Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. januar 2017 · Nr. 4 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1. Hava tit fingið armarnar niður aftur? Nei so avgjørt ikki. Hetta er so stórt, at eg rokni við, at minst allur dagurin í dag eisini gongur, áðrenn eg fái armar­nar niður. Eg bleiv spurdur henda sama spurningin í morgun, tá ið eg vaknaði, og svarið var tað sama. Næst­an hald í armunum 2. Hvussu kanst tú best lýsa hetta vikuskifti og hýrin í høllini á Hálsi? Tað byrjaði alt við spenningi fríggja­ dagin. Vit høvdu sæð, at Sveis hevði ikki fult mannað lið, og at vit kanska hesu­ferð kundu drillað teir. Tað má man so siga, at vit gjørdu í ólukku mát. Restin av vikuskiftinum var upp­gávan at innstilla dreingirnar til Ísrael og Finland, sum avgjørt ikki vóru lættar uppgávur. Og sjálvt um tað ikki gekk líka væl móti hesum báð­um liðunum, so vístu dreingirnir, hvør dugur er í teimum. At høllin á Hálsi so var so stúgvandi full, gjørdi bara, at upplivilsi bara gjørdist so óbe­skrivi­liga fantastiskt. Og tað tók sera langa tíð at koma úr høllini – hýrur­in var sera sera góður. 3. Tú hevur verið venjari í nógv ár, hvat er tað serliga við hesum U21-árganginum? Hesin árgangurin hevur verið sera heppin uppá nógvar mátar. Sera evnaríkir, men hartil skal so sigast, at teir heldur ikki eru kom­n­ir so­ vandi til úrslitini. Hjúkla hev­u­r veri­ð nógv um teir, men teir hava so afturfyri sanniliga arbeitt hart. Tað nyttar einki at hava evni og ikki arbeiða samstundis. Hesir hava ser­ liga góð evni, og tá teir so sam­stund­is sera eyðmýkt hava arbeitt sera hart, so kann slíkt henda. 4. Hvussu fyrireika tit tykkum fram móti HM- endaspælinum? Vit skulu hava fund um tað heilt skjótt. Vit hava enn ikki gjørt okkum teir stóru tankarnar um hvussu vit skulu fyrireika okkum, men tað er so nakað, ið vit heilt skjótt skulu til. Men nú verður steypakapping og landskapping avgreiðast fyrst, áðr­enn vit fáa dreingirnar aftur. Men helst hava teir longu nú gjørt sær tankar um, hvat teir skulu brúka summarið…… 5. Er nakað land, sum tú helst vil sleppa at spæla móti í Algir? Nei, nú haldi eg at vit bara fara at taka tey sum koma og bara royna okkara besta. Vit vita, at vit møta sera sera sterkum tjóðum frá Europa, men eisini øðrum tjóðum frá hinum heimspørtunum. Har hava vit helst betur møguleika fyri at yvirraska. Men longu nú hava leikararnir lova, at teir í hvussu er fara at arbeiða gróthart fram móti komandi VM í Algir. Vikan ið fór Hondbóltskvinnulandsliðið hjá Senegal verður útistongt frá altjóða kappingum í fýra ár. Hetta hevur altjóða hond­bólts­sambandið, IHF staðfest í úr­skurði. Orsøkin er, at kvinnulandsliðið hjá Senegal brúkti ein ólógligan leikara til afrikanska endaspælið í desember í fjør. The New Saints, ella TNS úr Wales, sum var mótstøðuliðið hjá B36 í Champions League undan­kappingini í 2015 hevur sett eitt ótrúligt met, og hevur sligið metið hjá legendariska Ajax Amsterdam liðnum við Johan Cruyff, sum í 1972 kundi hát­íðar­ halda, at teir høvdu vunnið 26 dystir á rað. TNS hevur ikki gjørt mætari enn at vinna 27 dystir á rað í walisisku landskappingini, og í walisisku steypakappingini. Metið gjørd­ist veruleiki gamlaárskvøld, tá TNS vann 2-0 á Cefn Druids. Við 2-0 sigri á White Hart Lane steðg­ ar Tottenham sigursrøðini hjá enska oddaliðnum Chelsea, sum annars var ein dyst frá at taka metið hjá Arsenal, sum hevði 14 sigrar á rað Nú kann tó vera, at tað er liðugt við ørskapinum, har eitt nú Carlos Tevez tjenar 5,4 milliónir krónur um vikuna í Shanghai Shenhua og Oscar 3,5 milliónir krónur um vikuna í Shanghai SIPG. Ein talsmaður hjá ítróttar­myndug­ leikunum í Kina av­dúkar í dag, at kinesiska stjórnin ætlar sær at fremja lógarbroytingar, soleiðis at fót­bólts­ feløg ikki sleppa at spæla sær við ørandi upphæddir. Stjórnin ber ótta fyri, at fót­bólts­ feløg­ini grava sína egnu grøv, og lógarbroytingarnar fara at geva feløgunum eitt loft bæði á keyp­um og lønum. Við 3-1 sigri á Ternuni tryggjar KÍF sær sum seinasta liðið pláss í hálvfinalunum í steypa­kapp­ingini í flogbólti. Hálv­finular­nar verða spældar í Havn 11. Februar, og tá dystast SÍ-KÍF og Fleyr-TB. Toftamaðurin Andre Olsen skrivar søgu, tá ið hann skrivar sáttmála við Skála. Hann verður nevnliga fyrsti leikarin í søguni, sum hevur umboðað øll fimm eysturoyarliðini í bestu deildini. Við 29-28 sigri á Finnlandi tryggjar føroyska U21-landsliðið í hondbólti sær beinleiðis atgongd til HM- endaspælið í hondbólti í Algir í juli mánað. Sigurin á Finnlandi er triði sigurin av trimum møguligum í HM- undankappingarbólkinum, sum bleiv leiktur í Føroyum um vikuskiftið. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningartil føroysk ítróttarfólk... Navn: Ingi Olsen Aldur: 48 Ítróttur: Landsliðsvenjari Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1. SG Flensburg Handewitt 2. Halgir Dahl Olesen, pápi Brand Halgirsson 3. Skjern 4. Algir 5. Í Juli 6. Bogi Henriksen 7. Helgi Høgnason Hoydal 8. Tony og Rógvi Weyhe ÍTRÓTTARMYNDIN 1. Tveir av føroysku U21-landsliðsleikarunum í hondbólti spæla í týskum hondbólti. Hvussu eitur navnframa felagið, ið teir umboða? 2. Annar av ungu leikarunum í Týsklandi er sonur fyrrverandi føroyskan stórspælara og kendan venjara. Hvør er pápin? 3. Annar av føroysku málverjunum, Niklas Simonsen, spælir til dagligt fyri danskt felag. Hvussu eitur felagið? 4. Hvar verður HM-endaspælið, sum Føroyar skulu taka lut, spælast í summar? 5. Nær verður HM-endaspælið spælt? 6. Hvussu eitur málmansvenjarin hjá føroyska U21- landsliðnum? 7. Hvør er liðskipari á U21-landsliðnum? 8. Bakspælarin Fríði Hammer Weyhe hevur tveir eldri beiggjar, sum eru kend andlit í føroyskum hondbólti. Hvussu eita beiggjarnir? Helgi Høgnason Hoydal, liðskipari á søguliga føroyska U21-landsliðnum, tykist ikki heilt fata, at hann og liðfelagarnir hava spælt seg til HM-endaspælið í Algir í summar Mynd: Álvur Haraldsen