Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 186 - 30. september 2004 Nr. 186 - 30. september 2004 5 Tað er ov trongligt í bygninginum, sum Skipaeftirlitið heldur til í í Miðvági. Bygt verður upp í oman móti sjónum PLÁSSTROT Edvard Joensen Miðvági: Gamla Smiðja í Miðvági er ov trong til virksemið hjá skipaeftirlitinum. Tí verður bygt uppí. Óli Hans Hammer Olsen, stjóri á Skipaeftirlitinum, sigur, at ymsar broytingar skulu gerast í innrættingini av bygninginum. Millum annað skal stór skjala- goymsla gerast í kjallar- anum. Neyðugt verður so at flyta eitt nú matstovuna, og einasti háttur at finna pláss er at byggja uppí, sigur stjórin. Tá leigumálið varð gjørt, varð álitið um trygd á sjónum fylgt, sigur hann, men hædd varð ikki tikin fyri øllum teimum mongu skjølunum, sum hoyra til stovnin og sum krevja eina rættiliga stóra skjala- goymslu, greiðir Óli Hans Hammer Olsen frá. Umframt hava vit so eisini reglugerðina um til- búgving móti yvirgangsat- sóknum, sum millum annað krevur eitt avlæst rúm, har ikki hvør sum helst hevur atgongd. Hvat goymt verð- ur í slíkum rúmi, vil Óli Hans Hammer Olsen ikki geva minstu ábending um. Tað er eigarin av bygn- inginum, sum stendur fyri útbyggingini. Skipaeftirlitið byggir út Bygt verður upp í Gomlu Smiðju, sum er ov lítil til virksemið hjá Skipa- eftirlitinum Mynd: Edvard Joensen Fakfelagsformaðurin uppsagdur Formaðurin i Skála Handverkarafelag er uppsagdur á Skipa- smiðjuni á Skála við teirri grundgeving, at ov lítið arbeiði er. Uppsagdi formaðurin sigur, at talan er um hevndaratgerð fyri hansara fakliga virk- semi UPPSØGN Edvard Joensen Formaðurin í Skála Hand- verkarafelag er sagdur úr starvi á Skipasmiðjuni á Skála. Almenna grundgev- ingin frá leiðsluni er, at ov lítið arbeiði er á skipa- smiðjuni. Sjálvur heldur maðurin, at hansara fakliga virksemi nú hevur kostað honum starvið. Formaðurin í Skála Handverkarafelag, Harald Østerø, ivast ikki í, at tað eru fakfelagsviðurskifti, sum hava gjørt, at hann er koyrdur til hús av skipa- smiðjuni. Hann hevur fleiri ferðir sum formaður í Handverk- arafelagnum verið eftir skipasmiðjuleiðsluni fyri ikki at halda allar avtalur, sum gjørdar eru í sátt- málasamráðingum. Eisini vísir hann til eitt sakarmál, sum Føroya Handverkara- felag, vegna Skála Hand- verkarafelag, hevur lagt móti skipasmiðjuni fyri ein lim, sum eisini varð upp- sagdur. Skipasmiðjan tapti sakina og hevur kært til landsrættin. – Alt hetta samanlagt meti eg vera minst líka stóra grund til uppsøgnina sum tað, at einki arbeiði er á skipasmiðjuni, sigur Har- ald Østerø. Sáttmálabrot Harald Østerø sigur, at tað hevur verið framt sáttmála- brot í fleiri førum frá leiðsl- unnar síðu. Til dømis eru menn frá skipasmiðjuni bidnir um at fara til arbeiðis aðrastaðni enn á sjálvari skipasmiðj- uni. Eitt nú umborð á skip, sum hava ligið í Fuglafirði. Fyri slíkt arbeiði er greitt tilskilað, at skipasmiðjan skal bera kostnaðin av flutningi, umframt at menninir eiga rætt til kost, meðan teir eru útstationer- aðir. Men tað hevur leiðslan ikki gjørt, og í meira en einum føri hevur fakfelag teirra, Skála Handverkara- felag, sum hevur verið umboðað av formanninum, verið eftir leiðsluni og hart- að hana fyri hetta. Eisini varð ein maður burturvístur av skipasmiðj- uni, uttan at hann fekk møguleika fyri løn ella arbeiði í uppsagnartíðini. Tað er eisini sáttmálabrot sambært formanninum í Skála Handverkarafelag. Og tað heldur Føroya Rætt- ur eisini. Skála Handverkarafelag sendi málið til meginfelag sítt, Føroya Handverkara- felag, sum stevndi skipa- smiðjuni og fekk viðhald í Føroya Rætti. Skipasmiðj- an hevur kært málið til landsrættin, sum enn ikki hevur tikið støðu. Tískil hevur burturvísti maðurin heldur einki oyra fingið av tí, hann og felag hansara meta hann hava rætt til. Semja Málið um uppsagda hand- verkaraformannin á Skála hevur verið viðgjørt á fundi millum Føroya Handverk- arafelag og eigararnar av skipasmiðjuni, framtaks- felagið Notio, týskvøldið og mikunáttina. Harald Østerø, formaður í Skála Handverkarafelag, sigur, at har varð gjørd ein avtala, sum hann kann góð- taka. Hann er sagdur úr starvi við teirri grudngeving, at ov lítið arbeiði er á skipa- smiðjuni, men hann fær løn í uppsagnartíðini, sum er tríggjar mánar. Og tí kann hann liva við, sigur hann. Men hann metir framveg- is ikki, at grundgevingin, at ov lítið arbeiði er, er tann rætta. Hon er eftir hansara meting einans tann, at hann hevur verið ov aktivur í fakfelagsarbeiði sínum. Formaðurin í Føroya Handverkarafelag, Poul Øregaard, sigur at tað varð gjørt greitt á fundinum við skipasmiðjuleiðsluna, at felagið fór at seta tiltøk í verk, um ikki ein avtala fekst, sum var eftir sáttmál- anum. Onga viðmerking Gunnar Mohr, stjóri á Skipasmiðjuni á Skála, vil ikki gera viðmerkingar til málið. Hann sigur bert, at nú er avtala gjørd, og at talvan er viskað, og nú verður hugt frameftir. Tá hildið verður upp fyri honum, at grundgevingin um manglandi arbeiði ikki verður hildin at halda, tí stórarbeiði beint nú skal gerast við Krúnborg, sum í skrivandi løtu er á veg inn í dokkina á Skála at skifta gronina út, sigur Gunnar Mohr, at tað sleppa ikki allir menninir á Skála fram at Krúnborg. Hann vil heldur ikki gera viðmerkingar til málið um útstationeringarnar, sum skipasmiðjan ikki vildi gjalda fyri. Tá hann verður spurdur, um tað er rætt, at hann í kaffisteðginum hjá arbeiðs- fólkinum hevur verið í kaffistovuni og menninar teir við, at um teir ikki gev- ast nú og makka rætt, verð- ur alt arbeiðið á Skála flutt til Havnar, er svarið tað sama: »Absolutt onga við- merking«. Formaðurin í Skála Handverkarafelag varð koyrdur til hús av skipasmiðjuni, har hann síðan 1965 hevur arbeitt við undantaki av fýra árum. Skipasmiðjuleiðslan sigur grundina vera ov lítið arbeiði á skipasmiðjuni. Maðurin sjálvur sigur grundina vera hevnd fyri fakligt virksemi MASSASJA Tíðindaskriv Ert tú stívur í kroppinum, hevur vøddaspenningar ella ert plágaður av pínu, so er nakað nýtt og spennandi komið til Føroya: Mas- sasjustólin Dr. Magic, sigur Beinta Lassen frá Ergo & Hjálpar-tólum Tí har hava tey eitt »Re- lax room«. Í hálvtannað ár hava tey bjóðað viðskifta- fólki massasju í sera fram- komnum massasjustólum og hugnaligum umhvørvi. Men nú er Dr. Magic komin til Føroya sum tann fyrsti og einasti. Dr. Magic hevur ein innbygdan teldu- skerm, sum vísir, hvussu kroppurin hjá tær hevur tað, hvar og hvussu nógvir vøddaspenningar eru. Stólurin vísir kroppin hjá tær alla tíðina, meðan hann masserar, so tú sært á skerminum um tínir spenn- ingar eru blivnir upploystir. Beina Lassen, sum er ergoterapeutur, hevur í tøtt- um samstarvi við danir verið kring knøttin og leit- að eftir tí besta massasju- stólinum, og úrslið er so Dr. Magic. - Nógvir massasjustólar finnast og í ymsum prís- flokkum, men sum við- gerðarstórlur er Dr. Magic tað besta av tí besta, sigur Beinta Lassen. - Tað, sum sermerikir hendan stólin, er, at hann finnur akslahæddina hjá tær. Sendir nakrar fingrar út so at hann veruliga kann taka fatt. Hann gevur zone- terapi til føturnar og so sjálvandi tekduskíggin. - Stólurin gevur massasju til allan kroppin, nakka, rygg, lendar, bein og føtur. Tú kanst velja millum ymisk sløg av massasjum, sigur Beinta Lassen. Mánakvøldið varð endaligi valevnislistin hjá Fólkaflokkinum í Havn UPPSTILLIN tíðindaskriv Havnar Framburðsfelag hevði mánakvøldið 2. og 3. uppstillingarfund til bý- ráðsvalið. Eini hálvthundr- að fólk vóru møtt til fund- in, og vónirnar hjá fólka- flokkinum eru góðar undan býráðsvalinum havandi í huga, hvat flokkurin hevur avrikað hesi seinastu fýra árini, ið hann hevur sitið við róðrið í Tórshavnar Býráð. Á fundinum varð valevnislistin endaliga góð- kendur, og flokkurin hevur 17 valevnir, trettan mann- fólk og fýra konufólk, sum bjóða seg fram til býráðs- valið. Samanumtikið kann sig- ast, at talan er um eina góða blanding av bæði yngri og eldri, eins og royndum og óroyndum býráðspolitikk- arum. Harafturat kann sig- ast, at á listanum eru fólk bæði av Signabø, úr Nólsoy og úr Hesti. Tey 17 valevn- ini, sum stilla upp fyri Fólkaflokkin til býráðs- valið í Havn 9. november eru hesi: Jan Christiansen, Inga Dahl, Tommy Næs Djurhuus, Maria á Dul, Tummas í Garði, Erna Háberg, Hjørleif Hjaltalin, Vagnur Johannesen, Eyð- finn Lenvig, Heini Magn- ussen, Bjarti Mohr, Terji Nielsen, Annika Olsen, Sjúrður Olsen, Páll Peters- en, Jógvan Thomsen og Egon Øregaard. Sera góði massasjustólurin, Dr. Magic - Tað, sum sermerikir hendan stólin, er millum annað, at hann finnur akslahæddina hjá tær, sigur Beinta Lassen Mynd: Jens Kr. Vang Fólkaflokslistin klárur Valevnini, sum nú skulu royna at vinna atkøvður. Á myndini vænta: Tommy Næs Djurhuus, Eyðfinn Lenvig og Jógvan Thomsen C M Y K 5 4