mikudagur 29. september 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 185 - 29. september 2004
Nr. 185 - 29. september 2004
9
Landsstýrismaður-
in í mentamálum,
Jógvan á Lakjuni,
heldur ikki at talan
verður um ein
nýggjan stovn, tá
Útvarp Føroya og
Sjónvarp Føroya
leggja saman um
ársskiftið, og tí er
ikki neyðugt at lýsa
stjórastarvið á
samanløgdu stovn-
unum leyst
SAMANLEGGING
ÚF/SVF
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum, Jógvan á
Lakjuni, hevur ongar
ætlanir
um
at
lýsa
stjórastarvið leyst, tá
Sjónvarp- og Útvarp
Føroya leggja saman 1.
januar 2005.
– Jógvan Jespersen
hevur áður prógvað sín
førleika, tá hann stóð á
odda fyri báðum stovn-
unum, og hann hevur
eisini drúgvar royndir úr
báðum miðlum. Hann er
eisini tænastumaður, og
er settur at umskipa
samanleggingina, og tá
tann tilgongdin er gjørt,
heldur hann á sum stjóri,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Bróta ikki
setanarpolitikk
Formaðurin í Starvs-
mannafelagnum, Gunn-
leivur Dalsgarð heldur,
at samanleggingin av
Útvarpi Føroya og Sjón-
varpi Føroya fer at hava
ein nýggjan stovn við
sær, og tí eigur stjóra-
starvið at lýsast leyst.
Hesum er lands-stýr-
ismaðurin ikki samdur í.
Sum hann sær tað, er
talan um ein tilgongd,
har Útvarp Føroya er
tann berandi stovnurin
av tí einføldu orsøk, at
ÚF er tann stovnur, ið
fyrisitinarliga og bú-
skaparligaer er betur
fyri. Tað er tí eisini heilt
natúrligt at lata út-
varpstjóran leiða hesa
tilgongdina.
Bæði Jógvan Jesper-
sen og fyrrverandi stjór-
in í Sjónvarpi Føroya,
Mikkjal Helmsdal, hava
áður sagt, at teir halda
tað er rætt, at stovnarnir
eiga at verða hvør sær, tí
talan er um tvær grund-
leggjandi ymiskar upp-
gávur hjá loftmiðlunum.
Hesari
meting
er
landsstýrismaðurin
heldur ikki samdur við.
– Eg veit, at teir hava
sagt hatta, men eg eri
ikki samdur við teirri
meting. Eg haldi ikki tað
ber til at siga, at talan
verður um ein nýggjan
stovn, tí í veruleikanum
tosa vit um eina um-
skipan
av
tveimum
stovnum, sigur Jógvan á
Lakjuni.
Hann vísir annars til,
at í flestu grannalondum
okkara eru útvarp og
sjónvarp skipað í sama
stovni t.d. DR í Dan-
mark. Hetta gevur styrki
og betri møguleikar at
standa ímóti teimum
stóru broytingunum og
avbjóðingunum á kring-
varpsøkinum, sum eru
fyri framman. Hetta
skuldi
eisini
givið
starvsfólkunum
betri
arbeiðsumstøður
og
møguleikar.
Spurdur um tað ikki er
siðvenja, at lýsa øll al-
menn størv leys, svarar
landsstýrismaðurin, at í
prinsippinum er tað rætt,
men í hesum føri er eftir
landsstýrismansins
meting ikki talan um eitt
nýtt starv, og tí metir
Jógvan á Lakjuni ikki, at
tøvur er á at lýsa starvið
leyst.
– Eg havi valt hesa
loysnina, tí eg kenni
meg tryggan við hana og
eg havi breiðan polit-
iskan
meiriluta
fyri
henni. Eg meti tí ikki, at
eg bróti nakran al-
mennan setanarpolitikk,
sigur hann.
Jógvan verður
stjóri
Formaðurin í Starvs-
mannafelagnum,
Gunnleivur Dalsgarð,
heldur, at stjóra-
starvið í samanlagda
Útvarp- og Sjónvarp
Føroya eigur at verða
lýst leyst. Talan verð-
ur um ein nýggjan
stovn, og tí skal
sjálvsagt stjórastarvið
lýsast leyst, sigur
hann
SAMANLEGGING
ÚF/SVF
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
"Um landstýrismaðurin í
mentamálum
Jógvan
á
Lakjuni ikki skal koma í
søguna sum tann ringasti
fíggindin hjá fríari pressu í
landinum, skyldar hann
Føroya fólki, at starvið
verður boðið út, so væl
kvalifiseraðir umsøkjarar
eisini hava møguleikan at
søkja. Eg helt, at tað var eitt
krav, at tíðandi størv hjá tí
almenna skuldu bjóðast
út".
Í Sosialinum og Dimma-
lætting skrivaði stjórin á
útvarpsrásini Rás 2, Petur
Jacobsen, eitt hvassorðað
lesarabræv, ið serliga var
vent ímóti almenna útvarp-
inum,
Útvarpi
Føroya.
Petur Jacobsen helt millum
annað, at stjórastarvið í
samanløgdu stovnunum ÚF
og SvF eigur avgjørt at
verið boðið út, so øll hava
møguleikan at søkja stjóra-
starvið.
Stjórin á Rás 2 stendur
eftir øllum at døma ikki
einsamallur í málinum.
Bæði formaðurin í Starvs-
mannafelagnum,
Gunn-
leivur Dalsgarð, og for-
maðurin í Blaðmannafe-
lagnum, Edvard í Skorðini
Joensen, halda eisini, at
landsstýrismaðurin eigur at
lýsa stjórastarvið leyst.
Nýggjur stovnur
Í løtuni arbeiðir Menta-
málaráðið við at broyta
kringvarpslógina, so lógar-
heimild fæst fyri at leggja
Útvarp- og Sjónvarp Før-
oya
samankunnu.
Sum
skilst er Jógvan Jespersen
farin undir fyrireikingarnar
at leggja stovnarnar saman.
Gunnleivur
Dalsgarð
heldur, at tá Jógvan Jesper-
sen er liðugur við skipa
stovnarnar sum ein stovn,
eigur stjórastarvið at lýsast
leyst.
– Talan verður um ein
fullkomiliga grundleggj-
andi nýggjan stovn, og tí
skal stjórastarvið sjálvssagt
lýsast leyst, sigur formað-
urin í Starvsmanna-felag-
num.
Gunnleivur byggir sína
áskoðan á, at bæði fyrr-
verandi sjónvarpsstjórin,
Mikkjal Helmsdal og út-
varpsstjórin, Jógvan Jesp-
ersen, áður hava sagt, at ÚF
og SvF eiga at virka hvør í
sínum lagi, tí uppgávurnar
hjá stovnunum er grund-
leggjandi ymiskar.
– Tað sigur seg sjálvt, at
tá stovnarnir áður hava
kunnað virkað hvør sær, tí
uppgávurnar hava verið
ymiskar, og nú brádliga
skulu leggjast saman, verð-
ur talan um ein grund-
leggjandi nýggjan stovn, og
tá skal starvið lýsast leyst
heldur,
formaðurin
í
Starvsmannafelagnum.
Nýggjar kreftir
Gunnleivur Dalsgarð held-
ur, at tað hevði tænt sam-
anlagda stovninum væl, at
stovnurin fekk møguleika
at fáa bestu kreftirnar inn á
nýggja stovnin.
– Tað er ein skylda hjá tí
almenna at royna at fáa tey
bestu fólkini til størvini.
Sjálvsagt skulu øll hava
møguleika at søkja nýggja
starvið. Okkara felag hevur
nógv fólk sum arbeiðir har,
og vit ynskja sjálvsagt
bestu arbeiðstreytir fyri
okkara limum.
Gunnleivur
Dalsgarð
vónar, at Jógvan á Lakjuni
tekur boðini frá Starvs-
mannafelagnum til eftir-
tektar, og lýsir starvið leyst
eftir, at Jógvan Jespersen er
liðugur við tilrættarleggja
samanleggingina.
Formaðurin
í Starvs-
mannafelagnum vil kortini
ikki siga, hvør avleiðingin
verður, um landsstýris-
maðurin ikki velur at lýsa
starvið leyst.
Samdur
Føroya
Blaðmannafelag
hevur fleiri áhugalimir,
sum arbeiða í Sjónvarpi
Føroya og Útvarp Føroya.
Formaður felagsins, Edvard
í Skorðini Joensen, tekur
undir við Gunnleivi Dals-
garð
– Tað er vanligur setanar-
politikkur, at øll almenn
størv skulu lýsast leys, og tí
er eingin ivi um, at stjóra-
starvið eigur at lýsast leyst.
Tað er kortini einki sum
forðar Jógvani Jespersen at
søkja og fáa starvið, heldur
formaðurin í Blaðmanna-
felagnum.
Edvard í Skorðini vísir á,
at í løtuni er Jógvan Jesper-
sen bert settur sum fyribil-
stjóri, og tá fyrireikingar-
arbeiðið er av, verður talan
um nýggjan stovn, sum ferð
at hava stórar broytingar
við sær, og tá skal starvið
lýsast leyst.
Stjórastarvið skal
lýsast leyst
–Tað sigur seg sjálvt, at tá stovnarnir áður hava kunnað virkað hvør sær, tí uppgávurnar hava
verið ymiskar, og nú brádliga skulu leggjast saman, verður talan um ein grundleggjandi
nýggjan stovn, og tá skal starvið lýsast leyst heldur, formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Mynd: Jens Kr. Vang
– Eg havi valt hesa loysn-
ina, tí eg kenni meg
tryggan við hana og eg
havi breiðan politiskan
meiriluta fyri henni. Eg
meti tí ikki, at eg bróti
nakran almennan setan-
arpolitikk, sigur lands-
stýrismaðurin í menta-
málum, Jógvan á Lakjuni
DJ show og
karaoke í
Badminton
høllini
DJ-SHOW
tíðindaskriv
Tað er nakað síðan sera
vælumtøkti
DJ-cool,
Martin Kjærbo hevur
verið DJ í Badminton-
høllini, men nú leygar-
kvøldið fer hann saman
við
Jákup
Jacobsen
sum verður frásøgu-
maður at rocka húsið.
Tey sum ætla sær til
Havnar úr Eysturonni
og niðan í Badminton-
høllina til dj-show og
karaoke leygarkvøldið
tann 2.okt, kunnu ringja
á tlf. 22 51 63 at bí-
leggja sær pláss við
bussi. Sum nakað nýtt er
túrurin til Havnar og
aftur ókeypis, um nóg
nógv tekna seg
Aftur-
valdur
formaður
AÐALFUNDUR
tíðindaskriv
Føroya Tannlæknafelag
hevði aðalfund á Hotel
Hafnia 24. september.
Formaðurin, Kaj Ant-
oniussen,
og
kassa-
meistarin, Unnur Jen-
sen, vórðu afturvald.
Skrivarin, Unn Jacob-
sen, ynskti ikki at halda
fram í nevndini. Í henn-
ara stað varð Sigga í
Garðastovu vald.
Nýggja nevndin er so-
leiðis mannað við Kaj
Anthoniussen, formanni,
Siggu
í
Garðastovu,
skrivara,
og
Unnur
Jensen, kassameistara.
Mia sum
forkvinna
Friðarbogin, felagið hjá
teimum sam- og tví-
kyntu, hevði aðalfund
fyrr í hesum mánaðin-
um.
Her gjørdi aðalfundur-
in av, at nýggj forkvinna
í felagnum er 26 ára
gamla Mia Wenning-
stedt úr Havn.
-jm
Strandalond samráðingar um svartkjaft
SAMRÁÐINGAR
Tíðindaskriv
Samráðingarfundur millum
strandarlondini (Føroyar,
ES, Noreg, Ísland umframt
Russland sum serliga inn-
boðið) um felagsumsiting
og býtið av svartkjafta-
stovninum verður hildin á
Hotel Hafnia í Tórshavn 28.
og 29. september. Fundurin
er tann 14. millum londini,
síðan samráðingarnar tóku
seg upp í 2000.
Sum ein høvuðspartur, tá
ið tað snýr seg um svart-
kjaft, hava Føroyar áhald-
andi víst á, at ein varandi
býtislykil millum strandar-
londini eigur at taka støði í
fleiri viðurskiftum, t.e.
fiskiskapur, økistilknýti,
bundinskapur, atkoma og
gransking.
Svartkjaftastovnurin hev-
ur sera stóran týdning fyri
Føroyar, bæði sum bein-
leiðis tilfeingi til íðnaðar-
framleiðlsu og til matna, og
eisini í sambandi við tann
áhugan, sum er hjá øðrum
londum at veiða svartkjaft í
føroyskum øki. Í mun til
onnur øki kann svartkjaftur
fiskast lønandi í føroyska
økinum at kalla alt árið.
Gongdin í fiskiskapinum
tey seinastu árini hevur víst
seg at vera nógv øðruvísi,
enn hvat ið vísindaráðgev-
ingin annars hevur roknað
við. Stovnurin hevur víst
seg at tola eina størri veiði
enn hildið varð fyri tveim-
um árum síðani, tá ið ICES
mælti til at stegða fiski-
skapinum heilt í 2002.
Í 2003 mælti ICES til
eina
heildarkvotu
á
600.000 t, meðan samlaða
veiðan í 2003 var 2.3 milli-
ón tons. Fyri 2004 mælti
ICES til eina heildarkvotu á
950.000 t. Sambært sein-
astu tølini hjá Fiskiveiði-
eftirlitinum hava føroysk
skip fram til 22. september
í ár veitt tilsamans 272.000
t tons av svartkjafti, harav
eini 115.000 t í føroyskum
sjógvi. Útlendsk skip hava
veitt 205.000 t í føroyskum
øki higartil í ár. Í juni í ár
var samlaða veiðan komin
upp á 1.6 m t. Fyri 2005
mælir
ICES
til
eina
heildarkvotu á 1.075.000 t.
Á strandalandafundinum
týsdagin fer Jan Arge
Jacobsen, fiskfrøðingur at
leggja
fram
nýggjastu
fyribils úrslit hjá einum
arbeiðsbólki um svartkjaft,
sum strandarlondini settu í
fjør heyst til tess at útgreina
spurningar viðvíðjandi m.a.
útbreiðslu, ferðamynstri,
stovnsbygnað
og
-
samansetning.
Hóast
útlitini
fyri
svartkjaftastovnin
eru
bjartari enn higartil hildið,
valdar framvegis óvissa
um, hvussu stovnurin fer at
útvikla seg undir støðugt
ótálmaðum veiðitrýsti, sum
fiskiskapurin er í løtuni.
- Tað er eyðsýnt, at vit
mugu gera okkara til at
finna eina varandi semju
millum strandarlondini um,
hvussu svartkjaftastovnurin
verður umsitin og býttur.
Ein burðardygg gagnnýtsla
av svartkjafti undir tryggum
kørmum og við einum rætt-
vísum býti millum londini
kann hava uppaftur størri
týdning fyri Føroyar í fram-
tíðini, heldur løgmaður.
– Í føroysku sendinevnd-
ini verða: Kate Sanderson,
(samráðingarleiðari) og Kaj
P. Mortensen frá Løgmans-
skrivstovuni, Jens Helgi
Toftum úr Fiskimálaráðn-
um, Hjalti í Jákupstovu og
Jan Arge Jacobsen frá
Fiskirannsóknarstovuni,
umboð fyri Reiðarafelagið,
umframt Árni Olafsson,
umboðandi danska uttan-
ríkismálaráðið.
FILADELFIA
Tíðindaskriv
Møguleiki hevur verið hes-
ar dagar at hoyra fólk, ið
hava gott samband við
deyð. Hesi deyðu kunnu
veita hjálp og ugga. Ja
mangt er broytt seinastu
árini í okkara vakra landi,
ikki bara koma signalir út
um, at búskapurin rillar,
men nú er heilt sjónligt, at
fólkasálin í Føroyum rillar
sum ongantíð fyrr. Fólk
søkja aðrar leiðir. Vit spyrja
aðrar tjóðir, sum eru fallnar
langt niður moralskt, um
ráð. Og vit vilja líkjast
teimum!!!
Eru vit á somu leið nú,
móti einum moralskum
skrælli?
Dagsins trupulleikar í
alivinnuni, rækjuflotanum,
eru bert nakrir av fáu trup-
ulleikunum, vit hoyra um
dagliga. Sannleikin í hesum
málum kann ikki noktast,
men hvussu langur skal
listin verða, og hvussu
leingi skal hetta halda á?
Hvat skal til fyri at bøta
um støðuna í landi okkara?
Aðra samgongu ella størri
innlit í fjølbroyttum religi-
ónum?
Vit minnast kreppuna í
90´unum! Hvat var tað sum
bjargaði okkum? Jú, tað at
vit fóru á knø okkara og
bóðu Gud um fyrigeving
fyri at vit, Hansara fólk,
høvdu forsømt Hann og tað
verk, Hann hevði sett okk-
um til. Noyðast vit at síggja
enn eina kreppu, áðrenn vit
fara niður aftur á knøini?
Vit minnast, at Gud svaraði
okkum, so fiskifrøðingar
og onnur lærd fólk enn í
dag standa og undrast á
hvaðani fiskurin kom.
Vit eru vís í, at Samkom-
an er bjarging Føroya fólks.
Vit mugu reisast og vera
sterk í Gudi, so vit kunnu
hoyra frá Honum, ið reis
upp frá teimum deyðu og
livir í dag. Nú er tíðin búgv-
in til júst tað. Í hesum
sambandi skipar Filadelfia í
Havn fyri einari heyststevnu
í døgunum 30. september til
3. oktober. Evnið á stevnuni
er: »Samkoman… Bjarging
Føroya fólks«.
Møti verða frá hósdegi til
sunnudag. Karmarnir um
stevnuna eru sera breiðir.
Leygardag seinnapart verð-
ur ymiskt á skránni. Skip-
að verður fyri bowling, ríð-
ing og túri til Kirkjubøar
við ferðaleiðara, endað
verður á Fornminnissavnin-
um. Spennandi tiltøk verða
eisini fyri børn m.a. barna-
møti og familjumøti.
Filadelfia
samkoman
ynskir við hesum orðum at
bjóða øllum at verða hjarta-
liga vælkomin.
HEIMAMISSIÓNIN
Tíðindaskriv
Sunnudagsskúlabørn hjá
Heimamissiónini í Føroy-
um eru í hesum døgum við
í eini verkætlan, sum hevur
til endamáls at samla inn
fløskur eina ávísa tíð. Peng-
arnir, sum koma inn, fara til
arbeiðið, sum Jórun (fødd
Fonsdal úr Vestmanna) og
maður hennara Nurlan (úr
Kirgisia) gera millum gøtu-
børn í Kiev, Ukreina.
Sunnudagsskúlabørnini
hjá Heimamissiónini í Før-
oyum hava samlað pengar í
bússur,
og
gav
tað
295.741,20 kr. sum hjarta-
liga verður takkað fyri.
Av tí at tørvurin á einum
barnaheimi er sera stórur,
og pengar resta í heitti
sunnudagsskúlin í missi-
ónshúsinum á Glyvrum á
Landssunnudagsskúlanevn
dina hjá HM, um loyvi enn
eina fer at heita á sunnu-
dagsskúlabørn og húski
teirra og annars øll, ið vildu
vera við í einari tílíkari
verkætlan, um at hjálpa
børnum har neyðin er stór.
Verkætlanin endar 31.
oktober og vilja vit tí heita
á alt Føroya fólk, skúlar,
arbeiðspláss og stovnar um
at stuðlað verkætlanini so-
leiðis, at um tit hava fløskur
standandi og vilja geva tær
til eitt gott endamál, vinar-
liga seti tykkum í samband
við
sunnudagsskúlan
á
staðnum.
Tá verkætlanin endar,
verða pengarnir samlaðir
saman og settir inn á konto,
saman við tí, sum kom inn,
tá samlað var í bússum. Um
spurningar eru, kann ringj-
ast til fyrireikararnar á tel.
266217.
Við bøn til Guðs um
signing. Hann, sum er hin
sami í dag, sum tá hann
mettaði 5000 menn, um-
framt kvinnur og børn, við
2 fiskum og 5 breyðum.
Hann er mentur at signa
hetta verk, so tað verður
teim neyðstøddu og heim-
leysu til signingar.
Hav hetta í huga, at Jesus
sigur: »So satt sum tit hava
gjørt hetta móti einum av
hesum minstu brøðrum
mínum, tá hava tit gjørt tað
móti mær« (Matt. 25,40).
Samkoman…Bjarging Føroya fólks
Vilt tú vera við at hjálpa?
Kate Sanderson er
samráðingarleiðari hjá
føroysku sendinevndini
C
M
Y
K
9
8