mikudagur 29. september 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 185 - 29. september 2004
Nr. 185 - 29. september 2004
15
Ætlanir eru frammi
um at byggja heim
fyri minnisveik í
Suðuroynni
HEIM
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Í augustmánað hevði Vágs
Matmøðrafelag fund, har
seinasta hond var løgd á
ætlanina um at senda bræv
út til allar kommunur í
Suðuroynni fyri at vita, um
áhugi er fyri at byggja eitt
heim fyri minnisveik mitt í
oynni, tað vil siga í Hovi.
Á fundi 22. september
varð brævið endaliga orðað
og er tað sent øllum kom-
munum í Suðuroynni og
brævið er soljóðandi:
Vágs Kommuna, Tvør-
oyrar Kommuna, Hval-
biar Kommuna, Famjins
Kommuna, Hovs Komm-
una, Porkeris Kommuna
og Sumbiar Kommuna.
Nevndu kommunur í Suð-
uroy hava fingið soljóðandi
skriv sendandi:
Vágs
Matmøðrafelag
hevur á fundi 25.august
2004 samtykt at arbeiða
fyri at fáa eitt heim fyri
minnisveik bygt í Suður-
oynni.
Hetta kann eftir okkara
tykki bert lata seg gera, um
allar kommunurnar í oynni
standa saman um hesa
verkætlan, tí tær koma
sjálvar at fíggja ein part av
kostnaðinum.
Vit fara eisini at heita á
tykkum, um so verður, at
hetta gerst veruleiki, at lata
heimið byggja í Hovi.
Bygdarfelagið í Hovi
eigur eitt planerað grund-
øki, sum er 1268 fermetrar
til støddar, sum teir siga seg
vera sinnaðar at selja fyri
ein sámuligan prís.
Vónandi frætta vit aftur
sum skjótast, helst áðrenn 3
vikur, so vit fáa at vita, um
vit skulu arbeiða víðari við
tiltakinum.
Vágur 21. sept. 2004
Vinarliga
Vágs Matmøðrafelag
v/ Elin Jacobsen
Nes - Vágur
Evnisdagur
um rættindi
hjá
brekaðum
EVNISDAGUR
Tíðindaskriv
Týsdagin 5. oktober
verður ein evnisdagur
um rættindi hjá brek-
aðum í Norðurlanda-
húsinum. Á evnisdeg-
num verður ein røð av
fyrilestrum og fram-
løgum um støðuna hjá
fólki, ið bera brek,
sum samfelagsborgar-
ar.
Tiltakið, sum byrjar
klokkan 13.00, er al-
ment, og luttøkan er
ókeypis, so vónandi
seta nógv fólk sær
hendan seinnapartin
av, fyri at hoyra um,
hvørji
rættindi
og
hvørja støðu, fólk við
breki hava í Føroyum í
dag.
Bjørt
Samuelsen,
fjølmiðlakvinna, stýrir
degnum og tekur sam-
anum. Møguleiki er
hjá áhoyrarunum at
seta spurningar.
Tað er stýrisbólkurin
fyri Ár teirra brekaðu
2003, sum saman við
Almanna- og heilsu-
málaráðnum
skipar
fyri tiltakinum.
Um vikuskiftið var
Johannustevna í Vági.
Sluppin Johanna TG
326 er 120 ár í ár og
ymisk tiltøk vóru á
skránni
JOANNA TG 326
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Sluppin Johanna TG 326 í
Vági er í ár 120 ár. Um
vikuskiftið vóru ymisk
tiltøk í Vági í hesum sam-
bandi. Johanna stevndi stolt
inn eftir fjørðinum og henni
fyldu ymsir bátar, eittnú
gomlu
grindabátarnir.
Leygardagin vóru ymsar
kappingar. Kapping í at
egna var og vinnari gjørdist
Alvi Hjelm. Talan var um
tætta kapping, men eftir
spennandi
kapping
var
kappingin av eftir einum
korteri.
Síðani var kappast í at
bøta og vinnari gjørdist
Magnus Magnussen og
eisini her var sera tætt, bert
sekund á muni millum teir
fremstu. Vinnararnir fingu
prýðislutir úr silvuri, sum
Torgerð Suðuroy hevði
evnað til, og eisini steyp.
Á skránni var eisini
togtogan millum lærarar í
Vági og manningina á Vágs
Skipasmiðju. Ymiskt var,
hvat fólk hildu um úrslitið
innan kappingina. Men tað
vísti seg at gerast hørð
kapping, longi gekk smátt
aftur og fram og hart leik-
aði á. Kappingin gjørdist
helst harðari enn mong
høvdu hugsað. Men eftir
tógvið stríð fingu smiðju-
menn fyrimun og vunnu.
Eisini teir fingu steyp. Síð-
ani var ábit at fáa á gamla
Polarfrost.
Á kvøldi var hugni á
Garðabrúgv
við
Stóra
Pakkhús við sangi og Óli
Holm helt røðu. Síðani var
dansur í VB húsinum við
Hans Jacob og vinmonn-
um. Sunnudagin helt Durita
Holm fyrilestur Pakkhúsin-
um um ferðir sínar.
Joanna lá flaggskrýdd
við bryggju og tók seg væl
út á 120 ára haldinum.
Johannustevnan eydnaðist væl
Heim fyri minnisveik í Suðuroynni
C
M
Y
K
15
14