Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 186 - 30. september 2004 Hergeir Nielsen: Hetta er gróðursettur ørskapur – Endamálið er onki annað enn at seta suðuroyingar upp ímóti hvørjum øðrum fyri at forkoma mið- námsskúlanum í Vági, sigur Hergeir Nielsen ÚTJAÐARI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Suðuroy: – Hetta er gróður- settur ørskapur Hergeir Nielsen, løg- tingsmaður, er ógvuliga hvassorðaður ímóti ætlan- ini hjá landsstýrinum at flyta ætlaða miðnámsskúl- an úr Vági og leggja hann í ein skúladepil í Hovi og at byggja eitt røktarheim í Vági ístaðin. Hergeir Nielsen er løg- tingsmaður fyri Suður- oynna og vit hava spurt hann, hvat hann heldur um hesa ætlan. – Hetta er fullkomiliga vitleyst og eg eri púra sann- førdur um, at einasta enda- málið við hesum er at for- koma miðnámsskúlanum í Vági. Hergeir Nielsen heldur, at við hesum hevur lands- stýrið tveitt ein brand inn í eitt mál sum varð loyst og sum friður valdaði um. – Og tað er rætt og slætt ein ófyrigevilig synd av løgmanni og teimum báð- um løgtingsmonnunum úr Suðuroy í samgonguni, Johan Dahl og Hendriki Old, soleiðis at seta suður- oyingar upp ímóti hvørjum øðrum í einum máli, sum semja var um. Vildu ongantíð hava skúlan í Vági Hergeir Nielsen, sum eisini býr í Vági, sigur, at tað kravdi stríð í fleiri ár at fáa undirtøku fyri at byggja miðnámsskúla í Suðuroy. – Umsíðir eydnaðist tað at fáa undanfarnu sam- gongu at raðfesta mið- námsskúlan í Vági fremst og semja fekst harafturat at um at byggja hann í Vági. Løgtingsmaðurin sigur, at tað hevur altíð verið hørð mótstøða ímóti at skúlin verður bygdur í Vági og hann er púra sannførdur um, at hetta nýggja tilboðið til Vágs býráð er onki ann- að enn tað seinasta átakið hjá ávísum politikarum at forkoma miðnámsskúlan- um í Vági - eisini politikar- um úr Suðuroy. Hann er sannførdur um, at verður pilkað við ætlan- ina nú, verður skúlin for- komin. Hvat skal samgongan, sum eisini er mannað við fleiri suðuroyingum, fáa burturúr at forkoma skúl- anum? –Teir hava rætt og slætt ongantíð viljað, at skúlin skuldi byggjast í Vági. Teir vilja ikki, at nakað skal vera í Vági og tí royna teir at forkoma teimum ætlan- um, sum eru um framburð í Vági. Og at flyta miðnámsskúl- an í ein skúladepil í Hovi, saman við heilsuskúlanum, er fubb, tí løgmaður hevur sjálvur á tingsins røðara- palli tosa um vandan við at flyta heilsuskúlan av Tvør- oyri, tí tað mátti ikki henda, at hann varð fluttur av Tvøroyri. – Tí er tað bara uppá kvamsvís, at landstýrið nú tosar um at flyta skúlan til Hovs. Hetta verður eisini undir- bygt av, at ongin tíðarætlan fylgdi við tilboðnum hjá landsstýrinum til Vágs Býráð. Eru ikki so frægt sum spurd Hergeir Nilsen sigur, at hó- ast allar kommunur í Suð- uroy skulu vera saman um at byggja eitt røktarheim í Suðuroy, vendir landsstýrið sær bara til Vágs Komm- unu og tað er heilt óskilj- andi. – Tað merkir, at hinar kommunurnar í oynni eru ikki so frægt sum spurdar. Hann vísir á, at landsstýrið hevur harafturat onki sagt um, hvussu eitt møguligt røktarheim skal fíggjast. – Er ætlanin at allar kommunurnar skulu betala sín part, er tað undrunnar- vert, at ongar aðrar komm- unur, enn Vágs Býráð, eru spurdar. – Men er ætlanin hinveg- in, at landið skal fíggja byggingina, stendur tað tað altíð landstýrinum frítt fyri at byggja eitt røktarheim, hvar tað skal vera í Suður- oynni, tí eg ivist ikki í, allar kommunur í oynni høvdu fegnar útvegað grundstykki til endamálið. – Vil landsstýrið byggja røktarheim í Suðuroy, vænti eg eisini heilt avgjørt, at peningur er settur av til endamálið á fíggjarlógini fyri næsta ár og sum verður løgd fyri tingið nú fyrsta dagin. Hergeir Nielsen dugir annars væl at síggja fíggj- arligu fyrimunirnir í at leggja fleiri skúlar saman. – Eg havi sjálvur verið við til at gjørt uppskot fram um at byggja ein skúladepil í Hovi. Men tað datt niður- fyri og ístaðin varð gamla posthúsið í Vági bygt um til skúla. – Síðani tann dag hevur ongin rødd í løgtinginum mælt ímóti, at tann nýggi skúlabygningurin skuldi byggjast í Vági. Og tí er tað heilt ófyrigeviligt, ivi nú verður sáddur um málið. – Við hesum hevur lands- stýrið sett suðuroyingar upp ímóti hvørjum øðrum í einum máli, har friður valdaði og sum ein loysn er funnin á. Kortini ivast hann í, hvørjir fyrimunir eru í at leggja tveir so ymiskar skúlar sum ein miðnáms- skúla og ein heilsuskúla saman Annars var vanliga hugs- anin, at tað var skilagott at byggja heilsuskúlan á Tvør- oyri, har sjúkrahúsið er. – Og mítt uppskot var at sjúkrasystraskúli harafturat skuldi byggjast upp at sjúkrahúsinum á Tvøroyri, saman við heilsuskúlanum, tí tað eru tveir skúlar, sum líkjast, sigur Hergeir Niel- sen. – Tað er ófyrigevilig synd at løgmaður, Johan Dahl og Hendrik Old, soleiðis tveita ein brand beint inn í eitt friðaligt mál, sum ein loysn er funnin á, sigur Hergeir Nielsen, løgtingsmaður – Vágs Kommuna hevur repað seglini og næsta ár verður bara tað gjørt, sum ikki slepst undan at gera FÍGGJARÆTLAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vágur: Í Vági er ógvuliga illa statt við arbeiði og tað fer at síggjast aftur í kommunala virkseminum. Býráðið er í ferð við at viðgera fíggjarætlanina fyri komandi ár. Hon skal viðgerast einaferð afturat, men tað er í øllum førum greitt, at virksemi hjá kommununi fer at vera munandi skert komandi ár. Ein meting vísir, at skatta- inntøkan hjá kommununi fer at fella heilar tvær milli- ónir komandi ár afturímóti í ár. Í ár verður inntøkan hjá kommununi 34 milliónir, men næsta ár verður hon 32 milliónir, vísa metingarnar. Tað er sjálvandi vinnuloys- ið í Vági, sum ger seg gald- andi. Men Býráðið ætlar ikki at hækka skattin. Sostatt er semja um, at skattapro- sentið skal framhaldandi vera 22,5% næsta ár og barnafrádrátturin skal eisini verða óbroyttur, tvs 2500 krónur um árið fyri hvørt barnið. Men hetta ber so sam- stundis í sær, at kommunan má rættiliga repað seglini. Næsta ár verða sostatt ong- ar útbyggingingar yvirhøvur í Vàgi uttan tað, sum ikki slepst undan. Tvs, at býráðið ætlar at seta eitt lítið sindur av til av til gøtuljós og kloakkir, skuldi onkur bygt í Vági. Annars er eisini ætlanin at seta 100.000 settar av til at gera kirkjugarðin lidnan fyri. Annars verður bara roynt at hava kommununa gang- andi við tí rakstri, sum er. Ætlar at stilla upp- aftur Borgarstjórin í Vági heldur at enn hevur hann nakað at geva í politikki KOMMUNUVAL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vágur: Jògvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, ætlar at stilla upp aftur á kommunvalinum. Hann hevur játtað at vera á listanum hjá tjóðveldisflokkinum í Vági, men uppstillingin er ikki liðug enn. Jógvan Krosslá er 62 ára gamal og nú eru tað 12 ár síðani, at hann kom uppí kommunu- politikk. Hann varð fyrstu ferð valdu á valinum í 1992 og hann kom beint í eldin, tí hann gjørdust borgarstjóri beinanvegin og tað hevur hann verið síðani. Sigast kann ikki annað enn at hann hevur verið ein av teimum kendastu borgarstjórunum í landinum. Hann hevur stýrt Vágs kommunu ígjøgnum ringastu kreppu í søguni og sum formaður í kommunusamskipan Føroya, hevur hann eis- ini gjørt vart við seg. Og nú Vágur aftur hevur er í fríum falli, ætlar hann ikki at blaka frá sær. Hann heldur, at verður hann valdur, hevur hann framvegis nakað at geva í politikki. Inntøkan lækkar tvær milliómir í Vági Í Vági verður skattaprosentið ikki hækka næsta ár, hóast stóra, fíggjarliga trongstøðu hjá kommununi C M Y K 6 Nr. 186 - 30. september 2004 7 Barbara á Tjaldra- fløtti sigur, at ong- ar lógarásetingar krevja av lands- stýrismanninum, Jógvani á Lakjuni, at hann lýsir stjóra- starvið í saman- lagda ÚF og SvF leyst SAMANLEGGING ÚF/SVF Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Tað er einki formelt krav, tá tveir almennir stovnar leggja saman, at ovasti myndugleiki lýsir starvið leyst. Barbara á Tjaldrafløtti var forkvinna í bólkin- um, sum orðaði almenna setanarpolitikkin. Hon er ikki av teirri sann- føring, at landsstýris- maðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, frem- ur lógarbrot, tá hann hevur gjørt av ikki at lýsa stjórastarvið í saman-lagda ÚF og SvF leyst. Hon vísir á, at dømi eru um fleiri almennar stovnar, sum hava lagt saman uttan, at stjóra- starvið hevur verið lýst leyst. Einfalda grund- gevingin hevur verið, at ovasti myndugleiki á almenna stovnunum ikki hevur mett, at tað hevur verið neyðugt. Landsstýris- maðurin ger av Í Sosialinum mikudagin helt formaðurin í Starvs- mannafelagnum, Gunn- leivur Dalsgarð, at landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, eigur at lýsa stjórastarvið í saman- lagda ÚF og SvF leyst, tá fyribilsstjórin, Jógvan Jespersen, er liðugur við at fyrireika samanlegg- ingina av loftmiðlunum, tí talan verður um ein grundleggjandi nýggjan stovn. Jógvan á Lakjuni var ikki samdur við for- manninum í Starvs- mannafelagnum. Hann metti ikki, at talan verður um ein nýggjan stovn, tá ÚF og SvF leggja saman, men heldur eina umskipan av tveimum stovnum, ið røkja somu uppgávur. Við teirri grundgeving helt Jógvan á Lakjuni ikki, at tað varð neyðugt at lýsa stjórastarvið leyst. Tað tykist tí verða ein træta millum landsstýr- ismannin og Starvs- mannafelagið, hvørt samanleggingin hevur ein nýggjan stovn við sær ella ei. Barbara á Tjaldrafløtti sigur, at spurningurin um nýggjan stovn má síggjast við atliti at um talan er um nýggjar upp- gávur og nýtt og øðrvísi innihald, men at tað í prinsippinum er lands- stýrismaðurin, ið ger av, um talan er um eina samanlegging ella ein nýggjan stovn, og tekur síðan avgerðina um starvið skal lýsast leyst ella ikki. – Hatta er metingar- spurningur, tí eingin lógaráseting er um sam- anleggingar. Eg skilji væl sjónarmiðið hjá Starvsmannafelagnum um, at øll eiga hava møguleikan fyri at søkja starvið, men framferð- arhátturin hjá Jógvan á Lakjuni er á ongan hátt ólógligur, sigur hon Skuldu vit ikki havt lóggávu um starvsetanir í samband við saman- leggingar? Eg haldi ikki at hetta skal lógarásetast, tí tað kann gera skipanina ov stirvna. Tó haldi eg tað er umráðandi, at øll størv verða sett við kvalifiseraðum fólki, sigur Barbara á Tjaldra- fløtti Fordømi Barbara á Tjaldrafløtti nevnir samanleggingina av Føroya Tollstovu og Líkningarráð Føroya í 1992 sum fordømi um samanleggingar. Saman- leggingin millum hesar stovnar verður skírd at vera størsta samanlegg- ing av almennum stovn- um í Føroya søgu. – Tá metti ovasti myndugleiki, at talan var um eina samanlegging av tveimum stovnum, og ikki ein nýggjan stovn. Hóast røddir vóru frammi um, at stjóra- starvið á samanlagda stovninum átti at verið lýst leyst, metti lands- stýrismaðurin ikki tað var neyðugt, sigur Bar- bara á Tjaldrafløtti. Lakjuni fremur ikki lógarbrot Formanskapurin í løgtinginum hevur arbeitt við at leggja tingarbeiðið í fastari karmar. Hetta skal hava við sær, at bøtt verður um dygdina á tingarbeiðnum, og at tingmenn fáa betri viðurskifti at arbeiða undir TINGARBEIÐIÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Formanskapurin í løgting- inum hevur seinastu mán- aðirnar arbeitt við at leggja tingarbeiðið í eina fastari legu, og hetta fer at hava umfatandi broytingar við sær. Við hjálp av eini vegleið- andi ársskrá fyri tingarbeiði frá ólavsøku til einaferð í apríl mánaði, er ætlanin at koma trupulleikunum við mongu tingmálunum í november mánaði og mars mánaði til lívs. – Nógv hevur verið tosað um, at tingmálini eiga at verða býtt javnari út enn higartil. Vit hava vanliga eina rúgvu av málum at taka støðu til í november og mars mánaði, meðan trýstið ikki eins stórt hinar mán- aðirnar á árinum. Við at leggja eina ársskrá ber til at fáa tey umleið 150 málini, sum tingið viðgerð hvørja setu, býtt javnari út, sigur løgtingsformaðurin Ed- mund Joensen. Í ársskránni hjá løgting- inum er ætlanin at hava greiðar ásetingar um, nær tær ymisku løgtingsnevnd- irnar eru uttanlands, og nær á árinum Norðurlandaráðs- og útnorðursfundir eru á skránni. – Endamálið er at fáa tingarbeiðið í fastari karm- ar. Hetta stigið er tikið fyri at bøta um dygdina á ting- arbeiðnum, og betra um viðurskiftini hjá tingmonn- unum. Meðan tað ofta hev- ur verið heldur tilvildarligt, nær tey ymisku uppskotini verða løgd fyri tingið, fer árskráin nágreiniliga at áseta tíðina, nær uppskotini verða løgd fyri tingið, sigur løgtingsformaðurin. Ætlanin er, at bæði landsstýrið og andstøðan skulu lata løglistarnar inn til løgtingið, og síðan verða tingmálini býtt út yvir alla tingsetuna. Umframt eina vegleið- andi ársskrá, er ætlanin at seta eina nágreiniliga ting- skrá fyri einum mánaði í senn. Henda skrá verður dagførd einaferð um vik- una, so møguleiki er fyri at lofta møguligum broyting- um. Longri freist Formansskapurin hevur eisini tikið stig til, at ting- menn skulu fáa longri skotbrá til at fyrireika seg til tey ymisku málini eftir, at tey eru løgd fyri tingið. Løgtingsformaðurin, Ed- mund Joensen, sigur, at framyvir er ætlanin, at tað skal ganga minst eina vika frá tí, at eitt mál verður lagt fyri tingið til, at farið verður undir fyrstu viðgerð. Longda freistin er gjørd við tí fyri eyga, at tingmenn og onnur áhuga fáa møgu- leika at seta seg betur inn í málið, og harvið bøta um góðskuna á lóggávu arbeið- inum. Ætlanin er eisini at leingja freistina millum framløguna av álitum og 2. viðgerð av løgtingsmáli, tá fleiri broytingaruppskot verða sett fram. Breið semja Tað er breið semja millum politisku flokkarnar um ætlanirnar hjá formanskap- inum við at áseta eina árs- skrá og eina nágreiniligari tingskrá fyri hvønn mánað. Edmund Joensen greiðir frá, at formanskapur hevur bæði tosað við løgmann og floksformenninar, og allir partar eru sinnaðar at royna nýggju skipanina – Hetta fer eisini at geva ymisku ráðunum betri møguleika at skipa og raðfesta sítt arbeiðið betur, heldur løgtingsformaðurin. Tingarbeiðið skal betrast – Endamálið er at fáa tingarbeiðið í fastari karmar. Hetta stigið er tikið fyri at bøta um dygdina á tingarbeiðnum, og betra um viðurskiftini hjá tingmonnunum. Meðan tað ofta hevur verið heldur tilvildarligt, nær tey ymisku uppskotini verða løgd fyri tingið, fer árskráin nágreiniliga at áseta tíðina, nær uppskotini verða løgd fyri tingið, sigur løgtingsformaðurin, Edmund Joensen Mynd: Jens Kr. Vang 7