Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 185 - 29. september 2004 Nr. 185 - 29. september 2004 11 Tíðindini í oljublaðnum Upstream um, at eitt stórt olju- fund er gjørt við markið, eru góð fyri føroyingar. Hóast talan er um eitt fund á bretskum øki, so hevur tað kveikt lív í aftur vónirnar at finna kolvetni í okkara undirgrund. Nú skal sigast, at hesar vónir hava verið til steðar framm- anundan eisini, men hetta gevur teimum so nýggjan vind í seglini. Oljufundið, ið skal vera gjørt, liggur bert stutt frá markin- um og øki, sum er við í útbjóðingini á føroyska land- grunninum. Men tað, sum kanska er uppaftur meira áhugavert, er tann sannroynd, at talan í veruleikanum møguliga er um tvey stór oljufund, sum eru gjørd í sama øki. Hetta nýggjasta verður nevnt Lochnagar. Oljufelagið ChevronTexaco er fyristøðufelag. Men eitt sindur longur syðri er Cambobrunnurin, sum leysatíðindi vilja vera við eisini er eitt fund. Hetta kann í besta føri merkja, at tvey oljufelt verða bygd út til framleiðslu beint við markið. Tað kann fáa sera positivar avleiðingar fyri leitingina á okkara øki. Tí tá framleiðsla og infrastruktur longu er í granna- lagnum, ber til at binda í frá føroysku síðuni eisini. Her verður t.d. hugsað um rørleiðingar til gass. Hetta er so eitt møguligt framtíðar scenario. Nú skulu vit sjálvandi vera realistisk og varin við ikki at gera ov skjótar niðurstøður og læra av tí ov stóra bjart- skygninum, sum varð galdandi nøkur ár herfyri, tá fyrstu brunnarnir vórðu boraðir her. Tá metti m.a. BP, at sannlíki fyri at finna olju var óvanliga stórt. Veruleikin gjørdist ein annar. Men vit eru nú úti í einum øðvísi øki, longur norðari og har heilt onnur arbeiðsmodell verða brúkt. Okkurt kundi bent á, at somu strukturar og harvið eisini fortreytir eru galdandi báðumegin markið. Hinvegin skulu vit so heldur ikki gloyma, at vit framvegis hava ein trupulleika á okkara øki, og tað er basaltið. Okkum vitandi er lítið og einki basalt, har fundini eru gjørd bretskumegin markið. Vit mugu so fyrihalda okkum til henda veruleika. Men tað kann so eisini vera, at úrslitini frá brunnunum á bretska økinum, kunnu geva feløgunum týðandi upplýsingar, sum tey kunnu brúka í sambandi við leiting hesumegin, nú tey eisini fara at søkja um teigar í okkara 2. rundu. Tað er so eisini hugaligt at staðfesta, at tað m.a. nettupp eru feløg, sum eru rættiliga virkin hjá okkum, sum nú helst hava funnið olju í bretskum øki, eitt nú Statoil, Dong og Amerada Hess. Stjórin í ChevronTexaco, sum var á vitjan í Føroyum herfyri, segði tá við Sosialin, at um boringin við markið (Lochnagarbrunnurin) fór at geva gott úrslit, so fóru tey at umhugsa at bjóða í føroyskum øki eisini. Annars eru fleiri onnu stór oljufeløg, sum kunnu hugsast at vera við í útbjóðingini, her m.a. Shell og BG. Áhugavert verður at síggja, hvar lokomotivið á Atlansmótinum, BP verður at finna eftir eina 2. rundu her. Og somuleiðis stóra italska ENI. Stjórin í Oljufyrisitigini hevur brúkt vendingina "varisligt bjartskygni", tá hann er spurdur um vónirnar til framtíðar leiting á landgrunninum. Hetta eru helst skilagóð og væl vald orð. Seinastu tíðindini kundu so bent á, at tað nettupp er orsøk til varisligt bjartskygni, nú vit ikki við vissu vita, hvussu nógv er rætt í tíðindunum um eitt ella møguliga tvey stór oljufund við markið. Time will show.. Livst so spyrst. DAGSINS MEINING Sosialurin Gott fyri Atlantsmótið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Leivur Hansen býráðslimur Vit liva í dag í einum landi við medvitandi og aktivum borgarum, ið royna at fáa ávirkan á politisku avgerð- irnar, ið viðkoma teimum og teirra næstu, og ikki minst á, hvussu tær verða framdar. Borgararnir krevja at verða hoyrdir og finna seg ikki í, at handlað verður yvir høvdinum á teimum. Hetta er tekin um, at vit hava eitt sunt fólkaræði. Tó er tað onki dulsmál, at tað serliga eru tey vælút- búnu, sum eru mest aktiv og medvitandi. Uppgávan hjá einum kommunustýri er hava ábyrgd fyri breiddini og heildini. Kommunustýrið eigur tí at síggja til, at tað ikki bert eru teir sterku borgararnir, ið fáa sín tørv og ynskir eftirlíkað. Kommunan er fyri allar borgararnar. Dialogur skapar íblástur Lokalpolitikkurin kann geva borgarunum eina veruliga ávirkan á, hvussu framtíðar vælferðarsam- felagið skal innrættast. Avbjóðingin hjá politik- arunum er at fáa bæði leik- og fakfólk við í arbeiðið. Ongin ivi er um, at dialogur gevur góðan íblástur. Samskifti hevur sostatt týdning í einum sterkum og nútíðar nærdemokratii, og tí er umráðandi hjá komm- unustýrislimum at nýta hetta amboðið í politiska arbeiðnum. Eitt tílíkt samskifti kann eisini hjálpa til við at skapa fatan fyri, at alt ikki kann lata seg gera í einum, og at neyðugt tí er við raðfesting- um og umleggingum. Havnin skal skína á øll Í Tórshavnar kommunu eigur eldraøkið avgjørt at verða raðfest fremst tey næstu fýra árini, soleiðis at vit í minsta lagi fáa bráð- feingis tørvin á ellis- og røktarheimsplássum burtur. Somuleiðis eigur hølis- tørvurin á skúlaøkinum at verða tikin í størsta álvara, tí eisini her verður neyðugt við munandi ábótum tey næstu árini. Hetta merkir tó ikki, at alt annað skal liggja í dvala. Havnin skal sjálvandi skína á øll, men eftir tørvi og førimuni. Setið krossin við Lista E tann 9. november. Kommunan er fyri øll Fyrr í ár kærdu fjølmiðla- fólk seg um, at kvinnur ikki vildu ella tordu at úttala seg til fjølmiðlarnar. Undirritaðu sum sita í býráðnum í Klaksvík royna altíð at úttala okkum, tá ið onkur fjølmiðlafólk venda sær til okkum, og so seint sum í farnu viku luttóku vit á einum almennum fundi, ið ein bólkur undir Klaks- víkar Húsmøðrafelag hevði skipað fyri, og sum hevði til endamáls at eggja fleiri kvinnum at fara upp í politikk. Hesin fundur var umrøddur bæði í Sosialin- um og Dimmalætting í síðstu viku. Týskvøldið 21. septemb- er var býráðsfundur í Klaksvík, har fleiri fyri okkum stórmál vórðu sam- tykt. Sum forkvinna í ment- anarnevndini úttalar Jórun Høgnesen seg til Sosialin og Dimmalætting, um at nú er langt um leingi komið har til, at Ósáskúlin skal út- byggjast, og Eyðgunn Sam- uelsen forkvinna í sosialu nevnd úttalar seg til Dimmalætting um, at fyri fyrstu ferð síðan síðst í 80unum hevur Klaksvíkar Býráð samtykt at fara undir bygging av barnagarði. Greinarnar um hesi mál eru góðar, og hesar reglur eru ikki skrivaðar ímóti blaðfólkunum! Men tað undrar okkum, at ikki ber til at seta nakra mynd sam- an við greinunum so lagt verður til merkis samrøður- nar. Hetta hava vit upplivað fleiri ferðir fyrr, og halda vit, tað er eitt sindur løgið. Eru sokallaðu bleytu økini ikki nóg stór tíðindi? Er tað av tilvild? Onkur vil vera við, at nú so tætt er upp undir val vilja fjølmiðlarnir ikki taka nakran býráðs- politikara fram um annan? Hetta sær ikki út til at vera orsøkin, tí í sama Sosiali er annað tiltak hjá Klaksvíkar Býráð lýst í grein við mynd av viðkomandi býráðslimi, og í Dimmalætting er grein um býráðsmál í Havn, ið eisini hevur mynd av av- varðandi politikara. Vit vildu fegnar hoyrt, hvat linjan hjá bløðunum er í sambandi við tíðindaflutn- ing sum henda. Vinarliga Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd, heima.olivant.fo/~eydgunn Jórun Høgnesen, forkvinna í mentanar- nevnd Klaksvíkar Býráðs. Jorunh@post.olivant.fo Hava bløðini ein javnstøðupolitikk? Hildur Eyðuns- dóttir Sethúsabygging og íbúðarbygging í Havn- ini er alt ov nógv merkt av tilvild, og av vænt- andi politiskari støðu- takan, men tað nýtist ikki at vera so. Fleiri keypa lidnar bústaðir Tað er vorðið alt meira vanligt, at fólk keypa sær eini liðug hús ella íbúð, heldur enn at byggja sjálvi. Seinnu árini hava byggimeistar- ar keypt stór øki og gjørt heilar útstykkingar og stórar býlingar. Hetta er eisini vanligt í øðrum londum, og var eisini nógv gjørt í Havnini í fimmtiárunum tá rað- húsini í eysturbýnum og í Jóanesar Paturssonar- gøtu vóru bygd. Tað er heldur einki býtt hug- skot um bygt verður við skili. Tó setur tað størri krøv til byggiharran og ikki minst til býarskip- anina, tí hesi byggjarí síggjast so væl, og koma at merkja trivnaðin í bý- num í nógv ár framyvir. Byggiharrin ræður Ov nógv av teimum íbúðum og raðhúsum, sum verða bygd í dag, hava so at siga einki felagsøki yvirhøvur, og ei heldur nakað privat uttandura øki, hvørki altan ella garð. Har hvørt tún liggur undir asfalti, og har børnini tí mugu leita burturúr øki- num, fyri ikki at spæla millum bilarnar. Hetta kunnu vit ikki bjóða okkara borgarum og okkara býi. Har út- boð og eftirspurningur ræður ótálmað, verður dygdin mangan gloymd. Helst ikki dygdin á sjálvum húsunum, tí handverksdygdin er vanliga stak góð í Før- oyum, men so avgjørt tær byggilistarligu dygdirnar. Tað vantar mangan atlit fyri heild- ini, og fyri trivnaðinum hjá teimum sum skulu búgva í nýggju økjun- um. Tí er neyðugt hjá kommununi at leggja seg útí hvussu bygt verður. Kommunan nýt- ist ikki at blanda seg í fría marknaðin, men kommunan skal seta treytir, so tað sum kemur á marknaðin er nøkt- andi. Kommunan má vísa vegin og seta krøv Tað hevur júst verið ein áhugaverd framsýning við burðardyggari byggilist í Norðurlanda- húsinum. Har vóru ym- isk boð, úr øllum norð- urlondum, uppá sethús og býlingar har bæði umhvørvi og trivnaður eru sett í hásæti. Føroyskt íkast er eis- ini. Randarhúsini sum vóru bygd seinast í áttatiárunum, standa so litføgur og fjølbroytt og livandi, sum eitt virðiligt prógv um øðrvísi bú- staðarbygging í Føroy- um. Tað hava verið aðrar, eins spennandi, byggi- ætlanir bæði undan, og eftir, at randarhúsini vóru bygd, serliga Berja- brekka, og Tórsbyrgi, sum eg haldi vera mill- um tey mest spennandi, og hugnaligu, byggi- listarligu avrikini í Før- oyum. Bygdir í býnum, sum anga av trivnað. Í øllum hesum ætlan- um var Tórshavnar bý- ráð stigtakari, og eg haldi, at hóast byggi- tøkniligir og fíggjarligir trupulleikar hava verið í hesum verkætlanum, so hava hesar kortini ríkað býin eina mest. Hesir býlingar eru prógv um, at kommunan skal vísa nógv meiri áhuga fyri tí sum bygt verður. Politiskt skulu vit stinga út í kortið, og seta trivnaðarkrøv, bæði til uttanumøki, og byggilistarlig atlit. Vit skulu seta tey krøv, sum marknaðurin ikki megn- ar at seta, og hjálpa byggiharrunum at byggja ein betri bý. Størri krøv setast til bústaðarbygging í Tórshavnar kommunu VIÐMERKINGAR Terji Lervig Var tað ikki eitt samt bygdaráð, ið seg seg vera fyri einum tunli undir bygdini, líkamikið hvat landsins myndugleikar søgdu? Men nú bakka tey og vent er í holuni. Nú ein dagin hoyrdi eg, at tey høvdu havt hetta málið til atkvøðu, um veg- urin skuldi ganga beint ígjøgnum bygdina ella út um bygdina. Og hvat gjørdu tey? Jú, tey valdu at leiða hann beint ígjøgnum bygdina, har skúli, barna- garður, bankar, handlar, skótahús, kirkja, missións- hús, flakavirkir og egning- arskúrar eru. Tey vóru 4 fyri og 3 ímóti. Hetta hoyrdi eg sum slatur, vildi ikki trúgva tí, men tað vóru fleiri við mær, ið høvdu hoyrt hetta. Alla aðrastaðni í verðini royna tey so vítt gjørligt at leiða ferðsluna út um bygd øki, men ikki í Leirvík. Nú er tað, eg spyrji, er tað veruliga eingin í bygda- ráðnum, ið hevur dirvi til at senda eitt tíðindaskriv út ella eitt kunnandi skriv til bygdarfólkið? Hetta er ikki nøkur lítil avgerð, sum støða skal takast til, men eitt stórt tak fyri alla bygd- ina. Átta tað tí ikki at kom- ið út til fólkaatkvøðu? Tað er bara ein góður mánaður, til eitt nýtt bygda- ráð skal veljast. Er tað rætt at skunda hetta stórmál ígjøgnum? Eg spyrji bara. Hvat fáa vit afturfyri at oyðileggja alt tað gamla? Tað skulu jú fleiri hús, neyst og ein partur av flakavirkinum takast niður, og harafturat má ein partur av bátahylinum eisini víkja. Og hvussu nógv kemur tað ikki at kosta? Her hugsi eg ikki bara peningaliga, hetta kemur jú eisini at bróta inn í virðir, sum fólk eru góð við, og sum ikki kunnu gerast upp í pengum. Sambært Rambøll NY- VIG (býarætlanarvirki), sum hevur gjørt kanning fyri kommununa, so er av- gerðin hjá kommununi full- komiliga ímóti niðurstøð- uni hjá Rambøll, sum mill- um annað sigur: Den nye vej er en ny hov- edlandevej på Færøerne. Hovedlandevejen på Fær- øerne svarer til motorveje i Danmark og forbinder overordnede geografiske områder med hinanden. Det vil være utænkeligt at føre en motorvej gennem et byområde for slet ikke at tale om at tilslutte motor- vejen på det mest centrale sted i en by. At den gennemkørende trafik, som vel være største- parten, inklusive den store andel af tung trafik vil blive ført direkte ind til og genn- em byen. Gennemkørende trafik er simpelten det mest ødelæggende for et by- miljø, fordi den nettop ikke har noget ærinde i byen og kun opfatter den som en uønsket hindring på vejen. Hastigheden er høj og accelerationerne kraftigere med større uheldsrisiko til følge. (kelda www.leirik.fo) Út frá hesum kann ein og hvør ímynda sær, at tað verður ein stór skandala fyri bygdina. Tí er tað ikki til at skilja, at bygdaráðið kann taka slíka avgerð, serstakliga tá ein hevur tað í huga, at tey hava biðið um at fingið hesa kanning gjørda. Og tá so saman um kemur, taka tey als ikki kanningina til eftirtektar. Hvussu ber tað til? Leirvík er jú ein gomul útróðrarbygd. Men um nú hendan avgerðin, sum tey siga, er tikin, verður gjøg- umførd, so verður Leirvík ein útróðrarbygd við ong- um neystum og ongum bátahyli. Annars verður hetta sum heild ein ræðulig kollvelting fyri bygdina og bygdarmyndin hvørvur. Tað, sum er mest óskilj- andi, er, at einki hevur ver- ið at hoyrt til hetta málið í longri tíð, hvørki í fjøl- miðlum ella millum manna. Tí er tað upp á tíðina, at hetta álvarsmál kemur upp aftur at venda. Øll bygdar- fólk: »Hugsið tykkum tí væl um til komandi val«. Hvat er tað, sum hevur ávirkað Leirvíkar Kommunu? Fundur 11. sept. 2004 kl. 15.00 á býráðsskriv- stovuni í Vági Jógvan Krosslá borgarstjóri Undirritaði vil greiða frá, at fríggjakvøldið 10. sept. ringdi landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, til undirritaða, har hann bað um at fáa fund við Vágs býráð leygardagin 11. sept. 2004 kl. 15.00. Sjálvt um stutta fráboðan, so játt- aðu vit at taka ímóti á bý- ráðsskrivstovuni. Við landsstýrismanninum Jógv- an á Lakjuni, sum hevði biðið um fundin, vóru Jó- annes Eidesgaard, løgmað- ur, og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í al- manna- og heilsumálum. Fundurin var ikki almenn- ur. Fundurin byrjaði við, at løgmaður legði fyri og gav síðan orðið til landsstýris- mannin Jógvan á Lakjuni, sum vildi vita, hvat vit søgdu til at flyta Miðnáms- skúlan úr Vági, vildu vit ganga við til tað, so vildu teirk oma við einum tilboði um eitt røktarheim í Vági ístaðin fyri og at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, skuldi greiða frá ætlanini. Hans Pauli Strøm nevndi, at ætlanin var eitt røktar- heim, sum alt gekk upp við tí magiska talinum 35, tað skuldi kosta 35 mill. kr., tað skuldi verða pláss fyri 35 røktarsjúklingum og tað skuldi geva 35 arbeiðs- pláss. Tað, sum ætlanin gekk út uppá, var at geva 35 ar- beiðspláss til vágbingar, vælvitandi um, at er tað nakað, sum vit mangla í Vági, so er tað arbeiðs- pláss. Vit søgdu beinanveg, at vit fegin vildu skaffa teim- um eitt øki til røktarheim í Vági, um so var at teir høvdu ætlan um at byggja eitt slíkt, vit eiga stórt øki, sum er avlagt til endamálið og teir skuldu enntá fáa tað ókeypis, eisini kundu vit skaffa teimum onnur økir í býnum at byggja eitt slíkt røktarheim, men tað hevði sjálvsagt ikki verið ókeyp- is, tí eitt slíkt vóru vit noydd at keypa, við hesum tilboði til teir, ja, so vóru teir vælkomnir til Vágs at geva okkum arbeiðspláss, sum jú var tað, sum var lagt upp til og skuldi vera enda- málið við fundinum. Røkt- arheimið skuldi verða fyri alla oynna, har eisini allar kommunur í oynni skuldu rinda sín part av teimum 17,5 mill. kr., sum var kommunanna partur, hetta eftir fólkatalinum og kom hetta so sjálvsagt at geva arbeiðspláss til alla oynna, sum tað jú sjálvsagt skal, óivað vildu eisini arbeiðs- pláss blivið til vágbingar á einum slíkum røktarheimi. Hesin parturin var ikki fingin upp á pláss og var heldur ikki reistur yvir fyri øðrum kommunum í oynni. Miðnámsskúlin er í Vági í dag, so sjálvsagt fer Vágs býráð ikki at siga ja til at flyta hann úr Vági, tað hevði neyvan nøkur komm- una í Føroyum sagt ja til í slíkari støðu og hví skuldu tær tað. Vit vóna at skúlin verður bygdur og skilja púrt einki, um suðringar siga nei til at miðnáms- skúlin í Suðuroy, sum ligg- ur í Vági, fær betri karmar at arbeiða undir, tí teir eru ikki góðir sum er. Annars er at siga, at fundurin var góð- ur, landsstýrið setti ein spurning um at flyta mið- námsskúlan úr Vági, vit søgdu ja til at bjóða annað øki, enntá ókeypis til eitt røktarheimí Vági, um so var at landið vildi byggja eitt slíkt, so tit í Vágs Mat- møðrafelag, Vágs komm- una hevur verið sera positiv og glað fyri tykkara stóra arbeiði her í Vági, men tað, at tit fara alment út og átala tað, sum eitt samt Vágs bý- ráð viðtekur, tað harmar okkum og tað eru vit ikki glað fyri. Viðmerking til Vágs Matmøðrafelag Gjald fyri valgreinar Nú kommunuvalið er lýst, og fleiri vallistar eru almannakunngjørdir, fara vit eins og til undanfarin val at taka gjald fyri valgreinar. Gjaldið fyri valgreinar er hálvur lýsingaprísur. Sosialurin C M Y K 11 10