Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 186 - 30. september 2004 Nr. 186 - 30. september 2004 3 UTTAN ÚR HEIMI Noreg ger kvetti Tann góði oljuprísurin ger, at pengarnir renna niður í norska ríkiskassan í hesum døgum. Fyrradagin var prísurin á marknaðinum í New York líka høgur sum undir oljukreppuni tíðliga í sjeytiárun- um, men kortini væl niðan fyri prísin í 1979, tá koll- veltingin í Iran sendi prísin upp ígjøgnum. Norskir fjølmiðlar siga, at sambært útrokningum fær norski ríkiskassin einar 50 milliardir krónur meiri burtur úr oljuni í ár, enn roknað varð við á nýggjárin- um. Á verandi fíggjarlóg er roknað við, at ríkiskassin fær 160 milliardir krónur burtur úr oljuni, men nú verð- ur sagt, at hetta talið verður nakað oman fyri 200 milli- ardir krónur, tá árið er av. Tað er ikki bara kríggið í Irak, sum er orsøkin til tann høga oljuprísin. Í Nigeria hóttir ein uppreistrarfelags- skapur við at søkja at oljuútbúnaðinum og útlending- um, sum arbeiða í oljuvinnuni, og harafturat er tað stóra russiska oljufelagiðm Yukos í stórum trupulleik- um orsakað av einum ovurstórum skattakravi. Saudiarabiska stjórnin kunngjørdi mánadagin, at hon er sinnað at økja framleiðsluna, men á marknaðinum verður ikki hildið, at tað fer at fáa stórvegis ávirkan á prísin. Aftur í andgletti Nýggi danski ES-kommiserurin, arianna Fischer Boel, segði ikki alt, tá hon herfyri kunnaði ES-leiðsluna um síni fíggjarligu áhugamál. Í einari frágreiðing skrivaði hon, at hon hevði eingi áhugamál, sum stríða ímóti reglunum, sum eru gald- andi fyri kommiserarnar hjá ES. Hesar reglurnar krevja millum annað, at eigur ein kommiserur meiri enn 50.000 krónur í partapeningi í einari fyritøku, skal hann boða frá tí. Men kortini nevndi Mariann Fischer Boel einki um, at hon eigur 100.000 krónur í parta- peningi í sukurvirkinum Danisco og 90.000 krónur í Danske Bank. Sambært Politiken hevur kommiserurin ongar viðmrkingar til tað, sum nú er komið fram, men Kaj Ikast, sum er fólkatingsmaður hjá Konservativa Fólka- flokkinum, sigur seg ikki minnast nakað annað dømi um, at ein tinglimur hevur gloymt slíkar upplýsingar. Í andstøðuflokkinum SF verður málið mett álvarssamt, skrivar Politiken. Verður ikki stongdur Herfyri samtykti býráðið í Berlin at steingja ta kendu Tempelhof-floghavnina, tí hon bar seg ikki fíggjarliga Men níggju borgarar í býnum vildu ikki góðtaka av- gerðina. Tey løgdu málið fyri dómsvaldið, og nú hevur hægstirættur ógildað avgerðina hjá býráðnum. Tempelhof-floghavnin bleiv tikin í nýtslu í sambandi við teir olympisku leikirnar í Berlin í 1936, men tað var í 1948, at hon gjørdist kend um allan heimin. Tann 24. juni tað árið kunngjørdi Sovjetsamveldið, at tað hevði gjørt av at steðga allari samferðslu ímillum Vesturtýsk- land og Berlin. Fýra dagar seinni avgjørdu teir sam- eindu at brúka Tempelhof-floghavnina sum bindilið, og í næstan eitt ár var hon lívsæðrin hjá tí avbyrgda Berlin. Tann 12. mai í 1949 góvust russar við avbyrgingini. Hóast tann søguliga floghavnin ikki verður stongd kortini, eru framtíðarútlitini ikki tey bestu. Myndug- leikarnir hava gjørt av at gera eina nýgja altjóða floghavn, sum skal loysa Schønefeld-floghavnina av, og so verður ikki tørvur á Tempelhof. Kortini vóna tey, sum vilja varðveita ta søguligu floghavnina, at hon kann haldast opin til 2010, tá tann nýggja verður liðug. ES ætlar sær at leggja trýst á russisku myndugleikarnar fyri at fáa teir at staðfesta Kyoto-sáttmálan UMHVØRVI Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað er nú ikki júst fyri at verja umhvørvið, at ES vil hava Russland at staðfesta Kyoto-sáttmálan. ES- londini dálka so mikið illa, at tey klára ikki at lúka treytirnar í sáttmálanum, og tí hava tey fyri neyðini at keypa sær dálkingarkvotur frá londum, sum eiga kvot- ur til avlops. Eitt av hesum londunum er Russland. Men ES vil ikki keypa kvotur úr Russlandi, fyrr enn Moskva hevur staðfest Kyoto-sáttmálan, og tí ætlar orkukommiserurin, Loyola de Palacio, at ES skal leggja størri trýst á stjórn- ina í Moskva. Ein orsøk til at ES hevur tørv á dálkingarkvotum frá russum er, at tey seinastu 15 árini er lítið gjørt fyri at menna orkukeldur, sum dálka minni. Aftan á olju- kreppuna í sjeytiárunum løgdu fleiri lond í Evropa stóran dent á at menna orkukeldur, sum fara væl við umhvørvinum, men hetta arbeiðið steðgaði upp fyrst í nítiárunum. Tí táttar í nú, skrivar Aftenposten. Í tríggjar vikur vóru Simona Pari og Sim- ona Toretta gíslar hjá einum irakskum yvir- gangsbólki GÍSLAR Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað vóru tvær fegnar kvinnur, sum vóru í flog- farinum, sum setti seg í altjóða floghavnini í Rom á midnátt fyrakvøldið. Síðani tann 7. september høvdu tær 29 ára gomlu Simona Pari og Simona Toretta verið gíslar hjá einum bólki í Irak. Fyri einari viku síðani visti ein arabisk sjónvarpsstøð at siga, at burturflytararnir høvdu avrættað tær báðar, men italsku myndugleikar- nir vístu tíðindunum aftur. Teir hildu uppá, at kvinn- urnar vóru á lívi. Tað vísti seg eisini at vera so. Orsøkin til, at teir italsku myndugleikarnir vistu tað, var ivaleyst, at loyniligar samráðingar vóru við burt- urflytararnar, hóast italska stjórnin alment helt uppá, at hon fór ikki at samráðast við burturflytararnar. Nú kvinnurnar eru slopnar heimaftur, hevur eitt blað í Kuwait avdúkað, at burtur- flytararnir fingu eina milli- ón dollarar aftur fyri at lata kvinnurnar leysar. Silvio Berlusconi, forsætisráð- harri, hevur sýtt fyri at gera viðmerkingar til tíðindini í blaðnum, men tíðindastov- an Reuters sigur frá einum embætismanni hjá italsku stjórnini, at tíðindini eru sonn. Hann sigur tó, at upp- hæddin var nakað minni enn ein millión dollarar. Tony Blair bað um umbering fyri at hava givið bretska fólkin- um skeivar upplýs- ingar um hópoyðing- arvápnini hjá Irak BRETLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk – Upplýsingarnar um hóp- oyðingarvápnini vístu seg at vera skeivar. Tað má eg viðganga í dag, men tá var allur heimurin á einum máli um, at Irak hevði slík vápn. Orðini komu frá bretska forsætisráðharranum, Tony Blair, tá hann helt røðu á landsfundinum hjá arbeið- araflokkinum fyrradagin. Hann legði tó afturat, at hann ætlaði sær ikki at biðja um umbering fyri at hava verið við til at koyra Saddam Hussein frá. – Eg eri sannførdur um, at tað er tað betri fyri heimin, at Saddam situr í fongsli, enn at hann situr við valdið, segði Blair. Hann segði seg skilja, at Irak-kríggið hevur elvt til split í Bretlandi og í hans- ara egna flokki, men hann segði, at hann hevði tikið sína agerð í sannføringini um, at tað var tað besta fyri Bretland. Russland skal trýstast til at góðkenna Kyoto Italia rindaði loysigjald fyri Simonurnar Viðgekk mistøk í Irak Blair bað um umbering Føroyskt oljufelag í oddinum OLJULEITING Jan Müller Føroyska oljufelagið Faroe Petroleum liggur á einum fimta plássi, tá talan er um samlað loyvisøkisareal á øllum Atlantsmótinum. Í eini uppgerð, sum Teitur Poulsen, analytikari hjá felagnum hevur gjørt fyri Sosialin, vísir tað seg, at føroyska felagið hevur fingið tillutað størri øki á Atlantsmótinum enn fleiri av teimum stóru oljufeløg- unum sum eitt nú Amerada Hess, Total, BG og BP. Í uppgerðini sæst, at ChevronTexaco liggur klárt á odda við góðum 7000 km2. Síðani kemur Shell við 6670 km2, triðj er Statoil við 5366 km2, fjórð er Dong við 5013 km2 og á einum fimtaplássi liggur Faroe Petroleum við 4155 km2. Hitt føroyska olju- felagið hevur fingið tillutað eitt øki uppá 702 km2. C M Y K 3 2 Seinasta freist at lata broyt- ingar inn til telefonbókina 2005 er mána- dagin 1. nov. 2004 Mánadagin 1. november 2004 er seinasta freist, at koma við rættingum til Hvítu síður í telefonbókini fyri ár 2005 (vanliga telefonyvirlitið). Rættingarblað til Hvítu síður er á síðu 660 í telefonbókini 2004,og skal sendast til: Kundaskráseting, Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn ella faks 31 93 01. Eykaupptøkur v.m.: Umframt rættingar til navn, bústað, telefonnummar, o.s.fr. ber eisini til at gera nakað serligt burturúr júst tínum tele- fonnummari, við undirstrikingum, eykaupptøkum og undir- upptøkum. Prísurin er 62,50 kr. (íroknað mvg) fyri hvørja undirstriking, eykaupptøku ella undirupptøku. Búmerki: Eisini ber til at umbiðja búmerki í Hvítu síðum. Prísurin fyri búmerki er 2.000,00 kr. (ikki íroknað mvg) fyri hvørja upptøku. Mánadagin 1. november 2004 er seinasta freist at boða frá av nýggjum, um upptøka ynskist í Gulu síðum. Prísir: (A) Standardlýsing ................................. kr.700,00 (B) Innramming...................................... kr. 800,00 (E) Grafisk lýsing pr. mm (min. 30 mm) . kr. 25,00 (sí dømi á s. 658 í Telefonbókini 2004) Litlýsingar: Umframt vanligar svart/gular lýsingar, er eisini møguleiki at lýsa við hvítari bakgrund og við litum. Eykakostnaður fyri hvíta bakgrund er kr. 500,00 og fyri litir við hvítari bakgrund kr. 1.250,00. Skrásetingar-/Rættingarblað til Gulu síður er á síðu 659 í telefonbókini 2004, og skal sendast til: Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn, ella faks 32 11 66. GG: Prísirnir á Gulu síðum eru uttan mvg! Í mars 2005 verður telefonbókin borin út til allar fastnetstelefonfelagar í Føroyum. Virki, handlar og stovnar skulu boða frá av nýggjum, um lýst verður í Gulu síðum. Boðast skal eisini frá, um verandi lýsing ynskist við óbroytt. Hvítu síður Gulu síður tel 30 30 30 www.tele.fo www.nummar.fo · info@nummar.fo - www.gulu.fo · info@gulu.fo