mikudagur 29. september 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 185 - 29. september 2004
Nr. 185 - 29. september 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Væntar sama
óskilið
Vit kunnu vænta sama
óskil á forsetavalinum í
Florida hesaferð, heldur
fyrrverandi
forsetin
Jimmy Carter.
Valskipanin í amerik-
anska statinum Florida er
framvegis so vánalig, at
tað ber stutt sagt ikki til at
avgreiða eitt rættvíst val
har.
Tað heldur fyrrverandi
forsetin Jimmy Carter.
Hann ásannar, at myndug-
leikarnir hava gjørt ávísar
ábøtur á skipanina síðani
gøluvalið fyri fýra árum
síðani, men tað er fram-
vegis ikki nóg gott, sigur
hann.
– Nógv bendir á, at vit
kunnu vænta sama óskilið
sum í 2000, skrivar Carter
í einari grein í blaðnum
Washington Post.
Carter skrivar, at grund-
leggjandi altjóða krøv til
eitt rættvíst krav eru ikki
uppfylt í Florida. Hann
veit, hvat hann tosar um,
tí hann hevur verið altjóða
valeygleiðari í fleiri ár.
Sjálvur heldur hann, at
ein óheft nevnd eigur at
hava ábyrgdina av valin-
um í Florida, og at allir
borgararnir
fáa
somu
møguleikar. Hann heldur,
at Kathrine Harris, sum
stóð fyri valinum í Florida
í 2000, var ikki óheft, og
at Glenda Hood, sum hev-
ur tikið við, hevur ov tæt
tilknýti til republikanska
flokkin.
Carter finst eisini at
guvernørinum í Florida,
Jeb Bush. Hann og Ge-
orge W. Bush, forseti, eru
brøður, og Carter heldur,
at guvernørurin hevur
gjørt alt ov lítið fyri at fáa
viðurskiftini við valskip-
anini í rættlag.
Amerikanska sjóverjan
gjørdi kvettið, tá hon fyrr
í mánaðinum sendi menn
umborð á tvey fiskiskip at
kanna veiði og reiðskap.
Bæði skipini vóru í
Kyrrahavinum. Fyrst setti
sjóverjan menn umborð á
skipið "Lina Maria", sum
var statt góðar 200 fjórð-
ingar í útsynning úr Gal-
apagosoyggjunum,
og
seinni fóru menn umborð
á "San Jose", sum bleiv
steðgað í ein útsynning úr
meksikonsku strondini.
Tað vísti seg, at skipini
høvdu 27 tons í lastini -
ikki av fiski, men av rús-
evninum kokaini. Báðar
manningarnar, 18 mans,
sita nú í varðhaldi, og
myndugleikarnir
hava
lagt hald á bæði skipini.
Í Danmark ætlar stjórnin at
taka stig til at fáa fleiri
irakar, sum flýddu undan
stýrinum
hjá
Saddam
Hussein, at flyta heimaftur.
Í seinastuni hava em-
bætisfólk í innflytara- og
menningarmálaráðnum
arbeitt við at fyrireika eitt
tilboð til tey iraksku
flóttafólkini.
Sambært
Politiken er ætlanin, at
irakararnir skulu fáa til-
boð um fíggjarligan stuð-
ul úr danska ríkiskassan-
um umframt pengar, sum
skulu nýtast til at endur-
reisa tað økið, sum teir
búseta seg í. Sum skilst er
ætlanin at venda aftur til
eina skipan, sum var í
gildi í fjør, og sum gav
irakum 18.000 krónur um
mánaðin, vildu teir fara
heimaftur.
607 iraksk flóttafólk,
sum eru í Danmark, hava
fingið at vita, at tey fáa
ikki uppihaldsloyvi, og
Danski
Fólkaflokkurin
hevur hótt við at fella
fíggjarlógaruppskotið fyri
næsta ár, ger stjórnin ikki
okkurt munagott fyri at
fáa irakararnar at venda
heimaftur.
Fiskur var kokain
Irakar fáa tilboð
Beijing verður vertur
fyri teimum olymp-
isku leikunum um
fýra ár, men ein frá-
greiðing avdúkar, at
OL-pengar eru brúkt-
ir til mong endamál
SVIK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Kinesiski ríkisgrannskoð-
arin, Li Jinhua, hevur av
álvara fest í fjúsið.
Í einari frágreiðing, sum
hann skrivaði í summar,
men sum ikki er komin fyri
almenningin fyrr enn nú,
skrivar Li Jinhua, at svik og
fíggjarundandráttur
eru
vanlig innan umsitingina í
41 av teimum 55 kinesisku
stjórnarráðstovunum.
Eitt nú er hann komin
fram á umfatandi svik í
sambandi við arbeiðið at
byggja ein ringveg rundan
um kinesiska høvuðsstaðin.
Sambært fjølmiðlunum er
leiðarin fyri verkætlanini
skuldsettur fyri at hava
stungið ovurstórar upp-
hæddir í egnan lumma, og
harafturat skal hann hava
latið skyldfólki og vinum
nógvar pengar burtur av
almennu játtanini til veg-
arbeiðið.
Í 2008 verða teir olymp-
isku summarleikirnir í Bei-
jing, og býurin hevur gjørt
nógv burtur úr at vísa seg
sum ein nútímans høvuðs-
stað. Men sambært frá-
greiðingini hjá Li Jinhua,
ríkisgrannskoðara, er alt
ikki líka ljósaeytt. Hann vil
vera við, at nógvir pengar,
sum eru settir av til at fyri-
reika leikirnar, eru endaðir
aðrastaðni. Í frágreiðing
hansara stendur, at nevnd-
in, sum fyrireikar leikirnar,
hevur stungið meiri enn 13
milliónir dollarar í egnan
lumma. Ein stóran part av
pengunum hevur nevndin
brúkt til at byggja nevndar-
limunum egin hús.
Kinesiskir
eygleiðarar
siga,
at
avdúkingarnar
koma Hu Jintao, forseta illa
við, tí hann hevur lagt stór-
an dent á at koma tí al-
menna svikinum til lívs.
Í annaðkvøld verður
tann fyrsti av trimum
sjónvarpsdystum
ímillum tey bæði for-
setavalevnini
VALSTRÍÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tær seinastu vikurnar hava
George W. Bush og John
Kerry ferðast USA runt fyri
at tryggja sær undirtøku
frá veljarunum á valinum í
november. Men teir sein-
astu dagarnar hava valbuss-
arnir staðið stillir, tí val-
evnini hava fyrireikað seg
til tann fyrsta av teimum
sera týðandi sjónvarpsdyst-
unum.
Dysturin verður í ann-
aðkvøld, og kanningar onn-
ur ár hava víst, at tað r ser-
liga tí fyrsta dystinum, fólk
hyggja eftir. Tað hevur eis-
ini stóran týdning, sum
hvussu valevnini standa
seg, tí sambært einari
nýggjari kanning siga heili
69 prosent av teimum
spurdu, at sjónvarpsdyst-
urin kann vera avgerandi
fyri, hvønn tey velja.
Tíðarritið Time vil vera
við, at Bush hevur fyrireik-
að seg til sjónvarpsdystir-
nar í fleiri mánaðir, og
blaðið veit eisini at siga, at
forsetin hevur lurtað eftir
einum hópi av røðum, sum
Kerry hevur hildið.
Eisini John Kerry hevur
fyrireikað seg, men hann
hevur kortini tikið sær
stundir til at halda einstakar
veljarafundir.
Kerry ber orð fyri at duga
væl at orðføra seg í einum
kjaki, og hann var eisini
virkin í einum kjakfelags-
skapi, tá hann las á lærda
háskúlanum Yale. Annars
høvdu hann og Bush sama
lærara í júst kjaki.
Svik við OL-pengum
Bush og Kerry í
venjingarlegu
Fyri fyrstu ferð hittast Bush og Kerry í einum sjónvarpsdysti. Úrslitið kann fáa stóran týdning fyri valúrslitið
Innlit í fíggjar-
viðurskifti
Rokningar til hitt al-
menna skulu fram-
eftir avgreiðast skjót-
ari og uttan at fara
við ov nógvari ar-
beiðsorku. Tí er neyð-
ugt, at rokningarnar,
sum verða sendar
almennum stovnum
verða greiðari
FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ
Tíðindaskriv
Hvønn dag avgreiða al-
mennir stovnar umleið 350
rokningar fyri vørur og
tænastur, sum hitt almenna
keypir. Nógv arbeiðstíð og
orka fer til at avgreiða
rokningarnar.
Nú ætlar Fíggjarmálaráð-
ið tó, at viðgerðin av rokn-
ingum skal effektiviserast,
so umsitingin av økinum
gerst minni og at goldið
verður til tíðina.
Men hóast skilagóðar
loysnir, so er veruleikin, at
nógv tíð fer til at avgreiða
rokningar, sum eru ógreiðar
og vanta grundleggjandi
upplýsingar. Tí er neyðugt,
at rokningar, sum koma til
tað almenna, verða greiðari.
Ójavnar rokningar
Ógvuliga stórur munur er á
sjálvum rokningunum, sum
skulu avgreiðast. Í øðrum
endanum eru rokningar,
sum hava allar neyðugar
upplýsingar, eru snøggar og
greitt uppsettar, og í hinum
endanum eru rokningar, ið
eru hondskrivaðar og vanta
grundleggjandi upplýsing-
ar. Ein stórur partur av øll-
um
rokningum
liggur
onkustaðni millum hesar
báðar pólarnar.
– Ógreiðar rokningar
krevja lutfalsliga nógv ar-
beiði, og tað leingir av-
greiðslutíðina. Sjálvandi
ger hetta eisini umsitingina
dýrari í síðsta enda, sigur
Leif Abrahamsen, stjóri á
Gjaldstovuni.
Greiðari rokningar
Um avgreiðslutíðin skal av-
markast, er neyðugt, at
Gjaldstovan
beinanvegin
kann skráseta krøv, sum
landið skal rinda, í skipanini
hjá landinum. Skipanin er
lærd upp at kenna tær ymsu
rokningarnar, sum virkini
brúka. Tað ber í sær, at
næstu ferð ein rokning
verður móttikin, verður hon
ljóslisin
(skannað)
og
skrásett sjálvvirkandi. Síðan
verður rokningin beind til
rætta viðkomandi í tal-
gildaðum (digitalum) formi.
"Tá allir stovnar undir
landinum eru við í skip-
anini, er ein annar fyrimun-
ur, at Fíggjarmálaráðið til
eina og hvørja tíð hevur fult
yvirlit yvir, hvørjir stovnar
ikki avgreiða rokningar til
tíðina, og kann seta neyðug
tiltøk í verk", sigur Leif
Abrahamsen, stjóri á Gjald-
stovuni.
Ein avgjørd treyt er tó, at
fyritøkur senda inn væl
uppsettar og greiðar rokn-
ingar, sum hava allar neyð-
ugar upplýsingar. Tí heitir
Fíggjarmálaráðið í hesum
døgum á teir veitarar, sum
senda tí almenna rokningar
fyri vørur og tænastur, um
at uppfylla ávís formkrøv.
Nýggju formkrøvini
Fíggjarmálaráðið
hevur
gjørt eitt yvirlit yvir krøv-
ini, sum frameftir verða sett
rokningum, ið skulu av-
greiðast. Yvirlitið við teim-
um týdningarmestu form-
krøvunum sær soleiðis út:
• Rokningin skal verða
prentað ikki skrivað við
hond
• Rokningin skal hava eitt
V-tal. Um talan er um eitt
partafelag,
skal
P/F-
nummarið eisini standa á
rokningini
• Dagfesting skal prentast
á rokningina
• Rokningin skal hava eitt
eintýðugt rokningarnummar
• Rokningin skal hava ein
falldag, t.d. 30 dagar
• Kundanummarið skal
verða prentað á rokningina
• Er grundarlagið undir
keypinum ein rekvisitión
ella
innkeypsordi,
skal
verða víst eintýðugt til
nummarið á rokningini.
• Navnið á tí, sum hevur
umbiðið vøruna, skal við á
rokningina.
• Best er, um rokningin er
prentað á hvítt pappír uttan
prýði, kassar o.a.t.
Ein stórur trupulleiki er, at
fleiri fyritøkur brúka rokn-
ingar, sum eru prýddar í
bakgrundini
við
litum,
myndum og køssum. Hetta
órógvar sjálvvirkandi ljós-
lesingartilgongdina, og tí er
best, um rokningar til landið
eru prentaðar á hvítt pappír
uttan prýði og annað tílíkt.
Samstundis, sum hitt al-
menna nú ynskir greiðari
rokningar á pappíri, er
greitt, at fyrireikingar verða
gjørdar, soleiðis at takast
kann móti talgildum (digi-
talum) rokningum.
Seinni í ár verður eisini
ein fráboðan send út um, at
rokningar
til
almennar
stovnar skulu sendast bein-
leiðis til Gjaldstovuna. Ein
serlig fráboðan verður send
út um hetta. Fíggjarmála-
ráðið fer eisini seinni at
gera eitt rundskriv um
gjaldstreytir.
Hitt almenna ynskir
greiðari rokningar
Rokningarnar til tað almenna skulu nú gerast greiðari og meira eintýðugar
Ein føroysk-donsk
embætismannanevn
d hevur nú tilevnað
ásetingina um inn-
litið, ið Landsstýrið
ætlandi í hesi ting-
setuni skal fáa í før-
oysk peningastovns-
og fíggjarviðurskifti.
Innlitið skal latast á
sama hátt, sum
danskir myndugleik-
ar í dag fáa innlit frá
Fíggjareftirlitinum
INNLIT
tíndaskriv
Innlit, upplýsingar og dag-
føring.
Hetta
eru
við-
urskiftini, ið verða viðgjørd í
einari føroyskari-danskari
embætismannanevnd, sum
hósdagin
hevði
fund
í
Føroyum. Umboð fyri Fíggj-
armálaráðið, Vinnu- og –bú-
skaparmálaráðið og Fíggj-
areftirlitið eru við í nevndini.
Nevndin arbeiðir við at
útvega Landsstýrinum neyð-
ugu heimildina, so at Lands-
stýrið kann fáa innlit í før-
oysk peningastovns- og fíggj-
arviðurskifti. Arbeiðið, sum í
seinasta lagi skal verða liðugt
um ársskiftið, er nú komið so
mikið á leið, at ásetingin um
innlit er tilevnað.
Semja er um, at Lands-
stýrið skal fáa upplýsingar
um møguligar trupulleikar í
føroyskum peningastovnum
so skjótt sum til ber. Tað
merkir, at innlit fæst, eftir at
Fíggjareftirlitið hevur gjørt
sínar niðurstøður, og tær eru,
at trupulleikar eru staðfestir í
stovnum í føroyska fíggjar-
umhvørvinum. Semjan merk-
ir, at Landsstýrið fær fráboð-
anina eins skjótt og avvarð-
andi danskir myndugleikar.
Semjan í nevndini ber
eisini í sær, at ein føroyingur,
sum er serfrøðingur í føro-
yskum fíggjarviðurskiftum,
skal knýtast til Det Finansi-
elle Virksomhedsråd. Ráðið
er partur av Fíggjareftirlitin-
um, og tekur m.a. allar prin-
sipiellar avgerðir hjá eftirlit-
inum. Føroyski serfrøðing-
urin skal veita ráð, tá føroysk
mál koma á dagsskrá hjá Det
Finansielle Virksomhedsråd.
Føroyska-danska embæt-
ismannanevndin arbeiðir eftir
avtalu millum Bárð Nielsen,
landsstýrismann við fíggjar-
málum, og Bent Bendtsen,
vinnu- og búskaparráðharra.
Hon er nú farin undir at greiða
spurningin, um Fíggjareft-
irlitið kann lata Landsstýrin-
um innlit og upplýsingar við
einum sonevndum ríkislógar-
tilmæli, ella um neyðugt er at
broyta donsku lóggávuna á
økinum.
Landsstýrið hevur eisini
sett sær fyri, at føroyskar
lógir á fíggjarøkinum skulu
dagførast nógv skjótari enn í
dag. Fyri at røkka hesum
máli,
arbeiðir
føroyska-
danska embætismannanevnd-
in við at leggja ein leist fyri,
hvussu dagføringin skal fara
fram.
Grundleggjandi
er
semja um, at Fíggjarmálaráð-
ið,
peningastovnarnir
og
Fíggjareftirlitið javnan og
støðugt skulu hava samband
hvør við annan, soleiðis at
partarnir allatíðina kunnu
skifta orð um dagføringar av
lógargrundarlagnum.
Í hesum sambandi kann
nevnast, at Landsstýrið í hesi
tingsetuni fer at skjóta upp
fyri Løgtinginum, at "lov om
finansiel virksomhed" verð-
ur sett í gildi í Føroyum.
Lógin er ein tvørgangandi
lóg fyri fíggjarøkið, og kem-
ur í staðin fyri ávikavist; "lov
om banker og sparekasser";
"lov om fondsmæglersel-
skaber"; "lov om investeri-
ngsforeninger" og "lov om
sparevirksomhed". Haraftur-
at hevur lógin ásetingar um
"udstededere af elektroniske
penge". Umframt at dagføra
lógarverkið á økinum, fer
lógin at gera lógarverkið
einfaldari.
C
M
Y
K
3
2
Seinasta freist
at lata broyt-
ingar inn til
telefonbókina
2005 er mána-
dagin 1. nov.
2004
Mánadagin 1. november 2004 er seinasta freist, at koma við
rættingum til Hvítu síður í telefonbókini fyri ár 2005 (vanliga
telefonyvirlitið). Rættingarblað til Hvítu síður er á síðu 660 í
telefonbókini 2004,og skal sendast til: Kundaskráseting, Føroya
Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn ella faks 31 93 01.
Eykaupptøkur v.m.:
Umframt rættingar til navn, bústað, telefonnummar, o.s.fr. ber
eisini til at gera nakað serligt burturúr júst tínum tele-
fonnummari, við undirstrikingum, eykaupptøkum og undir-
upptøkum. Prísurin er 62,50 kr. (íroknað mvg) fyri hvørja
undirstriking, eykaupptøku ella undirupptøku.
Búmerki:
Eisini ber til at umbiðja búmerki í Hvítu síðum. Prísurin fyri
búmerki er 2.000,00 kr. (ikki íroknað mvg) fyri hvørja upptøku.
Mánadagin 1. november 2004 er seinasta freist at boða frá av
nýggjum, um upptøka ynskist í Gulu síðum.
Prísir:
(A) Standardlýsing ................................. kr.700,00
(B) Innramming...................................... kr. 800,00
(E) Grafisk lýsing pr. mm (min. 30 mm) . kr. 25,00
(sí dømi á s. 658 í Telefonbókini 2004)
Litlýsingar:
Umframt vanligar svart/gular lýsingar, er eisini møguleiki at
lýsa við hvítari bakgrund og við litum. Eykakostnaður fyri hvíta
bakgrund er kr. 500,00 og fyri litir við hvítari bakgrund kr.
1.250,00.
Skrásetingar-/Rættingarblað til Gulu síður er á síðu 659 í
telefonbókini 2004, og skal sendast til:
Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn, ella faks 32 11 66.
GG: Prísirnir á Gulu síðum eru uttan mvg!
Í mars 2005 verður telefonbókin borin út til allar fastnetstelefonfelagar í Føroyum.
Virki, handlar og stovnar skulu boða frá av nýggjum, um lýst verður í Gulu síðum.
Boðast skal eisini frá, um verandi lýsing ynskist við óbroytt.
Hvítu síður
Gulu síður
tel 30 30 30 www.tele.fo
www.nummar.fo · info@nummar.fo - www.gulu.fo · info@gulu.fo