Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 185 - 29. september 2004 Nr. 185 - 29. september 2004 7 Nærkast málinum Jan Müller, ábyrgd- arblaðstjóri á Sosi- alinum, sigur, at víðkanin av blaðút- beringini er í tráð við politikkin hjá Sosialinum við bygdarredaktiónum og royndini í at koma nærri málin- um at røkka lesarar runt um í landinum BLAÐÚTBERING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo – Sosialurin vil verða eitt blað fyri allar føroyingar, og tískil arbeiða vit eisini fram ímóti, at tænastan fyri haldararnar runt um í landinum skal vera á sama støði, sum hon er í Havn. Enn er langt eftir á mál, men hetta má so sigast at vera ein byrjan, sigur Jan Müller og vísir á, at í Føroyum er ikki bara sum at siga tað, at fáa bløðini út til allar oyggjarnar. Hann sigur, at í einum oyggjalandi, ber ikki til at samanbera slíka útbering kring landið við til dømis Danmark, har hon næstan kann fáast frá hondini á súkklu. Hann vísir á, at hetta við blaðútberingini byrjaði í sínari tíð, tá Postverkið legði blaðútberingina tann týdningarmesta dagin í vikuni, leygardag, niður. – Hetta tvingaði bløðini til at finna eitt alternativ, staðfestir hann. Jan sigur, at sjálvsagt vónar hann, at hetta fer at økja um talið á haldarum í Klaksvík. – Nú hava klaksvíkingar eitt egið blað. Lokalblað- ið Norðlýsið, men tað er kanska meiri lokalt burt- urav. Meðan vit vilja leggja okkum eftir at vera lokalavís, men so sanni- liga eisini landsavís fyri klaksvíkingar, leggur Jan dent á. Hann vísir á, at hetta so sanniliga eisini er í tráð við royndina hjá blaðnum at nærkast lesarunum runt um í landinum meira. Við bæði bygdaredaktiónum og nú blaðútbering hvørt kvøld í høvuðsstaðnum og Klaksvík, heldur hann, at tað byrjar at líkjast. – Men tað er onki duls- mál, at enn hava vit langt eftir á mál at gera blaðið betur og at røkka øllum, sigur Jan Müller, ábyrgd- arblaðstjóri á Sosialinum. Norðurlendska Ráð- harraráðið hevur í tíðarskeiðinum 2004- 2006 sett í gongd fimm ymiskar Nord- plus skipanir, sum veita stuðul til flyt- føri, netverk og sam- starv innan útbúgv- ingarøkið TÍÐINDASKRIV Altjóða Skrivstovan Skipanirnar venda sær til øll útbúgvingarøki í teim- um fimm norðurlendsku londunum og teimum trim- um sjálvstýrandi økjunum, Føroyar, Grønland og Áland. Tí eru fyri tíðarskeiðið 2004-2006 gjørdar fimm nýggjar skipanir, sum venda sær til ymiskar mál- bólkar, øki og evni. Nordplus vaksin er ætlað at menna samstarvið fyri fólksliga upplýsing og undirvísing av vaksnum. Næsta umsóknarfreistin er 1. oktober 2004. Í hesum umfarinum ber bara til at søkja um stuðul í samband við flytføri (mobilitet). Stuðul verður veittur til flytføris- og samstarvsverk- ætlanir, sum kunnu menna nýggj hugskot, háttaløg (metodur), tilfeingi, partar av skeiðum og tílíkt. Bæði luttakarar og lærarar kunnu vera við í samstarvinum. Harafturat verður stuðul veittur til at kunna um royndir hjá hvørjum øðr- um, til kortlegging og út- greining av ávísum økjum og til at byggja nýggj net- verk upp. Dentur verður lagdur á, at úrslit frá verk- ætlanum verða útbreidd. Stovnar og feløg, sum ar- beiða við vaksnamanna- undirvísing, kunnu søkja um stuðul úr skipanini. Dentur verður lagdur á, at skipanir skulu snúgva seg um alt umráðið, tá ið tað snýr seg um læring hjá vaksnum - ikki bara tann vanliga skipaða undirvís- ingin og vanligu frálæru umhvørvini, men eisini onnur óformell undirvís- ingarumhvørvi. Grundtankin undir skip- anini er at birta upp undir íblástur og at skapa nýggj hugskot tvørtur um mørk, ikki bara millum lond, men eisini tvørtur um ymisk læruumhvørvi- og stovnar. Eisini er ætlanin at Nord- plus Vaksin gera tað møgu- ligt at menna og royna nýggj átøk. Skipanin skal stuðla verkætlanum og til- tøkum bæði stórum og lítl- um, sum royna at taka upp tær avbjóðingar sum um- ráðið stendur frammanfyri Bæði menning og flytføri Fíggjarligur stuðul kann til dømis vera veittur til fyri- reikingar til verkætlanir at fyrireika vitjan hjá undir- vísarum og øðrum við ábyrgd fyri frálæru. Stuðul kann eisini vera veittur til uppihald í samband við eftirútbúgving, lestur ella undirvísing hjá lærarum og øðrum. Og til skifti millum luttakarar í fólkaupplýsing og í undirvísing fyri vaksin. Harafturat verður stuðul latin til samstarvsverkætl- anir sum til dømis tema netverk, menningar verk- ætlanir og kortleggingar verkætlanir. Nordplus Vaksin gevur møguleika hjá øllum at vera við í Norðurlendskum arbeiðið, bæði teimum sum hava royndir við slíkum arbeiðið og teimum sum royna hetta fyrstu ferð. Dentur verður lagdur á at stuðla samstarvi sum fevnir um fleiri sektorar og ymiskar felagsskapir. Norðurlanda Ráðharraráðið varð stovnað í 1971 sum eitt samstarv millum norð- urlendsku stjórnirnar. Ráðharraráðið leggur upp- skot fram til fundirnar hjá Norðurlanda Ráðharra- ráðnum, arbeiðir víðari við tilmælum frá ráðnum, ger frágreiðingar til Norður- landa Ráðharraráðið um úrslit av samstarvinum og stílar fyri arbeiðinum innan tey ymisku økini. Sam- starvið verður skipað av samstarvsráðharrunum, sum hvørt landið sær velur. Ráðharraráðið kemur sam- an til fundar í ymsum høp- um - alt eftir hvørjir spurn- ingar eru til viðgerðar. Endamál Endamálið við allari flyt- føris- og netverksskipanini á útbúgvingarøkinum er í altjóða høpi at vera eitt tað týdningarmesta amboðið til tess at fremja til dømis mentan, mál og felags virði, kunnleika, førleika, læru fyri lívið, búskapin og kappingarførið í Norður- londum og teirra nærum- hvørvi. Meiri fæst at vita frá Henrik Neiiendam Ander- sen, hna@ciriusmail.dk, 0045 3395 7083. Og hjá Altjóða Skrivstov- uni í Havn á heimasíðuni www.ask.fo ella um vegis teldupost ask@ask.fo Frá 1. oktober fara haldarar hjá bæði Dimmalætting og Sosialinum í Klaksvík at fáa blaðið í hús sama kvøld, sum tað er á gøtuni BLAÐÚTBERING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Blaðútberingin hjá Prent- miðstøðini fer nú at víðka um sítt virksemið. Tað hev- ur við sær, at haldarar hjá Dimmalætting og Sosial- inum í Klaksvík, sum hava postkassa, fara at fáa blaðið sama kvøld, sum tað er á gøtuni. – Hetta er eitt átak fyri at bøta um tænastuna til hald- ararnar hjá bløðunum, sigur Hallstein Sigurðsson. Hann er samskipari av blaðútber- ingini hjá Prentmiðstøðini. Hann greiðir frá, at við hesum fær haldarin bløðini skjótari eftir prent. Hetta hava tey gjørt í Havn í trý ár, og í komandi viku verður so byrjað í Klaksvík. Ætlanin er so seinni at møguliga taka ein part av Eysturoynni eisini. Tað fylgja tó onkrar treytir við. Postkassi er ein, og tað skal somuleiðis vera lætt at ganga til húsini, umframt at týðulig áskrift um bústað skal vera tøk, greiðir Hallstein Sigurðs- son frá. Sum skilst hevur hetta ligið á borðinum í eina tíð, men nú er tað komið so mikið langt, at byrjað verður komandi mánakvøld. 16 ung fólk fara at ganga við bløðunum á átta ymiskum rutum. – Onkrar rutur eru um- lagdar, men sum heild er talan um somu ruturnar, sum tey hava gingið hvørt fríggjakvøld í eina tíð. Størsti munurin er hann, at tey framyvir verða tvey um hvørja rutuna, greiðir Hall- stein frá. Hann hevur verið í Klaksvík og tosað við for- eldrini at teimum, ið van- liga bera bløðini út, um broyttu viðurskiftini. Hann sigur, at sum heild tóku tey væl undir við hesum. Hetta merkir, at tey koma at arbeiða nakað meira. Aðruhvørja viku ganga tey trý kvøld um vikuna og aðruhvørja tvey kvøld um vikuna. Blaðútberingin er sum sagt bert galdandi fyri hald- arar, sum hava fingið bløð- ini útborin um dagarnar og ikki bokshaldarar. Hetta tí, at Postverkið hevur ikki blaðskiljing um kvøldarnar. Fimm Nordplus skipanir Blaðútbering hvørt kvøld í Klaksvík Kanningar gerast av skúlaleiðara Illgruni er um óreglusemi í starvsviðurskiftu num hjá skúla- leiðaranum í Skopun, og tí er skúlaleiðarin fyribils settur frá STARVSVIÐUR- SKIFTI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Mentamálaráðið hevur gjørt av, at kanningar skulu gerast av starvs- viðurskiftunum hjá skúlaleiðaranum í Skopun. Óreglusemi Olaus Jespersen, deildarstjóri í menta- málaráðnum, sigur, at skúlaleiðarin í Skopun er fyribils settur frá, tí illgruni er um ó- reglusemi í starvsvið- urskiftum hansara. Annars vil Olaus Jesp- ersen ikki gera tær stóru viðmerkingarnar til málið, tí talan er um eitt persónsmál. – Nú verður gjørd ein tænastumanna- kanning av starvs- viðurskiftunum hjá skúlaleiðaranum, og tá ið hon er gjørd, og ein niðurstøða er komin, verður tað viðgjørt í mentamálaráðnum, sum síðani tekur eina endaliga avgerð í mál- inum, sigur Olaus Jespersen. Hann legg- ur afturat, at so leingi tænastumannakanning in verður gjørd, er skúlaleiðarin fyribils- fluttur í eitt lærarastarv í skúlanum, og tí røkir Katrina Joensen, lær- ari í Skopunar skúla, starvið sum skúlaleið- ari. Tað hevur eydnast JFK-Trol í Klaksvík at gera eina megnarav- talu við kendu bretsku handilsket- una, Marks & Spenc- er, um at flakatrolarin Skálaberg næsta hálva árið skal lata millum 300 og 400 tons av lidnum portiónum til handilsketuna HANDILSAVTALA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Talan er um eina sera góða avtalu, tí í henni er ásettur ein fastur kiloprísur fyri vøruna hjá Skálaberg, og hesin liggur væl oman fyri marknaðarprísin á flaki. Liðugtviðgjørdar í Grimsby Herfyri var Skálaberg í Grimsby við teimum fyrstu 50 tonsunum av lidnum portiónum. Í Grimsby tekur tann í Føroyum so kenda fiskaframleiðslufyritøkan Coldwater ímóti vøruni. Portiónirnar verða tiðnaðar upp, áðrenn tær síðani verða liðugtviðgjørdar, so at tær eru klárar at senda í tær mongu sølubúðirnar hjá Marks & Spencer sum fesk vøra. Væntandi verða tær fyrstu av hesum í sølubúð- unum um miðjan oktobur mánaða. Sum áðurnevnt er avtalan einans galdandi í eitt hálvt ár, men hjá JFK Trol hava tey góðar vónir um, at avtalan verður longd, tá ið hetta hálva árið er farið aftur um bak. Fyrsta hálva árið, ið Skálaberg var til fiskiskaps, fiskaði flaka- trolarin góð 1400 tons. Verður veiðan hjá Skála- berg á leið tann sama næsta hálva árið, er avtalan við Marks & Spencer sostatt galdandi fyri umleið ein fjórðing av samlaðu veið- uni hjá flakatrolaranum. Áhugin fyri at ogna sær ein av lutaseðlun- um hjá HB-stuðlum, har høvuðsvinning- urin er ein eigara- íbúð, er ovurhonds stórur, og neyvan verður nakar seðil eftir, tá ið drigið verður í næsta mán- aði LUTASEÐLAR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í vár var farið undir størstu lutaseðlasøluna í Føroya søga, tá ið HB-stuðlar fóru undir at selja lutaseðlar, har høvuðsvinningurin er ein spildurnýggj eigaraíbúð á Berjabrekku. Fleiri hildu talan verða um ørskap hjá HB-stuðlum, men nú tað nærkast degnum, tá ið dragast skal, kann for- maðurin í HB-stuðlum bara ásanna, at tað hevur gingið framúr væl við lutaseðla- søluni. Fólk keypa fast hvønn mánað Sólbjørn Thomsen, for- maður í HB-stuðlum, sigur, at teir eru serstakliga væl nøgdir við gongdina higar- til. Av teimum 20.000 seðl- unum, ið blivu prentaðir, eru einans okkurt um 3.000 eftir, sigur hann. – Eg rokni við, at hesir 3.000 seðlarnir verða uppi, tá ið oktobur mánaður er hálvrunnin, tí tað eru nógv fólk, ið keypa fast hvønn mánað, og við gongdini í søluni annars í huga vænti eg, at alt verður útselt, áðrenn drigið verður 22. oktobur. Formaðurin í HB-stuðl- um sigur, at tað er hugaligt at síggja, hvussu stórur áhugin er fyri seðlunum, og hann fegnast eisini um, at tað er fólk úr øllum land- inum, ið keypa sær seðlar. Verður trekt á torginum í SMS Sjálvur drátturin av vinnar- unum fer at fara fram á torginum í SMS. Hetta verður fríggjadagin 22. oktober klokkan hálvgum seks á kvøldi. Sólbjørn Thomsen sigur, at eigaraíbúðin, sum er høvuðsvinningur, enn ikki er liðug, men at hon stendur í gerð, og væntandi verður liðug innan heilt stutta tíð. Um tað tó framvegis er onkur, sum ikki hevur ogn- að sær ein seðil, so ber til at keypa hesar á Shell og Stat- oil støðunum kring landið, umframt at tað eisini er gjørligt at bíleggja sær seðil umvegis heimasíðuna hjá HB, www.hb.fo, sigur Sól- bjørn Mortensen. Týsmorgunin skuldi fyrireikandi rættar- fundur verða í málin- um millum Sp/f Nakkur og Fiski- málastýrið viðvíkj- andi Jógvan S, men fundurin bleiv út- settur JÓGVAN S MÁLIÐ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Eftir rættarlistanum hjá Føroya Rætti skuldi fyri- reikandi rættarfundur verða týsmorgunin í málinum viðvíkjandi fiskiloyvinum hjá Jógvan S, sum fekk nógva umrøðu í miðlunum. Endurgjaldskravið ikki liðugt enn Rættarfundur var tó ikki týsmorgunin, tí eftir á- heitan frá advokatinum hjá Sp/f Nakki, ið átti Jógvan S, var fundurin fyribils út- settur. Advokaturin hjá Sp/f Nakki, Jógvan Páll Lassen, sigur, at fundurin bleiv út- settur, tí at teir enn ikki eru heilt lidnir við at fyrireika endurgjaldskravið. Jógvan Páll Lassen sigur seg tó vænta, at fyrireikandi rætt- arfundur verður um einar tríggjar vikur. Skálaberg fingið megnaravtalu Nógv vilja vinna íbúðina Formaðurin í HB-stuðlum, Sólbjørn Thomsen, er ovurhonds fegin um, at tað hevur gingið so væl við stórslignu lutaseðlasøluni, har møguligt er at vinna eina eigaraíbúð. Mynd: Álvur Haraldsen Jógvan S. málið útsett Sakarmálið millum Sp/f Nakk, ið átti Jógvan S, og Fiskimála- ráðið, skuldi fara av bakkastokki týsmorgunin, men málið bleiv útsett, tí endurgjaldskravið hjá Sp/f Nakki er ikki klárt enn. savnsmynd Tað er ein megnaravtala, sum JFK Trol hevur fingið í lag við bretsku handilsketuna Marks & Spencer, um at lata millum 300 og 400 av lidnum portiónum frá flakatrolaranum Skálaberg. savnsmynd C M Y K 7 6