Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 186 - 30. september 2004 11 Schandorff Vang Útlendingamálið tekur nógva tíð í hesum døgum, men tykist landsstýrismað- urin ikki at skilja støðuna - og kanska eisini gloyma partar av útlendingalógini. Svarið til Anitu á Fríð- riksmørk í Sosialinum 21. september eigur at skelka mangan lesara. Tað má vera okkurt, sum treingir sera spakuliga inn. Endamálið við umsókn um uppihalds- og arbeiðsloyvi Tað er kanska nevnt fyrr, men lat meg taka aftur í aftur. Allir útlendingar (ikki norðurlendingar), sum koma til Føroya at arbeiða skulu søkja um uppihalds- og arbeiðsloyvi. Fyrr enn játtandi svar er komið frá Útlendingastýrinum, kann útlendingurin ikki byrja at arbeiða. Við umsóknini skal vera ein arbeiðsgevaraváttan, sum ikki er eldri enn 30 dagar. Vanligt er, at ar- beiðsgevaraváttanin er galdandi eitt ár fram, t.v.s. fyri tíðarskeiðið, sum út- lendingurin søkir um loyvi til. Flestu útlendingar koma til Føroya fyri at forvinna pening og royna eina aðra tilveru, sum er betri enn í heimlandinum. T.v.s. at hesir útlendingar bert eru knýttir til Føroyar við ar- beiðsloyvinum og skulu sostatt av aftur landinum, um onki arbeiði er at fáa. Tá landsstýrismaðurin sigur, at lógin er soleiðis, "at arbeiðsloyvi eru fyri- bils...Loyvini galda vanliga eitt ár í senn. Tá enda loyv- ini. Vil útlendingur verða longur, skal hann søkja av nýggjum", so er tað púra rætt. Men hvat hendir? Útlendingurin søkir av nýggjum, "tí hann vil verða longur", og fyri at umsókn- in - undir øllum umstøðum - kann vinna frama, skal ein váttan frá arbeiðsgevara fylgja við. Honum skal verða játtað arbeiði fyri tíðarskeiðið, hann søkir um uppihaldsloyvi. T.v.s. arbeiðsgevarin hev- ur valt at seta henda útlend- ingin í starv, tí arbeiðs- gevarin metir, at tørvur er á arbeiðsmegini. Tað, sum landsstýrismað- urin í roynd og veru ger, er at strika hesa arbeiðsgev- araváttan. Hann sendir bræv til fútan um, at hann metir, at brúk er ikki fyri slíkari arbeiðsmegi í land- inum. Hesi boð fylgja við til Útlendingastýrið, sum vanliga fylgir boðunum úr Landsstýrinum. Í slíkum føri verður svarið til um- søkjaran eitt nei. Upprudding Eisini sigur landsstýris- maðurin "...so hevði eg ikki havt annað í at velja enn at latið uppruddingararbeiðið halda fram, tí vit hava skyldu til at rætta tað, tá vit síggja at nakað er blivið skeivt í mun til lógina." Álvaratos - hvat er tað fyri upprudding talan er um? Skal samfelagið dust- súgvast og reinsast fyri út- lendingar? Ger landsstýrismaðurin sína skyldu, tá hann uttan nakað ógildar ein arbeiðs- gevaraváttan, sum er grundarlagið undir umsókn um uppihaldsloyvi? Kannar landsstýrismað- urin gjøllari umstøðurnar hjá útlendingunum, áðrenn hann ógildar arbeiðsgev- araváttanina? Tað sýnist ikki so, sambært teimum tveimum reglunum, sum hann skrivar sum fylgiskriv til Útlendingastýrið - tær báðar reglurnar, sum kunnu oyðileggja tilveruna hjá umsøkjaranum. Tað sýnist ikki, sum um landsstýrismaðurin hyggur eftir grein 26 í Útlendinga- lógini. M.a. í stk. 1, pkt. 1 - udlændingens tilknytning til det danske samfund (samstundis eisini føroyska samfelagið), ella pkt. 5 - udlændingens manglende eller ringe tilknytning til hjemlandet eller andre lande, hvor udlændingen kan ventes at tage ophold, ella pkt. 6 - risikoen for, at udlændingen uden for de i § 7, stk. 1 og 2, nævnte til- fælde vil lide overlast i hjemlandet eller andre lande, hvor udlændingen kan ventes at tage ophold. Grein 7, stk. 1, er um flóttafólk. Stk. 2 umfatar vandan í at vera sendur aftur til heimlandið ella tað landið, sum framhaldandi uppihald skal verða í. M.a. vandan fyri "...umenneske- lig eller nedværdigende be- handling..." Hevur landsstýrismað- urin kannað, hvørjar um- støður útlendingarnir koma í, um teir fara aftur til heimlandið? Er nakað kannað, um teir ikki enda júst í støðuni, sum førdi til, at teir leitaðu sær eina "betri" tilveru í Føroyum - ella um støða teirra versn- ar? Tað hongur ikki saman Tosað hevur eisini verið um, at ein orsøkin er tað nógv vaksandi arbeiðsloys- ið í landinum. Tað er eisini munur á, hvussu man lesur nógv vaksandi arbeiðsloysi. ALS hevur kunnandi hagtøl á heimasíðuni, sum greitt vísa, hvønn veg tað ber. Talvan 1992-2002 vísir syrgiligu støðuna, sum vit høvdu. Har sæst, at talan er um stórt tal av fólki. Sjálv- gjørda talvan vísir støðuna frá januar til og við juni 2002-2004. Um vit rokna í prosent- um fáa vit høgt tal, men er talan um tal av fólki, so er myndin heilt ein onnur. Samanumtikið vísir myndin greitt, at vit hava størri niðurgongd í mai- juni í ár enn í 2002 og 2003. Hvussu kann tað hanga saman við, at lands- stýrismaðurin sigur, at okk- um ikki tørvar útlendsku arbeiðsmegina? Heðin Mortensen formaður í menta- málanevndini í Tórshavnar kommunu Síðstu dagarnar hevur dúgliga verið skrivað um broytta aldursbýtið á børnum á dagstovnun- um hjá Tórshavnar kommunu. Bæði bý- ráðspolitikarar og starvsfólk hava sagt sína hugsan, og alt gott um tað. Vit vilja tryggja øllum børnum í kommunalu dagrøktini so góð við- urskifti sum gjørligt, og ei heldur ivast nakar í, at okkara dugnaligu starvsfólk gera sítt besta, so børnini eisini kunnu hava tað gott. Júst tí kann tað undra, at so nógv verður gjørt burtur úr broytta aldurs- býtinum, tí samanlagt snýr tað seg hóast alt bara um fimm børn. Foreldur standa óivað eisini undrandi, tí tey kenna væl ikki til annað, enn at børnini hava tað gott. Hetta er jú heldur ikki ein kollvelting av allari skipanini, men bara ein regulering, einki annað. Sjálvandi skulu øll vera hoyrd, ikki minst starvsfólkini, men eg haldi tað vera skeivt, at farið verður út í fjøl- miðlarnar at viðgera málið, heldur enn at fáa tað loyst innanhýsis, bæði politiskt og um- sitingarliga. Hetta er ein spurningur um samstarv og um at fáa tosað um tingini. Tveir av tjóðveldis- monnunum í býráðnum hava heldur ikki ligið á latu síðuni, men hava funnist dúgliga at gjøg- numførdu reguleringini. Hetta dugi eg ikki at lesa sum annað enn bíligt valagn. Sum fyrr nevnt, situr Jógvan Arge sjálvur í mentamálanevndini og hevur verið við at sam- tykt hetta málið. Er talan um eina »skeiva av- gerð«, ja, so má Jógvan vælsaktans fyrst taka í egnan barm. Leivur Hansen hevur eisini havt møguleikar at gjørt vart við seg á rætta stað, tí hann situr í fíggj- arnevndini, sum hevur viðgjørt málið í sam- bandi við fíggjarætlan- ina. At hann nú kemur til aðra niðurstøðu og brád- liga hevur hug at pro- filera seg aftaná, má bara vera ein staðfesting av svøvntungum ar- beiðslagi. Eftir stendur, at bæði mentamálanevndin og fíggjarnevndin hava tikið undir við málinum, sum tað fyriliggur. So kunnu Jógvan og Leivur rópa og rumbla, sum teir vilja, men avgerðin er eisini teirra. Vónandi verður málið ikki gruggað enn meira av blaðskriving, tí eg dugi ikki við mínum besta vilja at síggja, hvørja nyttu tað skal gera. Hetta er eitt mál, ið eigur at verða viðgjørt og loyst innanhýsis. Og tað verður bert gjørt við at tosa um tingini og at samstarva um tey - ikki tað øvugta! Eingin orsøk til rumbul VIÐMERKINGAR Fer Jógvan við Keldu skeivur? Leivur Hansen býráðslimur Tungt er at byggja upp. Skjótt er at bróta niður. Hesi vísdómsorð fullu mær í huga, tá eg um dagar- nar frætti um sparingarnar hjá landinum á kvøldskúla- økinum næsta ár. Tað hevur ikki júst verið nakað løtuverk hjá landi og kommunum at fáa kvøld- skúlaskipanina upp á tað støði, hon nú eftir tógvið stríð og strev var komin. Men hvat uppliva vit so nú? Jú, mín sann, um teir ikki eru í fullari ferð við at máa støðið undan henni aftur. Avleiðingarnar av frá- boðaðu sparingunum verða, at hundraðtals fólk missa møguleikan fyri at fáa undirvísing á kvøld- skúla í vetur. Og sum ikki eina ferð eru tað tey veikastu okkara millum við tí størsta tørv- inum, sum verða við sviðu- soð. Í Havn td. (har játtanin til kvøldskúlan er skerd við 400.000 kr.) hevur verið neyðugt at taka alla undir- vísing fyri brekað og allar próvtøkulærugreinir av skránni, tí játtanin bert røkkur til ta vanligu kvøld- skúlaundirvísingina. Útreiðslubýtið millum land og kommunu er her 50 prosent, meðan landið einsamalt fíggjar serundir- vísingina og próvtøku- lærugreinirnar, sum nú altso verða strikaðar. Í summar stóðu musikk- skúlarnir fyri spariskotum, og hóast teir tá sluppu við skrekkinum, er neyvan síðsta harmaljóðið komið haðani enn. Og sum skilst er støðan á bókasøvnunum ikki stórt mætari. Tað er harmuligt ferð eftir ferð at noyðast at ásanna, at hvørja einastu ferð, spariknívurin er á lofti her á landi, so bløðir ment- anin. Aðrastaðni royna tey harafturímóti - ikki minst í ringum tíðum - júst at hjúkla og fjálga um ment- anina og tað, sum har uppi í hongur. Løgið, at tað bara skal loysa seg hjá teimum og ikki hjá okkum. Leiðarin á Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla hevur heitt á løgtingið um at taka støðu til, um Føroyar hava ráð til kvøldskúlaundirvísing ella ikki. Vónandi fær hann eitt klárt og greitt svar og ikki bara ein slutur fyri ein slatur, sum fryktandi tíverri er fyri. Mentanin bløðir 11 10 Nr. 186 - 30. september 2004 Eitt justitsmorð er tað sama sum ein rangur dómur. Tá ósek fólk verða dømd at verða revs- að, verður sagt, at rætturin hevur framt justits- morð. Í Føroya rætti er framt justitsmorð. Maður og kona vórðu fyri nøkrum árum síðan dømd til fongsulsrevsing fyri at hava framt kynsliga misnýtslu av børnum. Eftirfylgjandi er avdúkað og prógvað, at bæði maður og kona vóru ósek. Ein triðji persónur hevði eftir øllum at døma lokkað børn at bera falskan vitnisburð. Fólkini vórðu í síni tíð dømd eftir ákæruritinum. Eystari Landsrættur hevur síðan staðfest, at fólkini vórðu ósek. Fólk standa spyrjandi. Eru Føroyar ikki eitt rættarsamfelag? Hvar er rættartrygd borgar- anna? Hvat er hetta fyri nakað? Hvussu kundi hetta henda? Almenningurin hevur enn ikki fingið nøktandi svar frá ákæruvaldinum. Tá spurt verður í fjølmiðlunum, verður vikið uttanum og fokuserað uppá hetta, at málið alt fyri eitt varð tikið uppaftur, tá løgreglan hevði varhugan av, at her ruggaði ikki rætt. Fyrr var illa, hava vit huga at viðmerkja, og vit hava hug at leggja afturat, at hetta er væl skiljandi, tí leiklutur ákæruvaldsins í hesi søk er lítið at reypa av. Tað er eygsæð, at her er farin fram sorgarleikur, sum fer at nerva øll avvarandi fyri lívið. Sam- felagið fer at rinda skaðabøtur, og tað er sum tað skal vera, men ongar skaðabøtur kunnu grøða tey sálarligu mein, sum eitt slíkt mál elvir til hjá teimum, sum hava verið offur so ella so. So mikið um sjálvt málið. Tað, sum nú frá ein- um samfelagsligum sjónarmiði er umráðandi, er, at almenningurin fær at vita, hvussu hetta kundi henda. Harnæst má og skal almenning- urin fáa vissu fyri, at slík justitsmorð ikki henda aftur. Væl eru vit øll menniskju og tað er sum mangan tikið til menniskjansligt at gera mistøk. Hinvegin mugu vit sláa fast, at slík mistøk skulu ikki kunna koma fyri. Slíkt skal ikki kunna henda. Tað má og skal bera til við tí vitan, tøkni og sálafrøði, sum partar i rættarsøk hava til taks í dag at forða fyri slíkum syndar- ligum mistøkum. Danska løgmálaráðið, ákæru- vald, løgregla og dómsvald skylda okkum eina frágreiðing og eiga samstundis at veita Føroya fólki trygd fyri, at slík mistøk ikki henda aftur. DAGSINS MEINING Sosialurin Justitsmorð VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Annita á Fríðriksmørk § 8 í. Til tess at røkja tað dagliga arbeiðið, setir kommunan ein leiðara fyri dagstovnin ella dagrøktar- skipanina við náms-frøði- ligari útbúgving". Hetta gjørdi Tvøroyar Býráð ikki. Hóast annar av umsøkjar- unum hevði námsfrøðiliga útbúgving. Til hetta rea- gerar Hans Pauli Strøm við at biðja býráðið taka starvs- setanina aftur. Og lovar samstundis kommununi, at hann fer at gera sítt til, at lógin verður broytt, soleiðis at tað sum Tvøroyrar býráð ger verður í lagi framyvir. Men hvat ger býráðið so, jú sjálvandi ger hon eftir harraboðum og tekur starvsetanina aftur. Men tá ið man nú hevur við ein so "medgjørligan" landsstýris- mann at gera, so setir mann sjálvandi sama persón í starv aftur. Í eitt fyribils starv! Hvat tá! Fyribils, til lógin verður broytt, - síðani í fast starv! Men hvør sigur at lógin verður broytt. Tað er ikki nakað sum landsstýrismað- urin avger. Tað er nakað sum løgtingið avger. Og landsstýrismaðurin skal ikki rokna við at handan greinin í lógini einsamøll verður broytt, so hon passar inn í ein handil, sum lands- stýrismaðurin hevur sett í gongd. Skal lógin broytast, haldi eg, at tað átti at verði gjørt eftir, at lógirnar um dag- stovnar og dagrøkt og fólkaskúlalógin vóru eftir- mettar. Við tí endamálið at pedagogar og fólkaskúla- lærarar fingu høvi at sam- starva nógv meira. Tá vildu hesi starvsfólk, havt nógv lættari við at komið inn á øki hjá hvørjum øðrum við teimum fjølbroyttu dygd- um, sum hesi - í felag og í hvør sínum lagi - hava. Men hetta tekur tíð, og verður ikki gjørt í einum handavend. Her eru fyri tað fyrsta ymisk sjónarmið inn- an tinggátt, har lógin skal broytast og góðkennast, og í aðru atløgu eru tvey sterk fakfeløg, sum væl saktans verða tikin við upp á ráð. Og so leingi alt hetta ikki er gjørt, skal landsstýris- maðurin halda seg til gald- andi lóggávu, og lata verða við at loyva nøkrum fyri- bils loysnum, sum bein- leiðis stríða ímóti lógini! Eg fari tí í hesum sam- bandi at heita á løgmann, sum hevur eftirlit við lands- stýrismonnunum, at kanna: 1.um hann heldur, at landsstýrismaðurin í al- mannamálum hevur um- sita hetta málið á fuld- góðan hátt: a. Tá ið hann góðtekur, at kommunan setir ein fyribilsleiðara, sum ikki hevur ta útbúgving, sum lógin ásetur. b. Tá ið hann gevur kommununi óbeinleiðis lyfti um, at lógin verður broytt til gagns fyri handfaringina hjá kommununi. Tað undrar ikki sørt, at Jóannes Ejdesgaard, sum fyri tað fyrsta er løgmaður, harnæst er av Tvøroyri, og enntá valdur har suðuri, onki sum helst ger við handilin millum landsstýr- ismannin í almannamálum og Tvøroyrar kommunu, men velur stilltigandi at góðtaka at lógarbrot so- leiðis snýkja seg inn á okk- um. Hans Pauli Strøm blástemplar lógarbrot Jústinus Eidesgaard journalistur Tað eru sorgarboð, at fá- tæki føroyski blaðheimurin er eitt blað fátækari. Og júst soleiðis kennist tað, nú avgerð er tikin um at steðga Fregnir med alla. Blaðið var eitt frískt lot í føroyska blaðheiminum og fólkini aftanfyri frískar nálir sum sveiggjaðu í hesum loti. Sum journalistur og sum fyrrverandi formaður í Før- oya Blaðmannafelag, harmist eg stórliga, at tað ikki eydnaðist Fregnum lívi lagað. Idealistarnir aftan fyri Fregnir, við Jonhardi Mikkelsen á odda, megn- aðu at skapa nakað nýtt. Eitt tjakblað, sum fór djúp- ari enn hini bløðini og eitt blað sum meinti nakað og sum tordi at standa við sín- ar meiningar, sum ikki var fjøtrað av at skula tekkjast so mongum sum gjørligt. Eitt blað, sum ikki nýttist at fortelja lesarunum, at tíð indini tað bar vóru álítandi. Sum fyrrverandi tíðinda- leiðari á Sosialinum minn- ist eg, at vit vóru spentir til hvørja útgávuna. Hvat mundu teir nú hava funnið uppá hesir vitleysu loys- ingarmenn. Vit vóru rættu- liga purraðir út, tá Sjúrður Skaale skríggjaði matseð- ilin út í útvarpslýsingum dagarnar undan útgávu- degnum. Hetta var frískt og nýtt og spennandi. Í uppseting legði Fregnir seg beinanvegin fjórðingar frammanfyri hini bløðini, og teir megnaðu at halda hesa frástøðu til seinastu útgávu. Skilji ikki rættu- liga, at tað almenna bara skal lýsa í Dimmu og Sosialinum, og harvið geva hesum privatu fyritøkum ein fyrimun framum aðrar, sum vilja hava ein greiðari hugsjónarligan grundvøll at íðka okkara grundlógar- tryggjaða skrivifrælsi á. Uttan at taka støðu til loysing contra samband, so sleppa vit ikki uttanum, at loysingarparturin í Føroy- um er ein fittur partur av føroyingum, og hesin part- ur er vorðin fátækari, nú Fregnir hevur lagt árarnar inn. Sum sannur kristin, so átti eg at hýst eins væl fígg- ingum sum vinum í mínum húsi. Eitt faktum er tó, at eg hóast, eg veit hetta, so eri eg fyri tað allarmesta eri umgivin av vinum her heima hjá okkum. Tey, sum slett ikki kunnu semjast við mær, hvat eg standi fyri hugsjónarliga ella átrúnað- arliga, tey halda seg vanliga burtur frá mínum føðing- ardøgum. Nú mold er løgd yvir Fregnir, so er vandi fyri, at tey á loysingarsíðuni eru vorðin heimleysari í fjøl- miðlahøpi, og hevur tað al- menna ein part av ábyrgd- ini fyri hesum við einum lýsingarpolitikki, sum eins- rættar okkara grundlógar- tryggjaða skrivi og talu- frælsi, so eiga teir at hugsa seg um enn einaferð. Oman fyri standandi reglur hava onki við mína politisku støðu, eg nýti mín borgarliga rætt til at halda hesa fyri meg sjálvan. Tøkk Fregnir C M Y K 10