mikudagur 29. september 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 185 - 29. september 2004
Nr. 185 - 29. september 2004
13
Jákup Sverri Kass
stud.cand.ling.merc
Tað er flest øllum greitt,
at altjóðagerðin setur
síni krøv til allar partar
av føroyska samfelag-
num, eisini málpolitikk-
in. Føroyingar eiga tískil
eisini við jøvnum mill-
umbilum at gera sær
greitt, hvussu vit á besta
hátt tillaga okkum.
Eg læs herfyri eina
grein hjá Óla Samró, har
hann í eini áhugaverdari
grein
hugleiddi
um
vaksandi leiklutin hjá
enska málinum í altjóða
høpi. Hann kom millum
annað inn á, hvussu
fólkaskúlin í Føroyum í
framtíðini eigur at rað-
festa enskt og danskt.
Og niðurstøðan tyktist
vera tann, at enskt eigur
at fáa framíhjárætt.
Eg eri vælvitandi um,
at enskt er dominerandi
á altjóða leikpallinum.
Men føroysk børn, eins
og onnur børn i vestur-
heiminum, í dag fáa
enskt inn við móðir-
mjólkini. Sjónvarp og
telda gera, at børnini
læra ein stóran part av
enskum, langt áðrenn
tey fáa tað sum læru-
grein í fólkaskúlanum.
Veruleikin er tann at
føroyingar við og uttan
familju fara enn í stóran
mun til Danmarkar at
arbeiða, lesa ella bara
fyri at venda. Danskt
gevur
ungum,
sum
gomlum, ein førleika,
sum tey neyvan vildu
verið fyri uttan, tá ið tey
velja at skifta føroyska
gerandisdagin út við
tann danska.
Summi hava lyndi til
at blanda tjóðsskap og
tjóðskaparkenslur uppí
alt. Tað meini eg ikki
vera rætt. Hóast núver-
andi
raðfesting
av
donskum í fólkaskúlan-
um er eitt úrslit av ríkis-
rættarligu støðu okkara,
gevur danska málið okk-
um í dag ein førleika,
sum skapar fleiri møgu-
leikar - ikki færri.
Vit hava øll sæð,
hvussu íslendska saman-
blandingin av tjóðskap-
arpolitikki og málpoli-
tikki hevur máða støðið
undan tí íslendska kunn-
leikanum til danskt og
norðurlendskt
sum
heild. Íslendingar, ser-
liga tað yngra ættarliðið,
hava í dag, sera ringt við
at samskifta við sínar
norðurlendsku grannar.
Og skal samskiftast, so
vilja íslendingar allar-
helst samskifta á ensk-
um.
Fyri føroyingar er
danskt ikki bara lykilin
til víðarilesna í Dan-
mark.
Norðurlondini
hava eina felags søgu,
mentan og arv. Og okk-
ara kunnleiki til danskt
og/ella norðurlendskt er
við til at styrkja okkara
samband við okkara
norðurlendsku grannar,
bæði á tí mentunarliga
og á tí búðskaparliga
økinum.
Fyri at venda aftur til
lærugreinina, danskt, so
meini eg, at lærugreinin
sjálvsagt kann betrast.
Man kundi hugsað sær,
at lærugreinin í størri
mun legði upp til eitt
sindur meira av kunn-
leika til hini norður-
lendsku
málini,
og
kanska kundi man gjørt
danskt til eina valgfríða
lærugrein á studenta ella
handilsskúla. Við at gera
tað valfrítt, so kundu
næmingar sum ætla sær
niður til Danmarkar at
lesa valgt tað, ímeðan
tey sum t.d. ætla sær á
Fróðskaparsetri ella til
Bretlands fingu møgu-
leikan at velja okkurt
annað.
Heimurin stendur ikki
í stað, og velja føroying-
ar framyvir í størri mun
at fara aðrastaðni enn til
Danmarkar ella norður-
lond at lesa, so skal leik-
luturin hjá donskum í
fólkaskúlanum sjálvandi
takast upp til viðgerðar,
og kanska raðfestast
niður. Men sum støðan
er í dag, so venda føroy-
ingar enn eyga ímóti
Danmark, og kunnleiki
okkara til danskt er
harvið eitt hent amboð
at hava við sær av land-
inum.
Skal danskt niður-
prioriterast í
fólkaskúlanum?
VIÐMERKINGAR
Johan Mortensen
Valevni hjá Tjóðveldis-
flokkinum til Býráðsvalið
Sum tað fjólgaði mína
gomlu fiskasølusál at hoyra
at JFK Trol hevur gjørt ein
stóran sáttmála við heims-
fyritøkuna
Marcks
&
Spencer. Chilled seafood,
fiskur frystur í Barents-
havinum, tiðnaður upp
aftur og seldur sum feskar
portiónir í Onglandi. Aftan-
á fyri hetta liggur miðvíst
arbeiði, visiónir, motivatión
og stuðul frá lokalsam-
felagnum í Klaksvík og eitt
Býráð sum stuðlar vinnu-
lívinum í Klaksvík
Onki slíkt hoyrist í Tórs-
havn. Onki verður gjørt frá
Býráðsins síðu fyri at gera
tað attraktivt hjá útlendsk-
um feløgum at koma henda
vegin. Í okkara høvuðs-
staði, sum skulu havt allar
fyrimunir og møgulleikar
til ymiskar framleiðslur er
snøgt sagt ONKI, eg endur-
taki ONKI sum eitur eitt
kommunalt, vinnuligt um-
hvørvi. Vit eru vinarbýir
við oljubýir sum Stavanger
og Aberdeen — men hvat
síggja vit til tað? Sweet
nothing
Nýggja Tjóðveldis Bý-
ráðið fer at gera vinnulívið
í Tórshavn meira virkið og
skal stutt nevnast:
• Setast skal á stovn eitt
progressivt vinnuráð við
einum
Vinnumálaráð-
harri fyri Tórshavn við
einum budgetti uppá 25
Mio árliga til at stuðla og
kveikja nyggjar vinnur.
• Arbeiðast skal aktivt við
at fáa altjóða feløg at bú-
seta seg í Tórshavn.
• Grundstykkir skulu latast
uppá SERA lagaligar
treytir til fólk sum fara
undir framleiðslur.
• Oljuvinnan og frálanda-
vinnan skal mennast í
Tórshavn. Helikoptara-
støð skal byggjast á
Glyvursnesi til endamál-
ið.
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Hóast Føroya fólk fekk at
vita, at tað ongar avleiðing-
ar fór at fáa fyri vælferðina
og skatta- og avgjaldstrýst-
ið hjá føroyingum, at heild-
arveitingin varð skorðin við
366 mió. krónum árliga, so
merkja vit longu nú avleið-
ingarnar av niðurskurðin-
um. Politiska og vinnuliga
avbjóðingin er tí at finna
nýggjar inntøkumøguleik-
ar, sum í minsta lagi svara
til niðurskurðin í inntøkun-
um.
Føroyska
vinnulívið
koyrir framvegis í alt ov
stóran mun eftur kreppu-
loysnunum frá 90-árunum.
Hesum skulu vit koma
burtur úr, og í staðin skulu
nýggj vakstrarfremjandi til-
tøk setast í verk.
• Vit skulu finna eina
nýggja skipan fyri fjar-
fiskiflotan
• Partabrævamarknaðurin
skal fáast at virka sum
skjótast
• Einskiljingar skulu gerast
• Okkara rávørutilfeingi
skal virðisøkjast her á
landi
• Vit skulu menna gransk-
ingar- og íløguumhvørv-
ið
Ein nýggj skipan skal ger-
ast fyri allan fjarfiskiflotan,
soleiðis at honum verður
lív lagað. Neyðugt er at
verja søguliga vunnin rætt-
indi, soleiðis at partar av
fjarfiskiflotanum ikki dett-
ur niðurfyri, áðrenn enda-
liga loysnin er sett í verk.
Tá partabrævamarknað-
urin í Íslandi fór at virka
fyri 15 árum síðani, blásti
hann nýtt lív í íslendsku
vinnuna. Hetta eiga vit
eisini at fáa at virka í Før-
oyum sum skjótast, og í
sama viðfangi eiga almenn-
ar fyritøkur at vera ein-
skildar. Eingin ivi kann
vera um, at tað er sunt fyri
bæði vinnuna og tann ein-
staka, at tú og eg fáa loyvi
at vera ábyrgdarpartur í
vinnuni.
Tað kann ikki vera rætt,
at okkara rávørutilfeingið
verður virðisøkt í útlond-
um, meðan fólk ganga
arbeiðsleys í Føroyum. Her
skulu skipanir gerast, so-
leiðis at fiskiríkidømið
verður virðisøkt her á landi.
Óneyðugt skal vera hjá
okkara kappingarneytum at
virðisøkja vøruna, áðrenn
hon kemur til endaliga
brúkaran.
Tá
gransking
verður
nevnd, so verður her ikki
hugsað um hagtalsgrein-
ingar ella gransking at
knýta afturat miðnámsút-
búgvingum. Heldur verður
hugsað um eitt veruligt
granskingarumhvørvi við
nyttugransking,
sum
í
seinna enda gevur vinning
fyri samfelagið.
Hetta eru nakrar av fyrstu
treytunum fyri at normali-
sera eitt vinnulív, sum enn
koyrir eftir kreppuloysnum
frá 90-árunum. Vit noyðast
at finna nýggjar inntøkur,
fyri at føroyingar ikki skulu
merkja alt ov nóg til avleið-
ingarnar av, at heildarveit-
ingin úr Danmark er skorin
niður.
Frits Johannesen
Tað var á einum sinni, at
Johan Nielsen, sáli, var í út-
varpinum í eini valsending
til Fólkatingið og mælti
hesi orð: Einki var sum ein
føroysk mamma! Eg helt
hetta vera ørvitistos, men
Johan Nilesen visti, hvat
hann segði. Hetta fall óivað
í góða jørð hjá mongum,
sum lurtaðu. Hann var í
listumlærdur og orðaríkur
sum fáur.
Morgunin eftir bar eg
hetta upp á mál á lærara-
stovuni um hesa fram-
søgnina hjá Johan Nielsen.
Tá helt ein eldri lærari fyri,
at einki var sum ein føroysk
trúgvandi mamma! Nei, nú
bar einki til. Hann komi til
mín, og Gud gevi mær tann
góðan tíð at tala! Tá var eg
nýklaktur lærari og skuldi
fara at siga tí eldra læraran-
um ímóti, men í sama anda-
drátti segði ein annar, ið
hevði starvast í Fugla-
fjarðar skúla í fleiri ár við
tann eldra læraran. " Hvat
heldur tú um ta vietnam-
esisku mammuna, (Viet-
namkríggið) sum liggur og
doyr niðri í Vietnam við
barni sínum í fanginum.
Hevur hon ikki somu føling
fyri sínum barni eins og
tann føroyska mamman?
Ella, hvat heldur tú um ta
islamittisku
mammuna,
hevur
hon
ikki
somu
kenslur fyri sínum barni
eins og tann føroyska
mamman? Eldri lærarin sat,
sum lundi sligin á nevið, og
tað kvæddi ikki av honum,
men eitt lítið bros fór um
andlitið eins og eitt eftir-
sjóð av fávitskutu meining-
ini, sum fór sum døgg fyri
sól.
Hoyri eisini, at ofta
verður sagt, at einki er sum
ein føroyskur sjómaður.. ja,
ein føroyingur! Nei, tað
vóru útlendingarnir, sum
møguliga verða riknir av
garði og hábundnir. Løgið
er tað, at fólk, sum hava
arbeitt í fleiri ár í hesum
landi, skulu nú fara á ør-
mundarhúsið. Hví kunnu
tey ikki vera her og fáa
somu sømdir sum føroy-
ingar? Er einki arbeiði, so
lat tey koma undir somu
viðurskifti sum føroyingar,
sum gerast arbeiðsleysir...
tí einki er sum ein føroy-
ingur!
Nei, mær rann til hugs:
Ein føroyingur! Hvør tók
ímóti teimum ungu gent-
unum, sum blivu við barn í
fimmti og seksti árunum?
Var tað ikki mangan "Den
danske Mødrehjælp"? Hvar
fara tey samkyndu, tey, sum
hava aids og tey, sum halda
seg til teir rivnu brunnarnar
bæði so og so? — Hvar
fóru føroyingar í fimmti
árunum, tá ið hungur stóð í
durinum her á landi? Fóru
tey ikki til Íslands ..... í
fleiri ár, sjómenninir sigldu
við norskum skipum, týsk-
um trolarum og bæði mað-
ur og kvinna arbeiddu í
Grønlandi.... í fleiri ár. Øll
tóku væl ímóti føroyskum
sjómonnum og føroyskum
arbeiðarum.
Tað
sama
hendi, meðan kreppan var í
níti árunum.
Ja, hvat er ein føroyingur,
og hvat er ein føroyskur
politikari?
Hugsaði eisini um orðini
javnaður og brøðralag. Er
hetta bara ein syltitoys-
krukka, sum stendur á eini
hill og er hýggjuskotin?
Nei, einki er sum ein
føroyskur lærari!!!!!!!
Hvørjum skulu vit liva av ?
Sjálvandi hevur tað avleiðingar
Einki er sum ein føroyingur... og einki er
sum ein føroysk mamma!
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
29. september. Mikkjalsmessa. Dagur hildin høv-
uðseinglinum Mikael til heiðurs. Ein av teimum
mishalgidøgunum, sum nógv hevur verið hildið um
í Føroyum, serstakliga av tí, at hann hevur verið so
nær knýttur at seyðahaldi. Líka í hesi øldini vita fólk
um at siga, at lestur hevur verið lisin mikkjals-
messudag eftir teksti úr Opinberingini (kap. 12, 7-
12)
Dilkadagur.
Bíbilska navnið Mikael merkir hvør er sum
Harrin.
29. september fyllir Jákup Andrias
Joensen í Klaksvík 50 ár
Hey Jákup Andrias, nú tú fyllir
fimmti, so kunnu vit ikki gloyma
teg sum bróður svágur mammu-
beiggi og ommubeiggi.
Ja Jákup Andrias, nú eru nógvir
dropar runnir í havið síðan vit
komu at kennast, ja sum svágrar
tað man vera skjótt 30 ár síðan. Tú
tókst væl ímóti mær, og eg kann
siga, at vit eru sum brøður, og tú ert
so góður við systir tína og børn
okkara, ja ein góð fjørskilda.
Tá eg kom at kenna teg, vart tú til
arbeiðis á fiskavirkinum á Kósini,
og har starvast tú enn. Eg eri in-
formeraður um, at tú ert nógv
avhildin sum arbeiðari har, bæði av
arbeiðarum og leilslu, tað hevur
ikki so lítið at siga. Eg havi so
mangan hugsað um, hvussu tú vilt
koma til arbeiðis, líka mikið
hvussu veðrið er. Á kósuna er alt
títt, eg havi spurt systir tína, hvussu
leingi tú hevur verið á sama
arbeiðsplássi, eftir sum hon sigur,
so eru 34 ár gingin. Tað er ikki so
lítið á sama plássi, stanhaftigur má
man siga.
Jákup Andrias er sonur Urbanus
Joensen úr Gerðum í Klaksvik og
Ingu Antoniussen av Morkranesi,
tey eru tvey syskin, systirin er
Bryngerð, sum býr á Kambsdali.
Fyri nøkrun árum síðan gjørdist
mamman sjúk, hon hevði sukur-
sjúkuna. Umkring áttatiárini misti
hon annað beinið av sukursjúkuni,
tá var hon bundin av rullustóli og
av nógvari hjálp, so sum at fáa hana
sprøjtaða og at geva henni at eta, og
at koma sær í song og so framvegis
av í tí sum hoyrir til av dagligari
røkt. Men ikki at siga, at hon ikki
fekk heimajálp, jú tað fekk hon,
men tað er ikki allan sólaringin. Tá
var tú sum ein góður sonur og
hjálpti til hvussu so tíðliga og seint
tað var á døgninum, tá systirin ikki
var til staðar. Eg var so ofta til
arbeiðis í Klaksvík og búði hjá
svigarforeldrinun, tá hoyrdi eg J.A.
fara upp til arbeiðis, og tað var ikki
kl. 7.00, nei men kl. 6.00, og tað
var at geva foreldrunun ein drekka-
munn á songina, áðrenn hann fór til
arbeiðis sjálvur.
Hetta vil ikki siga, at verfaðir
ikki var um vermóðir sjálvur, jú tað
var hann, hann fekk ein arbeiðis-
skaða undir lossing á Skipafelag-
num, har hann kom í klemmu inni í
einum kontainara av glasi, og stutt
eftir fekk hann fleiri blóðproppar í
høvdið, so hann gjørdist ikki meira
arbeiðisførur, ja nærmast lamin. Ja
so var tú teimun ein góður sonur og
bróður, vit kundu vera trygg her á
Kambsdali, vit vistu at tú røkti títt
arbeiði og tíni kæru foreldur, ja
100%, tað skalt tú eiga.
Tú Jákup Andrias, eg havi hoyrt
nakrar søgur um teg angangandi
báti. Pápin vildi hava teg við ein
dagin við snøri, ja tú fórt so
olbragdur við honum og systirin.
Tá tit vóru komnir út fyri Oyrum á
Boroyavík, so byrjaði hesin sjó-
garpurin at fáa sjóverk. Ja heim til
mammu, tað var loysnin, men at
stima innaftur vildi pápin ikki, so
var siglt inn til Oyrar, har vóru tit
bæði sett á land. Men systirin, sum
er ein sjóálka, vildi ikki fara í land,
men hon mátti líða á pápans orð at
fylgja tær til Klaksvíkar. Hon hevur
sagt mær hetta, tað var ikki so blíð
systur, tú hevði til fylgisvein heim
til húsar tann dagin. At hon ikki
kundi fara við snøri við pápa sín-
um, ja onkur er eftir sum kann for-
telja undir borðhaldinun í kantinuni
á Tekniska Skúla í Klaksvík.
PS. Tá vit gjørdu klárt til brúd-
leypið, var ein rotta komin inn í
kjallarin, ja hon skuldi jú vekk,
men hvør skuldi gera hetta. Vit
báðir vildu ikki so gott, jú ver-
móðir, sum ikki ræddist nakað, hon
var farin í herna móti hesari rottu,
demdi fyri har sum tað kundi og
hevði eitt hol opið, so hon kundi
koma sær til rímingar, har hurðin
stóð opin. Nei hon, rottan, fór
ongan veg. So ein dagin gjørdust
vit so stórir og raskir at vit kundu
fáa hetta stóra dýri út, vit fingu
okkum bæði klemmur, bond og
annað, so henda rotta ikki skuldi
koma okkum nakað til skaða.
Brøkur og tað sum vit hugsaðu,
hon kundi koma krúpandi til, var
lukkað, ja so var farið í herna, vit
opnaðu kjallarahurðina, høvdu
pinnar at stinga við: Ja J.A. hevði
næstan eina kanón, um hon skuldi
koma alt og nær. Vit báðir lógu
framav einum gomlum komfýri og
prikaðu, nú hugsi eg at hetta er ikki
nakað stuttligt, her má gerast
nakað. Jú, hugskotið kom, sum vit
liggja og pota takið eg hendan
pinnin upp eftir lærinun á svágur
og rópi "rottan er á lærinun hjá
tær". Eg havi ikki sæð nakran mann
lopið so høgt í einum, sum tá hann
leyp upp á komfýrin í einum og
rópti. Hon fór út tí í sama bili, fór
tvísporandi út úr kjallarinun. Hann
var yvirbevístur í eina langa tíð, um
at rottan var á lærinun, har sum eg
hevði pinnin. Men líkamikið, hetta
ódjórið bleiv vekk, og vit báðir
hava havt frið síðan og eru góðir
svágrar og komast væl saman.
Leygardagin tann 2. oktober kl.
19 verður føðingardagurin hildin í
kantinuni í Tekniska Skúla í Klaks-
vík, tey sum vilja koma og heilsa
uppá Jákup Andrias eru vælkomin.
Við størstu hávirðing fyri tær.
Systir tín Bryngerð,
Ingi og børnini.
Jákup Andrias 50 ár
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu
okkum so nógva umsorgan og samkenslu,
tá okkara kæri maður, pápi og abbi
Lorenz á Krákusteini
lá sjúkur, doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri alt hjálpsemi, fyri gávur, blómur og kransar,
fyri troystarrík orð í kirkjuni og til sangarar og berarar
og øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað. Eisini tøkk fyri gávur til Føroya felag
móti krabbameini.
Marjun, Niels Eli og Elin
Nýggjur
sýslumaður
Kristjan Martin Joensen
er settur sum sýslu-
maður í Runavík frá 1.
oktober 2004 at rokna.
Starvið hevur verið
røkt av Kristjan Martini,
síðani
1.
desember
2001, tá táverandi sýslu-
maðurin fór í annað
starv, men nú verður
hann so formliga settur í
starvið.
Kristjan Martin er 54
ára gamal. Hann byrjaði
hjá politinum í 1983, og
síðani 1988 hevur hann
virkað sum løgreglu-
maður her í Føroyum.
C
M
Y
K
13
12
Lesið Sosialin - so eru tit við