álopsspælið byrjaði eisini at
blóma, og endin var tann, at
Føroyar vunnu tryggan sigur við
seks málum.
Nú var U21-landsliðið einsamalt
á odda í bólkinum og kundi sjálvt
avgera sína lagnu í síðsta dystinum
ímóti Finnlandi. Setningurin var
tann, at Føroyar máttu ikki tapa við
meira enn tveimum málum, so var
HM-plássið í hús.
Søga varð skrivað
Ikki er óhugsandi, at áskoðaramett
varð sett, tá ið U21-landsliðið
skuldi spæla avgerandi dystin
ímóti Finnlandi. Høllin var longu
um at vera full ein tíma áðrenn
dystarbyrjan, tá ið føroysku leik
ararnir komu gangandi inn í
høllina. Tá byrjaði øll høllin at
klappa
fyri
U21-leikarunum,
meðan dysturin ímillum Sveis og
Ísrael var ígongd. Tað var týðiligt,
at spenningurin var stórur og
stuðulin góður.
Meginpartin av fyrra hálvleiki
góvu finnar dygga mótstøðu, men
okkara vóru eitt vet betri og kundu
fara til hálvleiks á odda 16-12.
Finnland skuldi vinna við trimum
fyri at spæla seg víðari, og harvið
høvdu teir nógv at innheinta.
Føroyska leiðslan tódnaði niður í
eitt mál, men veruliga í vanda kom
HM-plássið ongantíð. At enda
vunnu Føroyar eisini við einum
máli, og tá kom øgiligur rómur á
fjølmentu fjøldini og ikki minst
leikarunum, ið framdu tað søguliga
bragd at verða tað fyrsta føroyska
hondbóltslandsliðið, sum fer so
langt sum at spæla seg til eitt HM-
endaspæl.
Sostatt er føroyska U21-lands
liðið ímillum 24 tey bestu í heimi
num og tilreiðar til HM-endaspælið
í Algeria, sum verður spælt í døg
unum 14.-31. juli. Ímillum kvali
fiseraðu tjóðirnar eru eisini hond
bóltsligar stórtjóðir sum Danmark,
Spania, Frankaríki, Týskland og
grannatjóð okkara fyri vestan,
Ísland.
U21-LANDSLIÐIÐ
MSINS BESTU
Ísrael-Finnland 30-36 (9-17)
Ísrael: Eden Gingihashvili 8, Hadar Matzliyah 7, Aviv Liefer 4, Dorel Ben-
Sadon 3, David Pinchasi 3, Itamar Almosninos 2, Shay Nathan 2, Rotem
Bargil 1.
Finnland: Benjamin Helander 13, Ian Martin 5, Theo Westerlund 5, Paavo
Brummer 4, Max Granlund 3, Andre Udd 3, Eemeli Maijala 2, Vincent
Voutilainen 1.
Sveis-Føroyar 24-28 (14-16)
Sveis: Michael Kusio 7, Samuel Weingartner 7, Tim Aufdenblatten 4, Remo
Hochstrasser 2, Claudio Vøgtli 2, Jan Gwerder 1, Jannick Størchli 1.
Føroyar: Føroyar: Áki Egilsnes 4, Fríði Weyhe 4, Helgi Hildarson Hoydal 4,
Rói Berg Hansen 4, Jónas Gunnarsson Djurhuus 3, Sjúrður Olsen 3, Pætur
Thomsen 2, Kjartan Johansen 2, Teis Horn Rasmussen 1, Hilmar Leon
Jakobsen 1.
Finnland-Sveis 26-28 (11-13)
Finnland: Benjamin Helander 7, Max Granlund 5, Paavo Brummer 4, Theo
Westerlund 4, Andre Udd 3, Ian Martin 2, Rasmus Blässar 1.
Sveis: Albin Alili 7, Tim Aufdenblatten 6, Remo Hochstrasser 5, Michael
Kusio 4, Jan Gwerder 3, Samuel Weingartner 3.
Føroyar-Ísrael 31-25 (17-16)
Føroyar: Rói Berg Hansen 6, Pætur Thomsen 4, Hilmar Leon Jakobsen 3,
Helgi H. Hoydal 3, Sjúrður Olsen 3, Áki Egilsnes 3, Jónas G. Djurhuus 3,
Kjartan Johansen 3, Fríði Weyhe 2, Torkil Hentze 1.
Ísrael: Eden Gingihashvili 9, Avnaim Mor 5, Dorel-Nehorai Ben Saadon 3,
Rotem Bar 3, Hadar Masliyah 2, Itamar Almosninos 2, David Pinchasi 1.
Sveis-Ísrael 31-23 (14-11)
Sveis: Claudio Vögtli 11, Albin Alili 7, Jan Gwerder 5, Michael Kusio 5, Remo
Hochstrasser 2, Jannic Störchli 1.
Ísrael: Itamar Almosninos 8, David Pinchasi 6, Dorel-Nehorai Ben Saadon 4,
Ran Yonish 3, Aviv Liefer 1, Rotem Segal 1.
Føroyar-Finnland 29-28 (16-12)
Føroyar: Helgi Hildarson Hoydal 8, Kjartan Johansen 4, Sjúrður Olsen 3, Áki
Egilsnes 3, Rói Berg Hansen 3, Fríði Weyhe 3, Jónas Gunnarsson Djurhuus 3,
Hilmar Leon Jakobsen 1, Teis Horn Rasmussen 1.
Finnland: Ian Martin 8, Benjamin Helander 6, Max Granlund 6, Theo
Westerlund 4, Andre Udd 2, Vincent Voutilainen 1, Rasmus Blässar 1.
Kjartan Johansen, Torkil Mørk, Fríði Weyhe og Teis Horn Rasmussen
Málverjarnir, Hørður Trygvason og Niklas Simonsen, fegnast saman við Inga Olsen