Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 185 - 29. september 2004 Nr. 185 - 29. september 2004 5 Sørvágs Kommuna veksur Um vikuskiftið varð gjørt av, at á nýggjár- inum lækkar talið av føroyskum kommun- um. Tá verður Myki- nes Kommuna partur av Sørvágs Kommunu KOMMUNUSAMAN- LEGGING Edvard Joensen Sørvági: Á nýggjárinum verður Mykines partur av Sørvágs Kommunu. Avtala um samanleggingina varð und- irskrivað um vikuskiftið. Eivin Jacobsen, borgar- stjóri í Sørvági, sigur, at avtalan, sum undirskrivað er millum Mykines og Sør- vágs Kommunur, líkist av- taluni, sum Bíggjar Komm- una og Sørvágs Kommuna skrivaðu undir í summar. Eitt fylgiskjal við ymsum ynskjum frá Mykinesar Kommunu hongur við sáttmálanum, sum nú er undirskrivaður, sigur Eivin Jacobsen. Har er millum annað nevnt, at Sørvágs Komm- una átekur sær onkrar upp- gávur, sum skulu gerast í Mykinesi. Eitt nú verður nevnt, at vatn og kloakkviðurskiftini skulu bøtast, eins og skúlin eisini er nevndur, greiðir Eivin Jacobsen frá. Mykines Kommuna eigur vatnreinsiverk og rør til leiðingar, men tað liggur alt ónýtt. So tað, sum nú er at gera, er mest graviarbeiði, sigur borgarstjórin í Sørvági. So er at finna útav, um kloakkskipanin ikki kann leggjast í somu grøv sum vatnleiðingin, sigur hann. Skúlin í Mykinesi er ikki serliga væl útgjørdur. Eitt nú er ikki varmi í bygning- inum, og tað verður væl tað fyrsta, sum har skal gerast. Undirvísingarskylda er, og skúlin skal vera tøkur til tess. Í løtuni er eingin byggi- ætlan fyri Mykines. Tað er eitt mál, sum nýggja bygd- arráðið væl saktans fer at gera nakað við heilt skjótt, væntar Eivin Jacobsen. Í mun til avtaluna millum Bíggjar og Sørvágs Komm- unur, hevur Mykinesavtlan tó tað frávik, at veljast skal ein staðbundin Mykines- nevnd at vegleiða bygdar- ráðnum í ymsum lokalum spurningum. Tað ynsktu tey ikki í Bíggjar Kommunu, sigur Eivin Jacobsen. Avtalan um kommun- samanleggingina vestanfyri varð send Innlendismála- ráðnum mánadagin, sum var seinasta freist, um sam- anleggingin skal fáa gildi frá 1. januar komandi. Eivin Jacobsen, borgar- stjóri í Sørvági, hevur boð- að frá, at hann stillar ikki upp aftur til kommunvalið, sum lýst er at verða tann 9. november. Mykines verður á nýggjárinum drigin nærri Sørvágsfirði. Tá verða báðar kommunurnar lagdar saman og fáa heitið Sørvágs Kommuna Mynd: Edvard Joensen Arbeiðsósemja á Skála Skála Handverkara- felag hevur kært eina uppsøgn av hand- verkara á skipasmiðj- uni til Føroya Hand- verkarafelag. Stjórin á Skipasmiðjuni vil ikki gera viðmerking til málið ARBEIÐSÓSEMJA Edvard Joensen Ósemja hevur tikið seg upp millum Skála Handverkara- felag og leiðsluna á Skipasmiðjuni Skála um ein uppsøgn. Leiðslan sigur grundina til uppsøgnina vera manglandi arbeiði. Handverkarafelagið heldur hinvegin grundina vera fakligan aktivitet. Maðurin, sum er sagdur úr starvi, er nevndarlimur í handverk- arafelagnum. Málið er latið Føroya Handverkarafelag til viðgerðar. Formaðurin í Skála Handverkarafelag, Harald Østerø, váttar, at felagið hevur boðað øllum limum sínum á skipasmiðjuni á fund orsakað av hesi uppsøgnini. Hann sigur, at felagið góðtekur ikki fram- ferðina hjá leiðsluni. Hann heldur ikki, at tann upp- sagdi maðurin er sjálvsagt val at siga upp, um grundin veruliga er, at arbeiði manglar. – Eg kann ikki mótmæla eini uppsøgn, sum er grundað á, at einki arbeiði er. Men eg haldi, at handan uppsøgnin hevur støði í onkrum heilt øðrum, sigur Harals Østerø, formaður í Skála Handverkarafelag. Hann sigur, at ymiskt bendir á, at tað er okkurt annað mál, sum fyrr hevur verið uppi, sum nú kemur nevndarliminum aftur- umaftur. Av skrivstovuni hjá Før- oya Handverkarafelag verður váttað, at tey hava fingið hetta málið av Skála til viðgerðar. Málið skuldi takast upp á fundi týsdagin, og har skuldi eitt nú løgfrøðingur eisini vera við. Gunnar Mohr, stjóri á Skipasmijuni á Skála, sigur við Sosialin, at hann hevur onga viðmerking til málið. Leiðslan á Skipasmiðjuni á Skála hevur sagt einum manni upp við manglandi arbeiði sum grundgeving. Fakfelag hansara metir, at sanna grundin er fakligur aktivitetur Bústaðarpolit- ikkur í Miðvági Skipað verður fyri fundi um bústaðar- politikk í bygdar- skúlanum í Miðvági mikukvøldið. Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður, fer at røða KJAKFUNDUR Edvard Joensen Almennur fundur um bú- staðarpolitikk verður hildin í skúlaauluni í Miðvági mikukvøldið klokkan 19.00. Tað er kvinnubólkurin í Vágum, sum skipar fyri, og røðari á fundinum verður Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður. Lagt verður upp til kjakfund, soleiðis at fund- arfólkið fær høvið til at siga sína hugsan og seta spurningar, siga fyrireik- ararnir. Kvinnubólkurin í Vág- um fer at hava tríggjar tí- líkar fundir í heyst, og teir verða allir hildnir í auluni í Miðvágs skúla. Um- framt verður skipað fyri einum skeiði, har bara kvinnur hava atgongd. Tann 29. oktober skipar Kvinnubólkurin fyri fundi um kommunusamanlegg- ing. Har fer Hilmar Høg- enni at tosa um fyrimunir og vansar við kommunu- samanlegging. Tnn 17. november verð- ur tað umhvørvið, sum verður til viðgerðar, og á tí fundinum verður Finnbogi Joensen høvuðsrøðari. Skipað verður fyri skeiði í døgunum 22. og 23. oktober. Evnið á skeiðinum, sum verður hildið í kommunuhús- inum í Sandavági, verður um at tora at taka orðið. Hetta skeiðið er bara ætlað kvinnum, siga fyri- reikararnir. Tær siga, at hóast tað ofta verður hild- ið, at kvinnur tosað nógv og nógvastaðni, so vísir tað seg í mongum føri, at á størri samkomum o.t. eru tað fáar kvinnur, sum halda seg til at taka orðið. Eisini halda tær, at ov lítið sæst til kvinnur í politiska lívinum. Tað verið seg bæði kommunalt og í landspolitikki. Tann, ið er áhugaður at frætta meira um tiltøkini hjá Kvinnubólkinum, kann venda sær til Kunn- ingarstovuna í Vágum, siga tær, sum mynda bólkin. Kvinnubólkurin i Vágum fer í heyst at skipa fyri trimum almennum fundum í bygdarskúlanum í Miðvági. Fyrsti fundurin verður mikukvøldið klokkan 19.00, har Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fer at røða um bústaðarpolitikk Mynd: Edvard Joensen Starvsmannafelag- ið átalar, at saman- legging av stovnum verður kunngjørd áðrenn tey, sum samanleggingin kemur at ávirka, fáa boð um tað SAMANLEGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í brævi til Bárð Nielsen, landsstýrismann, dag- fest, 28. september, átalar formaður Starvs- mannafelagsins, Gunn- leivur Dalsgarð, fram- ferðina í málinum um samanlegging av Lands- banka Føroya og Hag- stovu Føroya. Felagið vísir á, at ein slík samanlegging eisini kann koma at ávirka starvsfólkaviðurskiftini hjá limunum í Starvs- mannafelagnum. Ásetingin Í hesum sambandi vísir formaðurin, Gunnleivur Dalsgarð, til grein 2 í sáttmálanum sum sigur: "Tá avgerandi broyt- ingar verða gjørdar í arbeiðsgongdini ella umsitingini á einum stovni, skal starvsfólkið hava boð um hetta í góðari tíð fyri at fáa høvi at verða við í til- rættaleggingini". Starvsmannafelagið metir ikki, at henda greinin í sáttmálanum er fylgd. - Vit átala, at fráboð- anin um hesa stóru broyting fyrst verður al- mannakunngjørd áðrenn tey, sum broytingin kemur at ávirka, fáa boð um tað. Felagið ger sam- stundis greitt og krevur, at nevnda sáttmálaáset- ing verður fylgd, so- leiðis at starvsfólk eisini verða við í arbeiðnum at skipa ætlaðu broyting- arnar longu frá byrjan av. Ótryggleiki Í viðmerking annars, sigur Gunnleivur Dals- garð við Sosialin, at tá ið ein samanlegging fer fram, og annar stovnurin heldur uppat, skapar tað sjálvsagt ein ávísan ótryggleika millum starvsfólkini. - Tað er sum so ikki okkara borð, hvør verð- ur leiðari á einum slík- um stovni, men vit hava sjálvsagt áhuga í, hvussu støðan hjá okk- ara limum verður. Formaðurin í Starvs- mannafelagnum sigur, at felagið hevur nakrar limir, sum starvast í Landsbanka Føroya og nakrar fleiri sum starv- ast á Hagstovu Føroya. - Vit hava sum nevnt eina greiða áseting í sáttmálanum, og tí er tað ikki annað enn rímiligt, at okkara limir verða kunnaðir um broytingar í góðari tíð og eru við í "prosessini", sigur Gunnleivur Dalsgarð. Bárður átalu um samanlegging – Vit meta, at vansar eru við at leggja Landsbanka Føroya og Hagstovu Føroya saman í ein stovn, sigur Landsbankin, sum leggur upp til, at stovnarnir heldur verða samskipaðir undir somu "fysisku" karmum enn bein- leiðis lagdir saman SAMANLEGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Landsbankin er samdur við landsstýrismanninum, Bárði Nielsen, um, at tað er rætt at útvega so góð hagtøl sum gjørligt, og at ein størri og sterkari stovnur hevði verið viðvirkandi til hetta. – Men vit gera vart við, at talan er um tveir stovnar, sum hava ymisk virkisøki. Landsbankin hevur sum virkisøki at vera fíggjar- fyrisitingarstovnur fyri landskassan og at hava búskapareftirlit við før- oyska samfelagnum. Hin- vegin hevur Hagstovan til endamáls at savna og fram- leiða hagtøl. Landsbankin nýtir soleiðis tjóðarrokn- skaparhagtøl frá Hagstov- uni til at gera metingar og forsagnir um føroyska bú- skapin, og Hagstovan hevur nýtt metingar hjá Lands- bankanum í tjóðarrokn- skapinum, tá hagtøl hava vantað. Á einum staði Landsbankin sigur, at fyri at styrkja samstarvið mill- um stovnarnar við meira rationellum og effektivum arbeiðsgongdum – um- framt at fáa eitt sterkt fak- ligt umhvørvi – hava stovn- arnir báðir seinastu tvey árini havt eina ætlan um samskipan, har stovnarnir koma at verða innan somu fysisku karmar. – Landsbankin hevur tí arbeitt við ætlanunum um at keypa hølini hjá post- verkinum á Argjum og síð- an leiga Hagstovuni part av hesum hølum. Sum skilst á Landsbank- anum, hava báðir stovnar- nir mett, at ítøkiligir fyri- munir fáast til vega við, at stovnarnir hava hølir sam- an. Ikki samanlegging Landsbankin metir tó, at vansar eru við at leggja stovnarnar saman í ein stovn og leggur heldur upp til, at stovnarnir vera sam- skipaðir. – Landsbankin eigur framvegis at verða óheftur av politisku myndugleikun- um, og samskipanin eigur at verða framd soleiðis, at greiður skilnaður fram- vegis verður millum virkis- økini hjá Landsbanka Før- oya og Hagstovu Føroya, heldur Landsbankin sum tískil ikki tekur undir við regulerari samanlegging av stovnunum, soleiðis sum landsstýrismaðurin, Bárður Nielsen, vegna landsstýri og samgongu hevur boðað frá. - Vit hava eina greiða áseting í sáttmálanum sum sigur, at okkara limir í góðari tíð skulu kunnast um avgerandi broytingar í arbeiðsgongdini ella umsitingini á einum stovni, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum Landsbanki Føroya: Heldur samskipan enn samanlegging Landsbankin er samdur við landsstýrismanninum, Bárði Nielsen, um, at tað er rætt at útvega so góð hagtøl sum gjørligt, og at ein størri og sterkari stovnur hevði verið viðvirkandi til hetta. -– Men vit halda tað ikki vera rætt at leggja stovnarnar saman í ein stovn, sigur Landsbankin – Samskipanin eigur at verða framd soleiðis, at greiður skilnaður framvegis verður millum virkisøkini hjá Landsbanka Føroya og Hagstovu Føroya, heldur Landsbankin sum tískil ikki tekur undir við regulerari samanlegging av stovnunum C M Y K 5 4