Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 9. januar 2017 · Nr. 4 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Leingi hevur verið greitt, at hetta var ikki hissini gyltur árgangur, ið var á veg í manshondbóltinum. Tað, sum fyri nøkrum árum síðani byrjaði sum eitt gott og framsíggið samstarv millum vestmenningar, hoyvíkingar, strandingar og onnur, og sum Hondbóltssambandið síðani sera væl hevur tikið sær av víðari, blómaði um vikuskiftið á slíkan hátt, sum vit ongantíð hava sæð tað áður í føroyskum liðítrótti. Sum onkur segði tað so væl, so er avrikið hesar tríggjar dagarnar ikki bara ein einsamøll og leys sensatión, ið kann vera íkomin av berari tilvild, tí alt nú lagaði seg so væl akkurát nú. Eitt er at vinna ein óvæntaðan dyst, sum er nakað, ið altíð kann henda, og sum vit kenna frá óteljandi steypakappingum kring knøttin, har tað altíð kann eydnast einum lítlum liði at koppa einum stórum. Men tá eitt lið sum hetta fantastiska U21-landsliðið tríggjar dagar á rað prógvar, at sensatiónin ikki bara er eitt einsamalt upplop, men úrslit av hørðum og miðvísum arbeiði og framúr dygdum, tá er øllum greitt, at vit standa við nøkrum heilt serligum. Hetta er ikki nakað, ið hendir á hvørjum degi, men er ein einstakur møguleiki, vit mugu fáa sum mest burturúr. Nú hava hesir ungu og evnaríku kúllarnir vunnið seg víðari til eitt HM-endaspæl, har teir eru ein av bara 12 europeiskum tjóðum, ið skulu kappast um heimsmeistaraheitið – og samstundis er veruleikin, at Føroyar í U21-høpi teljast millum 24 tær bestu tjóðirnar í heiminum! Hetta sigur eitt sindur um, hvussu dýrabært ungdómsarbeiði er í føroyskum ítrótti, tí avrikið hjá hesum undurfulla 21-liðnum er altso fult í tráð við tann leist, Hondbóltssambandið hevur lagt fyri framtíðina, at vit skulu byggja okkum upp eitt samanhangandi landsliðsarbeiði frá teimum yngstu til tey elstu. At kósin er tann rætta, ivast eingin í í dag! Samstundis er umráðandi, at almennu Føroyar taka væl undir við hesum arbeiði og ikki minst hesum serliga avrikinum, vit sóu U21-menninar fremja um vikuskiftið. Næsta stopp á ferðini er Algeria, og har eigur landið beinanvegin at taka á seg ein virknan leiklut, so U21-landsliðið fær allarbestu umstøður til tær fyrireikingar, ið nú skulu gerast. Hetta er ein einastandandi møguleiki at seta Føroyar á heimskortið, og slíkar møguleikar mugu vit ikki lata gleppa okkum av hondum! Undurfulla 21-liðið KLUMMAN Hilmar Jan sigur sína hugsan... Nú U21-landsliðið hjá monnum í hondbólti um vikuskiftið spældi seg til HM-endaspælið í Algeria, skal HSF av alvára í arbeiðshandskarnar. Tí hetta er nakað, sum HSF als ikki var fyrireikað uppá - PÚRA ÓFYRIREIKAÐIR TIL ALGERIA Terji Nielsen Tað var einki minni enn ein sensatión, tá ið føroyska U21-landsliðið hjá monnum í hondbólti í um vikuskiftið sum fyrsta føroyska lands­ lið­ið nakrantíð spældi seg til eitt HM-endaspæl. Eisini í Hond­bóltssambandi Føroya kom frálíka úrslitið ógvuliga óvart á, tí tey vóru púra ófyri­reikað uppá, at okkara dreing­ir skuldu til Algeria. Stórt fíggjarligt tak - Hetta er nakað, sum vit als ikki eru fyrireikað uppá. At fara við einum liði til Algeria er yvirhøvur ikki ein partur av okkara fíggjarætlan, so tað er einki at taka seg aftur í, at hetta verður eitt stórt fíggjar­ligt tak fyri Hond­ bólts­sambandið, sigur Hallur Daniel­sen frá HSF. Hann sigur, at HSF annars hevur eina sera holla og neyva fíggjarstýring, og ein túrur til Algeria hevur ongan­tíð verið partur av fíggjar­ætlan­ini. - Men skulu vit fyrireika okk­um optimalt til HM- enda­spælið, og tað skulu vit sjálvsagt gera, so kostar tað ikki undir eina hálva millión krónur, sigur Hallur Daniel­ sen. Hann leggur tó afturat, at eftir dystirnar um viku­ skiftið hava tey í HSF havt samband við bæði myndugleikar og sponsor­ar, og har hava aftur­meld­ing­ arnar verið ógvuliga jaligar, so hann hevur góðar vónir um, at tað skal eydnast at fáa eina nøktandi upphædd til fyrireikingarnar til HM- enda­spælið. - Vit vita eisini, at hond­ bóltur er óvuliga stór­ur í Føroyum, og flestu før­oy­ing­ ar hava onkurs­vegna tilknýti til hondbóltin, og tí vænta vit eisini, at tað verður mót­ tik­ið jaligt, tá ið vit skulu leita eftir fígging, sigur hann. Savna nú upplýsingar Hallur Danielsen sigur, at tey í Hondbóltssambandinum nú royna at savna saman upp­lýs­ingar um HM-enda­ spæl­ið í Algeria, so at farast kann undir bíleggingarnar og annað sum skjótast. - Nú er tað IHF, altjóða hond­bólts­sambandið, sum stendur fyri HM-enda­spæl­i­ num, og tann felags­skapurin er ikki eins upplýsandi sum til dømis EHF, evropeiska hond­bóltssambandið, ið er ein ógvuliga professionellur felags­skapur. Men sum sagt, so høvdu vit als ikki væntað hetta, og tí eru vit púra ófyri­ reikað og royna nú at savna upp­lýsingar saman, sigur Hallur Danielsen. Spurdur um HSF fær nakað fíggjarligt ískoyti frá altjóða Hond­bólts­sam­bandi­ num í sambandi við, at man hevur vunnið HM-undan­ kapp­ingarbólkin, sigur Hall­ ur Danielsen, at tað veit hann ikki. - Tað havi eg so ikki hoyrt um. Men í summ­um kappingum eru premiu­ pengar, men tær upp­hædd­ir­ nar eru lutfalsliga smáar, so tær gera ongan serligan mun. Hugnaðu sær saman við mótstøðumonnum Føroyski hópurin hevði í gjár­kvøldið eina hugnaløtu í høllini á Hálsi, eftir at kapp­ ingin var lokin, og sjálv­sagt fingu leikararnir eisini høvi at ”feira” sigurin eitt sindur. - Tað stuttliga var, at seinni um kvøldið settu bæði sveisar og finnar seg í sam­ band við okkara leikarar, og endin var, at bæði sveisar og finnar komu oman í høllina at stuttleika sær saman við okkara leikarum, sigur Hallur Danielsen at enda. HONDBÓLTSSAMBANDIÐ: Hondbóltssambandið var púra ófyrireikað uppá, at okkara U21-dreingir skuldu spæla seg í HM-endaspælið. Tí skal HSF nú av álvara í arbeiðshandskarnar Mynd: Álvur Haraldsen