mikudagur 29. september 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 186 - 30. september 2004
9
8
Nr. 186 - 30. september 2004
Bedling-
ton helst
turrur
Føroyska Atlants
Kolvetni við í
boringini við 1
prosenti
OLJULEITING
Jan Müller
Nú tíðindini hava verið
frammi um, at eitt og
møguliga tvey stór
fund
eru
gjørd
á
bretskum
øki
har
norðuri við markið,
(Lochnagar og Cam-
bo) vilja onnur tíðindi
(sum Sosialurin tó ikki
hevur fingið váttað)
vera við, at Bedling-
tonbrunnurin, sum er
boraður heilt har suð-
uri við markið, er turr-
ur. Føroyska olju-fe-
lagið Atlants Kolvetni
var partur av tí brunn-
inum við 1%. Bretska
oljufelagið BG stóð
fyri boringini og hevði
meginpartin av váðan-
um.
Eisini
danska
Dong var við í hesi
boringini.
Wilhelm
Peteren,
stjóri í Atlants Petrole-
um hevur onga við-
merking til hesi tíð-
indini, tí brunnurin er
ein sokallaður "tigh
hole" brunnur. Wil-
helm Petersen sigur
annars, at Atlants Kol-
vetni í løtuni hyggur
eftir samstarvsmøgu-
leikum at vera við í
samtaki, sum fer at
bjóða í 2. rundu við
Føroyar. Hann hevur
sjálvur rímuligar vónir
um, at tað fer at eydn-
ast. Annars hevur fe-
lagið fingið tillutað tað
øki, sum tað søkti um í
bretsu rundini. Um
fundið, sum er gjørd
hinumegin
markið,
sigur føroyski olju-
stjórin, at tað ljóðar
áhugavert.
OLJULEITING
Jan Müller
Stóra franska oljufelagið
Total (TotalFinaElf) stað-
festir nú, at eitt gamalt
gassfund frá 1986, eftir
øllum at døma er so mikið
stórt, at tað møguliga kann
loysa seg at fara undir
fyrstu veruliga gassútbygg-
ingina á Atlantsmótinum í
heila takið. Talan er um
Lagganfeltið nakað vestan
fyri
Hetland
ella
miðskeiðis millum Hetland
og føroyska markið. Í
tíðindaskrivi frá felagnum
verður upplýst, at ein
avmarkingarbrunnur, sum
er boraðir fyrr í ár og síðani
testaður, nú vísir seg at vera
væleydnaður.
Tað
er
risastóri boripallurin Jack
Bates, sum hevur staðið
fyri brunninum og hevur
m.a.
verið
høvið
hjá
ferðafólki og manning á
Norrønu, sum hava siglt
millum Hetland og Føroyar
at síggja gassglæmuna frá
boripallinum. Hini feløgini,
sum eru við í hesum loyv-
inum eru ChevronTexaco,
Dong og Eni. Tvs. feløg,
sum eisini eru og helst fara
at vera virkin á føroyska
landgrunninum.
Tað áhugaverda við hes-
um tíðindum er, at somu
feløg umframt føroyska
oljufelagið
Føroya
Kolvetni
hava
fingið
tillutað fleiri teigar í 22.
brestku runduni nærhendis
Laggan gassfundið.
Michel Contie, stjóri í
Total sigur í tíðindaskrivi,
at tey hava havt trupulleikar
við at bora henda nýggjasta
avmarkingarbrunnin, men
kortini hevur drúgva bor-
ingin nú í fleiri mánaðir,
givið felagnum nógvar
nýggjar upplýsingar um
goymslunøgd og sjálvt
reservoiri. Enn er eingin
avgerð tikin um at fara
undir at byggja út, men fe-
lagið sær ljóst uppá, at tað
fer at eydnast at útbyggja
feltið við framtíðar hand-
ilsligum og tøkniligum
loysnum. Total-stjórin sigur
eisini, at tey eru sera fegin
um úrslitið av 22. útbjóð-
ingini, har Total hevur
fingið tillutað fleiri teigar í
Laggan-umhvørvinum.
Nú eisini gassfund
vestan fyri Hetland
OLJULEITING
ANALYSA
Jan Müller
Tað hevur gingið báðar
vegir við oljuleitingini á
Atlantsmótinum líka síðani
fyrsti borurin varð settur í
fyri skjótt 30 árum síðani.
Hóast verulig framleiðsla
ikki fór í gongd fyrr enn
fyrst í 90-unum, so vóru øll
árini frá miðskeiðis í 70-
unum og fram til 90-ini
boraðir einir 170 brunnar.
Nógvir av hesum vórðu
turrir, men kortini vóru
einstakir teirra bæði olju-
og gassfund, sum tó hvørki
konstnaðarliga ella tøkni-
liga hava verið metti løn-
andi.
Mest áhugaverda fundið
varð gjørt í 77-78, tá BP
rakti við oljuelefantin Clair
nakað vestan fyri Hetland.
Hesin goymir 5-6 milliardir
tons av olju, men talan var
um tunga olju og torførar
jarðfrøðiliga
umstøður,
sum gjørdu, at tað ikki var
hugsingur um at taka
oljuna upp tá – fyri góðum
25 árum síðani.
Í 1986 var so enn eitt
áhugavert fund gjørt vestan
fyri Hetland, ikki so langt
frá Clair. Tað var eitt gass-
felt, sum fekk navnið Lagg-
an. Mett var ikki, at hetta
fundið varð nóg stórt til at
fararast kundi undir nakra
útbygging.
Við øðrum orðum sluppu
oljufeltið Clair og gass-
feltið Laggan at liggja
órørd av mannahondum øll
tey mongu komandi ár. Til
tað so í dag – nú tøknin
hevur ment seg munandi –
ber til at tosa um at fáa
bæði olju og gass upp úr
undirgrundini.
Ikki fyrr enn í ár – 2004
– er útbygging av Clair
veruleiki tvs. at hesin
oljurisin hevur ligið í dvala,
síðani hann var funnin fyri
nærum 30 árum síðani.
Fyrsta oljan frá Clair kem-
ur upp úr undirgrundini
seint í heyst. Og arbeitt
verður við tveimum út-
byggingum aftrat næstu
árini.
Og beint í grannalagnum
liggur so Laggan gassfeltið
og bíðar. Total hevur júst
boðað frá, at seinasti av-
markingarbrunnurin er sera
positivur, og okkurt kundi
tí bent á, at feltið verður
útbygt komandi árini tvs.
20 ár eftir, at tað varð upp-
dagað. Og hetta merkir, at
vit fara at síggja ein infra-
struktur á økinum millum
Hetland og føroyska mark-
ið, sum kann fáa stóran
týdning
fyri
møguliga
framtíðar framleiðslu á
okkara landgrunni.
Nettupp Clair og Laggan
eru boð um, at Atlants-
mótið kortini hevur eina
áhugaverda
framtíð
og
kann gerast ein nýggjur
Norðsjógvur, sum mong
hava vónað og sæð fram
til.
Men sum støðan er í dag,
so verður olja bert fram-
leidd á einum lítlum og av-
markaðum øki á Atlants-
mótinum. Tað er har suðuri
við markið, har oljufeltini
Foinaven, Loyal og Schie-
hallion nú hava framleitt
olju í eini 10 ár.
Aftrat hesum feltunum
eru eisini fleiri áhugaverdir
brunnar boraðir í granna-
lagnum og fund gjørd.
Spurningurin er so bara,
nær og um hesi eru nóg
lønandi. Tað vilja komandi
árini vísa, og kann væl
vera, at vit her fara at upp-
liva tað sama, sum er hent
og er við at henda við Clair
og Laggan longur norðuri.
Feltini vit tosa um eru
Solan og Strathmore og
Suilven. Eisini Conival
kann verða eitt slíkt. Tað at
ein infrastrukturur er við at
byggjast upp í nánd av
hesum fundum, ger tey –
hóast minni í stødd – løn-
andi. Tað er so nettupp
framtíðar vónin fyri At-
lantsmótið, at infrastruk-
turur kann lata upp fyri
fleiri smærri fundum og
gera tey lønandi.
Vit mugu so heldur ikki
gloyma, at nógv av loyvun-
um, sum bretska stjórnin
lat oljufeløgunum í 22.
rundu, eru at finna á At-
lantsmótinum, har feløgini
meta góðar møguleikar
vera at finna bæði olju og
gass
Men eisini aðrar avbjóð-
ingar standa fyri framman
Spennandi tíð á Atlantsmótinum
– fram við markinum.
Tíðindini seinastu dagar-
nar um stórt fund kann bara
hava positiva ávirkan á alt
økið. Hóast lítið og einki
hoyrist um úrslitið av
trimum brunnum skamt frá
føroyska markinumm á
bretska landgrunninum, so
eiga vit tó at eygleiða teir
við stórum áhuga, tí teir
kunnu bókstaviliga sagt
verða við til at byggja brýr
millum bretska og føroyska
landgrunninum og harvið
koma at fáa týdning og
hvør veit nýggjan íblástur
til leiting eftir olju og gassi
allan vegin framvið mark-
inum og her eisini okkara
megin.
Brunnarnir,
sum
her
verður sipað til, eru Rose-
bank, eisini nevndur Loch-
nagar har norðuri við mark-
ið, síðani Cambo, eisini
nevndur Lindisfarne, eitt
sindur longur syðri við
markið og loksins Bedling-
ton heilt har suðuri við
markið. Feløgini, sum eru
við í hesum brunnum er eitt
nú Amerda Hess, Dong,
BG, Statoil og Chev-
ronTexaco og eisini okkara
egna Atlants Kolvetni, tvs.
flest øll feløg, sum longu
hava loyvi á føroyska
landgrunninum. Hetta er
ein áhugaverd staðfesting,
tí er tað so, at onkur ella
kanska allir tríggir brunnar
eru fund, tá kann man
rokna við, at feløgini fara at
gera nógv fyri at fáa teigar í
2. útbjóðing, sum liggja
beint hinumegin markið,
har hesi fund møguliga eru
og verða gjørd á bretska
økinum.
Lat tað vera sagt alt fyri
eitt, at tíðindini, sum eru
komin fram í pressuni um
fund við markið, mugu
takast við fyrivarni til tey
eru váttað. Men vanliga
kemur slíkt ikki fram, uttan
at nakað er í tí.
Vit fáa nú at vita, at
Lochnagarbrunnurin helst
er eitt stórt oljufund. Vit
hava eisini frætt, at Cambo-
brunnurin helst eisini er eitt
fund. Eftir stendur at
kanna, um fundini eru so
mikið stórt, at tey veruliga
eru lønandi. Vit mugu ikki
gloyma, at tey liggja í ein-
um fjarskotnum øki uttan
infrastruktur av nøkrum
slag. So tey mugu vera
rímuliga stór skal tað løna
seg at fara undir útbygging-
ar í 10 milliarda klassan-
um. Men er tað so at bæði
Cambo og Lochnagar eru
so mikið stór, so er ein
møguleiki at brúka sama
infrastruktur, sama fram-
leiðsluskip osfr. Hetta er tó
ikki bara líkatil, tá tað eru
ymisk feløg, sum standa
fyri lisensunum.
Vil væl til, og úrslitini
liva upp til vónirnar og
jarðfrøðiligu metingarnar,
so kunnu vit koma at síggja
útbygging
av
tveimum
nýggjum oljufeltum beint
við føroyska markið. Og vil
enn betri til, so kunnu slík
oljufelt strekkja seg inn á
føroyskt øki eisini, og tað
entá inn á teigar, sum eru
bodnir út í okkara 2. rundu.
Hetta kann ljóða í so bjart-
skygt men velja vit nú ta
leiðina og trúgva uppá, at
hesir báðir váðiligu brunn-
ar, hava givið bingo, so vil
tað hava nógv størri ávirk-
an á Føroyaøkið enn tey
flestu hava givið sær fær
um.
Nettupp Rosebank og
Cambo (sí kortið) liggja
uppat markinum, har okk-
ara
egna
oljufyrisiting
hevur boðið teigar út. Ein
kann tá siga, at eitt slag av
forarbeiðið tá longu er
gjørt, sum kann vera til
stórt gagn, tá feløg fara at
gera kanningar her og
kanska eisini bora. Einasta
veruliga ivamálið vil tá
vera tjúkka basaltið, sum
ger tað torført at vita júst,
hvar borurin skal setast í,
hóast man "sær" okkurt har
niðri.
Tað er greitt, at hetta eru
bjartskygdar metingar, men
tær eru ikki órealistiskar, tá
hugsað verður um, hvussu
stórar vónirnar hava verið.
Vit hava m.a. hoyrt leiti-
stjóran í ChevornTexaco
siga í Norðurlandahúsin-
um, at útlitini fyri fundi í
Rosebank vóru so mikið
góðar sum 1 til 3.
Triði brunnurin er so
Bedlington, sum liggur væl
longri syðri. Tað skilst, at
hann er møguliga turrur.
Føroyaska oljufelagið At-
lants Kolvetni er við har.
Hóast fýra brunnar eru
boraðir hjá okkum og einki
lønandi fund er gjørt, so
eiga vit at fegnast um, at
ein virkin kolvetnisskipan
er staðfest. At tað skulu
borast fýra burnnar aftrat
innan tvey ár og aftrat
hesum komandi verandi 9
ára loyvi og so nú eisini 2.
útbjóðing eru spennandi
avbjóðingar. Samanumtikið
er eingin orsøk til panikk.
Hetta krevur tíð og tol sum
so oftani hevur verið víst á.
Fyri føroyska samfelag-
ið, ið treingir fleiri búskap-
arlig bein at standa á, eru
bjartskygdu vónirnar á
Atlantsmótinum sera kær-
komnar
Vit síggja føroysku útbjóðingina og síðani olju- og
gassøki vestan fyri Hetland. Pílurin har norðuri við
markið vísir, hvar oljufeløg helst hava gjørt tvey stór
oljufund. Pílurin har suðuri við markið vísir, hvar
Bedlingtonbrunnurin varð boraður. Hann er helst
turrur. Pílurin miðskeiðis á kortinum vísir Laggan
gassfeltið, sum vísir seg at vera størri enn higartil
hildið. Møguleiki er her fyri tí fyrstu
gassútbyggingini á Atlantsmótinum. Onnur smærri
gassfelt sum Torridon, Laxford og Victory kunnu
hugsast at blíva áhugaverd í framtíðini, um og tá
infrastrukturur er komin uppá pláss. Longu syðri
liggur so tað risastóra Clairfeltið, sum er tað størsta
á øllum tí bretska landgrunninum. Tað varð funnið í
1977 og ikki fyrr enn nú ber tøkniliga til at fara
undir framleiðslu. Kort: Føroya Jarðfrøðissavn
Wilhelm Petersen, stjóri
í Atlants Kolvetni:
– Vit leita eftir sam-
starvspartnarum til aðru
útbjóðing
C
M
Y
K
8