Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 186 - 30. september 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 30. september. Hieronymus, deyður í 420. Tann lærdi kirkjulærarin, sum var komin úr Stridon í Bosnia. Í Róm var hann skrivari hjá pávanum Damasusi Fyrsta, sum setti hann at týða bíbliuna av nýggjum. Úrslitið var tann latínska bíblian Vulgata, ið enn verður nýtt í katólsku kirkjuni. Vulgata merkir tann, ið vanliga verður nýtt. Hieronymus doyði sum abbati í einum kleystri í Betlehem. Saman við Ambrosiusi, Augustinusi og Gregori ein av katólsku kirkjufedrunum. 85 ár føðingardagur Í dag, 30. september, verður Hannemia Petersen 85 ár. Føðingardagurin verður hildin leygardagin 2. okt. saman við døtrunum og ommubørnunum. Leygardagin 2. oktober verður Johanna Johannesen, Johanna í Kinn, Fuglafjørður, 85 ár. Dagurin verður hildin heima frá kl. 17–22. 80 ára føðingardagur Í dag, 30. september, verður Fía Højgaard á Toftum, 80 ár. Vælkomst verður á Svangaskarði leygardagin 2. okt. frá kl. 19.00. Sunnudagurin 12. sept. kemur at standa sum ein sorgardagur hjá okkum øllum. Tað vardi okkum ikki, at tínir dagar longu vóru taldir her á fold. At tú, sum altíð hevði verið frískur og ferðugur, skuldi vera so álvarsliga sjúkur. Góði beiggi, sorgin og saknurin er ómetaliga stórur, nú tú ert farin frá okkum. Vit syrgja sáran, men vit syrgja ikki, sum tey, ið onga vón eiga. Vit vita, at vit aftur ein dag skulu hitt- ast heima hjá Harranum. Tú vart okkum systkjum ein góð- ur beiggi. Vit sita spyrjandi eftir. Vit duga ikki at fata, at tú ikki ert okkara millum meira. Øll tey ríku minnini vit hava um teg, goyma vit í hjørtum okkara. Tú vart miðlingurin av okkum systkjum. Altíð góður í ráðum, um- hugsin og lívsglaður. Tú sá ljóst uppá alt. Var okkurt áfatt, so var at heita á teg. Tú vart álit okkara. Heittu vit á teg, vart tú altíð fúsur at hjálpa. Tú fekst alt at bera til. Tú vart hollur í ráðum, hjartagóður, mildur og altíð við tí góða. Orð eru so fátøk, eina slíka løtu. Okkara størsti uggi er, at tú nú ert heima hjá Harranum. Heima, har vit øll ein dag skulu hittast aftur. Anna, tankar okkara leita til tín.Tú vart bróðir okkara ein góð kona. Tað var okkum ein sonn gleði, at koma inn á gólvið hjá tykkum. Har var so friðsalt og fjálgt. Tit bæði vóru sum eitt. Tað er okkum ein uggi, at tú ikki stendur eina eftir. Okkara inniliga bøn er, at Harrin má styrkja teg í døgunum, sum koma. Mathilda og Pól, Finn og Regin, tit hava mist ein góðan pápa og verpápa. Saknurin er stórur hjá tykkum. Jesus verði hjá tykkum og styrki tykkum. Rósa og Jonn, nú er abbi ikki inni hjá ommu meira. Hann er heima hjá Jesuspápa, har einglarnir búgva. Til seinast vilja vit siga tær farvæl og takka fyri tíðina tú vart hjá okkum og líka sum Dávid á sinni segði um Jónathan, besta vin- mann sín, siga vit: " sáran vit syrgja teg, Rósing bróður, kærur vart tú okkum."; (2. Sam. Kap.1,ø 26) Takk fyri alt! Hvíl í friði! Kitty, Hilmar, Jákup og Jona Minningarorð um okkara høgt elskaða beiggja, Rósing Anthoniussen 7. mars 1947 12. sept. 2004 Konfirmantarnir í Tvøroyrar kirkju Sólfríð Bech, Tvøroyri Christopher Hammerfoss Craib, Tvøroyri Hallur Finnbogason Danielsen, Tvøroyri Anna Kathrina Eysturberg, Tvøroyri Gunleif Olsen, Tvøroyri Guðrun Nielsen, Tvøroyri Jutta Thomsen, Tvøroyri Maria Vang, Tvøroyri Sarah Idannguaq Bjarkadóttir, Froðba Gunnar Tollakkur í Dali, Trungisvágur Sóley Dimon, Trungisvágur Sjúrður Jóhann Ferjá, Øravíkarlíð Ása Johanna Pólsdóttir, Øravíkarlíð Jón Magnusarson Ellendersen, Fámjin Sára Yvonna Olsen, Hvalba Konfirmantarnir í Havnar kirkju Bjarni Arge, Oman Hoydalar 5 Hallur Berg, Marinargøta 6 Torstein Boðason, Jóansgøta 3 Rúni Brockie, Traðarbrekka 8 Jógvan Højgaard Brodersen, Birnugøta 14 Bartal Jógvansson Djurhuus, Tjarnarlág 6 Hans Hansen, Millum Gilja 42 Bartal Henriksen, Lynggøta 14 Áki Herálvsson, Hákunargøta 20 Hilmar Høgni Jákupsson, Hvítanes 35 Martin Jensen, Torkilsgøta 1 Bogi Nybo Joensen, Børkugøta 3 Jógvan Joensen, Tórugøta 15 Jónleivur Joensen, Birnugøta 5 Hans Pauli Johannesen, Tjarnarlág 37 Hanus Dahl Johannessen, Gundadalsvegur 13 Jónleif Kass, Tórugøta 21 Torkil Lindenskov, Marinargøta 11 Jaspur Hentze Magnussen, Djúpagilsvegur 30 Høgni Kamban Mouritsen, í Lágni 12 Bárður Poulsen, Kristiansgøta 37 Sjúrður Rein, Ovaragøta 44 Hallur Slættanes, Per Mohrsvegur 1 Gunnar Thomsen, Berjabrekka 161 (Virkni) Elin Dam Egholm, Turiðargøta 6 Bodil Mohr Hermansen, Tórsbyrgi 16 Brim Hildardóttir Hoydal, Mouritsarvegur 12 Rakul Dalsgaard-Jakobsen, Tjarnarlág 12 Barbara á Krákusteini, Sámalsgøta 6 Annbritt Petersen, Tjarnarlág 20 Erla Helena Petersen, Oman Hoydalar 3 Anna Katrina Allansdóttir Sørensen, Heimaratún 3 Konfirmantarnir í Fríðrikskirkjuni Birgir Birgisson Hansen, Norðragøta Alvi Joensen, Norðragøta Jónvør Pattinson Joensen, Norðragøta Sunnvør Pattinson Joensen, Norðragøta Ingi Sørensen, Syðrugøta Magda Teresa Thomsen, Syðrugøta Julian Patrick Gleðisheygg Franco, Nes Frank Gaardbo, Toftir Arthur Højgaard, Toftir Maria Højgaard, Toftir Andre Olsen, Toftir Rasmus Reinert Zachau, Toftir Konfirmantarnir í Argja kirkju Oddmar Erland Jacobsen, Leitisgøta 22, Argir Dánjal Joensen, Leitisgøta 15, Argir Kristian Dulavík Joensen, Reynsgøta 5, Argir Dánjal Rói Olsen. Dagurin hildin: Argjavegur 50, Argir Dan Petersen, Billugøta 2, Argir Torkil Janusarson Thomsen, Viðargøta 27, Argir Katrin Hansen Andersen, Kráargøta 7, Argir Karina Poulsdóttir Debes, Norðurstíggjur 14, Argir Rakul Johannesen, Reynsgøta 65, Argir Durita Midjord, Støðlatún 2, Argir Konfirmantarnir í Kaldbaks kirkju Eyðun Wang Reinert, inni á Fløtum 8, Kaldbak Liz Nysted, inni á Fløtum 4, Kaldbak Sunniva Samson Sigurdardóttir, Krossgøtu 28, Kaldbak Tøkk Hjartans tøkk til tykkum øll, sum gleddu meg á 90 ára degnum 13. september. Takk fyri vitjanir, gávur, blómur, talur, sang, telefonsamrøður og til tykkum øll, sum hjálptu til at gera dagin so hugnaligan. Salomon Johannesen Konfirmatiónir sunnudagin 3. okt. 13 12 Nr. 186 - 30. september 2004 Navia og Bindibúðin geva út bindibók 16 føroyskar bindi- uppskriftir eru í nýggju bókini, sum kemur á marknaðin í dag. Bókin, sum er hin fyrsta av sínum slagi seinastu 12 ár- ini, er eitt úrslit av eini kapping um bindimynstur, sum Navia og Bindibúðin bjóðaðu til í apríl í ár. Tey 16 mynstrini eru úrval av 50 pløggum, sum komu inn til kappingina. Í dag verða vinnararnir av kappingini avdúkaðir á Torginum í SMS BINDIBÓK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mikumorgunin bjóðaðu Navia á Toftum, sum fram- leiðir og selir tógv og Bindibúðin í SMS í Havn, til tíðindafundar um eina nýggja bindibók, sum kemur út í dag. Navia er framleiðari av føroyskum tógvi, sum verður virkað í Suðurong- landi og selt í Føroyum og seinni í oktober eisini í Danmark. Ungi maðurin aftanfyri fyritøkuna, er Óli Kristian á Torkilsheyggi, sum er ætt- aður av Nesi. Hann hevur lisið marknaðarføring í Herning í Danmark, har hann eisini fekk hugskotið at fara undir fyritøkuna. Á tíðindafundinum hittu vit eisini Eyð S. Nolsøe, sum eigur Bindibúðina í SMS og Amy Hansen, sum er fotografur og hevur tikið myndirnar í snotuligu bókini. Ætlandi skuldi Jón Hestoy eisini verða við á fundinum vegna Føroya- prent, men honum barst frá at koma. Óli greiddi frá, at hann og Eyð komu at tosa um, at vit í Føroyum vantaðu eina bindibók. Úrslitið var, at ein kapping varð skrivað út. Inn komu umleið 50 pløgg, og bindibókin er eitt úrval av hesi kapping. 16 før- oyskar bindiuppskriftir eru í bókini, harav 12 eru til børn og 4 til vaksin. Somu- leiðis er ein uppskrift til eitt sjall. Tað var ein bólkur av konum við drúgvum roynd- um í at binda, sum valdi uppskriftirnar, ið fingu pláss í bókini. – Elinborg á Lofti hevur skrivað uppskriftirnar, og Lydia á Teigum hevur um- sett tekstin til danskt. Stjórin í Navia segði, at tað er stórarbeiði, sum hes- ar báðar hava gjørt, og tað er eisini stórarbeiði at fáa eina slíka bók frá hondini. Sjálvur hevur hann ser- liga tikið sær av fíggingini og marknaðarføringini av bókini, meðan Eyð S. Nolsøe serliga hevur tikið sær av stóru uppgávuni at greiða frá mynstrunum og uppskriftunum. Bindibókin er prentað í 8000 eintøkum. Hon verður seld víða um í Føroyum og í handlum í Danmark, sum selja føroyska tógvið. Óli sigur, at tað hevur stóran týdning fyri markn- aðin av tógvi, at fólk hava nýggjar bindiuppskriftir. Ætlanin hjá teimum báðum, sum standa aftan- fyri tiltakið, er at geva nýggja bindibók út aftur komandi ár, og tá ætla tey, at kapping um mynstur skal útskrivast bæði í Føroyum og í Danmark. Eyð S. Nolsøe sigur, at í bindibókini eru bæði nú- skapandi mynstur, men eisini mynstur, sum flestu kenna seg aftur í. Í Bindibúðini í SMS selir hon ymisk sløg av tógvi, bæði útlendskt og føroyskt, og bæði hon og Óli eru óvuliga spent eftir at siggja, hvønn týdning bindibókin fær fyri søluna av tógvi. Óli Kristian á Torkils- heyggi sigur, at hann hevði ikki sloppið inn á markn- aðin í Danmark við sínum tógvi, um bindibókin ikki var komin. – Skoðsmálið, sum bókin hevur fingið úr Danmark, er gott. Tey halda, at mynstrini síggja føroysk út, men kortini eru fleiri teirra merkt av nýggjum móta sum dønum eftir øllum at døma dáma rættiliga væl, sigur stjórin í Navia. Frá í dag, 30. september og fram til 6. oktober, verður framsýning á Torg- inum í SMS í sambandi við, at nýggj bindibók er komin á marknaðin. Á framsýningini verða tær umleið 50 innkomnu troyggjurnar í bindikapp- ingini, sum Navia og Bindibúðin í SMS skipaðu fyri, sýndar fram. Somu- leiðs verða vinnararnir av kappingini avdúkaðir, og henda løtan verður í dag klokkan 16. Í morgin og leygardagin verður mótaframsýning á pallinum, har tær 16 troyggjurnar í Bindibókini verða sýndar fram. Óli Kristian á Torkilsheyggi og Eyð S. Nolsøe Mynd: Vilmund Jacobsen Við pallborðið á tíðindafundi á Toftum: Amy Hansen, fotografur, Eyð S. Nolsøe og Óli Kristian á Torkilsheyggi Mynd: Vilmund Jacobsen Amy Hansen við nýggju bindibókini, sum hon hevur tikið myndirnar til Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 12